leygardagur 16. juli 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tidindabladid [ sostalurin ] Nr. 134 — 16. JULI 1994 Síða 13
kundi verid gjørt f sått og
semju vid manningarfeløg-
ini.
Haraftrurat hongur so iv-
amálið, at kravið um broyt-
ing í minstulønini var
kanska, ella helst, bílagt úr
Føroyum.
Nógv óneyðug trætumål
afturat á fiskivinnøkinum
kundu verið nevnd, men eg
skal bara nevna eitt afturat:
valið av “paragraff tvey-
nevndini” eftir lógini um
vinnuligan fiskiskap.
Hesa nevnd mannaði
landsstýrið eftir tilmæli frá
fólki innan fiskivinnuna.
Allir bólkar uttan fiskimad-
urin er umboðaður. Tá sjón-
varpið tók málið upp, og
spurdi, hví fiskimaðurin —
td. formaurin í FF — ikki
var umboðaður, svaraði
landsstýrismaðurin, at ein-
gin heyði víst á hann.
Álvaratos. Var neyðugt at
fara út at spyrja fólk, og um
tey so ikki nevndu Óla, so
ikki tilnevna hann. Tað átti
at verið ein sjålvfylgja. Ein
maður, sum hevur havt fing-
urin á pulsinum í skjótt 25
ár, og sum hevur betri inn-
lit enn nakar í fiskivinnu-
málum.
Eg haldi, at hetta er ein
so eyðmýkjandi støda, at
var ein annar tilvitandi før-
oyingur í Ólasa stað, so iv-
ist eg ikki í, at hann hevði
gjørt tað sama, og sligið
nevan í borðið og sagt: “Nú
er well og nú taka vit kamp-
in upp við hasar pampar-
arnar".
Sama arogansa hevur
partvíst eisini eyðkent stríð-
ið millum landsstýrið og
stýrið fyri ALS.
Í hesum máli átti lands-
stýrið saman við stýrinum
at funnið eina loysn skjót-
ast tilber, tá ALS-stýrið
ifjørsummar boðaði frå, at
ALS kom í fíggjariga
trongstødu.
Men istadin fyri at finna
eina loysn, so endaði málið
í einum slítandi skotgrav-
akríggi, sum alt annað enn
skapti álitisviðurskifti mill-
um landsstýrið og fakfeløg-
ini. .
Eitt annað er so tað, at tå
landsstýrið hevði útvegað
ALS eitt lán, so kundi fakf-
elagsumboðini í ALS tikið
hetta lánini, so útgjaldingin
hevði verið reglulig.
Arogansan er eisini kom-
in til sjóndar. tá hugsa verð-
ur um álitisfólk, hjálparfólk
og ráðgevarar floksins.
Sjálvur var eg millum tey,
sum skipaði fyri valstríðn-
um seinast. Tá kanningar,
uppskot o.a. var gjørt í sam-
bandi við fiskivnnu og bú-
skap høvdu vit fleiri fólk
við vitan og praktiskum ro-
yndum uppi í arbeiðnum,
men ikki ein av teimum,
sum eg havi spurt, er nakr-
antíð spurdur um eini ráð,
ella um eina viðmerking til
eittt ella annað.
Av góðum grundum havi
eg ikki spurt Óla Jacobsen
um hann er spurður...
Javnaðarflokkurin skilti
ikki støðuna hjá fólkinum
Hesi mál hava eftir mínum
tykki máa so nógv undan
vidurskiftunum millum
fakfeløgini og Javnaðarfl-
okkin, at álitið á Javnad-
arflokkin og undirtøka
Javnaðarfloksins fór at
minka.
Harafturat koma so við-
urskiftini hjá lønarbeidarum
og arbeiðsleysum inn í
myndina.
Hóast flokslimir og fakf-
eløg hava sagt, rópt og ávar-
að um, at stødan hjá ikki
bara arbeiðsleysum, men
eisini lønarbeidarum, var út
av lagi vánalig, og tað bar
ikki til at halda fram, so
hevur Javndarflokkurin
bara latið standa til.
