Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Så —| íðindablaðið CSE: Eitt ljós á gøtu mini Esmar A. Jacobsen >Tú mást ikki dríva hor.< — 2. Mós. 20,14 Ein av skapanarskipanum Guds er hvíludagurin, onnur er hjúnalagið. Til tess at verja um hesa skipan hevur Gud givið okkum hetta boðið. At dríva hor er at gera brot á hjúnalagsskipanina. Beinleiðis sigur orðið okkum, at Gud tolir ikki ótrúskap millum hjún. Men boðið sgur okkum annað og meira; nevniliga tað, at tann skipan, sum eigur ikki at verða brotin, er av Gudi ætlað at hoyra hjúnalagnum til. Tí er ein og hver flyting av hesum markaskjali brot á Guds skip- an og Guds boði. Tað er tí at driva hor, tá ið tað, sum hoyrir hjúnalagnum til, verður framt uttan fyri hjúnalagið. Og tað verður ikki minni hor fyri tað, at meirilutin av fólki skuldi meint ella gjørt ødrvisi. Samanbera vit hetta við boðini, sum standa bæði frammanfyri og aftanfyri, so mega vit ásanna, at dráp heldur ikki uppat at vera dráp, tó at øll drepa, og stuldur halda ikki uppat at vera stuldur, tó at øll stjala. Greiðastu týðingina av hesum boði hevur Jesus givið okkum, tá ið hann sigur: > Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt: >Tú mást ikki dríva hor.« Men eg sigi tykkum, at hvor tann, ið lítur at kvinnu við girndarhuga, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sinum.« Matt. 5,27-28. Skriftin sigur okkum, at horkallar skulu ikki arva Guds ríki. Men sovorðnar syndarar kom Jesus í heimin at bjarga. >Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órætt- visi.« 1. Jóh. 1,9. At játta syndina, er bæði tað, at geva Gudi rætt, tá ið hann peikar á syndina hjá okk- um, og — at flýggja frá henni. — Feðingar | 4. juli fingu Armóra Magnussen og Valdemar Hammer, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3410 gr. 7. juli fingu Berghild og Jåkup Martin Gullaksen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3430 gr. 7. juli fingu Heidi og Hans Erik Jakobsen, Sørvågi, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3420 gr. 8. juli fingu Anja og Eyðun Eliassen, Trøllanesi, ein son. Hann var 56 cm langur og vigadi 4300 gr. 9. juli fingu Ann Mari og Leivur Hentze, Kambsdali, ein son. Hann var 52 cm langur og vigadi 3800 gr. 9. juli fingu Annfrid og Magnus Neslid, Toftum, ein son. Hann var 56 cm langur og vigadi 4000 gr 11. juli fingu Joan Johanne- sen og John Poulsen, Runa- vik, ein son. Hann var 54 cm langur og vigadi 3900 gr. 11. juli fingu Hannepaula og Hans Petur Jacobsen, Syðruggtu, ein son. Hann var 52 cm langur og vigadi 3400 gr. 11. juli fingu Emy R. F. Christensen og Bjarne Christiansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3400 gr. 12. juli fingu Poula og Carsten Nielsen, Kambs- dali, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3950 gr. 12. juli fingu Tordis Poul- sen og Høgni Jakobsen, Frederiksberg, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3800 gr. 12. juli fingu Beata Jo- hannesen og Eyðstein Sø- mark, Hirtshals, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4050 gr. 13. juli fingu Hansina Ja- cobsen og Oddbjørn Joen- sen, Tórshavn, ein son. 13. juli fingu Vinnie og Ejler Johannesen, Hvíta- nesi, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4100 