Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juli 2003síða 20

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 122 - 2. juli 2003 Nr. 122 - 2. juli 2003 39 Fríggjadagin 27. Juni varð Faroe Petroleum skrásett á AIM virðis- brævamarknaðinum í London. Faroe Petrol- eum er holdingfelag hjá Føroya Kolvetni, ið sostatt hevur rokk- ið einum av sínum málum – at verða skrásett á einum al- tjóða virðisbræva- marknaði. Stórur áhugi er fyri at seta váðafúsar kapital til í sambandi við fram- tíðar virksemi hjá oljufelagnum TÍÐINDASKRIV • Í hesum sambandi varð partapeningurin hjá Far- oe Petroleum hækkaður, og felagið hevur fingið £ 15 mill. (kr. 160 mill.) afturat í eginpeningi við at selja 14.492.754 parta- brøv áljóðandi 10 pence (kr. 1,06) fyri 103,5 pence (kr. 11,00) hvørt partabrævið. Henda hækkan kemur bert 6 mánaðar eftir, at felagið seinast hækkaði egin- peningin við £ 7 mill. (kr. 75 mill.). Síðan Føroya Kolvetni varð skrásett í 1998 eru fingnar til vega umleið kr. 240 mill. til leitivirksemi. • Ætlanin er framvegis at arbeiða á øllum Atlants- mótinum, har felagið longu hevur stór áhuga- mál á føroyskum og enskum øki: · Felagið eigur 25% í leitiloyvinum 002 á føroyskum øki, har borað verður í løtuni · 25% í leitiloyvi 005 á føroyskum øki, har ymsar kanningar eru gjørdar · Ætlanin er eisini at taka lut í tí komandi føroysku útbjóðingini. • Á enskum øki eru tvey loyvi eisini keypt, ið bæði liggja tætt við før- oyska markið: · 17.5% av Suilven øki- num (204/14 og 204/15), har olja og gass longu eru funnin og · 20% av Laggan økin- um (206/1a), har gas er funnið. · Arbeitt verður við ætl- anum um at útbyggja økini til framleiðslu. • Ætlanin var frá byrjan at skráseta Føroya Kolvetni á virðisbrævamarknaðin- um í London; men før- oyska og enska lógar- verkið, roknskaparreglur, skatt- og gjaldoyraviður- skifti samsvaraðu ikki nóg væl til, at nýggir partaeigarir føldu seg tryggar. Tí varð í de- sember mánaða 2002 eitt enskt partafelag, Faroe Petroleum, sett á stovn sum holdingfelag hjá Føroya Kolvetni. Hetta felagið hevur skrivstovu í Aberdeen. Allir parta- eigarar í Føroya Kolvetni hava fingið tilboð um at býta síni partabrøv um við partabrøv í Faroe Petroleum, so at Faroe Petroleum fer at eiga 100% av Føroya Kol- vetni, og partaeigararnir í Føroya Kolvetni fara at eiga partabrøv í felag- num Faroe Petroleum. • Hjá Faroe Petroleum og Føroya Kolvetni starvast 4 fólk, meðan 3 starvs- fólk eru knýtt at feløg- unum til ávísar uppgávur. Nevndarformaður í Faroe Petroleum er Joe Darby, sum var stjóri hjá Lasmo, ið var virkið á føroyskum øki, til felagið var selt til ENI. Joe Darby hevur drúgvar royndir innan al- tjóða oljuvirksemi. Hinir nevndarlimirnir eru Nils Sørensen, Meinhard Ja- cobsen og Graham Ste- wart, sum eisini er stjóri í felagnum. • Nevndarformaður í Før- oya Kolvetni er Graham Stewart, ið eisini hevur drúgvar royndir innan altjóða oljuvirksemi. Hinir nevndarlimirnir eru Olaf Olsen, Meinhard Jacobsen og Nils Søren- sen, ið eisini er stjóri í felagnum. Meiri fæst at vita við at venda sær til Nils Sørensen tlf. 210451. Faroe Petroleum spennir seg út á Atlantsmótinum: 160 mill. kr. aftrat í eginpeningi Faroe Petroleum ætlar sær at vera sera virkið á øllum Atlantsmótinum tvs. bæði í føroyskum og bretskum øki. Umframt at eiga 25% lut í báðum loyvunum hjá ENI (Agip) á føroyskum øki tvs. loyvinum 002 og 005, hevur felagið eisini keypt seg inn í