mikudagur 29. juni 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
67. ÁRGANGUR |
Bústaður: Argjavegl 26 | Postadr: Postsmoga 76 Í
FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG
Jan Múiler Bíaðfólk- Randi Jacobsen - Dagny
Si í krislan Dahl Jøensen - Tórfinn Smith - | Uppsetng PÆ Saslalurin Argjum 110 Tórshavn
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Hilmar Jan Hansen - Prent: P/t Pressan 1981 | Telefon: 11820 Teletax: 14720 :
Utgevari: PA Søslalurin
At speireka
dugir hann!
- Men hvussu er politiska
handalagið og hvar eru
loysnirnar?
FORMAÐUR sambandsfloksins
er, sum ikki fyrstu ferð, í so yvirleg-
in í eini grein móti einum nýggjum
valevni hjá javnaðarflokkinum í
Suðurstreymoy. Sambandsformað-
urin skrivar, at hann, Jóan Pauli
Joensen, hevði ikki staðið royndina í
tinginum. Og so varð lagt okkurt
afturat um at hjá javnaðarflokkin-
um stóð hann helst royndina. Hver
skal siga: har kann alt brúkast.
AT Edmund Joensen fer at speireka
aðrar um at standa royndir vísir,
hvussu lítið sjálvsatfinningarsam-
ur hann er. Mangur hevur sitið og
krimpað tærnar, tá hann hevur
kastað seg út í politiskt orðaskifti á
tingi eins og i fjølmidlunum. Mang-
an hevur hann avdúkað vantandi
vitan og vantandi vilja at skilja
hepið í samfelagnum.
Ongan bil frá
landsstýrinum
Eingin loysn tykist vera í
eygsjón viðvíkjandi flutn-
inginum hjá heilsu-
MEN eitt hevur hann dugað. Og tað
er at taka upp eftir undangongu-
manninum, nevniliga at speireka og
at fáa stóran part av orðaskiftinum
at snúgva seg um 1974. Hesum syn-
drominum tykist hann helst vera
sloppin undan eftir orðaskiftið við
Sosialin um hetta sama í vár. Hetta
var eisini ovbodid hjá nógvum sam-
bandsmonnum. Ella sum ein sam-
bandsmaður segði: — Tad skal annað
til at føra politikk og vinna eitt val
enn 1974-kompleksið.
ANNARS skrivar hann, at sam-
bandsflokkurin skal vinna okkum
landið aftur. Landið eiga vit og
landið skulu vit sjálvandi halda
fram at eiga, men tað verður ikki við
at velja ein undirbrotligan sam-
bandsflokk. Higartil hevur øll polit-
iska stevna sambandsfloksins verið
at seta fótur í spenni móti øllum,
sum bar á sjálvbjaringarleið.
VÍST hava vit fingið strangar treyt-
ir, rásarúmið er lítið og vit eru part-
víst komin undir umsiting, men enn
eru vit ikki farin heilt undir kong.
Ogtiertad meiraeitt skálkaskjól, tå
sambandsflokkurin talar um at
vinna okkum landið aftur. Í ES
z
og
DANSUR
å
VARMAKELDU-
kanska?
UNDANFARNI formadurin, sum
nú ronir at koma upp i aftur, skuld-
setir javnadarflokkin fyri bara at
skriva um tad, sum sambandsflokk-
urin vil, og ikki um tad, sum javn-
aðarflokkurin vil.
TAD er ein sjålvfylgja, at vit visa å
vandan at velja sambandsflokkin.
Og tad er fyrst og fremst fyri tad,
sum tey flestu eru samd, at sam-
bandsflokkurin ongan politikk hev-
ur. Vit hava hoyrt um, at alt gongur
av skriduni til, men vit hava ikki
sæd nakad til konstruktiv uppskot
frå formanninum i sambandsflokk-
inum, hóast einir tveir av ting-
manningini hava roynt at virka kon-
struktivt.
OG nú valið nærkast, síggja vit
sjålvrættvisgjørdar sambands-
menn —nyggjar einsog undanstøkk-
ingar úr eðrum flokkum — skriva, at
einasti flokkur, sum hevur varandi
loysnirnar, er sambandsflokkurin.
— Hvar eru loysnirnar? Latið okkum
sleppa at síggja tær! Enn hava vit
ikki sæð annað enn ordaskvaldur!
Tit hava jú sitið í andsteðu og eru
sloppin undan at taka tey neyðugu
tøkini, sum svíða hart í flest øllum
heimum.
