mikudagur 13. juli 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 131 — 13. JULI 1994 Sida 11
Tummas Arabo um valúrslitið:
-Valúrslitið vísir, at tann, sum rekur landspolitikk, hann
verður tapari, og tað ger seg serliga galdandi úti á bygdunum
sigur Tummas Arabo, landsstýrismaður, sum ikki varð valdur
aftur á ting í sínum valdømi, Norðstreymoy. Sosialurin hevur
tosað við hann.
Tendensurin í valinum er
tann, at fólkið við hava
lokalpolitikarar og polit-
ikarar sum lova. Valúrs-
litið vísir eisini, at tann,
sum rekur landspolitikk,
hann verður tapari og tað
ger seg serstakliga gald-
andi úti á bygdunum.
Hetta sigur Tummas
Arabo, landsstýrismaður
og valevni hjá javnað-
arflokkinum í Norð-
streymoy til valið í eini
viðmerking til valúrslitið
Tummas Arabo, sum við
seinasta løgtingsval varð
valdur inn á ting fyri
javnaðarflokkin í Norð-
streymoy við sera stórum
meiriluta, var hesaferð
einar 20 atkvøbur ov
stuttur.
Lokalpolitikk fyri
at yvirliva
Upp á fyrispurning um
ikki veljararnir ynsktu at
sleppa sær av við teir
gomlu politkararnar metir
Tummas Arabo seg ikki
vera serliga gamlan í
politikki. Við valúrsliti-
num í huga so er Tummas
Arabo komin til ta
nidurstødu, at skal tú
yvirliva sum politikari og
er stilladur upp úti á bygd,
so måst tå ikki reka lands-
politikk.
-Er tú fallin, ti tå hevur
rikid landspolitikk burtur-
av?
-Tí ivist eg ikki i. Eg
skal vidganga, at eg havi
kanska ikki verið nóg
lokalur í mínum politiska
virksemi hesi seinastu ár-
ini. Men tað kemst av tí,
at eg varð valdur í
landsstýri og har havi eg
so gjørt mítt til at reka
landspolitikk.
Tummas Arabo sigur,
at hann hevur brúkt allar
sínar kreftir til at reka
landspolitikk, og hetta
heldur hann eisini javnað-
arflokkurin eigur at gera.
Tummas Arabo er ikki
vónsvikin av, at hann ikki
varð afturvaldur.
Sjálvandi kundi hann
hugsað sær at kunnað
arbeitt víðari við teimum
málum, sum hann hevur
arbeitt við hesi seinastu
árini, men veljarin hevur
ynskt at fáa annað fólk á
ting, og tað hevur hann
fullan rætt til.
-Ta avgerðina virði eg.
Tað má heldur ikki blíva
soleiðis, at fólk vilja
sleppa á ting fyri sína
egnu skyld. Tú skal inn á
ting at virka fyri eini
hugsjón og gera eitt ávíst
arbeið
Veljarin altíð
ræti, men
-Samansetingin vit hava
fingið inginum nú
heldur tú hon fer at verða
betri fyri demokratiið og
-Tað meti eg ikki.
Veljarin hevur sjálvandi
altíð rætt, men vit síggja,
at fólk, sum hevur hug á
lokalpolitikki og hevur
ríkið tann gamla mátan
fyri valstríði tvs. hevur
gingið og lovað gull og
grónar skógir, eru vald inn
á ting. Tað eru ikki lands-
politikarar, tíanverri.
Sjálvandi er onkur ein-
stakur inn í millum.
-Nú hevur tú verið
rættiliga avgjørdur í
tínum fiskivinnupolitikki.
Er valúrslitið ikki ein
misálitisváttan til henda
politikkin?
-Tað er tað so avgjørt.
Fólk trúgva ikki upp á
skipaðan politikk heldur
ikki fiskivinnupolitikk.
Tey trúgva upp á ein-
staklingar og løtuvinning
framvegis. Men hetta er so
nakað, sum bara mást
staðfesta.
-Hvat eigur javnaðar-
flokkurin at læra av
hesum valinum?
-Eg haldi tað er rætt av
javnaðarflokkinum at lova
ødrum koma til valdið. Tá
ber kanska til at síggja,
um okkara politikkur
hevur verið so skeivur.
Onkur má kunna prógva,
at tað er skeivt, ið vit hava
gjørt.
Hóast veljarin hevur
vrakað javnaðarflokkin, so
metir Tummas Arabo
framvegis, at tað var tann
rætti politikkurin, sum
javnadarflokkurin rak í
Tinganesi.
-Hyggja vit so eftir
valúrslitinum, so síggja
vit, at talan er ikki um
nakað týðandi vend til
høgru. Verkamanna-
fylkingin, sum fekk eitt
gott val, hevur heilt givið
tikið ein stóran part av
okkara veljarum. Tað er
tann parturin, sum hevur
verið ónggdur við fleiri av
okkara avgerðum og tað
er so tann prisur, sum vit
hava goldið fyri at sita við
ábyrgd og skula taka
ópoppulerar avgerðir.
Latið óia og
Ingeborg royna seg
-Men heldur tú ikki, at
stóðan hevði kunnað verið
ødrvisi, um javnaðarflokk-
urin í stórri mun tók til
eftirtektar atfinningarnar
frá fakfelagsformonnunum
í FF og FA?
