Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller Blaðfóis. Randi Jacobsen - Dagny Útgavar PM Søslalurin Fyritaksstjóri. Krisjan Dahl Joensen - Tårfinn Smith - | Uposetng P/T Soslalurin ya Kalmar Lindenskov Hilmar Jan Hansen - på PA Pressan 1981 Jústinus Eidesgaard Bústaður. Argjavegi 26 Telelon: 11820 67. ÅRGANGUR 110Térshavn Taletax 14720 Argjum Ovanligar fjølmidlatidir NEYVAN hevði nakar roknað við, at vit skuldu fáa val í ótíð og at skotbráið til sjálvan valdagin skuldi gerast so stutt. Henda sannroynd umframt tann ovurstóra uppstillingin hevur sjálvandi eisini stóra ávirkan á fjølmidlarnar. Bæði útvarp og sjónvarp gera nógv burtur úr valinum og sama er galdandi við øllum bløðunum. Málgagnið hjá sambandinum eru um at bresta av val- greinum og ikki kunnu vit her á blaðn- um siga okkum fríar fyri ti heldur. Hetta avmarkar sjálvandi møguleikar okkara fyri tí vanliga tíðindaflutning- inum og øðrum og tað er stórt spell. Tískil vilja vit eisini koma við eini umbering til okkara stóra lesaraskara fyri hesar óvanligu tíðir, har roynt verður at geva teim ymsu flokkunum | - teimum ymsu sjónarmiðjunum inni- vist. Møguleikarnir at prenta tey heilt stóru blødini eru eisini avmarkaðir, og tí biðja vit lesararnar halda okkum til góða í nakrar dagar aftrat. SUM lesararnir hava lagt til merkis, so hevur einki várbingo verið í Sosialinum í ár. Hetta hevur annars verið fastur táttur í skjótt 15 ár. Nú kom so val- stríðið og tað hevur eisini ávirkað okk- ara bingoætlanir. Men so væl umtókt er bingo í Sosialinum, at nógvir av teimum trúgvastu bingospælarum kring alt landið hava heitt á blaðið um ikki at lata bingo gleppa, og hetta hava vit tíkið til eftirtektar. Tískil verður farið undir okkara seinkaða várbingo komandi leygardag við einum hópi av góðum vinningum. Millum stóru og mest spennandi vinningarnar er ein ferð til israels, ein ferð til Skotlands og ein til Danmarkar. Haraftrat eru nógvir aðrir góðir vinningar, eitt nú virðismiklu bøkurnar frá Bókagarði, ikki minst dýrgripurin Varðin. HETTA er annars feriutíð, og plagar hon eisini at merkja blaðútgávu. Tó hava vit á blaðnum hesi seinastu árini roynt at lagt feriurnar so mikið væl til rættis, at hetta ikki gekk út yvir tíð- indaflutningin. Mong av bløðunum hava heilt lagt árarnir inn í summ- arferiuni, og sjálvt sjónvarpið hevur lagt heilt stilt hesa tíðina. Sosialurin hevur harafturímóti minkað um útgávudagarnar til nøkur ár herfyri, tå vit mettu tað vera av avgerandi týdningi at varðveita fimm daga útgávuna eisini um summarið, tó við nakað skerdum síðutali. SO verður eisini í summar. Men vit hava longu tryggjað okkum góð og dugnalig fólk at taka part av summ- arvaktini og tí kunnu vit veita lesarum okkara vissu fyri, at vit allan juli og august mánað, tá ein partur av mann- ingini er í feriu, fara at gera nøkur aktuell og åhugaverd blød, sum leggja stóran dent á vanliga tíðindaflutningin. Vónandi fara lesararnir heldur ikki at svíkja okkum í summarfrítíðini men vera eins virknir í samfelagsorðaskifti- num sum undan valinum. Bingoplátan og fyrstu tølini koma í blaðið leyg- ardagin. Vilja tit vera vís í at fáa blaðið við plátuni, so er bara at seta navn á lepan á næstu síðu og senda hann. Tá hava tit tryggjad tykkum plåtuna og eru haldarar av blaðnum allan komandi ársfjórðingin, meðan bingospælið koyr- ir. Gott val, gott summar og gott bingo. SOSIALURIN 7 Bara valagn av landsstýrinum at lækka skattaprosentið hjá kommun- um, sigur Jógvan K. Mørkøre, formaður í Føroya Kommunu- Merkonomar i ferdavinnu Ingigerd á Trødni og Sylvia Djurhuus fingu i gjár sum tær fyrstu í Føroyum prógv í nýggjart út- búgving Ein líður í arbeiðinum at menna ferðavinnuna er at útbúgva starvsfólk, og