Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juni 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

—————————————B"8llølssð002 Tíðindablaðið [ sosialurin | Nr. 120 — 28. JUNI 1994 Síða7 B36-formaðurin: = ROKERINGAR VERÐA GJØRD- é AR I STEÐGINUM Tey vánaligu úrslitini hjá B36 teir síðstu dystirnar fara at føra til, at rokeringar verða gjørdar innanfel- ags, so tað aftur skal kunna ganga uppeftir við 1. deildarliðnum. Líkt er til, at venjarin Wiezcek Zakrew- ski verður >degraderður<. Fundur verður í vikuni millum allar spæl- ararnar og leiðsluna um støduna Tá kappingarárið byrjaði í ár, sá út til, at B36 fór at vera eitt av teimum lið- unum, ið rættiliga skuldi gera vart við seg á ovastu rókini — og leingi sá eisini út til, at B36 fór at verða millum tey fremstu liðini. Men so byrjaði — sum ikki einaferð — at ganga niður á bakka hjá B36, og nú farið verður í summar- steðgin, sær als ikki gott út hjá árstalsfelagnum úr hevuðsstaðnum. Seinnapartin í gjár sá so mikið dapurt út, at leysa- tíðindi fóru at ganga um, at venjarin og málverjin hjá B36, Wiezcek Zakrew- ski, skuldi havt fingið sekkin — bæði sum venjari og málverji. Men tá Ítróttar-Sosialur- in í gjár vendi sær til for- Kristian á Neystabø, formaður í B36 Wiezcek Zakrewski hevur verið málverji og venjari hjá ; 1. deildarliðnum hjá B36. Ivasamt tykist nú vera, um hann er tað framvegis eftir summarsteðgin. Hetta skal m.a. ein fundur millum spælararnar og leiðsluna avgera mannin í B36, Kristian á Neystabø, avsannaði hann beinanvegin, at so var: — Vit hava ongantíð giv- ið nøkrum venjara í B36 sekkin, og tað er heldur einki, ið bendir á, at vit fara at gera tað nú. Í B36 hava vit nakrar og tjúgu venjarar, so vit hava altíð møguleikan fyri at gera ro- keringar, um ein venjari skuldi kent seg útbrendan, sigur B36-formaðurin. — Hesa vikuna fer leidsl- an hjá B36 at hava fund við spælaramar, og har fara vit so at finna útav, hvat skal gerast fyri at venda gongdin, men eg eri vísur í, at onkrar broyting- ar verða gjørdar. Men eg kann avsanna, at talan er um at geva nøkrum sekk- in. Aðrar góðar keldur inn- an B36 siga fyri Ítróttar- Sosialinum, at talan er um møguliga at lata onkran annan venjara fáa ábyrgd- ina av 1. deildarvenjingini, meðan Wiezcek Zakrew- ski so verður >degraderað- ur«. Nøvn sum Jåkup Thom- sen, Anfinnur Danielsen og Bent Madsen eru nevnd í hesum sambandi, so tað kann henda, at onkur av hesum stendur við ábyrgd- ini, tá farið verður í gongd aftur eftir steðgin. hj. SUNDALAGIÐ KÆRIR ÍF Vísa til, at fuglfirðingar nýttu ólógligan leikara á Mølini sunnudagin Á velli hevur EB/Streym- ur ongan dyst vunnið enn, men nú kæra teir fuglfirð- ingar fyri at hava nýtt ólógligan leikara, tá liðini dystaðust á Mølini sunnu- dagin, og vinnur kæran frama er lítið at ivast í, at EB/Streymur verður dømt at vinna dystin. Í hvussu so er plagar dómurin í slíkum fórum at vera, tá kæran fær viðhald, at tann sum kærir verður dømdur at vinna við málmuninum 0-0. Sakin snyr seg um ung- lingaleikaran Hegna á Lakjuni. Hann varð rikin av velli mikukveldið, tå unglingamir hjá IF og EB/Streymi leiktu i Fugla- firði. Orsøkin var tvinni gul kort í sama dysti. Fuglfirðingar óðraðu einki ilt. Teir hava hildið seg til, at kort givin í ung- lingadysti skulu sektast í unglingadysti, og tí var Høgni á Lakjuni við frá fyrsta bríksli. Nakað inn í 2. hálvleik varð hann út- skiftur við Ken Bærend- sen. Utgreiningin Men teir í Sundalagnum hava gott minni. Á aðal- fundinum hjá FSF 23. jan- uar 1993 var spurningurin um kort givin í unglinga- deildini vidgjørdur. Tá varð samtykt at broyta grein 34, sum snýr seg um hesi viðurskifti. Í