fríggjadagur 1. juli 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FRÆLSI -— JAVNAÐUR — BROÐRALAG
Blaðíóis. Randi Jacobser; - Dagny
Hví leika so í Óli Jacobsen!
VALSENDINGIN í sjónvarpinum
mikukveldið um fiskivinnuspurningar
var åhugaverd - ikki tí hon gav okkum
so nógv nýtt - men meira tí at tú her
ásannaði, hvussu lítið okkara fremstu
fiskivinnupolitikarar og teir nýggju í
veruleikanum hava upp á hjartað. Tað
var sera hugstoytt at hoyra fiskivinnu-
ideolog sambandsfloksins. Hóast altíð
sakligur í orð og tal, so sóknaðist tú her
eftir onkrum nýggjum - onkrum
alternativi til verandi fiskivinnupolitikk,
frå ti flokki, sum fremst av øllum
bjóðar seg fram at taka við landsins
stýri. Hetta skuldi ein trúð bar í sær
skyldu - ábyrgd - at koma við nøkrum
ftøkiligum. Higartil er tað einasta vit
hava hoyrt frá sambandinum undir
valstríðnum ein óendalig 6nøgd við
verandi stýri. Men ikki eitt - ikki eitt tað
einasta orð um, hvat flokkurin hevur at
seta istadin. Fiskivinnuumboð
sambandsins var ikki sørt frægari, og
tað var eitt stórt vónbrot, tíanverri, fyri
tey, sum hava mett hann hava gott skil á
fiskivinnupolitikki.
FOLKAFLOKKURIN var tad sami
sum altid. Hann visti, at hann hevur
heldur einki at bjóða upp á. Tað einasta,
sum hann kundi bera fram, var eitt "for-
herligilsi” av sær og sínum. Vit fólka-
floksmenn - vit fólkafloksmenn osfr.
Ikki eitt positivt ella eitt frameftir-
hyggjandi orð um, hvat skal gerast.
Tjóðveldisumboðið, sum hevur sitið í
einum tí mest týðandi fiskivinnusessi-
num í longri tíð, nevniliga sum for-
maður í fiskivinnunevndini, slapp eisini
ov lætt. Eisini hann leyp upp um garðin,
har hann er lægstur við bert á ásanna
nøkur ting. Tó skal sigast, at hann altíð
er ærligur og sigur sum er, eisini tá tað
snýr seg um at viðganga mistøk og
skerdu møguleikarnar at taka egnar
avgerðir. Nýggju flokkarnir høvdu
vekur orð um, at vit skulu til at troyta
nýggjar møguleikar og gera meira fyri
at stuðla marknadarføring. Hetta er alt
gott, men hetta var alt so óstrukturerað
og lítið itøkiligt, at heldur ikki hesir
kunnu sigast, at hava nakað veruligt
alternativ at vísa á til verandi fiski-
vinnupolitikk, sum inniheldur bæði
stuðul til fiskiroyndir og marknadar-
føring.
TÅ nortið var við leiklutin hjá ti
almenna og hann hjá vinnulívinum, so
tóktist alt ein hurlivasi. Onkur vildi
hava tað almenna at vera meira upp í
vinnulívinum, onkur annar helt, at tað
almenna skuldi halda fingrarnar burtur
frá vinnulívinum. Og soleiðis helt
leikur fram. Serliga spent mundu mong
vera at hoyra, hvat nýggi verkamannna-
flokkurin við formanninum í
Fiskimannafelagnum á odda hevði at
siga. Luttøka hansara var tíanverri eitt
stórt vónbrot. Tað einasta, sum hann
hevur at varta upp við í eini so týðandi
sending og sum hann nú hevur
endurtikið 10.000 ferðir er ein lemjandi
kritikkur móti núverandi
landsstýrismanninum í fiski-
vinnumálum, tí hesin m.a. ikki hevur
valt umboð fyri Fiskimannafelagið í
eina nýggja nevnd. Hóast vit kunnu
vera samd ella ósamd um hetta, so ere
tað ein sannroynd, at tú byggir einki
land við bara at vísa Gnøgd og aftur
énøgd og við at vera fornermaður við
alt og øll. Hvat viðvíkur ósemjuni
millum formannin í
Fiskimannafelagnum og so
javnaðarflokkin í Tinganesi og har fyrst
og fremst Tummas Arabo og Maritu
Petersen - hver so enn hevur rætt - so er
tað at síga, at tað líkist ongum, tá for -
maðurin í Fiskimannafelagnum nýtir
eiuhvørt høvi til at ikki bert finnast at
men til at niðurgera hesi upp á tað
grovasta aftur og aftur. Tað skal vera
ein kantur - tað má vera eitt mark fyri,
hvussu nógv ødi og sinni kann fara við
einum manni, sum situr í týðandi
álitisstarvi og hvussu henda ødi skal
ganga út yvir ikki bert hesi nevndu fólk
men allan tann flokkin, sum hesi
umboða. Tað finnast uttan iva mong
javnaðarfólk, sum eru ónegd við av-
gerðir tiknar av sitandi stýri, men hesi
fara ikki at melda seg úr flokki og
stovna egnan flokk fyri tað. Lesið bara
samrøduna við Jonu Henriksen í Sos-
ialinum í gjár, har hon - hóast énøgd
vid ymiskt - ikki ætlar sær at svikja
flokkin fyri tað. Og hóast formaðurin í
Fiskimannafelagnum kennir seg og
sínar limir illa viðfarnar av javnadar-
flokkinum hesi seinastu árini, so eigur
hann ikki at gloyma alt tað góða, sum
javnaðarflokkurin og javnaðarfólk hava
gjørt til fyrimuns fyri bæði fiski-
mannafelag og onnur fakfeløg.