Semja var ikki bara í
flokkinum, men helst eisini
millum Føroya fólk, at vit
skuldu sjálvi átaka okkum
byrðuna, tá bankarnir fór á
fyrsta sinni í oktober 1992.
Men haðani og til at
leggja fleiri byrðar — eyk-
askatt, størri gjald til ALS,
hægri MVG og hægri
kommunuskatt — er eitt so
so stórt lop, at landsstýrið,
ella Javnaðarflokkurin, átti
at sæð, at tað bar ikki til.
Longu áðrenn at komm-
unuskatturin varð hækkað-
ur í teimum bygdum og bý-
um, har hann ikki longu var
farin upp
í 20-25 prosent, var nóg
torført hjá vanligum fólki
at fáa endarnar at røkka
saman.
Umberingin hevur verið:
avtalan við danir, at javnv-
ág skal vera á fíggjarlógini
og at ALS skal hvíla í sær
sjálvum. Men longu fyrst í
hesum árinum átti Javnað-
arflokkurin at duga at sæð,
at tað bar ikki til at halda
avtalurnar við danir og at
tað bar ikki til at taka fíggj-
arliga stødid undan fólki.
Ikki bara teimum, sum
annaðhvort hava verið
arbeiðsleys, ella sita í on
dýrum húsum. Nei, eisini
hjá vanligum lønarbeidar-
um.
Og ein lønarbeidarafam-
ilja, sum ikki ein tann ein-
asta mánað ikki fær end-
arnar at røkka saman — ikki
fær goldið rokningar, ikki
hevur ráð at fara til tann-
lækna, ikki hevur ráð at
keypa klæði, ikki hevur ráð
at halda bil, hús o.a. viðlíka
og tfansheldur ráð at fara út
á bygd at ferðast — hon fer
at mótmæla.
Og rgroyski lønarbeidar-
in hevur mótmælt!
Hann hevur mist álitið á
Javnaðarflokkinum!
Í mongum førum er tað
vorðið — ja, orsaka, eg
finni ikki eitt annað nóg gott
orð, men vónandi verður tað
fyrigivið — eitt helviti, at
búgva í Føroyum.
Men Javnaðarflokkurin
hoyrdi ikki neyðarróp føro-
yinga.
Hann gjørd einki fyri at
lætta um skatta og avgj-
aldstrýstið og einki itøkil-
igt er gjørt fyri at sleppa
undan, at útgjaldið hjá
arbeiðsloysisskipanini ikki
minkaði.
Og tí valdi føroyski løn-
arbeiðarin — kjarnuveljari
Javnaðarfloksins sum hann
valdi.
Tað er burturvið at skuld-
seta Ingeborg og Óla fyri
vánaliga valúrslitið.
Ger leiðsla floksins tað,
so avdúkar hon vantandi
sjálvrannsakan og vantandi
tilvitan um stóðu føroyinga.
Tað er neyðugt at taka í
egnan barm — og spyrja, hví
gekst sum tað gjørdi og
hver er rótin til trupulleik-
arnar við fakfeløgini og hví
misti stórur partur av vanl-
iga føroyinginum — eisini
sannførd javnaðarfólk — álit
á flokkinum.
Politiska handalagið
Undan valinum vísti Javn-
aðarflokkurin á, at nógv
framstig eru hóast alt tikin í
hesum valskeiðnum.
Samstundis sum tað varð
víst á øll tey stórmál, Javn-
aðarflokkurin hevur slóðað
fyri millum ár og dag.
Eins og Javnaðarflokkur-
in lovaði at verja og styrkja
vælferðarsamfelagið. M.a.
við almennari luttøku í ALS
og at flokkurin vildi virka
fyri at lætta skatta og avgj-
aldstrýstið, sum er tving-
andi neyðugt.
Men hetta var ov seint.
Hetta var einki itøkiligt.
