fríggjadagur 1. juli 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Sjúkrasystrafelagið:
Privatliv
og arbeiði
er hvor sitt
- Jóannes Eidesgaard fer heilt
skeivur, tá hann leggur okkum
undir at brúka løgtinginsvalid í
royndini at fáa okkara krav um
tænastubilar ígjógnum, sigur
Sjúkrasystrafelag Føroya
Sjúkrasystrafelag Føroya
vil ikki hava sitandi á sær, at
tað hevur samband við løg-
tingsvalið um nakrar dagar,
at felagið fyri viku síðan
gav heilsu- og heimasjúkra-
systrunum boð um ikki at
nýta sínar egnu bilar í ar-
beiðinum.
Jóannes Eidesgaard rak í
Sosialinum í gjár fram und-
ir, at tað var so. Hann hevði
eisini aðrar viðmerkingar til
tiltakið hjá sjúkrasystrun-
um, og hann helt, at sjúkra-
systarnar áttu at verið fegn-
ari fingu tær rímiliga sam-
sýning enn fyri at fingið
tænastubil.
Einki við valið at gera
- Tað hevur als einki við
valið at gera, tí vit hava
samráðst síðan í januar um
krav okkara, sigur Tórfunn
Patursson.
Hon heldur tað vera býtt
av landsstýrismanninum at
stinga við, hví tær íkki
løgdu stórri dent á kravið í
80-árunum.
- Tá samráddist eitt
danskt felag fyri okkum.
Sjúkrasystrafelag Føroya
bleiv ikki sjålvstødugt fyrr
enn í 1988, og síðan 1989
hava vit troka á við hesum
kravinum.
Tórunn Patursson vísir
aftur, at sjúkrasystrarnar
høvdu verið betur nøgdar
við eina hóskandi samsýn-
ing fyri at nýta egnan bil,
enn um tær fingu tænastu-
bilar.
- Tað er ikki so. Heilsu-
og heimasjúkrasystrarnar
vilja ikki longur leggja egna
familjubilin til, tí privatlív
og arbeiðslív er hver síu,
sigur Tórunn Patursson.
Meira brúktir enn
aðrir tænastubilar
Hon heldur tað vera heilt
burturvið, tá Jóannes Eid-
esgaard sigur, at sjúkra-
systranar ikki hava brúk fyri
bilinum altíð, og at avloys-
arar eisini eru. Fingu heilsu-
og heimasjúkrasystranar
bilar, vórðu teir óivað væl
meira brúktir enn fleiri aðrir
tænastubilar í landinum.
- Honum nýtist heldur
ikki at Óttast fyri, at sjúkra-
systramar høvdu havt trup-
ulleikar at skilt millum priv-
ata koyring og arbeiðskoyr-
ing. Arbeiðsbilurin stendur
z
Tórunn Patursson, formaður i
sjálvandi uttanfyri arbeiðs-
plássið, tá sjúkrasystirin
hevur frí, sigur Tórunn.
Tórunn minnir á, at høv-
uðskravið hjá sjúkrasystra-
felagnum er at fáa strika
setningin í setanarbræv-
inum, at heilsu og heima-
sjåkrasystramar skulu hava
bil sjálvar, tí eingin annar
hevur slíka treyt fyri at fáa
arbeiði.
- Vit hava ikki biðið um
40 bilar, sum hann nevnir,
men 35 bilar yvir trý ár, og
tað má bera til.
- Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at tey ikki eru moyr upp
undir valið. Onkuntíð hevur
hann veriuð moyrur fyri
onkrum trýsti, tí í fýra ár
hevur hann arbeitt við at
samskipad primeru heilsu-
røktina, og tað hevur hann
ikki megnað enn, sigur Tór-
unn Patursson.
randi
Seinastu árini eru fáar stórar
grindir deyðar í Føroyum,
og grindin í Miðvági er tann
størsta í meira enn 50 ár.
Dorete Bloch á Náttúru-
gripasavninum hevur gjørt
stórt arbeiði við at savna
alskyns upplýsingar um
grind, og hon hevur eisini
eitt yvirlit yvir, hvar og nær
grindir eru deyðar, og
hvussu stórar tær hava ver-
ið.
Tað eru av og á deyðar
stórar grindir dag um dag,
men vit skulu heilt aftur til
6. oktober 1940, at nøkur
grind yvir 700 hvalir er
deyð. Tann grindin doyði á
Sandi, og hon var umleið
1200 hvalir. Grindin verður
nevnd konfirmatiónsgrind-
in, tí hon varð hildin til ein
Nr. 123—1. JULI1994 Sida7
Størsta grind i
meira enn 50 år
Ikki síðan kríggið er so stór grind deyð sum
grindin í Miðvági mikukvøldid
konfirmatiónssunnudag.
