Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tey plettfríu DANSKA pressan og danskir eygleiðarar hava í seinastuni ferð eftir ferð nevnt, at føroy- ingar hava valt tann plettfría sambandsflokkin at stýra Føroyum. Nú lýsnar fyri framman, tí nú verður tað flokkur, ið ikki er tyngdur av skeivum avgerðum frá áttati- árunum, ið skal ráða fyri borgum og føra tær týdning- armiklu samrådingar við donsku ríkisstjórnina. Hetta er ein margháttligur pástand- ur, id sjálvt ikki Dimmalætt- ing hevur dittad sær at sett fram, og hon er annars ikki smæðin. Heldur er tað tvørt- urímóti, at Dimmalætting í eini higartil ósæddari sjálv- rannsakan hevur víst á, at eitt nú fyrrverandi formaður sambandsfloksins varð feld- ur, tí hann var ikki plettfríur frá áttatiárunum. MEN hvussu plettfrí eru tey, sum eftir eru, ella sum eru aft- urvald? Var sambandsflokk- urin uttan ábyrgd av tí, sum hendi í fýrsunum? Mælti hann frá nøkrum av teimum mongu projektunum, sum í dag verða nevnd ørvitispro- jekt? Stóð hann bert passivur á síðulinjuni, meðan teir dus- aðu sær í dansinumum gull- kálvin? Og hvat við øllum ør- skapinum hjá fólkafloks- og sambandsleiðsluni í Tórs- havn, sum hevur skuldar- bundið fleiri ættarlið av Havnarborgarum? Hvat við havnini á Sundi og grótinumí Nólsoyarfirði, sum vórðu trumfað igjøgnum móti øllum sakkunnleika og vanligum viti og skili? Hevur Lisbeth Petersen onga ábyrgd av hes- um åbyrgdarloysi og ørskapi? LATIÐ okkum líta heilt stutt at nøkrum fýrsaraprojektum. Eitt var Global-skipini — ein stór og standandi gøla, sum ikki er endað enn. Hver hevði leiðsluna í Tinganesi, meðan hetta ørvitisprojekt fór av bakkastokki? Svarið er Pauli Ellefsen, Ivan Johannesen og sambandsflokkurin. Eitt annað vitloysistiltak var inn- flutningsbannið á skipum. Hetta bann skrúvaði virðini á gomlum rustikustum upp í púra grar hæddir. Hver hevði leiðsluna í Tinganesi, meðan hesin vitloysispolitikkur varð settur í verk? Jú, Pauli Ellef- sen, Ivan Johannesen og sam- bandsflokkurin. STØRTSTA ørvitisprojektid nakrantid i Føroya søgu er vatnorkuútbyggingin í Eyst- uroynni. Móti øllum sak- kunnleika eg til óbetiligan skaða fyri umhvørvid og bú- skapin setti SEV-leidslan hetta ørvitisprojekt í verk. Hver var heitasti talsmaður fyri hesum ørskapi? Ivan Jo- hannesen, eina tid SEV-for- maður og landsstyrismadur í figgjarmålum. Sambært Hagtidindum er vatnorkuút- byggingin størsta almenna fløga í åttatiårunum (umleið 800 mill. kr.). Hvussu nógvan - streym hava vit vunnið meira við hesum? Nær verður hetta goldið aftur, hver skal gjalda og hvussu nógv kostar henda ørska ikki føroyska brúkara- num í dag og mong ár fram í tíðina? Og síðst men ikki minst: ruggaði alt rætt í sam- band við útbyggingina? Hvat stendur í sáttmálanum mill- um SEV og Højgaard & Schultz? Hví kunnu vit ikki fáa øll kortini á borðið? Og Bústaður. Argjavegi 26 Argjum 67. ÁRGANGUR 110 Tórshavn Taletax 14720 hvat verri er: um Ivan og hansara líkar høvdu fingið sin vilja var ikki bygt út fyri 800 mill. kr. men fyr" 3 milliardir. Hvar vóru vit í dag, um gingið var teimum eftir vild? HESIR eru teir, ið danska pressan kallar >de pletfrie sambandsmænd« og sum hvers vit og skil skal bjarga landinum búskaparliga. Ikki eiti á >pletfrihed<. Hvaðani hevur danska pressan fingið hesa fatan, at sambandsmenn eru meira >pletfrie< enn aðrir føroyskir politikarar? Hver er tað, sum fóðrar donsku press- una við hesum og ødrum møsni um viðurskiftini í Før- oyum? Hví útvegar danska pressan sær ikki ålitandi og objektiv tidpindi år Føroyum? Er tad ti, at danska pressan vid vilja hevur sett sær fyri at geva danska almenninginum eina skeiva mynd av vidur- skiftunum i Føroyum? Hesum fær ein seg illa at trúgva, men ikki sær mætari út. SOSIALURIN = Nýtt lands- stýri eftir Olavsøku - Í dag fara vit at tosa við Javnaðarflokkin og Fyrrapartin í gjár hittust sambandsflokkurin og fólkaflokkurin. Hetta var bara ein kunn- andi fundur, har báðir partar løgdu síni sjónarmið fram um alskyns samfelags- spurningar Edmund Joensen, for- tímar. maður í sambandsflokk- inum, vil ikki siga nakað nærri, hvat kom fram á fundinum, sum vardi í tveir Anfinn Kallsberg, for- maður í fólkaflokkinum., sigur, at sambandsflokkur- helst eisini tjóðveldisflokkin, sigur Edmund Joensen, formaður í sambandsflokkinum sjónarmiðini hjá flokkinum. og nyggjum, sum ikki var frammi í valstríðnum, og tað sama kann sigast um fólka- Sum skilst á Edmundi Joensen, tosaðu flokkarnir