spennandi loyvi hinumegin markið, Laggan sum er eitt gassfelt og Suilven, sum er eitt oljufelt og sum fer undir framleiðslu møguliga í næsta ár Graham Stewart, nevndarformaður í Føroya Kolvetni og stjóri í Faroe Petroleum hevur við drúgvu royndum sínum á oljuøkinum megnað at skapa stóran áhuga fyri virkseminum hjá feløgunum. Nú verður av álvara sett út í kortið á Atlantsmótinum Mynd Jens K Vang Hebron, Argir Í kvøld kl. 20 verður bønar- og uppbyggingarfundur, Páll Poulsen talar. www.hebron.fo Samkoman Rhema Staravegur 5 Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti. Sunnudagsskúlin er farin í summarfrí. Øll eru vælkomin. www.rhema.fo Filadelfia, Landavegur 22 Í morgin kl. 14 Brúðarvígsla. Fríggjakvøldið kl. 20 Ung- dómsmøti. Leygardagin kl. 17 Landsbøn. www.filadelfia.fo Meinigheitshúsið Mikukvøldið kl. 20 Húsmøti hjá Helgu og Hjørleif Gaard í Kollafirði. Sunnukvøldið kl. 18 Møti v/ Hanus Simonsen. Ebenezer Mikukvøldið kl. 20 Bønar- og uppbyggingarmøti. Leygarkvøldið kl. 20 Ung- dómsmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin. www.ebenezer.fo Samkoman Immanuel Í kvøld kl. 20 Møti. Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti, kl. 18 Evangel. møti, øll eru vælkomin. Samkoman Lívdin í Hoyvíkar skúla Ætlanin er fara útferð sunnu- dagin, lýst verður nærri á heimasíðuni, www.livdin.fo Saron, Vestmanna Mikudagin kl. 21 Útimøti á Torginum, opið hús í Saron aftaná. Telefonandaktin 424741. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 Opið hús. Sunnudagin kl. 19 Møti við Egil Toftegaard o.fl. Vælkomin í Kelduna. www.keldan.fo Siloa, Fuglafirði Bøn, bíbliulæra og hugnalig samvera verður í Siloa í kvøld kl. 19.30, Klæmint Eliasen talar. Evni: Teir mugu berast (Esajas kap. 46). Øll eru hjartaliga vælkomin. Lívsins Orð Um viðrar verður útimøti í kvøld kl. 20.45. Møti verður í fimleikarhøllini í Glyvra Skúla leygarkvøldið kl. 20 við Hans Berndtsen. Sunnudagin verður møti kl. 19. Ungdómsmøti verður mánadagin kl. 20. Soli Deo Gloria Mikukvøldið kl. 21 Útimøti við skýlið. Sunnukvøldið kl. 18 Møti. Mánakvøldið kl. 20 Bønar- møti. Getsemane, Klaksvík Mikukvøldið kl. 20 Bønar- møti. Fríggjakvøldið kl. 20 Spæli- facé. Sunnudagin kl. 11 Møti við André Matras (barnaansing er undir møtinum). Tú ert hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Skopun Mikudagin kl. 20 Bíbliutími. Øll eru vælkomin. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Frá 1. juli til 18. august hava vit opið frá kl. 13.00- 17.00. 1. juli byrjar Jórunn D. Poulsen at arbeiða í Tilhaldinum. Kl. 15 verður móttøka í Tilhaldinum. Konsert fríggjadagin 4. juli kl. 15 við Irving Anckers Sekstet. Irving Anckers Sekstet spældu í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn í 50- unum. Aftaná fimti ár, er orkestrið aftur samla. Orkesterið spæli tey somu góðu løgini. Á ólavsøku verður fotoframsýning av útoyggjamyndum í kjallaranum í Tilhaldinum hjá Hjalmari Waag Høgnesen. Á miðhæddini verður møguleiki at fáa sær ein drekkamunn og okkurt heimabakað. Tilhaldið hevur átikið sær at hava móttøkuhúsið opið á ólavsøku. Opið verður 28.-29. juli kl. 15-19. Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg væl- komin. Tilhaldið í Sandoynni Tilhaldið er opið mánadag og mikudag frá kl. 14–17.00. Drekkamuður er at fáa báðar dagarnar. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vit fara í summarfrí frá 1. juli til 1. september. Dagtilhaldið Fløvin kemur saman mánadag- fríggjadag kl. 15.00-18.00 í húsunum hjá Kongshavnar Kvinnufelag. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 319630. Kennir tú føroying í Keypmannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórshavn tlf. 319630/61 655400. NA (Anomymir narkomanar) Reinsaríið, Tórsgøta 5: Fundur er hvønn hósdag kl. 17.30 til 18.30 og sunnukvøld kl. 20.00 til 21.00. AA-fundir í Havn Reinsaríið, Tórsgøta 5: Sporafundur verður í kvøld kl. 20-21. Heimasíða: http://heima.olivant.fo/~aa-fo/ Al-Anon Fundur fyri avvarðandi at alk- oholikarum er hvørt týskvøld og hóskvøld kl. 20 í Al-Anon, Tórsgøta 5 (inngongd vestan- fyri). Telefontíð er fríggja-, leygar-, sunnu- og mánadag frá kl. 19-21 á tlf. 508030. ACA (Adult children anonymous). Fundur fyri tilkomin, ið eru uppvaksin í alkoholiskum ella dysfunktionellum familjum er hvørt leygarkvøld kl. 20.00- 21.30 í Reinsaríinum, Tórsgøta 5, Tórshavn. www.aca-danmark.dk. E-mail: acafaroeislands@hotmail.com Opin roykfríur fundur fyri øll áhugaði er hvønn sunnudag kl. 16.00-17.00, í Mariu- kirkjuni, Varðagøta 16. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygar- kvøld kl. 19.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri avvarðandi hjá alkoholikarum er hvørt týs- kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu lækna- miðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19 og sunnu- dag kl. 15. Hvønn sunnudag síðst í mán- aðinum – opin fundur kl. 15. AA í Vági AA fundir verða í Undirhús- inum onsdag og leygardag kl. 19.00. Blái Krossur – Glyvrar bjóðar til eftirviðgerðarfund hvørt mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur – Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losj- uni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Náttarravnarnir í Tórshavn Tín stuðul ger mun! Blív lim- ur ella gang ein royndartúr. Ringið Carl 215570, Guðrið 220019, Hans Jákup 217818, Tone 261165, Ella 316261, Arni 222552. Spælistovan í Meinigheitshúsinum er farin í feriu frá 26. juni til 1. september. Heilaskaðaráðgeving Spyr um alt innan heilaskaða. Fyri bæði heilaskadd, avvarð- andi og tey, ið arbeiða við afturvenjing. Sendið okkum eitt meyl til neozone@neozone.dk NeuroPlan, BellaVista, Bellevuevej 7, 2. tv., 2930 Klampenborg, Danmark. Tú kanst eisini ringja til: tlf. +45 39902665 (Jón) mobil: +45 24430903 (Jón) www.neozone.dk Kvinnuhúsið svarar alt samdøgrið á tlf. 317200. Skrivstovan er opin frá kl. 10 til 17, og hósdagar til kl. 21. Ráðgevingin er hós- kvøld eftir avtalu. BRÚKARASAMTAKIÐ Brúkarasamtakið er felag fyri brúkarar í Føroyum. Lima- gjaldið er 100 kr. árliga. Øll, einstaklingar frá 16 ár og feløg, kunnu gerast limir við at skriva til postadressuna niðanfyri, ella venda sær til ein í nevndini: Ingun Simon- sen, forkvinna, 317782/ 211696, ingun@post.olivant.fo Hans Pauli Strøm, skrivari, 424044/221919, hps@kallnet.fo Gunnleivur Dalsgarð, kassam., 314868/311210, gunnleiv@starvsmf.fo Høgni Debes Joensen, 311832, trongrim@post.olivant.fo Kristina Samuelsen, 311883/211883, kris@logting.fo Brúkarasamtakið, Postboks 165, 110 Tórshavn LFÚ-skrivstovan hevur opið mánadag og mikudag millum kl. 12 og 16 og týsdag kl. 16-18. LFÚ-ráðgevingin hevur opið týsdag og hósdag frá kl. 16-18. Føroya Heimavirkisfelag Postboks 1209 - 110 Tórs- havn. Teldupostur: fhf@craft.fo Heimasíða: www.craft.fo Samband við felagið fæst við at ringja tlf. 22 95 83. Umsóknarbløð til Heima- virkisleguna