Skriðan var lopin. Trúvirð-
ið var burtur. Og einum frá-
streymi ber ikki til at steðga.
Víst hevur flokkur og
floksleiðsla sýnt gott polit-
iskt handalag í nógvum
fórum, men í summum
fórum hevur av álvara halta.
T.d. haldi eg, at kvotum-
álið er — eins og dømid við
minstuløn fiskimanna
dømi um vånaligt politiskt
handalag. Ikki tad, at vit
fingu eina kvotuskipan.
Men i forhond at binda seg
til eina nidurstødu hjå bygn-
adarnevndini, sum var ók-
ent.
Bygnadarnevndin kom so
f juni ifjør vid tilmælinum
um umsetligar kvotur. Og
longu tå var greitt, at alt
løgtingid segði kortanei.
Floksnevnd Javnaðarfloks-
ins segði nei.
Men kortini fer iandsstyr-
ið 12. oktober og skrivar
undir eina avtalu, har ums-
etiligu kvoturnar eru við!
Síðani verður skipanin
meira ella minni kroyst nið-
ur yvir okkum.
Eitt annað dómi um
minni heppið politiskt
handalag var, tá tingform-
aðurin og formaðurin í
skattanevndini, Lasse
Klein, fekk fleiri aðrar lim-
ir við sær at gera broyting-
ar á skattagkinum.
Í hesum máli gekk long
tíð, áðrenn landsstýrið lat
við seg koma. Við einum
sindri av politiskum tevi og
handalagi átti hetta málið
at verið loyst. Men tað var
tað ikki. Sjálvstýrisflokkur-
in fór í tvíningar og val varð
skrivað út í ótíð.
Má taka í egnan barm
Vit hava eina búskapar-
kreppu og landsstýrið hev-
ur havt nóg mikið við at
halda samfelagnum saman.
Bjarga peningakervinum.
Rudda upp og skapa gróðr-
arbotn fyri einum fram-
burði, sum kanska, men
kanska ikki, er í eygsjón.
Ólavur Christiansen, búsk-
aparfrødingur, boðar frá
skrædlitil várs.
Hetta hevur slitið. Og
væntandi var tí, at lands-
stýrisflokkarnir fóru at
ganga aftur. Eisini Javnað-
arflokkurin, sum hevur havt
torført at halda nógv av tí,
hann segði seg vilja virka
fyri undan seinasta vali.
Men eingin dugdi at spáa,
hvussu ring stødan var, og
at bankarnir vóru um at
rapa.
Skrædlið hevur sjálvandi
havt sína ávirkan á vánal-
iga úrslit Javnaðarfloksins.
Men eftir mínum tykki
misti flokkurin helvtina —
ja, helvtina — av veljarum
sínum, tí hann misti trúvirð-
ið og skilti ikki støduna hjá
føroyinginum.
Veljarar floksins settu ti
Verkamannafylkingina inn
å ting.
Sigur tad ikki flokkinum
nakad, tå Hildibjørg Bratt-
alid, fyrrverandi næstfor-
maður í Javnaðarflokkin-
um, Óli Jacobsen, fyrrver-
andi skrivari í Javnaðarfl-
okkinum, Ingeborg Vinth-
er, fyrrverandi starvsnevnd-
arlimur í Javnaðarflokkin-
um, Ernst Hansen, fyrrver-
andi álitismaður og valevni
í Javnaðarflokkinum, Karl
Robert Johansen, fyrrver-
andi álitismaður hjá Javn-
aðarflokkinum og mong
onnur javnaðarfólk taka seg
saman í eina verkamanna-
fylking, tí tey eru misnøgd
við Javnaarflokkin.
Onkur vildi sagt, at tað
skuldi verið øvugt, at tað
var flokkurin, sum skifti út!
Men mong hava ávarað
og sagt, at fæst ikki betur
samstarv við "røtur” floks-
ins, so verður fyrr ella seinri
ein annar arbeiðaraflokkur
stovnaður.
Nú er ein fylking stovn-
að. Hver avleiðingin av tí
verður, ber enn ikki til at
siga nakað við vissu um.