-Tað trúgvi eg ikki. Eg
haldi tað er gott, at vit
hava fingið bæði Ingeborg
Vinther og Óla Jacobsen
inn í politikk, tí hetta at
vera politikari aftan fyri
kulissurnar, tað dugir íkki.
Vit hava ikki brúk fyri tí.
Eg ivist heldur ikki í, at tá
ein tíð er farin, so kunnu
Verkamannafylkingin og
javnaðarflokkurin tosa seg
til rættis.
-Men hvør skal taka við
ábyrgd nú?
-Høvdu teir kunnað
fingið Verkamannafyl-
kingina við í eina sam-
gongu, so hevdi tað verið
gott. Men tað torir hon
neyvan. Tí tá eri eg
bangin fyri, at bæði Óli og
Ingeborg koma at “missa
andlit" skulu tey taka á
seg ábyrgd. Tey koma
harafturímóti at liva væl í
andstøðu.
Tummas Arabo heldur
tað annars vera rætt at fáa
Óla Jacobsen til fiskimála-
ráðharra, nú hann hevur
leikað so hart í á tí
økinum. -Hann segði
einaferð á einum fundi á
Fiskirannsóknarstovuni, at
tað átti at verið eitt ynski-
arbeiði at verið fiskimåla-
ráðharri. Tí haldi eg, at
hann skuldi gjørt tað.
Tummas Arabo, landsstýrismaður: -Eg havi brúk allar mínar kreftir upp á at reka
landspolitikk, og tað kostaði mær sessin. Mynd jan
i andstødu
-Nú eru tað tey, sum siga,
at javnaðarflokkurin ikki
hevur loyvi at skúgva sær
undan ábyrgd, nú tað er
hann, sum hevur koyrt
landið á húsagang. Tí
eigur hann eisini at vera
við í uppruddingarar-
beiðinum!
-Smekkurin hjá flokk-
inum er so mikið harður,
at aðrir nú eiga at sleppa
framat at vísa, um teir
kunnu fáa nøkur betri
úrslit. Tá síggja vit eisini,
um teir tora at broyta kós.
Javnaðarflokkurin hevur
fingið eina so mikið stóra
misálitisváttan, at hann
eigur at taka hana til
eftirtektar og fara í and-
stóðu.
Tummas Arabo heldur
tað eisini vera týdning-
armikið við eini sjálvrann-
sakan. Javnaðarflokkurin
er komin frá verkamanna-
rørsluni, og Verkamanna-
fylkingin kemur frá sama
øki. Hon er bygd upp upp
á ónggd við javnað-
arflokkin, og tí skuldi tað
verið møguligt, at ein
tosaði saman aftur, nú vit
hava sama uppruna.
-Ein spjødd verka-
mannargrsla er tað ring-
asta, sum kann henda, tí
má her gerast okkurt
positivt.
Vit spurdu Tummas
Arabo, um ikki krøvini frá
dønum mótvegis før-
oyingum i seinastu sam-
rådingunum hava verid so
mikið hørd, at tað hevur
verið Ogørligt at reka ein
politikk, sum veljarin
hevur kunnað tikið undir
við!
-Tað dugi eg íkki at
siga, men tað er givið, at
krøvini, sum eru sett
okkum av dønum hava
verið ómctaliga hørd.
Spurningurin er nú, um
nýggja landsstýrið fer at
fáa aðrar fyritreytir at
arbeiða undir. Eg kann
bert vóna, at málið við at
byggja fiskastovnarnar
uppaftur ikki verður slept
upp á fjall. Hendir tað, so
verður seinur dagur, at vit
koma fyri okkum aftur.
-Kann ein siga, at m.a.
danski javnaðarflokkurin
við at seta tykkum so
harðar treytir er part av
skyldini fyri, at føroyski
javnaðarflokkurin nú
gjørdist stóri taparin í
valinum?
-Eg kann bert end-
urtaka, at allar treytimar
vit hava fingið frá m.a.
honum hava verið ómeta-
liga harðar. M.a. hava vit
verið noyddir til at skatta
føroyingin óvanliga hart
fyri at kunna liva upp til
donsku krøvini.
-Men hvat nú um
sambandið fer niður og
sigur nei og fær viðhald!
-Tá mugu vit so bert
siga, at vit sum landsstýri
søgdu ja, og løgtingid
samtykti hetta. Og sum
landsstyrismadur måst tå
liva upp til tær avtalur,
sum eru samtyktar.
Tummas Arabo er ikki
sért vónsvikin av, at tað
ikki eydnaðist at uppfylla
avtalu; við danir fyri 1.
januar, tí tá varð stødan
ein heilt onnur. - Vit spiltu
eitt hálvt ár, tí teir flokkar,
sum høvdu verið við til at
góðtaka avtalurnar i
tinginum, tordu ikki at
standa við tær.
Skitið valstríð í
Oyggjatíðindum
-Er Tummas Arabo heilt
liðugur í politikki?
-Tað veit eg ikki. Men
eg kann siga so mikið, at
eg neyvan fari inn í aftur
eitt so skitið valstríð sum
hetta. Øll mín familja
næstan niður í 3. ættarlið -
dreingir, sum arbeiða í
útlondum - øll hesi stóðu
fyri skotum undir val-
stríðnum.
Tummas Arabo sipar
við hesum til skrivingina
hjá Dan Klein, blaðstjóra
og valevni hjá Føroyska
flokkinum, í Oyggjatíð-
indum. jan