Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juni 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 120 — 28. JUNI 1994 = Sida9 i A #0 Sundalagsmenn hava fingið øll síni fýra stig í javnleikum á heimavelli. Hóast teir hava spælt væl heima, hava teir enn fyrsta sigurin til góðar Mynd: Janus Joensen Teir eru gandaðir norðuri á Mølini Målrikt, tá EB/Streymur trýsti fyri at vinna, men tó bara megnaði jaunleik 1. deild, menn: EB/Streymur-IF 3-3 Tað gongur ógvuliga mind hjá samansetta iðnum at vinna fyri fyrstu er í 1. deild. Annan sunnudagin upp i slag wystu teir fyri at vinna á Mølini, men soleiðis sum tað hevur gingið triggjar ferðir áður í ár, soleiðis gekk móti ÍF — úrslitið var javnleikur. Men tað leikaði hart á framman fyri málið hjá Erling Joensen síðstu løt- na. Tvær orsøkir vóru til tað. Onnur at Bergur Magnussen man vera tann spælann í Føroyum, sum hevur harðasta skouð, og hin orsøkin var, at IF verj- an var so stak vánaliga skipað. Teir ansaðu illa eftir Berguri, teir leiktu við ongari dýpd, og tað hendi ferð eftir ferð, at aft- asti maður var úti í síðun- um og var við í uppbyggj- andi partinum, uttan at nakar tók hansara pláss. Bergur kundi avgjørt dystin, tá hann kom leysur og rann frá verjuni, men knallharða skotið úr 17 metra fjarstødu rakti beint á Erling. IF kom betri frá byrjan, og tá Símun Eliassen breyt igjøgnum og lyfti upp um Carsten Vang í málinum ul 1-0, hevði heimaliðið einki álop havt. Tá vóru 14 minuttir leikur. Tveir min- uttir seinni — í fyrsta EB/- Streyma ålopinum — tøvir ÍF verjan ófatuliga nógv, og endin er, at teir gera brotsspark, sum stórskjútt- in ger nýtslu av. Tað var ikki nógv av skipaðum spæli. Fuglfirð- ingar høvdu stórar trupul- leikar av grisvøllinum, hóast hann í mun til teir, sum vórðu nýttir áðrenn graslíki kom, var í góðum standi. Men tað var undirhald- andi, tí tað komu so nógv mål. Í 23. minutti stútaði Magni á Lakjuni til 2-1. Símun Eliassen vann luft- bólt í brotsteiginum eftir langt frispark, Carsten Vang toygdi seg og fekk akkuråt lyft upp å tvør- træið, men verjan snork- svav, tá bóturin datt niður á høvdid á Magna og í kassan. Conrad Joensen skoraði til 2-2 gott korter inn í 2. hálvleik. IF verjan var fløt og stóð still og veittradi fyri rangstødu, og so var lætt hjá vongverjanum i vinstru at fara igjøgnum. Ken Bærendsen, sum stutt frammanundan var komin inn, legði IF fram um aftur. Magni á Lakjuni rann bóltin upp út vid hornaflaggið, sendi út frá til Rógva Larsen, og inn- leggið frá honum smekk- aði Ken afturum seg í mál. Tá restaði korter, men ÍF var ov illa skipað at halda tøm um leiðsluna. Egil Zachariassen breyt igjøgn- um mitt fyri, Erling leyp ut í hann, og Niklas á Lidar- enda briksladi fyri brots- sparki, tå teir bådir brustu saman og bólturin varð bjargaður á veg í málið. Bergur smekkaði í net- takið, og so hendi íkki mein, hóast heimaliðið trýst ógvusligt síðstu løt- una. -nn- Tomgongd i Gundadali Toftamenn fóru vælnggdir avstad aftur, ti teir fingu annað stigið — júst tað, teir vóru komnir eftir. Annars var dysturin eingin fragd fyri eygað 1. deild, menn: HB-B68 0-0 Tað lá mestsum í luftini, at menn vóru troyttir av at spæla fótbólt, nú summ- arsteðgurin var á gáttini. Í hvussu er var tað eingin spælan, sum í Gundadali sunnudagin útmerkaði seg fyri nakað sum helst. HB-ararnir mundu angra, at teir ikki høvdu goymt eini tvey mál frá TB-dystinum tl hendan dystin, tí hesaferð vóru teir hvorki førir fyri at skora ella skapa kjansir. Dysturin endaði eisini, sum hann byrjaði — einki mál varð skotið, og liðini varðveittu stigið, tey høvdu