grein eitt verður sagt, at leikari, sum bæði leikar í unglinga- og vaksnamannadeild fær leikbann frá fyrstkomandi leikdegi, um hann verður rikin av velli. Í stykki 2 verður sagt, at ávarðingar givnar í ung- lingadeildini eru bert gald- andi fyri hesa deild. Spurningurin viðvíkj- andi reyðum kortum var nógv vidgjørdur, og um hann verður í útgreiningini í aðalfundarfrágreiðingini sagt, at unglingur, sum verður rikin av vølli í ung- lingadysti mikukvøld, kann ikki leika vid leygar- dag/sunnudag, men hann kann leika vid aftur miku- dag. Kærutidin Tad er hetta, teir i EB/- Streymi halda seg til. Tå vit vóru í sambandi við FSF skrivstovuna gjára- morgunin, var eingin kæra komin, men fyrispurningar frå EB/Streymi høvdu ver- ið hesum viðvíkjandi. Freistin at kæra er tvey samdegur. Endalig avgerð í kæru fyriliggur ikki fyrr enn í minsta lagi 14 dagar eftir, at kæran er komin til FSF. Fyrst fær hin kærdi 5 dagar at gera svarskriv í, og so skal kappingar- nevndin gera sín úrskurð. Eftir dómin hava partarnir sjey dagar at taka avgerð í, um dómurin skal kærast fyri démsnevndina, sum í slíkum fórum hevur enda- ligu avgerðina. -nn- 2. deild, menn: SÍ-FS Vágar 0-6 (0-3) Tað var staðfest við tiggju umma seymi, hvat lið er tað besta í Vágum, tå tey bæði Sørvågi. SÍ heyði eitt skot upp - 35 miðvings og sanda- skoraði uttan at spæla upp til sítt allar besta. Men málunum bilti einki, og tað véru veter- anamir og yngsti mal- urin, sum tóku sær av teimum. 20 minuttir vóru leikt- ir, tá Jonhard Joensen stútaði innlegg úr høgru út frá til Torkil Nielsen (var frálíkur undan spæl í høgru. Vanligu málskjúttarn- ir hildu seg aftur, m.a. steðginum), sum heil var Jens Erik Rasmus- fluktaði í kassan. sen tíkin út í 2. hálv- Og 10 minuttir seinni leiki. var tað sama uppskrift. B71 nýtt oddalið Sandoyingar halda summarfrí á ovastu rók. Í roynd- ardystinum undan steypafinaluni, sum verður í Gundadali 3. august, vunnu teir 2-0 móti KÍ. Og tá oddaliðið undan hesum umfarinum, HB, bara greiddi javnleik í Gundadali móti skerdum B68, er B71 ovast. Rókin er ikki breið, tí munurin millum tey bæði ovastu liðini er bara eitt mál. B36 var í Runavík, har teir taptu 3-0. Floksmenn vóru har inni, um enn ikki í so stórum tali, sum til undanfarnu útidystir. Men floksmenn og onnur B36 viðhaldsfólk eru í ógvuliga ringum skerum. Eitt er at tapa, tað kunnu leikararnir ikki læstast fyri, um teir gera tað, teir kunnu. Men eitt annað er, at fyrireik- ingarnar undan dystinum vóru so vánaligar, at tað er at halda viðhaldsfólkini fyri tað turra spott. Viðhaldsfólkini sipa til, at B36 hópurin ikki var full- mannaður, tá teir fóru úr Havnini. Orsekin var tann, at leikararnir ikki høvdu fingið boð. Á vegnum inn royndu teir at pjøssa hópin saman, men teir høvdu ongan útskiftara, og ruðuleikin og restandi fyrireik- ingin verður av viðhaldsfólkum mett at vera stór or- sek til greiða tapið. Fuglfirðingar vóru á Melini á Eiði. Har var málrík- asti dysturin hetta umfarið. ÍF var tríggar ferðir á odda, men móti dystarenda vóru teir um ein háls, og tað hevði ikki verið av leið, um heimaliðið hevði fingið fyrsta sigursmálið í ár. Longu leygardagin avgjørdu GÍ og TB sin dyst í Getu. Getumenn vunnu, og eru saman við B71 og HB einsamallir í kappingini um FM. Tverámenn halda summarfrí niðan fyri strikuna, men bæði hjá teimum og EB/Streymi eru íkki allir meguleikar fokn- ir. Vit eru annars harmir um, at nógva politiska tilfar- ið avmarkar okkum nógv. Serliga óheppið var tað, at dreingjadeildin og málskjúttarnir í unglingadeildini lógu eftir í síðstu viku. Vit rokna við, at hetta verður við hósdagin. (-nn-) Ítróttar-Sosialurin