í Danmark í summar kunnu fáast við at venda sær til felagið. LISA Frá 24. februar er skrivstovan hjá Listafólkasambandið Føroya í Pætursarstovu opin soleiðis: mánadag, mikudag, hósdag og fríggjadag frá kl. 9-12, týsdag er opið frá kl. 18.30- 20.30. Limir eru vælkomnir inn á gólvið. Tlf. 320197. teldupostur: lisa@lisa heimasíða: www.lisa.fo MÁF (Meginfelag Áhugaleikara Føroya) heldur til í húsum Hans Andrias Djurhuusar undir Pisuvarða 2, Tórshavn Tlf. 315624 og 315688, Faks 315924, e-mail: maf@maf.fo og maf@post.olivant.fo Heimasíða: www.maf.fo Opið er: má. og tý. kl. 10-15, mi. kl. 13-18, hó. og fr. kl. 10-15. Endamál felagsins er at stuðla áhugaleiklist og menna hesa mentunargrein í Føroyum. Formaður: Hilmar Joensen, Nólsoy. Listarligur ráðgevi: Birita Mohr. Dagl. leiðari: Malan Matras Joensen. Føroyingafelagið í Odense hevur opið hvørt fríggjakvøld frá kl. 20. Tú finnur okkum á Rugårdsvej 21 (kjallarin), 5000 Odense C. Tlf.: 25395563 Teldupostur: ffo@post.gs www.ffo.subnet.dk Føroyingafelagið í Esbjerg Danmarksgade 25, 6700 Esbjerg, tlf. 75132747 Opið hvørt mánakvøld kl. 19–22.00, har tú ert vælkomin at lesa bløðini, spæla kort og keypa tær ein kaffimunn. Føroyingafelagið við fjørðin Jægerspris. Vit hava ymisk tiltøk nakrar ferðir um árið. Kundi tú hugsað tær at vita meira um felagið, ella lokalt, so ring til Fríði tlf. 47317438 Gudni tlf. 47387748. Føroyskt felag í Ballerup Ryttergården, Pederstrup 2750 Ballerup Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark veitir ráðgeving og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum. Upplatingartíðir: mánadag, týsdag, hósdag 11.30-15.30 mikudag 14.00- 18.00 og fríggjadag er stongt. Vesterbrogade 17 A 1620 København V. Tlf. 33 23 99 80 Fax. 33 23 92 34 Teldupostur: radgevingin@radgevingin.dk Heimasíða: www.radgevingin.dk Føroyingafelagið í Aalborg Lille kongens gade 10B, tlf. 98 13 63 30 email: alaborg@alaborg.dk Álaborg er opið soleiðis: Fríggjadag 17-19 og Leygar- kvøld 23-03. Álakórið venur mikukvøld kl. 19.30 Annars verða tiltøk hjá felagnum lýst í Túnatos og á heimasíðuni www.alaborg.dk Føroyingafelagið Vesturskin, Bergen Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Nærri upplýs- ingar við at venda sær til Elsebeth Reines, tlf. 55229049. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17A 1620 København V Telefonupplýsing: 33231586 Dagliga telefonin: 33231587 Fax 33231588 E-mail addressa: postur@faroehouse.dk Heimasíðan: www.faroehouse.dk Á heimasíðuni er skráin, smátíðindi, feløgini og links víða um. Kaffistovan er opin má.- frí. kl. 14 - 19 Bókasavnið um somu tíð. Føroyskur døgverðamatur, fløgur, bøkur og pløgg fáast til keyps. Vilt tú leiga ella skipa fyri tiltaki í húsinum, vendir tú tær til leiðaran. Føroyingafelagið í Reykjavík Elin S. Wang, Melabraut 8, 170 Seltjarnarnes, Ísland Tlf. +354 5522368 E-mail: forrek@visir.is TILTØK PRÓGV 26. juni tók Johnny í Grótinum prógv sum búskapar- frøðingur (cand.polit) á Københavns Universitet. C M Y K 39 38 Stórt úrval av DVD-filmum til sølu HAVNAR BIO Tlf. 31 19 56 www.bio.fo KOMANDI FILMUR Mikudagin 02.07.kl. 2000 Mikudagin 02.07.kl. 2230 Hósdagin 03.07.kl. 2000 Hósdagin 03.07.kl. 2230 Mikudagin 02.07.kl. 2300 Hósdagin 03.07.kl. 2300 Mikudagin 02.07.kl. 1830 Mikudagin 02.07.kl. 2045 Hósdagin 03.07.kl. 1830 Hósdagin 03.07.kl. 2045 Frumsýning Fríggjadagin 04.07. P BIO P KIOSKIN Heitt Pop-Corn - Coca Cola - Góðgæti - Fóm ís - o.m.a.