gr. 14. juli fingu Morid Jacob- sen og Magni Mikkelsen, Søldarfirdi, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3990 gr. Gudstænastur 7. sunnudag e.trinitatis Havnar kirkja: Petur Martin Rasmussen Nólsoy: Bjarni Bæk, Vesturkirkjan: Kjartan Mørkøre, altargangur. Talvan gongur í Vesturkirkjuni fyri Ytri Missión. Undir gudstænastuni verða hjúnini Tove og Herluf Heine- sen send út sum trúboðarar í Nigeria, har tey skulu vera í 4 ár, fyrst tvey og síðan aftur tvey ár. Kirkjubø: Høgni Poulsen Mykines: Uni Næs, kl. 12.00 Gøtu: P. O. K. Olofson, altargangur, kl. 11.00, (skriftarmål kl. 10.45). Kollafjørdur: Marjun Bæk, altargangur, kl. 11.00 Gjógv: Emil Olsen, altargangur, kl. 12.00. Talvan gongur fyri Sjómansmissiónina. Sjóvar: Jógvan Fríðriksson, altargangur, kl. 11.00 Klaksvík: Niels Pauli Danielsen, kl. 11.00 Kunoy: Henning Bøgesvang, altargangur, kl. 12.00 Glyvrar: Jåkup Kass, kl. 11.00 Vidareidi: Erland Beder, kl. 11.00 Vågi: S. Nordentoft, kl. 11.00 Sandvik: P. Paulsen, kl. 12.00 Fólkaligheitin Lýsingarorðið „hefligur“ kemur av tí týska „Hof“ = garður, kongsins garður, kongsins menn (hovið). Tann sama týdningin hevur tað franska „court“. Av fronskum „courtoisi“ hava vit fingið „kurteisi“, og vit síga, at onkur er kurtisligur, tá ið hann dugir at føra seg. Ella betri: tá ið hann ber seg at sum fólk. Á okkara máli eitur tað nevniliga „at vera fólkaligur“. Í málpolitikkinum uppliva vit ofta eina syndarliga 6høfligheit. Eg hugsi her um álopið á fakmálini. Øll fak hava sitt mål, og ødrvisi fær tad ikki verid, ti fakmálið er ein óloysiligur partur av fakinum. Vit kunnu illa hugsa okkum apotekaran, advokatin, seymikomununa, matematikklæraran, elektrikaran, tannlæknan, béndan, fiskimannin, prestin ella motor- passaran uttan hansara ella hennara fakmål. Øll tey fakini, sum eru komin uttanífrá, hava síni orð vid sær. Øll ordini viðvíkjandi bátasmíði eru føroysk arvaorð, men t.d. snikkarin fær næstan ikki vent sær uttan at brúka orð av donsku og týskum uppruna. Og taka vit okkara høvudsfak, fiskiskap- in, so eru so gott sum øll slupp- og trolaraorðini innflutt. Sjålvt tann morðgírigasti målreinsarin torir ikki at herja á nesan og fokku og banjara og pavn. Men annars fáa fakini ikki frið. Til dømis verður roynt at útrudda tey flestu fakorðini í skúlayrkin- um. Ein lærari hevði fyrr — umframt tey fakorðini, sum hoyra til tær einstøku lærugreinirnar — nøkur fakorð, sum hoyrdu til sjálvt lærarayrkið: protokoll, eksamia, peikipinnur, karakterur, diktat, referat, klassi, fríkorter, skúlastova, griffil, tala, og av eldri orðum, sum kunnu vekja blandað følilsir, kunnu nevnast skammikrókur, sibbi, skekil og tampur, ella tampil, sum tey siga har vesturi. Hesi orðini vóru týðilig og greið. Allir lærarar og øll skålabørn vistu 100%, hvat lá í teimum. Tað var umráðandi ikki at koma for seint í skúla, tí tað kom í protokollina. Tað ráddi um at fáa góðan karakter, og ein góð eksamia var góð at fara út í lívið við. Eingin vildi gerast jólaskekil, og tað eldra ættarlið- ið eigur at minnast, at tað meir enn kom so fyri, at tampurin bleiv havdur á lofti. Men nú situr tann sorgarbundni lærarin og skim- ast