leygardagur 16. juli 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 134 — 16. JULI 1994
+
Norska familjan sum fyri aðru ferð hava vitjað Føroyar í egnum báti. Mynd: Jan Miller
Norskur bátur á vitjan í Fóroyum:
Vit koma aftur
næsta ár
vit vorðin bestu vinir, sigur Mortan á Geil av Árgjum
Tíðliga fríggjamorgunin
fór ein norskur stuttleika-
bátur úr bátahylinum á
Argjum og setti kós móti
Noregi. Hann hevði ligið í
Føroyum í eina viku, mann-
ingin hevði hugað sær og
prátað við føroyskar vinir.
Mortan á Geil av Árgjum,
sum gerst blankur í eygum,
tá hann tosar um stuttleika-
sigling, hevur verið vertur
hjá norsku fólkunum.
Fólkini eru Ívar Kjemsland,
konan Ragnhild, 14 ára
gamla dótturin Kristina,
fýra ára gamli Thortstein og
tann eitt sindur eldri
bróðurin Oddleif. Pápi Ívar,
sum er 81 ára gamal, var
eisini við á ferðini.
— I 1992 var eg á regatta-
ferð í Lerwick í Hetlandi.
Tá komu hesi norsku hjún
umborð til okkum og vit
gjørdust vinir beinanvegin.
Tey tosaðu um at sigla til
Føroyar. Tey vóru komin
við egnum báti til Lerwick,
ein bát sum Ívar sjálvur
hevði smíðað, sigur Mortan
á Geil.
- Men tey fingu motor-
skaða, okkurt rør var
brostið og tey slerdu av at
koma til Føroyar. Vit fóru
heim og nakrar dagar seinni
var grindaboð í Nólsoyar-
firði. Eg og synimir fóru
glaðbeintir av stað, men tað
var so svart í mjørka, at lítil
møgullciki var at finna
nakra grind. Grindin sum
funnin var slapp, men tað er
ein onnur søga, sigur Mort-
an á Geil.
— Tá vit vóru komnir suð-
ur móti Argjaboga sígga vit
eitt fartoy liggja tætt inni
við land. Vit sóu skipið bert
á raðaranum. Eg hugsaði,
her var ikki rætt áfatt og
sigldi tí inn móti at vita um
nakað var í vegin. Tá bát-
urin var í eygsjón trúði eg
ikki mínum egnu eygum.
De
— Tað var av tilvild eg hitti hesi fólkini í Lerwick fyri tveimum ME
átrum síðan. Tey komu við til Føroya hetta summarið og síðan eru
Tíðindablaðið (7)
Hetta var sami bátur sum vit
høvdu sæð í Lerwick. Tey
høvdu hildið leiðina til
Føroyar, tá tey høvdu um-
vælt brekið. Tey skuldu júst
kallað á Tórshavnar Havn
fyri at fáa hjálp at sigla inn,
tá vit komu framvid. Eg
loðsaði tey í bátahylin á
Argjum og tey vóru í Før-
ovum í fleiri dagar, sigur
Mortan á Geil
- I fjør var eg aftur og VilJ-
aði tey í Noregi. Blíðskap-
urin var åførur og nú hava
tey aftur verið í Føroyum.
Tey hava vissað meg um, at
hetta ikki verður seinasta
ferðin, sigur hann
- Tey komu úr Orkney
oyggjunum og ferðin úl
Feroyar vardi í 35 tímar, tað
er skjótt við slíkum bát:
Konan hjá Ivar, Ragn-
hild. hevði arbeitt saman
við konuni hjá Hera Trónd-
heim av Argjum í Noregi.
Tær eru báðar sjúkrasystrar.
hetta eru mong ár síðan. Tær
báðar hava havt stóra frægd
av at hitta hverja aðra aftur.
,
Í
Argja Marina
Argjamenn hava gjør
nógv burturúr at gera báta
hylin so góðan sum møgu
ligt til fremmandar stutt
leikabátar. Har eru í dag teir
fasilitetir sum krevjast fyr
at vi" andi kunnu trívast op
ti síggjast eisini fremm
andabátar javnan í báta
hylinum um summarið
jústinus