leygardagur 9. juli 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
=
Ea að = *
Nr. 129 — 9. JULI 1994
p?
Professionelt valkvøld í Norðurlandahúsinum:
Vinnarar og taparar
Valstríðið er ein sjónleikur, men tá úrslitini frå teimum ymisku valstødunum koma á talvuna, er
talan um naknan veruleika, sum bara kann góðtakast
Eftir Jústinus Eidesgaard
Myndir Kalmar Lindenskov
Luftin var mettað av
spenningi, tá tey fyrstu
úrslitini av valinum byrj-
aðu at koma inn í Norður-
landahúsinum hóskveld-
ið. Tað lá í luftini, at valið
fór at føra broytingar við
sær. Hóast herrópini
"Krossfest, Krossfest"
ikki rungaður hart, so
hugsaðu fólk næstan so
tað hoyrdist og tey hugs-
aðu, at nú skuldi nýtt blóð
á ting. Teir gomlu skuldu
út, nú skuldi gerast upp
við åttatiårini.
Norðurlandahúsið sá út
sum ein nimdarstød hetta
kveld. Alskyns útgerð var
sett upp og teknikarar,
myndamenn, journalistar
og hjálparfólk titaðu kring
hvønn annan, eins og
strongdar meyrur. Ein
rúgva av sterkum ljósum
lýstu húsið upp og alt var
fyrireikað til stóra "Show “-
ið". Sjónvarpið hevði gjørt
eitt vala arbeiði bæði undan
kvøldinum og sanniliga
eisini meðan leikurin fór
fram, skjótt og professio-
nelt.
Vinnarar
og taparar
Aðrenn úrslitini frá teim-
um stórru valstóðunum
byrjaðu at koma inn vóru
øll valevnini javntstilladi.
Ongin visti nakað framm-
anundan hvussu atkvødur-
nar fóru at vignast, men
hóast tað, so var ótti á val-
evnunum og flokksstuð-
lunum. Onkur dittaði sær,
hóast strangt bann heiman,
at bíta negl. Onkur annar
sendi í loynd ein fingur
uppí næsagluggarnar.
Sigarettgl6dirnar blunkaðu
títt og kaffi rann í stríðum
streymum. Her sótu vinnar-
ar, her sótu taparar og næstu
tímarnir fóru at avdúka,
hvor slapp uttan blørur
gjøgnum skerseldin og
hver varð vrakaður.
12 umboð fyri hvønn
flokk ella fylking vórðu
boðin í Norðurlandahúsið
hetta kvold. Umframt polit
ikkarar og flokksstuðlar var
eisini væl av tíðindafólki at
síggja. Utvarpið og sjón-
varpið skipaðu fyri kvøld-
inum saman og útlendsk
tíðindafólk vóru eisini
komin í Norðurlandahúsið.
Tey sótu saman við journa-
listunum frá føroysku blød-
unum. Hóast Føroyar bert
er eitt sandkom í okkara
stóra heimið, so sat eitt
umboð fyri eina ta mátt-
miklastu tíðindastovuna í
heiminum, AP, ella Asso-
ciated Press, í Norðurlanda-
húsinum og skrivaði bein-
leiðis til heimspressuna um
føroyska løgtingsvalid.
Gott undirhald
Vid bordid hjå Frælsis-
fylkingini sótu framherjar-
nir kvirrir, tánakað var liðið
út át kveldið.
Tá tey fyrstu valúrslitini
komu inn stóð Frælsisfylk-
ingin til at fáa tveir manns á
ting, lagið var gott við borð-
ið. Men tá úrslitini komu frá
teimum størri valstødun-
um, gjørdist tad alt meira
greitt, at Frælsisfylkingin
fekk onga umbodan å ting.
Bara loysing, var ikki nóg-
mikið hjá veljarunum.
Hesir báðir, Bjørn og Edmund gjørdust sigurharrar við valið 94
Frælsisfylkingin fekk 1,9
prosent av atkvødunum,
ella 483 atkvødur. Ottin hjå
tjóðveldisflokkinum yvir
teir "formermadu tjóð-
veldismenninar" sum hend-
an fylking skemtiliga hevur
verið skýrd, var grundar-
leysur. Men tað eru tjóð-
veldisfólk enn sum halda at
Frælsisfylkingin forpurr-
aði, at Tjóðveldisflokkurin
fekk fimm manns á ting.
Oli og Krist-
lan eru nýggir
Borðið hjá Verkamanna-
fylkingini var væl mannað.
Helst hevur tað verið av
tilvild, at hetta borð varð
sett beint við síðuna av
javnaðarborðinum. Luftin
millum hesi bæði borð var
ikki serliga vinarlig. Tað
gjørdist rættuliga skjótt
greitt, at Oli Jacobsen hevði
Tíðindablaðið ÆTT,
í
vunnið stórsigur í Eysturoy
og hevði tryggjad sær
tingsess. Nakað seinni kom
fram at Kristian Magnussen
eisini var valdur og tá so
boðini seinni komu um, at
Ingeborg Winther varð vald
í Suðuroy, tá var rómur.
Javnaðarborðið
sorgbundið
Allar forsøgnir høvdu
bodad frå, at Javnadar-
flokkurin fór at fáa eitt
vánaligt val. Tað er sjáld-
samt hvussu væl hesar for-
søgnir og veljarakanningar
Longu tey fyrstu úrslitini
frá teimum smæstu valstød-
unum boðaðu frá aftur-
gongd, og lága prosenttalið
helt sær eisini til tey størru
valstødini. Javnadar-
flokkurin fekk eitt ringt val
kring alt landið. Í Norður-