eftir einari meining millum gl! tey nýggju orðini frá orðafabrikkini: Nú eitur tað ikki karakterur long- Nr. 134 — 16. JULI 1994 = Síða 19 Læknavaktirnar Tórshavn: Jenis av Rana, tf. 19520, leygardagin. Kristi- anna Nordendal, tlf. 12979, sunnudagin. Eysturoy: — Karsten Vagn Hansen, tf. 41086, leygardagin. Knud Jacobsen, tlf. 23006. Norðuroyggjar: Jaspur Petersen, tif. 56400. Vágar: TIf. 32413. Suðuroy (norður): Tlf. 71560. Suðuroy (suður): Tlf. 73030. Tannlæknavakt Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 13.00 —14.00. Tlf. 14544. Meinigheitshúsið, Tórshavn Sunnukvgldið kl. 18.00: Mogens Mogensen, aðal- skrivari í Sudanmissiónini innleiðir og Meinigheits- kórið syngur í samband við at Tove og Herluf Heinesen og dótturin Lillie fara til Ni- geria. Innsavna til húsið. Borðhald aftan á í salinum niðri undir. Barna- og Ungdómstif. hjá Barnabata/Reyða Krossi er farin í summarfrí. Majken Gaard, Vági, hevur á Handelshøjskolen í Kol- ding tikið prógv sum korrespondentur í enskum og sponskum. Birna Gaard, Vági, hevur á Kolding Købmandsskolc tikið hægri handilsskúla- prógv. ur, men met. Hetta sjáldsama orðið hevur sambært Chr. Matras og M.A. Jacobsen týdningin anseelse, og tað finst bara í føstum måliskum sum vera lítil í metum. Á íslendskum hevur tað týdningarnar: vekt, virðing og rekord. Sagnorðið at meta hevur á nútíð- arføroyskum sama innihald sum at vurdera. Men nú skal karakterur við vold og makt eita: met — og skúlarnir verða tvingaðir til at gera metlistar og próvtalslistar og frumrit til pråvtøl, próvtókuavrik, ársmet, vitnisburð, metorð, miðalmet, atgongumet, próvmet, skrivligt met, munnligt met, botnmet, topp- met, metmet og so víðari út í mjørkan og óvitið og kabarettina. Tað sama álopið verður gjørt á næstan øll fak. Tó er ein týðandi munur: tey „fínu“ sleppa at behalda síni latínsku orð: advokatur, apotekari, professari, rektari, magistari, doktari, adjunktur, licentiatur, lektor, docentur… Men tann vanligi borgarin, sum ikki kann ferðast á ráðstevnur fyri landskassans rokning, hann má leggja rygg til alskyns eyknevnir, sum orðafabrikkin finnur upp á : tøkningur (teknik- ari), atstødingur (assistentur), skiftil (umstillings- borð), viðskiftafólk (kundi), sløkkilidsmadur (brand- maður) osfr. Eftirsum at sveisa, nú skal eita at sjóða, má ein sveisari hereftir eita ein sjómaður. „Bersur“ skal nú eita keypiskáli. So vita vit, at ein børsari er ein skálamaður. Tær málbroytingarnar, sum målamatørar hava roynt at seta igjøgnum hesi seinatu 30-40 árini, hava verið køvandi fyri skaldskap og orðakynstur og málbrúk yvirhøvur. Eitt av úrslitunum er, at heilt fáir føroyingar hætta sær at skriva. Normalt skuldi verið at stuðlað fólki til. Harafturat er tann høvudsleysi, óneyðugi og anti- visindaligi ágangurin móti fólksins máli eisini 6- fólkaligur: Fólk fáa ikki frið í sínum arbeiði, og gomul fólk fara tigandi í grøvina, tí tey hava fingið at vita, at tey ikki duga føroyskt. Fólk, sum alt sítt lív hava virt og mýkt og ríkað føroyskt mál, og sum hava livað í føroyskum og á føroyskum, mugu í hesum árum líða tann tort at verða málsliga vrakað av sjálvútnevndum málfútum; sum hvørki hava kunnskap ella eitt klovið máloyra.