frá byrjan. Tað var helst eisini ætl- anin hjá toftamonnum, ið løgdu stóran dent á at ansa sær, so teir ikki góvu HB ov stórt rásarúm. B68 noyddist helst eisini at leggja seg eftir meira verjukendum spæli, av tí at álopskendir menn á midvøllinum sum Øssur og Hans Hansen ikki vóru við hesaferð. Yvirhøvur var tað eyð- kenni fyri bæði liðini, at tey virkaðu best frá aftasta manni og fram á miðjuna — hvørki álopið hjá HB ella B68 fekk nakad burt- urúr. Hjá HB syrgdu Jóannes Jakobsen, Andrias F. Hansen og Jón Dahl fyri, at Aksel Højgaard og Súni Fríði Johannesen ikki fingu gjørt nakað um seg, og í hinum endanum á vellinum vóru tað Edmund Jacobsen, Jóhannes Dani- elsen og Ingemar Høj- gaard, ið tókut broddin frå Gunnari Mohr, John Hera Dam og Eyðun Samuel- sen, tå hann kom inn. Eingin upplagdur mål- kjansur var skaptur i dyst- inum, men HB var nærm- ast einum måli, tå Egin Høgnesen noyddist at visa síni bestu evnu í seinna hálvleiki, tá HB royndi seg við einum langskoti. (hj.) Fyrstu ferð VB vinnur stevnudyst 2. deild, menn: VB-Royn 1-0 (0-0) Sidani VB byrjadi at spæla landskappingar- dystir á jéansøku, hava teir altíð tapt. Men hesaferð vendu teir hag- tølunum til egnan fyri- mun og vunnu å hval- bingum i oyggjarupp- gerðini í 2. deild leygar- dagin. Men hóast karmamir um dystin vóru full- komnir — sól og summ- ar og 500 stevnugladir áskoðarar — gjørdist hetta vánaligasti dystur, menn hava sæð á Eið- inum í áravís. Hvørki av liðunum hevði serlig evni at sýna Einki var um skapandi fótbóltsspæl, og meginpartin av tíðini sigldi bólturin í luftini. Einsamalla málið, ið tryggjaði VB framhald- andi uppflytingarpláss, var hinvegin sera gott: Egil Steintórsson skall- aði bóltin til Jens Sivar Djurhuus, ið við bak- inum móti málinum tók hann við sær í vending- ini og smekkaði inn í handara málkrók. Hetta málið kom mið- skeiðis í seinna hálv- leiki, og hvorki áðrenn ella aftaná hendi so mikið á vellinum, at vert er at geva pláss fyri ti í umrøduni av dyst- inum. (hj.) sumbingar leygardagin 2. deild, menn: HB-Sumba 5-1 (3-0) Sumbingar plaga at vera millum tey líðini, ið eru favorittar til uppflyting á nærum hverjum ári. So hevur eisini verið tosað í år, men ikki hev- ur gingist liðnum fult so væl, sum tað plagar. Men leygardagin sást lítið ul tey eyðkenni, ið fyri nøkrum árum síðani fingu sumbingarnar at yrkja »Sunnast í Føroy- um, íein landsynning... HB hevði styrkt sær eitt sindur um liðið við útisetum, men kortini vóru broytingarnar ikki so øgiligar, at tað ein- samalt var orsøkin til sigurin, ið gjørdist held- ur enn ikki trivaligur. Heili 5-0 kom HB uppá, áðrenn sumbingar í síðstu løtu fingu eitt mál sum troyst, so dyst- urin endaði 5-1. Høgni Hansen legði í tveimum umførum fyri við málskjótingini — tað fyrra málið var eitt brandskot langt úti, og tað seinna ein skallari eftir innlegg út høgru síðu frá Jan Olesen. Hesin seinni legði fyri hálvleik HB á odda 3-0, tá hann eftir vælspælt álop bert skuldi plasera bóltin ødrumegin mål- verjan hjå sumbingum. I seinna hálvleiki varð tað Hartvig Joensen, ið økti til 4-0, tå hann skallaði bóltin inn undir yvirliggjaran eftir gott innlegg. „Leu seinnu fóru Rói Arting og Eyðun Jensen broderandi gjøgnum verjuna hjå sumbingum, og tað endaði við, at Eyðun kundi seta bóltin í netið til 5-0, og sigurin til heimaliðið í Gunda- dali var mikið meira enn tryggur við hesum. Sumbingar fingu sítt mál í allarsíðstu løtuni, tá René Thomsen fekk ein tvørbélt, sum hann við einum vælrættaðum, fløtum langskoti sendi inn við aðrari stongini í HB-málið, uttan nakran kjans hjá málverjanum. (hj.)