Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | | Tíðindablaðið ED Nr. 129 —9. JULI 1994 Sida 7 Sigursharri millum taparar Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður fekk stóra álitsváttan frá suðuroyingum Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður og eitt av valevnum javnadarfloksins i Suðuroynni var sigurs- harrin hjá javnadarflokk- inum ul valið. Hóast hann hevur umsiuð kanska mest ópoppuleru målsøkini, tå izsað verður um ågangin å landsstyrid, so vann iann so rudduliga sessin um ungmaður fyri javn- iðarflokkin á Tvøroyri. Við síðsta val gjørdist tann eykavaldur ungmad- ur, hesaferð gjørdist hann fyrstvaldur tingmaður i Suðuroynni. Við síðsta val fekk hann 264 persónligar at- kvødur. Hesaferð 355. Sjålvur er Jéannes sera væl nøgdur við sitt úrslit, hóast hann metir tapið hjá flokkinum sum eina van- lukku. Jóannes Eidesgaard er sera fegin um, at suð- uroyingar eru nøgdir við tað arbeiði hann hevur gjørt. sum landsstyris- maður og fyri oynna. Hann er annars vón- svikin av tí stóru aftur- gongdini flokkurin hevur fingið. At flokkurin fór at missa atkvødur hevði hann roknað við, men at hann skuldi fara niður í helvt hevði eingin gáað um. Jóannes Eidesgaard heldur tvær orsøkir vera til ringa valið. Onnur er tann, at tað slítur at sita í landsstýrinum. Og serstakliga í niðurgangstíðum, har ein er noyddur at skerja og leggja fleiri byrðar á fólk. kemur hetta illa við hjá stjórnarflokkum. Hin orsøkin er tann, at nøkur fólk í javnadar- flokkinum vendu flokk- inum bakið og stillaðu upp á egnum lista. Hesi gera sær síðani dælt av samfelagsstøduni. Verk- amannafylkingin hevur spilt javnaðarflokkinum valið og hetta kemur m.a. væl ul sjóndar á Tvøroyri, har henda fylking hevur fingið tær atkvødurnar, sum javnaðarflokkurin hevur mist. Latið teir borgarøligu sleppa at royna seg Jóannes Eidesgard heldur, at valúrslitið bendir á eina samgongu uttan javnaðar- flokkin. -Nú mugu so teir flokkar, sum hava sagt veljarunum, at teir kunnu loysa allar trupulleikar, sleppa at vísa hetta í verki. Javnaðarflokkurin hevur fingið eina misálitsváttan frá veljarunum, og hetta eigur hann at taka til eftirtektar og tí lata aðrar flokkar sleppa framat. Teir borgarligu flokk- arnir hava havt eina skrá, sum m.a er fyri lønarnid- urskurði, og hann hevur javnaðarflokkurin greitt víst aftur. Síðani hevur verkamannafylkingin koyrt sítt valstríð upp á ónggdina við javnaðar- flokkin, og tað ger, at ein samgonga millum hesar flokkar eisini er óhugs- andi. Jóannes Eidesgaard iv- ast annars stórliga í, hvussu leingi eini borg- arligari samgongu verður lív lagað, nú neyðugt verður við at taka fleiri av teimum smærri flokkunum við. -Vit vita av royndum, hvussu torført tað er at stýra saman við smærri flokkum sum Ld. teimum kristiligu. Tað hevur altíð kostað nógv. Hann heldur, at tað verður serliga torført at skipa eina samgongu, um so er, at nýggja verka- mannafylkingin íkki vil vera klípi í eini slíkari, soleiðis sum Óli Jacobsen målbar seg valkvøldid. Upp å fyrispurning um tad verdur møguligt hjå javnadarflokkinum og verkamannafylkingini at samarbeiða sigur Jóannes Eidesgaard, at nú verka- mannafylkingin nettup er farin til val upp á at knúska javnaðarflokkin, so fer tað at taka sína tíð at fáa nakað samarbeiði millum hesar báðar flokk- ar. Hann vísir ma. til, at eitt av høvudsvalevnum floksins Ingeborg Vinther alt valstríðið langaði út eftir javnaðarflokkinum, hóast ein skuldi túð, at hon átti at lagt eftir teimum borgarligu, serliga fólkaflokkinum. Á valfundinum í lær- araskúlahgllini klappaðu allir fólkafloksmenninir, tá Ingeborg var á palli- num, og tað sigur kanska meira enn nakað annað millum um kluftina javnaðarflokk og nýggju fylkingina. Harmast Jóannes Eidesgaard harm- ast um, at fleiri av hinum javnaðarfólkunum ikki vórðu afturvald. -Tað fer at kennast tømligt, tå vit aftur hittast å Gamla Apoteki. Fyrr vóru vit oftani heili 13 fólk, tá landsstýrisfólkini vóru við. Nú verða vit helst bert tey 5 úngfólkini. Jóannes er sera vón- svikin av tí vánaliga úrslitinum hjá Atla Dam. - Tað sær ikki mætari út enn, at Atli Dam hevur borið sín stóra part av prísinum fyri, at javnaðar- flokkurin hevur sitid við ábyrgd so leingi. Eisini er hann sera harmur um, at Tummas Arabo, sum hann hevur havt eitt sera golt samstarv við í Tinganesi, ikki varð afturvaldur. Tað hevði verið eitt veldugt aktiv fyri tingbólkin at havt hann har. Jóannes Eidesgaard heldur somuleiðis at tað verður tømligt uttan Frank Davidsen, Mikkjal Søren- sen og Sverra Midjord, nú eingin teirra vard aftur- valdur. Tað verða boð eftir javnaðarflokkinum Heldur Jóannes Eides- gaard, at valúrslitið er mønustingurin fyri javn- aðarflokkin? -Nei so avgjørt ikki. Føroya fólk fara heilt skjótt at ásanna, at hetta var eitt val, sum ein átti at verið fyriuttan. Tey fara at sanna, at javnaðarflokk- urin eigur at vera við í stýrinum bæði um tað gongur væl og illa. Vit mugu so royna at rannsaka okkum sjálvi og finna út av, hví tað gekk sum tað gjørdi. Annars ivist eg onga løtu í, at javnaðarflokkurin fer at venda sterkur aftur, tí flokkurin stendur fyri ti besta. Hann vísir at enda á, at javnaðarfólk mugu ikki missa vónina. -Flokkurin eiga at gera brúk av teim- um kreftum, sum nú standa á síðulinjuni, og hann heldur ikki, at Atli Dam er liðugur í politikki, hóast hann ikki varð aftur- valdur. -Flokkurin eigur at satsa upp á Atla sum fólkatingsmann. -Eg veit, at hann hevur bæði pon- dus, vitan og royndir til at kunna gera eitt gott arbeiði fyri Føroyar á fólkatingi. Jóannes Eidesgaard ynskir annars at heilsa sínum mongum veljarum. Hann takkar teimum fyri holla stuðulin. jan