Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 121 — 29. JUNI 1994 Tidindabladid Súsanna Holm um krøvini til nútíðar politikarar: - Skalt tå veljast, so skal tað verða fyri persånli gu eiginleikarnar, og mest umráðandi er, at tugua at samstarva við aðrar flokkar, uttan tó at missa politisku hugsjónina burtur Súsanna Holm í Kvívík heldur ikki, at tað er nøkur létt uppgáva at fara undir valstríð í hesum døgum. Javnadarflokkurin skåkar sær ikki undan åbyrgd, og tað ætlar Súsanna Holm heldur ikki. Valdi Kvívík til heimstað Súsanna Holm er leiðari í Dagrøktarskipanini í Kví- víkar Kommunu. Hon er 36 ára gomul og eigur fýra børn. Maðurin er sjómaður, og hóast familjan ikki hevði nakað tilknýti til bygdina, tá tey fyri 12 árum síðan av- gjørdu at byggja hús har, so kenna tey seg heima. Tey kundu ikki hugsað sær at búð aðraðtaðni í dag. - I Kvivik merkja vit ikki nógv til arbeiðsloysi. Her eru eini 30 børn í dagrøkt, og vit gera nógv burturúr, til tess at dagrøktarmammur og børn ikki skulu kenna seg so einamøll í gerandis- degnum. - Allar dagrøktarmamm- ur og børnini hittast tvær ferðir um vikuna í Glæmu- ni, sum er bygdarhúsið í Kvívík. Vit syngja, spæla og hugna okkum. Tað er stuttligt hjá børnunum at sleppa at spæla við onnur børn enn tey, sum síggjast hvønn dag, eins og dagrøkt- armammumar altíð hava nógv felags mál at tosa um. Um komandi valstríðið, sigur Súsanna Holm: - Vit mugu hava politiskt reinføri aftur f føroyskum politikki. Tad skal ikki longur g68- takast, at lokalpolitikarar lata seg stilla upp og bert síga seg vilja arbeiða fyri á- vísum áhugamálum. Birgir Waag Høgnesen, valevni javnaðarfloksins í Norðstreymoy Súsanna Holm, valevni javnaðarfloksins í Norðurstreymoy: Hugsjónin er at tryggja øllum eina framtid her — Eitt samfelag verður mett eftir, hvussu væl tað tekur sær av sínum veiku. Her eru vit eftirbátar, og tað eigur javnaðarflokkurin íkki at góðtaka, sigur Súsanna Holm Politiskt samstarv - Skalt tú veljast, so skal tað verða fyri persónligu egin- leikar tínar, og mest umráð- andi er, at tú dugur at sam- starva við aðrar flokkar, utt- an tó at missa tína politisku hugsjón burtur. - Samfelagságóðin skal býtast sundur í eins stórar partar til øll. - Vit mugu eisini hugsa Teir lækka tína nensjón 40% — Javnaðarflokkurin sigur kortanei Ert tú sinnaður at lata sambandið og fólkaflokkin taka 40% av tíni fólkapensjón og harafturat missa frælsið til at ráða yvir hvat peningurin skal nýtast til? Nei, tú eigur at verja vunnin rættindi við at atkvøda fyri javnaðarflokkinum. Tað veitst tú. Teir ætla at strika arbelåsmarknadareftirignargrunnin - Javnaðarflokkurin heldur fast við hesa skipan Ikki er annað væntandi enn at sambandið og fólkaflokkurin fara at strika hesa skipan, sum javnaðarflokkurin hevur vunnið við tógvið stríð. Við at lesa hvat teir hava at bjóða upp er eingin ivi um, at eitt av sparitiltøkunum er at strika henda grunn, til frama fyri annan post á fíggjarlógini. Javnaðarflokkurin má sterkur inn at verja hendan grunnin — tað veitst tú. um framtíðar ágóðan av eini møguligari oljuvinnu. Her verður neyðugt at lóg- geva soleiðis, at ikki bert nakrir fáir vinnulívsmenn fáa ágóðan, og at fjøldin tí bert skal tæna teimum. - Eg haldi, at tad hevur al- stóran tydning, atJavnaðar- flokkurin er við í samráð- ingunum við donsku stjórn- ina í august mánað. Uttan mun til, hvussu valúrslitið verður, so er Javnaðarflok- kurin tann flokkur, sum hig- artil hevur ført hesar sam- ráðingar. Hann eigur eisini at sita við samráðingarborð- ið í august - Neyðugt verður eisini at seta dønum krøv, sum kunnu fáa gongd aftur á vinnulívið í Føroyum, eitt nú at fáa danir at:niðurfrysta skuldina í eini fimm ár, so vit sleppa úr tí fæstlæstu stóðu, sum vit eru í nú. Peningur ikki alt - Kreppan hevur rakt meint á nógvum økjum, men Før- oyar hava hóast alt nógvar fyrimunir, sum hini londini ikki kunnu bjóða. - Vit hava reint náttúru- umhvørvi og góðar uppvak- starmøguleikar fyri børn- ini. Vit kunnu trygt senda børn okkara út at spæla. Her eru náttúrligir vandar til staðar, og hevur tú ikki eyguni eftir børnunum eina løtu, so veitst tú, at onnur ansa eftir teimum, eins og tú sjálv gert, um tú sær børn ferðast onkunstadni, har tey ikki mugu ganga. - Vit hesum vil eg siga, at tað er skeivt, bert at hugsa um, hvat tú kanst fáa í Dan- mark, nú figgjarstødan er so vánalig og arbeiðsloysið ger um seg í Føroyum. Alt skal ikki gerast til ein spurn- ing um pening, heldur Sú- sanna Holm. Hinvegin, so ásannar hon, at trygdarmerskarnar í før- oysku sosiallóggávuni eru alt ov stórar. Javnaðarfólk góðtaka Ikki - Munagóðar åbøtur mugu gerast, fyri at hjálpa teimum, sum eru ringast fyri í dag. Sosiala trygdarnetið, sum skal lofta teimum, ið hava brúk fyri hjálp, er alt ov vánaligt. Tað hevur fingið hópin av fólki at flyta av landinum, har sosiala trygd- in er betri enn okkara. - Tað er illa avstaðfarið. Eitt samfelag kann m.a. metast eftir, hvussu tað megnar at hjálpa sínum veiku, og her eru vit eftir- bátar. Tað mugu vit gera nakað munagott fyri at broyta. - Í dag er neyðin so stór, at vit ikki orka at hjálpa teim- um. Tað kunnu vit sum javnaðarfólk ikki góðtaka, sigur Súsanna Holm. Bu