leygardagur 9. juli 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
67. ÁRGANGUR
jóri: Jan Miller 110 Tórshavn
Bústaður. Argjavegi 26
Argjum
Valið
VALIÐ er av og vit fara sjálvsagt
at ynskja vinnarunum tillukku
eins og vit fara at hugleiða eitt
sindur um, hví tað gekk sum tað
gekk. Hetta ikki tí, at vit seta
spurnartekin við avgerð veljar-
ans. Tað kundu vit sjálvsagt ikki
droymt um, men vit fara tó at
peika á eitt og annað áhugavert
við valinum. Javnaðarflokkurin
gjørdist stóri taparin. Flokkurin
hevur sitid vid åbyrgdini av ein-
um sera truplum politikki í ein-
um sera truplum skeiði. Tað er
enn ov tíðliga at siga við vissu,
um rikni politikkurin var tann
rætti í kreppuni, men sjálvsagt
ikki ov tíðliga at spyrja, um ikki
annar politikkur átti at verðið
rikin. Vit kunnu í hvussu so er
sláa fast, at ávaringar frá port-
um av fakfelagsrørsluni trutu
ikki og gjørdist úrslitið ein
verkaliðsfylking, id tók stóran
part av atkvødum sínum frå
javnadarflokkinum. Hvat
hendi? Hvi hvarv dialogurin?
Hvi lå samskifti millum partar-
nar á einum so ósakligum stød-
ið? Og vóru tað fólk og bólkar í
báðum liðum, sum miðvíst vildu
hava, at gamla hjúnabandið
millum javnaðarflokk og verka-
lidsrørslu skuldi upploysast?
Mong standa spurin og ikki
skerst burtur, at javnadarflokk-
urin må undir eina sjålvrann-
sakan, id kann gerast sera pinu-
full, men henni slepst ikki und-
an.
VIT kunnu eisini peika á onnur
viðurskifti. Samgongan við
fólkaflokkin var eitt mistak.
Leiðsla javnaðarfloksins hevði
Minnist
til
sínar grundir til at skipa hesa
samgongu, men veljarar floks-
ins høvdu sera torført við at
síggja hesar grundir og tað sum
verri var, var at kreppupolitikk-
urin gjørdist ógreiður og sjálv-
mótsigandi. Ymsu landsstýris-
deildirnar sendu ymisk signal og
rikin var táttandi búskaparpdi-
tikkur við aðrari hondini, meðan
roynt varð at reka ein virknan og
ígongdsetandi politikk við hin-
ari hondini. Skil kom ikki á hesi
viðurskifti fyrr enn fólkaflokk-
urin varð koyrdur úr samgong-
uni, men tá var um at vera ov
seint. Urslitini av tí nýggja
kreppupolitikkinum fóru ikki at
síggjast fyrr enn beint fyri val og
tá var tað ov seint til tess at
sannføra veljaran.
VELJARIN valdi tvey ymisk al-
ternativ. Fyri tað fyrsta valdi
veljarin ein politikk, id førir til
lønarnidurskurd, uppsagnir inn-
an almenna sektorin og vánalig-
ari sosialt trygdarnet. Men hin-
vegin valdi veljarin eisini flokk-
ar og valevni, sum lovaðu stórar
og sera dýrar sosialar ábetur
samstundis, sum veljarin sjálv-
sagt klárt vrakaði tann rikna
búskapar- og almannapolitikk-
in. Og veljarin valdi eisini ein
politikk, sum sigur nærri at ES,
samstundis sum hann valdi ein
politikk, sum sigur ikki inn í ES.
