leygardagur 16. juli 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sjálvrannsakan
TAÐ er einki legið og heldur einki
forgjørt í, at umboð javnaðarfloksins
royna at finna orsøkir til 6sigurin uttan
fyri flokkin. Tað er bæði nátúrligt og
skiljandi, at tann, ið hevur tapt, gerst
vónbrotin og kennir seg sviknan. Tað er
heldur einki løgið, at leitað verður eftir
orsøkum til ésigurin uttan fyri javn-
aðarflokkin, tí sjálvandi eru tungar og
álvarsamar orsøkir at finna her. Men
ikki minni týðandi er tað at leita eftir
orsøkunum til ósigurin innan floksins
egnu gátt. Hetta, at ein flokkur fer úr
tíggju tingmonnum niður í heilar fimm
eftir fýra árum má fáa øll ábyrgdarfólk
floksins at rakna við og spyrja: hvat
varð gjørt skeivt? Hvat var galið við ti
rikna politikkinum? Hvussu kundu vit
vera so langt frá áskoðan fólksins?
Hvussu kunnu vit fyribyrgja, at slíkt
hendir aftur? Hvussu vinna vit aftur álit
veljarans?
MEN sjálvandi var ikki alt galið. Nógv
og gott varð avrikað í farna valskeið-
inum og tí má eisini verða spurt: Hví
fingu vit einki góðskrivað í huga
veljarans fyri tað góða, sum javnaðar-
flokkurin veruliga hevur avrikad? Ella
við ødrum orðum: Hvussu ber tað til, at
boðskapurin ikki kom út til tey mongu
og trúgvu javnaðarfólk, sum hesa ferð
vendu flokkinum bakið! Tað einasta ein
ikki eigur at gera, er bert at siga: boð-
skapur okkara kom ikki út til veljaran.
Ella tað, sum er líka lítið skilagott: at
geva ávísum fólkum og flokkum og
fylkingum skyldina. Stuðulin til Verka-
mannafylkingina er fyrst og fremst eitt
mótmæli. Hetta mótmæli hevði komið
uttan mun til, um fylkingin stillaði upp
ella ikki. Atkvødurnar høvdu istadin
fyri farið til onkran annan. Hvønn tær
høvdu farið til, fáa vit aldri at vita.
TAÐ er ti sera vandamikið fyri javnad-
arflokkin ikki at fara undir eina sera
gjølliga og djúpa sjálvrannsakan. Tað er
sera vandamikið at lata eyguni aftur fyri
veruleikanum og einvíst leggja skyldina
fyri tapið á viðurskifti uttan fyri javnað-
arflokkin. Flokkurin má síggja í eyguni,
at veljarar hansara tóku ikki undir við tí
rikna politikkinum. Flokkurin má tí
spyrja seg sjálvan, um tann rikni poli-
tikkurin var tann rætti politikkurin at
reka, soleiðis sum gongdin gjørdist í
samfelagnum. Vit hava áður her víst á,
at samgongan við fólkaflokkin var eitt
mistak. Hon var eitt mistak, tí hon
gjørdi tað ómeguligt hjá javnadarflokk-
inum at reka tann politikk, hann í
valstríðnum hevði lovað at reka. Her
fingu veljarar floksins teirra fyrsta stóra
vónbrot. Samgongan við fólkaflokkin
var í stóran mun taktiskt grundað.
Valúrslitið átti at lært javnaðarflokkin,
at tú gert ikki taktiskar samgongur
órevsaður. Við tí bakklókskapi, sum
tíverri má leggjast til grund til fyri
metingar av fortíðini mugu vit sanna, at
flokkurin var ov veikur mótvegis fólka-
flokkinum og markeraði seg alt ov lítið
fyrra part av landsstýrisskeiðinum.
ANNAÐ, ið eigur at verða kannað og
analyserað, er tann broyting í sjálvari
politisku hugmyndafræði javnaðarfloks-
ins, ið hendi alt fyri eitt eftur samgongu-
myndan. Flokkurin fór til val upp á eina
sterka almenna luttøku í vinnulivi og
búskapi. So skjótt, sum val var av og
landsstýrið skipað, kunngjørdu lands-
stýrisfólk floksins, at vinnan skuldi
liberaliserast yvir ein kamb og við ein-
um høggi. Víst var liberalisering til-
trongd, men ein so umfatandi broyting
kann ikki gerast í einum høggi, men átti
at verði framd yvir eitt longri tíðarskeið
eftir eini ætlan, ið løgd varð í samråd
við allar partar. Fiskivinnan er ikki bert
okkara høvudsvinna. Hon er føroyski
búskapurin. Hesin búskapur varð rikin í
nærum fjørdingsøld sum planbúskapur.
