Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-29, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 1994síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á våsi? — vemái? Ein spurningur, efla tíðindi. so ring til okkara. Vit eru til reiðar ! Telafon 11820 - Lágtrýstið vestanfyri Føroyar grynnist meðan lágtrýstið vestanfyri Ír- land rekur í landnyrð- ing og hevur regn við sær. Hátrýstið yvir Ermasundi hevur seg hósdagin í landnyrðing og lágtrýstið yvir Norð- urfraklandi norðuryvir. i Friskandi til millum gul og strúk í vindi, 8-13 m/s, av norði og útnyrð- ingi, ádrigið og bert toluligt sýni, tó longri millum ælini og frægari sýni móti kveldi. Hitin uml. 10 stig. Hósdagin Bert lítið lot upp í gul, 3-8 m/s, av vestri og út- synningi, lutvíst ádrigið, hendinga æl, annars gott sýni og eisini sólar- glottar. Hitin um dagin upp í 15 stig, um náttina um!. 10 stig. Fríggjadagin á leygardagin Einamest lítið lot upp í gul, 3-8 m/s, av útsynn- ingi og suðri, ádrigið, mestsum turt og bert toluligt sýni, stundum eisini mjørki. Hitin mill- um 10 og 12 stig. Sunnudagin Helst millum lot og frískt lot, 5-10 m/s, av eystri og landsynningi, ádrigið, bert toluligt sýni og stundum eisini regn og mjerki. Hitin uml. 12 stig. . jo DI Teietax 147 20 Gunnvør Holm Jensen: Gleðist um tað sóða og tað vakra Rødan, sum Gunnvør Dam Jensen helt á stevnuni í Kollafirði farna vikuskifti: Góðu áhoyrarar! Fyrst av øllum vil eg takka fyri tann heidur, mær er sýndur frå ítróttarfelag- num, at siga nøkur orð her í kveld. Søgnin sigur, at Kolla- fjørður er ein av teimum elstu bygdunum í Føroyum, av fyrstan tíð bóndabygd burturav. Fyrsti maður, ið búsettist her, at Kolli og harav navnið Kollafjørður. Samanhald millum fólk hevur longu frá gamlari tíð víst seg at hava stóran týdn- ing fyri menningina av ein- ari tjóð. Tað hevur altíð eyðkent føroyingin, at byrðarnar hava teir borid i felag. Sam- felagið var uppbygt vid gerabytum, og á henda hátt bleiv alt fólkið meira ella minni ein eind, ið hevði nógv at týða fyri tann ein- taka. ; Mangt broytist å mansins ævi, sum Tróndu i Gøtu á sinni tók til, og tað má sannast at broytingar henda hvønn tann einasta dag. Vit hava júst hátíðarhild- ið, at tað í ár eru 100 ár síðani teir fyrstu fólkafund- imir blivu hildnir í Føroy- um. Rødurnar á teimum fyrstu fólkafundunum bóru mangan brá av einari sann- ari tjóðskaparkenslu. Eftirhondini fingu fólka- fundirnir sínar sermerktu rødarar og yrkjarar. Man kann imynda sær at fólkini, sum savnadust til hesar fundir, mangan lyddu hugtikin å hvat hesir eld- hugadu menn høvdu at bera fram. Her á leiðum blivu fólka- fundir hildnir frammi við Mjåuvøtn á Breidadalsfløt- Vestfalskyrrindi 30. juni: Seinna kvarter 7. juli: Månin longst frá jørdini uni. Fólk gingu høgt upp í hes- ar fundir, teir blivu ásettir langa tíð frammanundan, og fólk gleddu seg til at fara. Eg havi hoyrt fólk greiða frá, at tey minnast aftur á hesar fundir sum nøkur stór upplivilsir. Eins og fyrr hava vit í dag brúk fyri samanhaldi. Hetta er sera týdningarmikið fyri okkum. At ein stevna verður hild- in, er við til at styrkja bond- ini okkara millum. Her hava tey ungu høvi til at hitta sínar javnlíkar og kappast í ítrótti, og tey eldru hava høvi til at møta ødr- um, fáa eitt prát ella bara kenna, at tey hoyra til í hesi eindini. Í hesum sambandi havi eg hug til at nevna framsýn- ingina av gomlum myndum her år bygdini. Eg