Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 123—1. JULI1994 Tíðindablaðið ED Ein seinasta heilsan til álitið >Karmar fyri føroyskari vinnu< Ein nevnd umboðandi Før- oya Arbeiðarafelag, Fiski- mannafelagið, Reiðarafe- lagið og Arbeiðsgevarafe- lagið umframt ein almenn- an stovn 0.0. løgdu um hålvan mai eitt ålit fram um Karmar fyri føroyskari vinnu. Nevndin sigur í fororðin- um, at eftir teirra tykki vant- ar eitt føroyskt initiativ og upplegg til skilagóðan poli- tikk. Hetta kunnu flest fólk verða samd um, tí initiativ- ini eru ógvuliga svikalig. Fyrr høvdu vit fólk, kanska serliga menn, sum alla tíð- ina syrgdu fyri at seta vinnuvirksemi í gongd, utt- Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes Torsdag den 04. aug. 1994, kl. 09.00 tvangsauktion, (AS 61/94 og 62/94) over matr. nr. 797 o og 797 p, Tórs- havn, beliggende Varðabú 1. Auktionen er begæret af advokat Petur E. Djurhuus, Bryggjubakki 22, Tórs- havn, tlf. 1.1260 (j. nr. 9313005) pá vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommene er en erhvervsbygning/ parcelhus på en 1490 kvm. + 1140 kvm. stor grund. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til genn- emsyn på dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 21.06.94 Mette Søgaard-Nielsen dim. Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes Torsdag den 11. aug. 1994, kl. 13.10 tvangsauktion, (AS 37+38/94) over matr. nr. 3a og 3c, Klaksvík tilhørende Noråbygg. Auktionen er begæret af advokat Jógv- an Ellefsen, Bryggjubakki 22, Tórs- havn, tlf. 1.1260 (i. nr. 38082) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommene er et ubebygget grund- stykke på 1786 kvm. og en erhvervs- bygning på en 1795 kvm. stor grund. Det bebyggede areal udgør 250 kvm. i 2 etager. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til genn- emsyn på dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 23.06.94 Mette Søgaard-Nielsen dtm. an almenna uppilegging, men sum settu í váða tað tey áttu og sum ikki spardu seg fyri at leggja egnan rygg til. Ikki altíð gekk til vildar, men sjálvt ikki tað køvdi teirra hug til at royna aftur. Men so broytist hugburð- urin. Tað almenna oysir pengar út til vinnulívið, og íløgur verða gjørdar, uttan at nøkur meining tykist at liggja aftan fyri tær. Teir gomlu vinnulívsmenninir fána burtur í øllum rokin- um, men nýggir »vinnulivs- menn« trína fram. Fortreyt- in hjá teimum mótsatt hin- um gomlu er, at teir fyrst syrgja fyri sær sjálvum. Stórar villair, dýrar bilar, bygningar við ledurmøbi- um, summarhús í Spaniu osfr. Alt hetta við læntum pengum ella stuðuli frá tí almenna. Og nú tá kassarnir eru tómir og bankarnir fóru á heysin, nú skal tann polit- iski myndugleikin hava skyldina fyri, at soleidis gekk. Og tað er eisini part- víst, men sjálvandi veldst um við hvørjum eygum tú sært tað, og hvørji áhuga- mál tú hevur. Tað almenna oysti pengar út til vinnulivs- spekulantar, sum ongantíð høvdu ætlað at tænt samfe- lagnum, men sær sjålvum. Og nú ganga so arbeið- arafeløg, fiskimannafelag- ið hond i hond við mótpart- inum, medan teir borgarligu flokkarnir sóla sær í álitin- um. Ongantíð fyrr man stre- tegiin hjá arbeiðsgevara- feløgunum, væl hjålptir við einum almennum stovni, sum annars er kendur fyri at hava verið við til at gera fólkafloksuppskotið = um 40% lønarniðurskurð, lukkast so væl sum nú. Teir eru lukkuligir fyri, at eina- ferð með alla eydnaðist teimum at fáa løntakarafe- løg so eftirtrykkiliga niður við nakkanum. Og trúgv mær. Hetta er ikki gingið upp fyri teimum enn. Tey sóla sær eisini í hesm, enn, men aftan á sólina kemur. myrkur, og svørt skýggj skulu fara at vísa seg. Tá so neyndin dittar sær til at siga, at teir faktorarnir, sum nakað skal gerast við, eru lgnarsáttmálar og al- mennar tænastur, og at vit bert skulu hava tær almennu tænasumar, vit hava brúk fyri, so má eg siga, at nú fór seinasti glansurin av ålitin- um. Eg taki hetta úttalilsi so- leiðis, at nú skulu fakfeløg- ini og kanska serliga tey al- mennu fakfelggini, broyta