Tað ber ikki til at loypa frá planbúskapi
til marknaðarbúskap eftir einum degi og
fyri alt tað heldur ikki eftir fýra árum.
Tað, sum hendir, er, at í fyrstu atløgu
verður sosiali kostnaðurin og í aðru
atløgu politiski kostnaðurin ov høgur.
Hetta hava fleiri båskaparfrødingar víst
á - eisini her í blaðnum og hetta hava
fólk sannað í teimum londum, har liber-
aliseringin er framd við harðari hond -
tað verði seg í fyrrverandi kommunista-
londum ella í londum, har IMF hevur
garterað. Búskapurin liggur í skeljum,
sosiala trygdarskipanin er burtur og
hóparbeiðsloysið herjar. At so donsku
stjórnirnar hava verið eins stuttskygdar
og kravt eina skjóta og harðhenta libe-
ralisering av fiskivinnuni í Føroyum ger
ikki støðuna betri og vísir hetta bert,
hvussu lítið danskir myndugleikar skilja
av tí, sum hendir í Føroyum. Og hvat
verri var: umleggingin ella kollveltingin
varð framd sum eitt reint tekniskt tiltak
uttan at skeitt varð eftir politiskum
loysnum ella politiskum fylgjum. Ella
sagt við ødrum orðum: embætismanna-
loysnir vórðu tiknar fram um politiskar
loysnir. Slíkum sleppur eing'n flokkur
órevsaður frá.
LAT tað so eisini verða sagt, at mong
onnur viðurskifti gjørdu seg galdandi,
sum einki landsstýri kann gera nakað
við. Vit hugsa um ábyrgdarloysið í
bankaheiminum og í peningakervinum,
um óvilja tingmanna til at gera nakað
veruligt við skattalóggávuna og vit
hugsa um givin náttúruviðurskifti, sum
eingin er harri yvir. Men hesi
viðurskifti hoyra heima í einum ødrum
samanhangi og lata vit tey tí liggja, nú
vit tosa um javnaðarflokkin, hansara
aktuellu stóðu og framtíð.
VENDA vit aftur til tað nógva og góða,
sum veruliga kom av skafti hesi fýra
árini mugu vit bert síggja í eyguni, at
67. ÁRGANGUR
Postadr.: Postsmoga 76
110Térshavn
Talefar- 14720
boðskapurin kom ikki út. Samskiftid
millum landsstýrið og almenningin var
ikki nóg gott. Landsstyrismanningin
megnaði ikki nóg væl at nýta luftbornu
miðlarnar við tí ómetaligu styrki, hesi
miðlar hava. Serstakliga sýndi hetta seg
við, at tað ikki eydnaðist at greiða fólki
frá, hvussu nógvar ymiskar orsøkir eru
til kreppuna og var tí heilt latið yvir til
loftmiðlarnar at greiða fólki frá hesum.
Fólk fingu tí oftani tær einføldu og
mangan syndabukkavendu frágreiðing-
arnar, sum víst vóru undirhaldandi, men
sum sjáldan goymdu allan sannleikan.
Lagt kann verða afturat her, at tað
heldur ikki eydnaðist floksins politikar-
um at greiða fólki frá teimum avgerðum
frá 80-unum, sum í ávísum fjølmiðlum
vórðu lýstar næstan sum reinar dára-
gerðir og tað, sum verri er.
VIT kundu nevnt nógv dómi um skila-
góðar og gagnligar avgerðir og neyðug
góð tiltøk, sum farandi landsstýrið eigur
æruna av, men tað kann verða eina aðru
ferð, tí hesi eru sjálvsagt ikki tey síðstu
ordini, vit siga um sjálvrannsakan javn-
aðarfloksins eftir hetta valið. Heldur -
mæla vit øllum áhugaðum til at fara
undir eitt opið og ærligt orðaskifti um,
hvussu javnaðarflokkurin aftur kann
vinna álit veljarans, tí sum vit áður hava
sagt, so er javnaðarflokkurin einasta
trygd Føroya fólk eigur móti ágangi frå
høgru, frá teimum, sum vilja syndra
vælferðarsamfelagið og frá øllum teim-
um, ið bjóða seg fram við løttum og
einføldum loysnum.