havi mangan roynt at ímynda mær, tå ið man sær myndir við einum 30-40 fólkum á, í hverjum sam- bandi myndin er tíkin ella kanska hvat hesi fólk hava havt til felags. Ein dagin vit tosaðu um hetta, segði gumma mín: nei, tað var sera nemt at fáa nógv fólk við á eina mynd ein sunnudag, tí tå gingu øll túr her í bygdini. Hetta fær meg at hugsa: ganga túr? Um eg hevði gjørt eina roynd og farið út ein sunnudag og steðga øll- um, sum eg møtti, ivist eg í, um eg hevði havt savnað 30 fólk tá ið kveldið kom. So her er nógv broytt. Hesi seinastu árini ella tey sokalladu 80' árini hava meira ella minni ávirkað okkum øll. Tann vaksandi material- isman hevur broytt okkum frá tí gamla hugburðinum at bera byrðarnar í felag, til at bera byrðarnar hvør sær. Hjólini mólu skjótari og skjótari, vit skuldu øll nåa so nógv sum gjørligt. Vit hildu uttan iva, vit fóru at gerast meira nøgd, men sannleikin er helst tann, at nógdsemið ídag er minni enn fyrr, tíverri. Samfelagið er í stórari fíggjarligari kreppu, 5. hvør føroyingur gongur arbeiðs- leysur. Í dag hava gll minni pen- ing at liva fyri, og mong kenna hetta sera nívandi. Tað eru ikki øll lívsvirði, ið kunnu gerast upp í pen- ingi, og tí ræður tað um hjá hvørjum einstøkum av okk- um at finna hesi. Vit hava brúk fyri at gleð- ast um tað, sum framvegis er gott og vakurt. Tað tekst ikki burtur, at vit frá Skap- aranum hava fingið eina sera vakra náttúru. Hver hevur ikki upplivað at ganga úti í náttúruni, langt burtur frá alfaravegi. Bert onkur fuglaljóð at hoyra, okkurt áartutl, har er so stilt og friðsælt. Ella eina vakra føroyska summarnátt, hvar roðin sæst í eystri, sjógvurin liggur so spegilsblankur. Slíkt styrkir sál og sinn. Vit kunnu tí siga, at vit í dag sum ongantíð fyrr hava brúk fyri samanhaldi. Eg haldi tó, at vit eru á gongdari leið, tí nú hava vit upplivað her í bygdini, at tað ber til at taka sær nakað fyri í felag. Eg hugsi um okkara nýggj viðarlund uppi í Beiti. Eg vil í hesum sambandi nýta høv- ið til at takka stigtakarunum 0143 1404 0238 1513 fyri hetta tiltakið, tí hetta má sigast at vera bæði bygdini og fólkinum her býr til frama. Har eiga vit nú hvor sítt træ, sum hvør einsæris fælir sína ábyrgd fyri. Sjálvt um skýggini yvir okkara samfelag í dag eru stór og myrk, so mugu vit minnast til, at oman fyri skýggini er himmalin altíð bláur. Við vón um, at Hann, sum yvir øllum ræður, framvegis má vera við okkum, fari eg at enda við at lesa yrkingina hjá M. C. Restorff >Ein glotti fyri framman«: Mong um landið stúrin sita, — kreppan nivir okkum meint. Vónin er at rákið vendir, og skútan stevnir beint. Ein glotti fyri framman — ytst í havsbrúnni hómast ljós. Nú standi saman fólkið og setið út í kort nýggja kós. A atrmifklrtskm og einstaklingum í lýsingarspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran Telefon 11820 - Teletax 147 20 Gud, sum fiskin gav av grunni, kann aftur signa okkum her. Tá ein og hver í arbeiðsgleði aftur mangt vælaverk ger. Ein glotti fyri framman — ytst í havsbrúnni hómast ljós. Nú standi saman fólkið og setið út í kort nýggja kós. VON — besta ogn. TRÚGV — flytur fjøll. GUD — broyta kann ódn til logn. BIRTAST NÚ Í OKKUM VÓN: RÆTTIN TIL LÍV EIGA ØLL Ein glotti fyri framman — ytst í havsbrúnni hómast ljós. Nú standi saman fólkið og setið út í kort nýggja kós. Framvegis góða stevnu. Takk fyri. 1019 2253 - 1219 1104 2338 1119 2353 1128 - 0053 1328 - 1213 - 1228 ve