týsdagur 28. juni 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Nr. 120 — 28. JUNI 1994
Síða 5
Heegaard Haraldson:
tørvar greiðari
arbeiðsbýti
Leiðslan á Strandferðsluni hevur bráddliga - og uttan grund-
geving - givið Heegaard Haraldson boð um, at hann skal
avspåka við løn. Heegaard er ånøgdur við framferðina í hesum
máli - men hann leggur dent á, at avspákingin einki hevur við
Onnu og Thomas Arabo at gera
Heegaard Haraldson
hevur verið hovmeistari á
Smyrli, líka síðani skipið
varð keypt í 1975.
Tað vóru tí stórtíðindi
fyri starvsfólkið á Strand-
ferðsluni, tá Dan Klein
herfyri skrivaði, at Hee-
gaard var uppsagdur, fyri
at kona Tummas Arabo
kundi sleppa framat.
Men hetta var ikki
beint. Heegaard ringdi tí
til Dan, og segði honum
sum var: Hann var ikki
uppsagdur, men skuldi
avspáka í tveir mánaðir.
Heegaard bað Dan um
at seta eina rættleiðing í
blaðið, og siga, at hann
ikki var uppsagdur. Og so
bað hann annars Dan um
ikki at skriva meira um
seg - heldur ikki um at
hann skuldi avspáka.
- Avspákingin er eitt
mál millum meg og
strandferðsluna, og tí vildi
eg ikki hava meiri skriv-
ing um tað, sigur hann við
Sosialin.
Aftur drigin fram
Men f næsta Oyggja-
tíðindi skrivaði Dan Klein
meira enn bara eina
rættleiðing.
Hann greiddi frá at
Heegaard var tvungin at
avspáka, og læt íkki
lesaran vera í iva um, at
avspákingin hevði sam-
band við, at Anna Arabo
skuldi setast í starv.
Og tað sum liggur
aftanfyri er sambært Dan,
at Anna er kona Thomas
Arabo.
Einki við
hana at gera
Heegaard Haraldson er
sera harmur um tann
mátan, hann er vorðin
brúktur í hesum máli.
- Eg havi aldrin sett
mína avspáking í samband
við Onnu Arabo, sigur
hann. Og eg eri ikki í iva
um, at hon er før fyri at
gera tað arbeiði, hon er
sett til.
Heegaard sigur seg
hava havt gott samstarv
við bæði Onnu og
Thomas Arabo, tá hesin
var á Strandferðsluni.
- Eg havi avgjørt einki
ímóti nøkrum teirra, og
havi ikki ætlað at skatt tey
á nakran hátt, sigur hann.
- Og eg havi heldur ikki
ætlað at skatt mítt
arbeiðspláss, leggur hann
afturat.
Eingin grundgeving
Men tá avspákingin hjá
Heegaard nú er vorðin
alment kend, játtar hann
kortini Sosialinum at
greiða frá hesum eisini.
- Tað byrjaði við, at eg
var á einum fundi við
Ottari Olsen, fíggjarstjóra,
ein mánadag, har vit
tosaðu um ymisk viður-
skifti, greiðir hann frá.
Ottar nevndi á hesum
fundi okkurt um av-
spáking, men Heegaard
gjørdi greitt, at tað mátti
meira enn eini munnlig
boð til, um hann skuldi í
land.
Hósdagin eftir kom so
bræv frá Strandferðsluni,
har sagt varð, at Heegaard
>sum avtalað< skuldi av-
spåka við løn.
- Men har var eingin
avtala! sigur Heegaard. -
Og eg havi onga veruliga
grundgeving fingið fyri
hesi avgerð. Tað er tað,
eg ikki kann góðtaka. Og
tað er tí, málið nú er hjá
Starvsmannafelagnum.
Heegaard greiðir frá, at
tann grundgeving hann
hevur fingið, er heilt
burturvið.
- Teir vísa partvís til
nakað við eini bygnaðar-
broyting, og partvís til
okkurt um nýtslu av
plastikkgløsum umborð
og annað tílíkt - eg dugi
illa at taka tað í álvara.
Ogreið viðurskifti
Heegaard heldur, at hetta
mál er eitt dómi um
nakrar heilt grund-
leggjandi trupulleikar á
Strandferðsluni.
- Tað er til dømis ikki
Ottar Olsen, sum er
starvsfólkaleiðari - hann
er fíggjarstjóri. Men
kortini var tað eftir øllum
at døma hann, sum
avgjørdi, at eg skuldi í
land.
- Tað verður sjálvandi
trupult at fáa fyritøkuna at
fungera væl, um arbeiðs-
býtið og leiðsluviður-
skiftini er so Ógreið, sigur
hann.
Heegaard greiðir frá, at
tað í tí dagliga arbeiðinum
fleiri ferðir hava staðist
trupulleikar av hesum
sama - eitt nú hevur inn-
keyp 0.a., sum hovmeist-
arin skuldi havt ábyrgdina
av, verið avgjørt á landi.
Vil hava
starvslýsing
Orsøkin til at Heegaard er
farin til Starvsmanna-
felagið við málinum, er
nettupp fyri at fáa greiðu
á hesum.
- Eg vil hava eina
almenna starvslýsing av
arbeiðinum, og alment
innlit í øll viðurskifti.
Harafturat vil eg hava
greitt at vita, hverjum
hovmeistarin stendur til
svars fyri.
Heegaard heldur hetta
vera neyðugt fyri at
sleppa undan trupulleikum
sum teimum, nú hava
verið.
Ringið!
- og vit skriva
(C11820
Frá um eitt hálvt ár
Tað er ikki til egnan
fyrimun, at Heegaard Har-
aldson vil hava hesi
viðurskifti í rættlag. Hann
verður nevniliga 67 um
eitt hálvt ár, og skal so
pensionerast.
Tá avspákingin er av,
hevur hann bert fýra
mánaðir eftir á Strand-
ferðsluni.
S-S-
Strandferðsluni
F
fS
|
Br
8 3 normal plátir og 1 snarpláta.
Í Ovnur: Yvir og undirvarma
samdøgrid. 100 % CFC frí.
7) Stødd: 123 x 54 x 58 cm.
í F 105 FF 105 rr.
Stødd: 85 x 50 x 60 cm.
CFC fri.