VIT hava eins og mong onnur stóra
virðing fyri arbeiðinum hjá Óla Jacob-
sen, og hava aftur og aftur fylgt honum
og arbeiði hansara her í blaðnum, men
tað kann ikki vera rætt, tá maður, sum
situr í slíkum sessi og sum sigur seg
hava so stóran áhuga fyri at fáa virk-
semi í gongd, bara brúkar alla sína tíð
og orku til at koma við lemjandi og
afturvendandi kritikki móti åvisum
navngivnum javnaðarfólkum. Tá hevði
verið rættari at komi við hesum kritikki
á rætta stað og tað er í flokkinum, so-
leiðis at eisini hann kundi verið við til
at broytt flokkin innanifrå. Vit ivast
heldur ikki i, at sami óli Jacobsen í
mongum førum hevur rætt í sínum
atfinningum, og at avgerðir tiknar í
landsstýrinum hava ikki altíð verið nóg
væl umhugsadar. Men harfrå og so til at
blíva við niðurgera nøkur åvis fólk, sum
Vit vita royna at gera sítt besta fyri land
og fólk - og at lata hesa ónggd og vreiði
ganga út yvir ein heilan flokk, sum í
grundsjónarmiðinum stendur
fakfelagsfólki næst, tað er ovboðið. Tað
Útgevar- PM Søstalurin
Uppsetng PA Saslalurin
Prant: PA Pressan 1981
skal tí vera áheitan okkara á Ola
Jacobsen - nú hann hevur gjørt álvara
av at stilla upp - um at broyta tónan -
um ikki at vera bangnan fyri at venda
hin hjålkan til, tá okkurt gongur honum
ímóti heldur enn bara at liva út frá
setninginum um “eygað fyri eygað og
tonn fyri tonn". Vit hava einki ímóti
einum verkamannaflokki, um hann í
høvudheitum stendur fyri somu
grundsjónarmiðum sum javn-
aðarflokkurin, men vit bera stórliga Ótta
fyri, at ein slíkur nýggjur flokkur bert er
við til at spjada atkvødurnar, sum ann-
ars høvdu munað best saman, og at
hann harvid er lykilin hjå teimum
borgarligu til at lata dyrnar upp fyri eini
reint borgarligari samgongu ella rættari,
lykilin til at stongja úti frå allari åvirkan
bæði javnaðarflokk og verkamanna-
flokk.
TAÐ er annars ein ærlig sak, tá sami
maður skýrir landsstýrið ongan fiski-
vinnupolitikk at hava og at vera bein-
leiðis ímóti nýggjum hugskotum og
projektum. Hetta er ein partur av ti
livandi orðaskiftinum. Men álvaratos -
er tað so einfalt, sum nú formaðurin í
Fiskimannafelagnum setur tað upp: at
tað ræður bara um at fara í gongd so eru
møguleikarnir og arbeiðspplássini har!
