Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juli 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 128 — 8. JULI 1994 So fúlt var valstríðið Grov politisk for- fylging í Eysturoynni Tíðindablaðið (SX) Anonym hóttanarbrgv, útspilling og ákærur um seksuelt misbrúk av børnum eru nøkur av teimum vápnum, ein politiskur mótstóðumaður hevur brúkt móti javnadarvalevninum Jåkupi Egholm Til Arbeiðsfólkið. ÁVARING-ÁVARING Tíverri er eitt av valevnu- num á javnaðarlistanum í Eysturoy komin á listan Nú má hesin maðurin finnast hesin persónur sum eitur Jákup Egholm skuldi ikki verið komin á listan. Hesin presónur var fyri nøkrun árun síðan ógvuliga ónærisligur móti smá- børnun (Barnalokkari) tað sum tá hendi var at tað bleiv dult sum mansmorð, og hann fór burtur at sigla, men nú er hann komin fyri seg aftur og heldur at alt er gloymt, men tað er tað ikki. Eg spiji bara vilja tit hava ein slíkan til løgtingsmann, vithavafleiri góð valevnir á javnadarlistanum, veljið ein av teimun. heilsan. Javnaðarfólk í Eystur- oy«. A. Jákup Egholm saman við Dan Petersen valfundi í Runavík. Longu tá vistu teir báðir, at ein sjúkligur persónur kundi finna upp at royna at sverta Jákup Jákup Egholm hevur fingið 10 grov håttanarbrøv farnu tíðina. Onnur javnaðarfólk eru eisini hótt. Jákup heldur seg vita hvor stendur aftnafyri. Og nú vil hann fegin hava, at politiið tekur málið í størri álvara. Hann kann ikki liva við hesum - serliga ikki sum lærari Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein ókendur persónur er úti eftir Jákupi Egholm. Síðani hann kom uppí kommunalpolitikk eftir síðsta val, hevur hann fingið eini 10 brøv av lika grovum slag, sum tað, ið nú er sent út. Politiskt - I fyrstani helt eg, at talan »bara« var um ein sinnis- sjúkan persón, og at einki meira lá aftanfyri, greiðir hann frá. - Men tað haldi eg íkki longur. Eg eri fullvísur í, at hetta hevur nakað at gera við mítt politiska virksemi. Jákup sigur, at hann hevur fingið tílík brøv, hvørja ferð hann hevur gjørt okkurt, sum hevur við politikk ella okkurt annað alment virk- semi at gera. - Tá eg bleiv formaður í NSI fekk eg Ld. brøv, har sagt varð, at eg bara troð- kaði meg framat har fyri at sleppa at vera saman við smádreingjunum, sum spæla fótbólt í felagnum. - Tað er eingin ivi um, at Eitt soljóðandi bræv varð mikumorgunin borið út til handlar og fyritøkur á Skálafjørðinum við posti- num. Hetta er bara toppurin av teirri hets, onkur politiskur ætlanin er at plága meg so nógv, ateg til endans velji at halda meg burtur frá øllum - og serliga tí politiska, sigur hann. Brøv til valevnini Tey fyrstu brøvini vórðu bara send úl Jákup persónliga. Men eftir 2. uppstillingarfund í Eystur- oyar javnaðarfelag, hendi ein broyting. Tá vórðu brøv send út til øll hini valevnini, har sagt var, at um Jákup ikki varð strikaður av listanum, so fór hann at verða hongdur út sum barnalokkari. Javnaðarfelagið lat seg sum kunnugt ikki hótta, og einki hendi meira - fyrr enn umrødda bræv bleiv sent út mikudagin. - Hetta vísir, at tað ikki er nakar býttur persónur, sum stendur aftanfyri, heldur Jákup. - Brævið varð jú sent so mikið seint, at eg ongan møguleika hevði fyri at verja meg í pressuni áðrenn valið. Og tað er jú snildi- sliga gjørt. Eitt annað, sum vísir at maðurin hevur taktiskt skil, er, at hann skrivar øll brøvini á >barnamáli<, við einum hópi av stavivillum. Hetta ger, at hansara orðalag og -val ikki kann kennast aftur. Skúlin stuðlaði Men tað vóru tíbetur fólk, sum hjálpti Jákupi at verja seg ímóti slatrinum hesa- ferð. Í brævinum verður sagt, atJákup gavst sum lærari og fór út at sigla eftir at hava >veriðónæriligur móti smá- børnun«, Hann undirvísti við Runavíkar Kommunuskúla áðrenn hann fór út at sigla, og tað vóru fólk haðani, sum hjálptu honum miku- mótstóðumaður hevur ført ímóti Jákupi Egholm famu dagin. ; Bæði skúlastjórin, As- mund Lamhauge, og skúlanevndarformaðurin, Maria Jacobsen, skrivaðu undir eitt bræv, har tey greitt avnokta, at nakað tílíkt skuldi vera orsøkin til, at Jåkup segði seg úr starvi- num sum lærari. Hetta bræv bleiv í gjár sent til øll húski í kommu- nuni, saman við eini heilsu frá Jákupi. Politiið má uppí Men hóast øll sum kenna Jákup, og allir arbeidsgev- arar hansara - bæði á sjógvi og landi - stuðla honum, so heldur hann at tíðin nú má vera komin til, at politiid fer undir at kanna hetta mál av álvara. - Eg veit, at hetta er trup- ult, men tað finnast jú serfrødingar í eitt nú Dan- mark, sum ein kundi biðið um at hjálpt sær. Og tað haldi eg, at politiiið nú átti at gjørt. Hetta verður meir og meir ótolandi. - Og her hugsi eg ikki um mítt politiska virksemi. Men eg eri jú lærari, og eri saman við børnum hvønn dag. Tí er verður tað ikki stuttligt, um hesin slaturin bítur seg fastan. Hevur illgruna Jákup sigur seg hava sterkan illgruna til ein persón, men hann vil av góðum grundum ikki siga hvør hann er. - Men eg haldi meg vita við vissu, at talan er um ein politiskan mótstóðumann - og hann er ikki úr Havn, hóast tað er úr Havn at brøvini eru send. S-S-