SOSIALURIN
Latið teir borgarligu sleppa
at royna seg
Nú valið er av, er tað greitt
at borgarligu flokkarnir
vunnu stórsigur, meðan
Javnaðarflokkurin gjørdist
stóri taparin. Hóast flokk-
urin hevði ein greiðan boð-
skap at bera fram í sínum
valstríði, náddu vit ikki
trúgvu veljarum okkara hes-
aferð — hugsjónina ivist eg
onga løtu í at tey flestu
framvegis hava — men tá
grundleggjandi virðir sum
matur, arbeiði, hús og heim
eru við at sindrast — tá kám-
ast hugsjónin og tú velur
heldur persónin við gyltastu
vallyftunum.
Í Leirvík kundi tað ikki
ganga ødrvisi. Førdi fiskiv-
innupolitikkurin, sum Javn-
aðarflokkurin jú hevur havt
ábyrgdina av, saman við
stovnanini av Føroya Fisk-
avirking, hevur nærum avt-
oftad okkum bygdina og
blakað hópin av fólki út í
arbeiðsloysi og svartasta
vónloysi um framtíðina.
Hóast eg ongantíð verði
fólkafloksmaður, vil eg
ynskja Kjartan tillukku við
valinum, og skal tað verða
mín vón, at hansara polit-
iska arbeiði vil verða við til
at fáa gongd á aftur alt tað
føroyska samfelagið og ikki
bert hjá nøkrum fáum pers-
ónum.
Til tykkum, sum hóast alt
ikki sleptu hugsjónini, men
valdu at styðja Javnaðarfl-
okkin, vil eg veita eina
hjartans tøkk.
Í einum útvarpaðum orð-
askifti í Løgtinginum fyrst
í sjeyti árunum, minnist eg,
at Øregaard, sáli, ávaraði
ímóti tí politisku gongd
Javnaðarflokkurin hevði
lagt. Kom ikki vend í, vildi
hesin politikkur sindra tað
føroyska samfelagið. Svar-
id hann tå fekk var, at um
hann ikki kundi góðtaka
politikkin. kundi hann bert
rýma úr flokkinum. Ég eri
sannførdur um, at høvdu vit
valt ein meira varnan polit-
ikk f sjeytiårunum, høvdu
vit eitt betri og sunnari
samfelag í dag, samstundis
sum eftirkomararnir arvaðu
eitt vælsignað og minni
skuldarbundið land at liva
i
At benda flokkin aftur å
rætta kós verður ein trupul
uppgáva. og tað kemur at
kosta, men skulu vit fram-
haldandi hava ein sterkan
Javnaðarflokk, verður
neyðugt at taka í egnan
barn, og leggja eina nýggja
kós, sum øll javnaðarfólk
kunnu góðtaka. Verður rætt
atborið skuldi ikki verið
neyðugt við tveimum flokk-
um í framtidini, tað má bera
til hjá okkum øllum, sum
halda av javnaðarhugsjón-
ini at byggja víðari á Javn-
aðarflokkin
Til síðst vil eg heita á
tykkum, sum nú manna
flokkin á Legtingi, um at
lata borgarligu flokkarnar
sleppa at royna seg í samg-
ongu. Okkum tørvar nú tíð-
ina í andstøðu at vinna fóta-
festið aftur og at vinna aft-
ur fólksins álit
Poul Andrias Joensen
pápi
Eliaskirkjan, vesterbrotorv 49
Meti er hvort leygarkvøld kl. 19.00.
Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis.
Nærri fæst at vita á tlf. 031-242268 ella 031-
T
Kunngjørt verður at okkara kæri maður og
HANS CHRISTOFFUR
WENNINGSTEDT TÓRGARÐ
(Hanseman)
andaðist á Landssjúkrahúsinum 14. juli 67
ára gamal.
Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Annelisa og Hans Pauli