TAÐ verður ikki lætt at skipa
samgongu, ið samansjóðar hesi
sjónarmið, men hetta er tað, ið
veljarin væntar og hevur krav
uppá. Sum heild verður tað ikki
lætt at skipa eina arbeidsføra
samgongu við tí samanseting,
løgtingid nú hevur. Formans-
orðaskiftið valnáttina gav einki
haldaragjaldið
víst tekin um hver samgonga, ið
er mest sannlík. Tað stendur tó
rættiliga fast, at sambands-
flokkurin fer at hava leiðsluna
av nýggju samgonguni, men tor-
ført er at siga nakað um, hverjir
flokkar fara upp í við sambandi-
num sum leiðslu. Umboðið fyri
verkaliðsfylkingina bar upp
undir eina breiða samgongu við
luttøku av fylkingini, men fekk
einki itøkiligt svar. Lagt kann
verda afturat, at ein tilik breid
samgonga setir so stór krøv til
samstarvsevni og samstarvs-
vilja at mangur man ivast, um
hesin vilji er til stadar hjå um-
bodum fylkingarinnar, um farid
verður eftir teirra orðum og
gerðum seinastu tvey árini, men
livst so spyrst.
JAVNAÐARFLOKKURIN
eigur ikki at fara upp í nakra
samgongu yvirhevur. Hetta
vildi verið skeivt móti veljara-
fjøldini og heldur ikki hevði tað
verið serstakliga taktiskt skila-
gott. Flokkurin eigur at gera
eftir boðum veljarans og fara í
andstødu og nýta andstødutid-
ina til konstruktiva sjálvrann-
sakan. Boðskapur floksins hev-
ur ongantíð verið meira aktuell-
urennjúst nú og eigur andstødu-
tíðin at verða nýtt til at finna
fram til, hvussu boðskapur
floksins aftur fæst út til føroyska
veljaran.
AT enda ngkur orð um viður-
skiftini við Danmark. Hesi við-
urskifti hava verið fyri stórum
broytingum í valskeiðnum. Móti
vanligari galdandi siðvenju síð-
an 1948, hevur danska stjórnin
lagt djúpt upp í innanhýsis við-
urskifti og meiraella minni trýst
JA!
| Ymsir prisir fyri onnur lond.
| Til ber altid at gerast haldari
, verður bert fyri blødini, id eftir eru av
) ársfjórðinginum.
Eg gerist haldari av Tíðinda-
blaðnum Sosialinum og fáið
blaðið 5 ferðir um vikuna.
| fyri 225 kr./årstj. (haldarar í Føroyum)
fyri 425 kr /årstj. (haldarar i Danmark)
og goldið
Tøleton: 11820 Teletax: 14720
landsstyrid til at reka ein poli-
tikk, ið hevur rakt tey minni
mentu í samfelagnum meint.
Samstundis hevur stjórnin
roynt at forða landsstýrinum at
reka ein vinnufremjandi og
igongdsetandi poliikk -ein
politikk, ið kundi fingið fólk aft-
ur í vinnu. Stjórnin hevur tving-
að landsstýrið at reka ein fried-
manskan búskaparpolitikk, alt
meðan stjórnin sjálv dusar sær í
einum keynesianskum marg-
lætispolitikki, hvers maka vit
ikki hava sæð í ártíggjur. Hetta
er sera ódámligt og illa royndist
brødraflokkur javnadarfloksins.
Støda hansara mótvegis Føroy-
um hevur verid merkt av arro-
gancu, fåkunn, litlari fatan fyri
føroyska veruleikanum og ti
betrivitan, id eydkennir tann, id
lítið veit og lítið fatar. Hetta hev-
ur sett djúp sár, ið ikki lekjast í
bræði. Nú fær so danska stjórnin
ein mótpart í Føroyum, sum ant-
in fer at gerast lýðið amboð hjá
stjórnini ella sum fer at seta
nógv størri krøv ti almannaveit-
ingar og stuðul úr Danmark.
Hetta er ein marghåttlig stóða.
VALID gjørdist ein sigur fyri
høgravongin og ein sigur fyri
flokkar og valevni við populist-
iskum boðskapum. Vit fara
sjálvsagt ikki at lasta veljaran
fyri hansara avgerðir, ið góvu
hetta úrslit og skulu bert enda
við vónini um, at valið, hóast tað
ikki gekk okkum eftir vild, verð-
ur til gagn fyri føroysku tjóðina.
Við javnaðarflokkin siga vit:
brúk er fyri tykkum enn sum áð-
ur. Nýtið andstødutidina við skili
og hógv. Tit fara at koma aftur.
sosialurin
.... Tíðindablaðið
SOSIALURIN
Postboks 76,
.. FR-110 Tórshavn
Kannað postverkinum