hósdagur 14. juli 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið sosialurin ] Nr. 132 — 14. JULI 1994 Síða 7
Tordur Niclasen:
Vit seta ikki
ofråvikilig krøv
- Tad er skeivt at tvinna okkum
saman vid KRFFF, hóast vit
hava nøkur felags sjónarmið.
Miðflokkurin er ein sjålvstød-
ugur flokkur
- Veljarin vildi hava eitt
annarleiðis samansett løg-
ting. Tað merkir, at vit
eisini mugu hava eitt
annarleiðis samansett
landsstýri. Og tað er eingin
ivi um, at veljarin hevur
peikað á eina borgarliga
samgongu.
So nógv vil Tordur Nic-
lasen siga. Og hann heldur
tað vera mest upplagt, at
Sambands- og Fólkaflokk-
urin standa á odda.
Men hver skal koma
afturat er rættiliga Óvist.
Hann heldur tað ikki vera
givið, at Miðflokkurin og
KRFFF fara saman í
samgongu við teir báðar
stóru.
- Vit hava nøkur sjónar-
mid sum eru felags vid
KRFFF, men taðer ikkirætt
atsamantvinna okkum, sum
nøkur hava lyndi til, sigur
hann.
Tordur leggur dent å, at
Midflokkurin er ein sjålv-
stødugur flokkur, og at
hann eins væl kann fara i
samgongu við td. Sjálv-
stýrisflokkinum sum við
KRFFF. Tað veldst alt um,
hvat samráðingarnar føra
til.
Standa ikki so fastir
Og tá talan fellur á sam-
ráðingarnar, er Tordur ikki
so avgjørdur, sum aðrir
flokkar, vit hava tosað við.
- Vit seta ongi áfrávíkilig
krøv uppá forhond, sigur
hann. Undir samráðing-
unum mugu allir flokkar
føra síni sjónarmið fram, og
so fáa vit at síggja, hvor
nidurstødan verður.
Skattur og
MVG skal lækkast
Men tað sum Miðflokkurin
fer at føra fram, verður sjál-
vandi tað sama, sum hann
segði undan valinum:
Nevniliga fyrst og fremst
at fáa skatt og MVG niður.
Hetta gevur kanska lands-
kassanum eitt hall uppá
stutt sikt, men Tordur ivast
ikki i, at tad fer at loysa seg
uppå longri sikt.
- Hetta fer at geva vinnuni
so góð arbeidskor, at tað
økta virksemið eftir stuttar:
tíð fer at geva landskassa-
num pengarnar innaftur,
heldur hann.
- Harafturat fer tað at
minka um tað svarta
arbeiði.
S-S-
BLADYPI
bjóðar
einstaklingum
og bólkum
gott og bíligt
innivist
- á sumri
og á vetri!
Dr. Jakobsensgeta 14-16
Tel: 11951 Fax: 19451
Tað er einki dulsmál, at
klandur, stríð og ósem-
jur hava merkt teir
flokkarnar, sum leggja
mestan dentin á at vera
»kristiligir«.
Fyrst rýmdi Adolf
Hansen og stovnaði
Framsóknarflokkin, so
rymdi Tordur við sínum
monnum og stovnaði
Miðflokkin.
Og tá Lasse rýmdi úr
Sjálvstýrisflokkinum
eftir ósemjuna har, en-
daði hann í KRFFF, sum
hann nú umboðar átingi.
Er hetta ikki ein
trupulleiki fyri teir báðar
Lasse vil
ikki tosa
um klandrið
»kristiligu« flokkarnar,
nú samgonga skal
skipast? Kann tað ikki
vera ringt at skapa trú-
virðið aftur, tá næstan
øll manningin hevur
klandrast so illa sína-
millum?
Hetta spurdu vit Lassa
Klein um.
Men hann hevur onga
viðmerking til tað, sigur
hann.
Tað einasta hann vil
sigaer, at hann er vísur í,
at teir fara at hava eitt
gott samstarv komandi
árini.
S-S-
Frændur á palli
kring oyggjarnar
—Tad er vorðið so væl umtókt, at tónleikabólkar
leggja fyri vid at spæla unplugged . Tað er fyri
at skapa hugna, áðrenn farið verður undir at
spæla við fullari ljóðmegi, sigur Steintór
Rasmussen
- Tað er tó torført at fram-
føra púrt uttan el-orku í
stórum hellum, men vit fara
so vítt gjørligt royna hetta.
sigur Steintór Rasmussen í
telefonini úr Danmark.
Unplugged parturin varir
í slakan tíma, men so verður
annars farið undir hin parun
av framførsluni við fullari
ljóðmegi.
Tónleikur og sangur á
palli er heist best umtókti
parturin av livandi fram-
førslum í Føroyum í løtuni.
Bólkurin Frændur byrja
sína konsertferð í sama tíð-
arskeiði sum Fólkatónleik-
arastevnan er kring oygg)-
arnar. Tá juli mánaði er far-
in framvið, verður aftur-
vendandi túltakið Jazz-
fólka- og blues stevnan í
Norðurlandahúsinum.
- Hettaer 10. árið á rað, at
tónleikabólkurin Frændur
skipar fyri summarkon-
sertum í Førovum, sigur
Steintór Rasmussen.
- Vanliga hava vit lagt fyri á
Strondum, men í ár hava vit
ístaðin fyri verið á venjing-
arlegu í Danmark, har vit
hava vant nýggjar sangir og
annars lagt skránna fyri
konsertferðini til rættis, sig-
ur Steintór Rasmussen.
Frændir samanbinda fólk
ofta við teir góðu, gomlu
sangirnar, sum hesin bólkur
er so væl umtóktur fyri at
havaskrivað. Tí er tað eisini
fyri ein part tað. sum fær
fólk fara á Frænda konsert.
Steintór Rasmussen, Eyðun
og Rani Nolsøe hava
skrivað nýggjar sangir og
løg, sum verða framførdir
fyrstu ferð á konsertferðini.
- Hava tit skrivað ødrvist
sangir hesaferð?
- Har er eitt sindur av
hvørjum. Onkur nyggjur
fødilandssangur og cin kær-
leiksballada verður at
hoyra, eins og aðrir sangir
við vanligum gerandislig-
um hendingum.
- Annars haldi eg ikki, at
tekstir okkara eru so nógv
ødrvisi enn fyri nøkrum ár-
um síðan, men vit hava
ongan friðarsang við hesa-
ferð, sigur Steintór.
- Hinvegin, so ætla vit
ikki at spæla meir av nýgga
tilfarinum enn fólk orka at
taka ímóti, sigur Steintór
Rasmussen.
Konserrødin hjá Frænd-
um byrjar friggjadagin 15.
juli á Kambsdali. Síðani
verður hildið fram í Ítróttar-
høllini á Hálsi leygardagin
16. juli. Friggjakvøldid 22.
juli eru Frændir at hoyra í
Klaksvík, og leygarkvoldið
23. juli í Vági.
Konsertferðin endar
ólavsskukvold. Tá verður
framført í Itrétarhøllini á
Hálsi í Havn.
Tónleikarar eru: Steintór
Rasmussen, Eyðun og Rani
Nolsøe, Finnur Hansen,
Rógvi á Rógvu og Jón Mc
Birnie.
Dagny
Teir i Frændi fara nú aftur á pall i Fóroyum. Hersaferð í Klaksvík og í Vági, á Kamhsdali
og í Havn. Á myndini Steintór Rasmussrn