fleiri skeið hava eisini verið. Í gjár varð søga skrivað á Føroya Handilsskúla, tí tá fingu teir fyrstu føroysku merkonomarnir í ferða- vinnu prógv. Tað eru tær báðar Ingi- gerð á Trødni, leiðari á Kunningarstovuni í Havn, og Sylvia Djurhuus, sum starvast á ferðamannastov - uni Alduni hjá Ferðaráð- num. Tær høvdu framman- undan tikið nakrar læru- greinir, men fyri at verða merkonomar í ferðavinnu skuldu tær hava lærugrein- arnar ferdavinnuvirksemi og ferdavinnuvørutænasta eisini. Hesar hava tær nú tikid á brævskeiði í sam- starvi við handilsskúlan í Hjørring. Aðrar hava eisini luttikið í bræskeiðinum, men tað eru bara tær báðar, som hava fult merkonom- skeið í ferðavinnu. Tær báðar halda tað vera ein veikleika at útbúgva seg við brævskeiði, tí tå ber ikki til at tosa saman. Men ein av handilsskúlanum í Hjørring var tó her og vitjaði í sam- bandi við eina uppgávu, og tey fingu nógv burturúr prátinum, sum tá var. Ingigerð og Sylvia hava drúgvar royndir í ferðavinn- uni, men tað er kortini gott at fáa meira at vita og læra nakað nýtt. Ferðaráðið stuðlar fólki í Ragnar Magnussen, stjóri á handilsskúlanum, handaði týsdagin teimum báðum fyrstu merkonomunum í ferðavinnu prógvini Mynd: Jan at útbúgva seg í vinnuni, men kann ikki stuðla fíggj- arliga. Ingigerð og Sylvia halda tað vera gott, attað ber til at fáa hesa útbúgving í Føroyum nú, tí tað bøtir um samstarv og forstáilið í vinnuni. Hetta er eisini ein máti at seta okkurt í ongd og skapa arbeiðspláss, halda tær. randi felag Tað kann koma aftur um brekku, at landsstýrið lækk- ar skattaprosentið hjá nøkr- um kommunum nú, U inntøkurnar seinni í ár eru alt ov Óvissar. Hetta hildu umboð fyri tær fimtan kommunumar, sum mánadagin hildu fund í Havn. Kommunumar hava sent landsstýrinum mótmælis- skriv. - Landsstýrið hevur sam- bært lóg góðkent tær fíggjarætlanir, sum skatta- prosentini eru ásett eftir. Hetta í sær sjálvum skuldi borga fyri, at tey eru á leið. Tað er einki í hagtølunum, sum bendir á nakrar veru- ligar broytingar frá teimum útlitum, sum vóru, tá ið fíggjarætlanirnar vórðu samtyktar. Lønanitgjaldingarnar = eru ikki øktar, arbeiðsloysið er neyvan minkað á annan hátt enn við fråflytingini, sum stødugt økist, siga tær 15 kommunumar í skrivi til landsstýrið. Tær halda tað framvegis vera eina gátu, hvussu landsstýrið kom til at lækka prosentið. Tær tulka tað sum, at landsstýrið skal vísa, at onkrum kann tað stýra, og kommunurnar eru add einasta, sum eftir er at stýra, siga kommunumar. Missa sjálvstýrið - Tað er at taka burtur tað seinasta av kommunala sjålvstyrinum, og eg ivist ikki í, at hetta bara verður gjørt, tí tað er upp undir val, sigur Jógvan K. Mørkøre, formaður í Føroya Komm- unufelag. Hann dugir ikki at síggja nakra meining í ti, sum landsstýrið her hevur gjørt. Inntøkumøguleikamir tað eftir er av árinum eru Ógvu- liga Óvissir, als eingir peng- ar eru sum er til íløgur, og vanliga røktin er eisini Ov lítil, sigur Jógvan K. Mørk- øre. Onkur kommuna, sum hevur fingið lækkað pro- sentið, vildi heldur sett prosentið upp fyri at fingið pengar til vanligt viðlíka- hald sum t.d. at gera vegir aftur. Kommunurnar krevja, at landsstýrið tekur aftur boð- ini til kommunurnar um at lækka skattaprosentið, men vil hetta landsstýrið ikki tað, er bara at vóna, at næsta landsstýrið vil, sigur Jógv- an K. Mørkøre. Hann hevur ilt vid at skilja, hvi landsstyrid hevur tíkið hesa avgerðina. Tá summar kommunur sjálvar ætlaðu at lækka prosentið, segði landsstýrið nei. Tað eru annars ikki kommunurnar við hægsta skattaprosentinum, sum nú skulu seta prosentið niður. Tað verða ti ikki teir borg- arar, ið gjalda mest í skatti, sum sleppa lættari, ger Jógvan Mørkøre vart við. randi | |