Men tekur Javnaðarflokk-
urin ikki nú í egnan barm,
og fer undir ta neyðugu
sjálvrannsakanina, og fær
samstarv við tey hini javn-
aðarfólkini á tingi, so beri
eg ótta fyri, at lagna floks-
ins verður, at ein nýggjur
arbeiðaraflokkur = verður
stovnaður og Javnaðarfl-
okkurin fer at teljast mill-
um teir smáu flokkarnar á
tingi. Vónandi ikki, men
livst so spyrst!
Jéhann Mortensen
Ein vinmadur farin
Dåttliga komu bodini um at Hanseman var slóknað-
ur á miðnátt 15. juli.
Hann var farin til arbeiðis hósmorgunin, men tá
náttin kom, vóru boðini eftir honum. Hann andaðist
á Landssjúkrahúsinum.
Hans Cristoffur Wenningstedt Tórgarð var
føddur í Havn 6. juli 1927. Hann var 67 år, nú hann
andaðist. Foreldur hansara vóru Valborg f. Eide úr
Nólsoy og H. C. W. Tórgarð, arkitektur í Havn.
Hanseman vaks upp hjá Marius Rein, Marius hjá
Pedda yviri á Abbatrød, har hann hevði ein tryggan
og góðan uppvøkstur hjá pápasystrini. Hann var
móðurloysingur.
Hugur hansara var til tað tekniska. Fór í læru hjá
Leif Mohr, elektrikara, men so fekk hann sær egið
verkstað. Hann umvældi radiotól 0.t. og smátt um
smátt fór hann at selja radiolurt og plátur. Kend
vóru merki sum EDDA og BRAVOUR og ikki at
gloyma bandspælaran TANDBERG.
Hanseman er helst mest kendur fyri sín stóra
part í arbeiðinum at geva út plåtur við sangi, tónleiki
og kvæðum. Nógv av ti hann fekk frá hondini er
vælaverk. Hann gavst ikki á hondum, men dugdi at
fáa til vega góðar kreftir á teim ymsu økjunum.
Sjúrðarkvæðini eru dómi um hansara arbeiðssetn-
ing, hóast hann ikki fekk tann stóra peningin burtur-
úr, so sýndi hann hegni. Hann var meira hugsjónar-
liga mentaður og hjá honum lá næst at fáa úr hond-
um listarliga og haldgóð úrslit.
Nú stendur handilin í Sverrisgøtu so einsamall-
ur og tigandi tómur. Ongar stuttar samrødur, einki
Stutt ja ella nei, eingin Hanseman við kendu reyð-
húgvu at síggja í býarmyndini.
Fyrsta tilhaldið hevði Hanseman á Abbatrød hjá
Jenny Rein, síðani í Gr. Kambansgøtu, so í Tórs-
gøtu og nú tey mongu árini í Sverrisgøtu, ein handil
leitað varð til, tå plátur ella annað tekniskt vidundur
skuldi fáast til vega. Visti Hanseman einki at siga,
so var helst einki at gera.
Men tað var felagsmaðurin og fráhaldsmaðurin
Hanseman. Vit kendust frá arbeiðinum í losjuni í
Havn og í Ungmannadeild N.I.O.G.T.'s. Her var
Hanseman heilur í llum. Tað var ikki tað tiltak ella
í hvørjum føri tað var, so var Hanseman altid fúsur
at taka tók. Øllum teimum mongu førunum hann
tók sær av uppgåvuni, røkti hann sitt til fulnar.
Eitt tað seinasta var Mentunarkvoldið á Fjals-
garði fyri Petur Michelsen. Hanseman gleddi seg til
hetta høvi og var við í tí frá fyrst til síðst.
Vit kenna samkenslu við konuni Annu Elisu og
soninum Hans Paula — og lýsa frið yvir minnið um
vinmannin H. C. W. Tórgarð.
J. Lindenskov
KH——————— Innn [AA AA ]Å [1