Undir krígnum doyðu
fleiri aðrar stórar grindir.
22. september 1942 var ein
uppá 516 hvalir í Miðvági.
7. juli 1939 doyði ein
uppå 800 hvalir i Klaksvik,
og dagin eftir drupu teir 256
hvalir í Klaksvík - ein bólk-
ur, sum lá eftir.
20. oktober 1938 vórðu
854 hvalir merktir í eini
grind í Hvalba.
Eftir kríggið hava nakrar
stórar grindir verið, um enn
tær ikki vóru so stórar. 1.
desember 1958 doyðu 600
hvalir í Vestmanna, 22.
august 1967 601 í Klaksvík,
og 11. mars vórðu 640
hvalir í eini grind í Miðvági.
29. august 1981 vórðu
500 hvalir merktir í Hvalba,
og 27. september i982
doyðu aftur 644 hvalir í
Hvalba.
Nevnast skal, at summar
grindir hava verið stórri,
enn tølini siga, tí viðhvort
hava teir ikki merkt alt.
Dorete Bloch hevur júst
gjørt eina stóra frágreiðing,
sum hon nevnir leyst og fast
um grind. Henda frágreið-
ing verður prenta í næsta
Frødi.
Sjålv heldur Dorete hetta
vera eina stuttliga frágreið-
ing, tí hon hevur funnið alt
millum himmal og jørd um
grind, hendingar í sambandi
við grind, fleiri grindir hava
eisini havt navn sum td.
konfirmatiónsgrindin á
Sandi í 1940.
randi
WATSON Á VEG
Umhvørvisyvirgangsmadurin hevur keypt sær kavbåt og nú er hann á veg
til Føroyar við honum. Hetta segði hann í týskum sjónvarpi mikukvøldid
Ein hin størst umhvørvis-
yvirgangsmaður og brots-
maður, ið nakrantíð hevur
sett sínar fótur á land í Før-
oyum, Paul Watson, er nú á
veg til Føroya í einum litl-
um kavbåti, hann herfyri
hevur keypt í Stockholm.
— Eg og ein annar maður
fara nú at leggja frá landi,
og ætlanin er millum annað
at seta kós móti Føroyum,
segði Paul Watson miku-
kveldið í týskum sjónvarpi.
Nær yvirgangsmaðurin
113 hvalir til
norðuroyingar
Grindadrápið í Hvannasundi gekk væl
Klokkan 10 minuttir í tíggju
í gjaramorgunin varð ein
grind funnin tiggjar fjórð-
ingar eystur úr Borðoya-
nesi.
Sjálvt um tað gekk góð
lota, til fleiri bátar komu til
at reka, gekk raksturin væl.
Grindin fór við nógvari ferð
inn í Hvannasund, har alt
gjørdi landgongd, og eftir
fáum minuttum var drápið
av. Nakrir fáir hvalir gingu
eftir, og teir vórðu høgdir úr
bátunum.
Grindin varð tald til 113
hvalir.
Beint tá drápið var av,
segði Karsten Hansen,
sýslumaður í Norðuroyggj-
um, at grindin helst fór at
verða býtt til menninar og
til alt økid. Hvussu stórur
paryurin bleiv, dugdi hann
tá ikki at siga.
Tá mest fólk búði í
Norðuroyggum vóru
grindapartarnir umleið
6000, nú munnu teir vera
nakað væl færri.
randi
verður her, sigur søgan tó
inkt um, men greitt er, at
fær føroyska polituð frænir
um, hvar gjørligt er at fáa
fatur á honum, tá hann kem-
ur higar, er einki ati vast Í, at
skjótt verður borið at fyri at
fáa mannin tiknan
Paul Watson er nevniliga
útvístur úr Føroyum, eftir at
hann á síðstu ferð síni her í
1986 setu lív og heilsu í
vága hjá fleiri monnum frá
Vaktar- og Bjargingartæn-
astuni, sum tå jagstradu
hann i fleiri timar. Medan
Paul Watson sigldi undan í
skipi sínum>SeaShepherd<,
varð hann jagstraður av
Ólavi Halga.
Kavbáturin, Paul Watson
skal hava keypt, er ein lítil
appeisinugulur kavbátur, ið
hevur pláss fyri tveimum
fólkum. Hendan bátin skal
hann herfyri hava keypt í
Stockholm, men fleiri halda,
at einki er um hetta keypið,
tí eingin veit um, at nakar
slíkur kavbátur skal hava
verið til sølu í Svøriki.
Nú fáa vit so at síggja...
bj.