mikudagur 13. juli 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Watson kemur
SUM vit føroyingar ikki hava nóg
nógvar trupulleikar at dragat við, at vit
nú eisini skulu fáa henda Watson “á
vitjan"! Men nú kemur hann so, hesin
fundamentalistiski og fanatiski um-
hvørvisbrotsmadurin, sum hann er
vorðin nevndur. Hann er ikki ókendur í
Føroyum. Fyri nøkrum árum síðani var
hann her í oyggjunum og mundi hann
verið atvoldin til fólkaskaða við sínum
atburði. Tað eydnaðist honum at
flýggja, men maðurin ber ikki ótta fyri
nøkrum, og tí kemur hann aftur
ENDAMÁL hansara er einfalt: tað er
fyri ein og hvønn prís at stegða
grindadrápi. So kunnu tað vera
milliðnir av hvalum til fyri hansara
skyld: Tað snýr seg um ein nýggja etikk
og moral mótvegis livand: verum.
Apropos kann nevnast, at bretsk blød
nå eru farin at visa føroyskari
lundaveidu ans. Tað mugu vit heldur
ikki. Hvat verður tað næsta!
WATSON er serfrødingur í at skapa
øsing, og júst øsing er hansara livi-
breyð. Tað er hon, sum fær tær gomlu
tanturnar yviri í statunum at tóma
bankabøkurnar. Hvørja ferð tað eydnast
Watson at fáa umtalu rapla dollararnir
niður í kassa hansara.
TAÐ er ógvuliga umráðandi, at før-
oyingar nú gera sær greitt, hvussu vit
skulu tackla hend mannin. Vit mugu
draga eina línu og myndugleikarnar
mugu leggja felags strategi. Spurning-
urin er um vit velja ta hørðu og
beinharðu linjuna at taka mannin tá
hann kemur henda vegin, ella vit velja
at lata sum einki. Vit hava ikki svarið,
men vit vilja heita á myndugleikarnar
nú beinanvegin at gera upp við seg
sjálvar, hvat skal gerast, tá hann kemur
henda vegin. Men fyri alt í verðini:
forðið fyri at hesin fanatikarin fær ta
umtalu, sum heldur honum á lívi.
LT
Neyðugt við breiðum samstarvi
skal foroyska samfelagið bjargast
Verkamannafylkingin vil
takka fyri dygga undirtøku við
legtingsvalið, sum var ein
greið ábending um, at veljarin
ikki bert vil hava ein nýggjan
politikk, men eisini ein nýggj-
an hugburð millum teir valdu
politikkararnar.
Verkamannafylkingin — å-
sannar nå eins og hon gjørdi
áðrenn valið, at stóðan hjá okk-
ara samfelag er so hættislig, at
einasta loysn er eitt breitt polit-
iskt samstrv, og her vilja vit
eisini medvirka til loysn av
landsins stóru trupulleikum.
Vit meta tað at hava skund
skjótast gjørligt at fáa skipað
eitt nýtt landsstýri, sum í neyv
um samstarvi við vinnu- og
fakfelaøg fyrst og fremst skal
seta sær fyri at loysqa fylgjandi
hevuðsmál sum skjótast:
a. Viðurskiftini hjá teimum
arbeiðsleysu verða tryggjað
við teimum broytingum í ar-
beiðsloysisskipanini og for-
sorgarlógini, sum fylkingin
kravdi undan valinum.
b. Nýggjar vinnulégir, og
broytingar í verandi lóg-
gávu, sum td. viðv. MVG,
sum kunnu fáa gongd á út-
vegan av arbeiðsplássum
c. Umskipan av landsumsit-
ingini, so Føroyar aftur
kunnu gerast eitt rættarsam-
felag. hetta merkir eisini at
umboðsmannastovnur fæst
at virka sum skjótast.
d. Loysn av sethúsatrupul-
leikanum.
e. Broyting í skattalógini so
fólk ikki verða »dripin« í
skatti.
f. Eina avtalu við danir, sum
m.a. inniber eina ætlan um
hvussu vit fáa samfelagið
aftur á fótur, og sum er
grundað á tey evni, sum eru
nevnd omanfyri.