JÚ, vit hava m.a. víst á vandan at
seta lenir niður, sum tykist vera
universal-heilivágurin hjá sam-
bandinum og fólkaflokkinum. Og vit
hava víst á vandan, at ein undir-
brotligur sambandspolitikkur fer at
fáa okkum í ES. Og vit hava víst á
vandan í heila tikið at velja sam-
bandsflokkin, sum eingin flokkur
hevur kunnað samstarvað við í 20
ár.
HVÍ siga sjálvstýrismenn, fólka-
floksmenn, tjóðveldismenn, mið-
menn og javnaðarmenn: Nei, sam-
bandsflokkinum ber ikki til at ar-
beiða saman við. Og seinast stungu
teir halan millum beinini, tá teir
ikki tordu at standa við ábyrgd, og
skálkaskjólið vóru 13 — trettan —
milliónir krónur til arbeiðsskapandi
tiltøk. Og teir bjóða seg fram at stýra
hesum landi. Hann náði meg.
sosialurin
FRÁ TVOROYRAR KOMMUNU
Logtingsvalið
Løgtingsvalid tórsdagin 7. juli 1994
verður í Tvøroyrar Kommunu hildið í
hølunum hjá gamla P/F Føroya Banka
frá kl. 10.00 til kl. 14.00 og frá kl. 16.00
til kl. 20.00 og har eftir so leingi sum
veljarar stoðugt meta til atkvødu-
heimasjúkrasystrunum
Nú eru seks dagar lidnir,
síðan heilsu- og heima-
sjúkrasystrarnar settu
sínar egnu bilar, tí tær
vilja hava tænastubilar.
Sjúkrasystrafelagið
hevur hesar dagarnar
bíðað eftir at frætta okk-
urt úr Tinganesi, men
haðani skulu tær íkki
vænta at fáa nakran bil í
bræði.
- Sjálvandi vita vit, at
hetta rakar nøkur fólk
meint. Eg skilji eisini
sjúkrasystrarnar í ávísan
mun, men landsstýrið
kann ikki fara at keypa
tænastubilar fyri 3 mió.
krónur, sigur Súsanna
Danielsen, leiðari á løn-
ardeildini í landsstýr-
inum.
Tórunn Patursson,
formaður í Føroya
Sjúkrasystrafelag, sig-
ur, at sjúkrasystrarnar
hava mælt til eina tillag-
ingarskipan, júst fyri at
tað almenna skuldi
sleppa frá at gera so
stóra íløgu í einum. Tað
mátti borið til at útvega
sjúkrasystrunum tæn-
astubilar eftir trimum
árum, heldur hon.
Heilsu- og heima-
sjúkrasystrarnar hittust
månakvøldid í Havn fyri
at tosa saman um stød-
una. Tær eru harmar um
at noyðast at gera so,
men tær høvdu ikki ráð
longur at nýta familju-
bilin til arbeiðsbrúk.
Tær vita væl, at hetta
ikki ber til í longdini ikki
at hava bil, tí tær hava
ongan livandi møgu-
leika at koma út til øll,
sum skulu hava vitjan,
men tær vilja ikki longur
brúka sín egna bil sum
arbeiðsamboð.
Í gjár frættist, at triggj-
ar av sjúkrasystrunum
vórðu sjúkrameldaðar,
tí ryggur og knø vóru
gingin fyri, sum tær hes-
ar dagarnar hava runnið.
randi
STEVNU
FRIGGJAKVØLDID å Kambsdali
Silly Boys og Slåttur spæla
LEYGARKVØLDID í Arbeiðsmanna-
felagshúsinum
Harmonikudansur, Hjún spæla
LEYGARKVØLDID á Kambsdali
Sláttur spælir
SUNNUKVØLDID í Arbeiðsmanna-
felagshúsinum
Harmonikudansur. Hóraldur og
Mourits spæla
Vælkomin 4
til Fuglafjarðar IF
Amnesty International
Skrivstovan í Vågsbotni er opin týsdag og friggja-
dag kl. 10—16. Tlf, 15816.
greidslu.
Veljarar, sum sambært løgtingslég
paragraf 36, 2. pkt., hava rætt at greida
brævatkvødu heima, kunnu boda by-
rådsskrivstovuni (telefon 71085) frå
møguligum ynski um heimaval ådrenn
kl. 15.00 ónsdagin 6. juli 1994.
Veljarar í Tvøroyrar Kommunu, id
ynskja bil til valstaðið, biðjast ringja til
ein av hýruvognunum á Tveroyri.
Tveroyri, tann 28. juni 1994
f/ Valstýrið
Bent Albinus, formaður
Kvinnuhúsið
hósdag frå kl. 19.00-21.00, Innganga Ná KFUM,
Oman Pisuvarda 2, ella á tif. 17200.
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl.
14.30-16.30. Telefonin, 17200, sur hvonn dog
frá kl. 14.30—7.00 á morgni.