fríggjadagur 1. juli 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 123 — 1. JULI1994
Málningaframsýningin á Varmakeldu:
Ein 25 ára
gamal siður
Framsýningin á Varmakeldu er stór og hon
hevur verið væl vitjað øll árini
Í kveld verður hátíð-
ardámur yvir fimleikar-
høllini í Fuglafjarðar skúla.
Árliga Varmakeldufram-
sýningin av málningum og
tekningum verður latin upp.
Stordstrøms Kammer-
ensembl fer at spæla og
Sigfríður Verðhamar,
borgarstjóri setir stevnuna.
Eisini fer Hans J. Hansen,
listamaður at bera fram
hugleiðingar.
Tað eru í ár 25 ár síðan
fyrstu framsýningina á
Varmakeldu. Tað vóru
syskinnabørnini Frits Jo-
hannesen og Hedin Kambs-
dal sum skipaðu fyri fyrstu
framsýningini og teir hava
luttikið síðan.
Framsýingin er stór og
spennir vítt á listarliga bog-
anum. Ein partur av máln-
ingunum minna um kvøld-
fólk sína fyrstu evnini og
sum samstundis sýna, at við
ídni kunnu tey náa langt.
fullkomnu málningarnir,
skaptir av fólkum, sum
hava lagt doyðin á at menna
seg, og sum aftaná
áradrúgvar royndir hava
fingið sín egna stíl.
Báðir frammanfyri-
nevndu partar eru áhuga-
verðir at líta á, kanska mest
tey fyrstu strokini hjá ung-
um listafólki, sum hóast
langt er til tað næstan full-
komna sýna eina erligheit,
sum fløvar.
Fleiri av teimum sum
luttóku í teim fyrstu fram-
sýningunum eru farin undir
grønutorvu.
Frits Johannesen hug-
leidir nakad soleidis um
hesar:
"Listamenn eru farnir,
Framsýningin hevur ment
seg. Vit vóna at so verður í
framtíðini. Grør um gang-
andi fót, men svultur er
sitandi kráka."
Listaframsýningin á
Varmakeldu er altíð eina
vitjan verd.
Tíðindablaðið
Tónleikacafe á Varmakeldu:
Aftur í ár verður tónleika-
café á Varmakeldustevn-
uni. Hetta er eitt sera hugna-
ligt tiltak og fuglfirðingar
eiga nógvar tónleikarar at
velja ímillum, tá teir skulu
manna eina tónleikacafe.
Í ár verður hon hildin á
Muntra. Í fjør var hon hildin
í Størhåshøll. Men har var
dekan og trongt. Undirritaði
vitjaði tónleikacaféina í fjør
og fór upplyftur útaftur.
Tey sum luttaka í ár verða
Eyðun og Marta, sum spæla
klassiskan tónleik. Tann
vælkendi Maggi, Magnus
Jacobsen luttekur eisini og
hann fer uttániva at spæla
saman við Stanley, sum
eisini hevur boðað frá
luttóku.
Stanley luttók eisini í fjør
og har sýndi hann seg sum
ein frálíkur fólkasangariu.
Hann sang millum annað
vísur av Janus Djurhuus,
sum hann sjálvur hevði sett
løg til, eisini sang hann
aðrar vísur umframt sangir
frá samtíðartónleikarunum
í The Beatles.
Frits Johannesen fer eis-
ini at syngja sjómannsvísur
og Hans J. Hansen fer at
føra fram sínar egnu ser-
merktu vísur.
Jonhard Eliasen, sum er
ein frálíkur pianistur, verð-
ur eisini á caféini og Niels
Midjord luttekur eisini, væl
at merkja um ein skái verð-
ur í hansara valstríði.
Tónleikaumhvervið í
Fuglafirði ergott og fugl-
firðingar dáma tónleik, tí er
líti! møguleiki fyri at til-
takið miseydnast Felags-
sangur er eisini á skránni.
Tónleikacaféin á Muntra
verður bæði leygardagin og
sunudagin og opið verður
frá klokkan 17:00. Tó skulu
fólk ikki rokna við tí nógva
tónleikinum fyrr enn eftir
klokkan 19:00.
jústinus
Kappróður verður í ár á
Varmakeldusteynuni.
Men hesin kappróðurin
telur ikki við í kappingini
um føroyameistaraheitid,
Fuglafjørdur og Runavik
skiftast um FM-róðrar-
nar. Í ár var FM- róðurin
hildin á Skålafjørdinum.
Men kappróður á eini
vanligari bygdastevnu
kann sanniliga eisini
verða spennandi og bátar
nýta ofta tílíkar róðrar,
sum ein lið í venjingini,
fyri at vita um teir hava
gjørt framstig síðan sein-
Nogv tiltøk
Varmakeldu
Kappróður verður í morgin á Fuglafirði
ast.
Kappróðurin byrjar
klokkan 15:00 og aftaná
verða steyp handaði til
vinnarar. Hetta hendir
uttanfyri bókasavnið ella
Gamla Skúla.
Varmakeldan hevur
eina fjølbroytta skrá bæði
verðsliga og sanniliga
eisini andaliga. Fleiri
metir verða hildin í mis-
síónshúsinum, = Tabor.
Kirkjugong verður sunnu-
dagin og á Varmakeldu
rungar sálmasongurin úr
Fuglfjarðar Kirkju serliga
væl. Uttan iva fer Peter
O.K. Olufsen at hava okk-
urt styrkjandi til likam og
sál í prædiku síni.
Midnáttarsamkoma
verður eisini á Varma-
keldu. Her fer Frits Jo-
hannesen at halda réðu og
kanska verður eit lítið bál
eisini. Heilsubót er í
flógva vatninum úr
Varmakeldu.
jústinus