Og tá tað ikki verður farið í gongd við
øllum her og nú, so bara at geva einum
manni í Tinganesi alla skyldina! Tað er
alla æru vert, at formaðurin í fiski-
mannafelagnum og onnur royna at
kanna, hvørjir nýggir møguleikar eru í
fiskivinnuni. Men harfrá og so til at
leggja landsstýrið undir at forða fyri
hesum møguleikum er sjúk tala. Hyggja
vit eftir, hvat er gjørt frá politiskari síðu
øll 80-ini og til í dag at royna alterna-
tivar leiðir, so vita vit, at tað hevur
hevur ikki skortað upp á vilja ella
pengar frá almennari síðu. Hugsað bara
um pengarnar, sum Menningargrunn-
urin hevur latið til alt millum himmal
og jørð. Skal tað nú gloymast harra Óli
Jacobsen! Ein hevuðsmunur millum
fyrr og nú er bara tann, at tá flest allir
politikarar og nógvir vinnulivsmenn
vórðu samdir um at taka allan studning
burtur, fyri at lata vinnuna hvíla í sær
sjálvandi og arbeiða út frá marknaðar-
ligum princippum, so hevur hetta eisini
havt sína ávirkan á initiativ til at fara
undir nakað nýtt. Men hetta er íkki
nakað tú kanst geva einum javnaðar-
fiskimálaráðharra alla skyldina fyri. Vit
hava øll ynskt at fáa skipanina við
studningi broytta so ella so. At tað eru
færri pengar til taks ger so eisini, at tú
torir ikki at leypa út í øll møgulig
eksperiment uttan at tå frammanundan
hevur kannað tey betri. At tað finnast
fiskasløg, sum kunnu veiðast í stórri
mun er ein sannroynd, men eiga vit íkki
at læra av 80-unum og gera neyðugar
forkanningar fyrst eitt nú við markn-
aðarkanningum ol. Hetta var m.a. tað
sum umboð javnaðarfloksins vísti á í
Bústaður. Argjavegi 26
Argjum
Teleton: 11820
valsendingini. Eftir okkara tykki kom
hann væl frå hesi uppgåvu og visti seg
sum mannin, ið byggir sínar avgerðir á
sakligt innlit og eins reglur og lógir fyri
øll í samfelagnum.
TAÐ var annars hugstoytt at hoyra
umboðið hjá verkamannafylkingini
leggja eftir teimum í almennum arbeiði,
hesaferð teimum fólkum, sum starvast á
landsskúlafyrisitingini. Tað var ikki
serliga sakligt, tá brúkti landsskúla-
fyrisitingina sum grundgeving, tá hann
fanst at nýggja fiskiveidieftirlitinum,
sum hevði brúk fyri 6 fólkum og
samanbar tað við Landsskúlafyrisit-
ingina, sum eisini byrjaði við fáum
fólkum men sum síðani bólgnaði upp til
nakað, sum vit als ikki hava brúk fyri.
Soleiðis skuldu orð hansara skiljast. Vit
siga ikki, at hesin stovnur ikki kundi
verið minni, men tað er orðalagið -
tónan, sum vit harmast um. Hví skal
formaðurin í Fiskimannafelagnum fara
at leggja eftir einum almennum stovni
bara tí at hann kann brúka hetta ímóti
politikki landsstýrisins á fiskivinnu-
økinum! Hví apa seg eftir teimum
borgarligu, sambandi og fólkaflokki,
sum fyri einhvønn pris vilja hava tey
alment løntu niður við nakkanum! Hava
børnini hjá fiskimonnum ikki brúk fyri
eini vælskipaðari undirvísing, hava tey
ikki brúk fyri sjukrarøkt osfr. Soleiðis
kundir verið hildið fram. Tað er rætt at
seta kikaran á almenna sektorin eisini,
men tað er blóðskeivt at gera hann til
syndabukk, tá tað haltar í vinnuni. Hví
skal tað sum virkar væl og sum hevur
kostað nógv at byggja upp bráddliga
vera fyri størstu útspilling, bara tí at
gongst illa á øðrum økjum í samfelag-
num! Vit fara at heita á Ola Jacobsen
um at gevast við at leggja eftir teimum,
sum arbeiða í almenna sektorinum. Og
lata vera við at brúka hesi sum kasti-
bløku, tá hann finst at fiskivinnu-
politikkinum hjá landsstýrinum.
SPELL at split skuldi koma í millum
part av fakfelagsrørsluni og javnadar-
flokkin. Hetta hevdi kunnad verid
ødrvisi, um bara vilji var til tess, frå
bådum sidum sjålvandi. T6 eigur at
vera sagt, at fakfeløgini eiga ikki at
gloyma, hvussu torført jåst hetta
skeiðið hevur verið til at stýra
landinum. Tað boðar annars ikki frá
góðum, tá fólkafloksmenn aftur og
aftur stíga fram í valsendinginum og
taka fult og heilt undir við ti, sum
fremstu umbodini fyri verka-
mannafylkingina hava at bera fram. Tað
sigur ikki so lítið. Løntakarar áttu at
lagt sær tað í geyma. Tit vistu hvat tit
høvdu, tit vita ikki, hvat tit fáa eftir
komandi val. Og tað ringasta tít kunnu
fáa er ein sambands-fólkaflokssam-
gonga.
SOSIALURIN