Vit meta, at hetta í stuttum er
tað, sum skal til, skulu vit
kunna geva fólki vónir um at
stødast her í landinum.
Verkamannafylkingin metir,
at hesi stórmál mugu kunna
loysast í felag av øllum polit-
iskum flokkum. Og loysn av
hesum málum vil eisini koma
at geva einum og hverjum
landsstýri nóg mikið at gera
fyrstu árini. Tí eiga vanlig
politisk stríðsmál at verða løgd
til viks, meðan arbeitt verður
við loysn av nevndu hevuðs-
málum.
Tórshavn, 11. juli 1994
Verkamannafylkingin
Tað kann bert ganga ein veg
og tað er frameftir
Valið er av og fólk gera sær
sína meting av hvat hjá teimum
mundi ganga galið og onnur
spyrja seg sjálvan, hvussu nú
fer at verða.
Einki er at ivast í, at tað ligg-
ur í tíðini, at veljarin ynskti at
skifta út. Í gllum teimum
gomlu flokkunum eru broyt-
ingar hendar. Nýggjur flokkur
og ein fylking eru sloppin fram
at tí politiska leikpallinum, so
nú eru 8 flokkar at deilast um
rovini. At flokkarnir, sum hava
myndað landsstýrini hesi sein-
astu 4 árini fóru at ganga aftur,
mundi fáur ivast í. Tað vóru
truplar avgerðir, sum skuldu
takast, tá hugsað verður um
peningakervið, meðan ar-
beidsloysi og kanska serliga
arbeiðsloysisskipanin tíverri
ikki fingu eina berandi loysn.
Tað er politikkaranna upp-
gáva at syrgja fyri, at umsita
hetta samfelag og á lóggávu-
økinum at vera við til at gera
fortreytirnar fyri at vinnulív og
fólk annars kunnu virkað á
sunnum og tryggum stødi.
Tað er ein samfelagsupp-
gåva at tryggja teimum evna-
veiku, pensiónistunum ella
teimum, sum óviljað gerast
sjúk fyri styttri ella longri tíð-
arskeið, hjálp til dagsins uppi-
hald og eina tilveru, sum ein-
hver annar kundi hugsað sær
Tað er somuleiðis samfelags-
ins uppgáva at hjálpa teimum,
sum einki arbeiði hava. Tað er
ógvuliga týdningarmikið, at
tey, ið einki arbeiði hava ella
einki arbeiði hava fingið, fáa
eitt meiningsfult gerandislív,
so tey, tá møguleikamir koma,
eru tilreiðar til arbeiðsmarkn-
aðin.
Taka vit okkum av teimum
arbeidstøku, so vilja tey fægstu
umhugsað at flyta av landi-
num, men heldur vilja verða
við til at byggja upp hetta sam-
felag, til gagn fyri okkum
sjálvi.
Hava hesi árini, síðani pen-
ingakervið hjá okkum fór at
ridla, verið ring, so verður tað
ein tungur róður at fáa gl viður-
skifti so nøkurlunda upp á
pláss.
Nógv varð tosað um, at vit
skuldu siga við danir hetta og
hatta. Onkur annar vildi verða
við, at danir nú máttu taka egna
ábyrgd av skuldini. Ein fortreyt
má og skal verða, at vit sjálvi
vísa á konkretar heildarloysnir,
sum fyrst og fremst tæna
borgarunum og samfelagnum,
men sum eisini týðiliga gevur
dønum signal um, at vit
sjálvandi viðurkenna okkara
skuld og rindað aftur til teirra,
tað vit skylda og ikki ganga
undir herrópinum, at vit ikki
vilja gjalda tað, vit skylda.
Tað er neyðugt við álitið
millum partamar og skulu vit
lata vera við at spekulera í sam-
vinnu við danir.
Við hesum orðum vil eg
ynskja teimum, sum nú eru sett
til at stýra, og okkum sjálvum
alt tað besta.
Tað kann bara ganga ein veg,
og tað er frameftir.
Jákup Danielsen
pose
Å
i
SOSIALURIN
|
|
|