lønarsáttmálarnar, og tað kann ikki tulkast annarleið- is enn at lønimar mugu enn longur niður. Og tí má Ingeborg Vinth- er hava misskilt okkurt. Hon verður av tíðindafólki spurd um, hvat liggur í týdninginum, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum og innan tað almenna skulu til- laga lønarsåtimålarnar so- leiðis, at teir stuðla uppund- ir føroyskt kappingarføri, tá sigur hon, at tað er kostnað- urin til el-, olju- og pakki- tilfar, sum má lækka, og víðari sigur hon, at tað verð- ur ikki talan um at lækka lønimar. Alvaratos, tá vit tosa um Jlønarsåttmålar. Hvat er tað í lønarsåttmål- unum uttan lønimar sum skal tillagast? Og fyri síðani at koma inn á almenna sektorin. Hvat er tað í almenna sektorinum, vit ikki hava brúk fyri? Er tað Menningarstovan, al- samferðslan, skúlaverkið? Mítt svar skal verða, at vit, borgarar, hava tað vit hava brúk fyri, og sum vit igjøg- num okkara atkvødu til tann politiska myndugleikan hava ynskt so skal verða. At so vinnan er farin fyri bakka av dugnaloysi, ikki av vinnulivsmonnum, men av vinnulívsspekulantum, eigur almenna umsitingin og tey starvsfólk, ið har eru, ikki at lastast fyri. Um nakar er so bláoygdur at trúgva, at fáa vit allan al- menna sektorin skornan vekk, og fólkini send út í svartasta arbeiðsloysi, fyr: síðani at halda at vit bjarga samfelagum, so sigi eg bara >Guð forbarmi okkum<. Við hesum er álitið koyrt í makuleringsmaskinuna og vónandi brent væl og virði- liga á Sandvíkahjalla. Jákup Danielsen ( Lesarabrøv ) Miðvíst arbeiði fyri løtuvinningi? Viðmerking til Thomas Ara- bo, landsstýrismann: Í Sosialinum frá 29. juni skriv ar tú í grein >Miðvíst arbeið kontra letuvinningi< at GÓÐSKING í nógv ár VAR gandaorðið í føroyskari fiski vinnu, men hetta er ikki rætt Gandaorðið hjá tykkum VAR í mong ár BETRI SØLU - ÚRSLIT. Hetta var í teirri tíð, tå L/F Føroya Fiskasøla sam- bært tykkara áskoðan átt; alla ábyrgdina av vånaligu støduni í landinum vegna ódugnaligt søluarbeidi. Hetta gandaorðið doyði út saman við teimum mongu nýggju fiskasølunum í hverjum kjallara, sum prógv- aðu, at gandaorðið var skeivt. Men fyri framvegis at åvisa åbyrgdina hjå L/F Føroya Fiskasølu av vanlagnu land- sins gjørdist og ER gandaorð rt nå GÓÐSKING, og hetta er helst eisini skeivt. Góðsking er bert góð loysn, um vunnið verður munandi betri skiftisavlop á henda hátt. Vandin í at leggja seg eftir góðskaðum verum er endur- gjaldskrøv (reklamatiGnir ) frå keypara, sum vid fyrsta brest vilja taka fíggarliga stæðið undan viðkomandi virki. Sam- felagsligi fyrimunurin liggur sjálvandi fyri ein part í meir- arbeiðinum av góðskingini, men um hatta við høgum løn- um og vánaligum effektiviteti er við til at skerja skiftisav- lopið og kanska eisini orsøk til reklamatiónir, fer alt í smild- ur. Harafturat krevur góðsking øgiligan fløgukapital, fram- úrskarandi skapanarhugflog, røttu råvøruna til rætta prisin og fria atgongd til rætta mark- nadin. Hava vit tað? Rahbæk- fisk hevði, men hvar er tann fyritøkan í dag? Tú skrivar, at gjørd varð so kallað menningarlóg til stuði an av góðsking og at nakrar fyritøkur í Førovum søktu um figging eftir hesi log, og at hes ar fyritøkur eru komnar frægast gjøgnum kreppuna. Sig mær, eiga ikki fyritøkur, sum fáa al- menna stuðul, at koma frægari gjøgnum kreppuna, enn tær, sum ikki fáa stuðul úr lands- kassanum? Vóru hetta veruliga fyritøk- ur, sum arbeiddu uppá longri sikt, sum tú sigur, ella var hetta miðvíst arbeiði fyri løtuvinn- ing? Soleidis má lesarin skilja boðskap tín, tá tú víðari mál- ber teg í tátíð um hesar fyritsk- ur og sigur, at »hesir vinnulivs- menn hava skapt rættiliga fitt og stabilt virksemi á teim-um plåssum, sum teir ARBEIDDU i«. Hvar eru teir nå, medni, og varð hetta ganda-orð tykkara bert nýtt til løtuvinning uttan á tit varnaðust tað? Tú sigur víðari, at um hesi vinnulívsmenn ikki vóru s« framskygdir, so hevði nok verið verri vorðið við arbeið: Norðstreymi, enn tað er nu, og at javnaðarflokkurin vil fram haldandi verða við til at skapa fyritreytir fyri at sovorðið virk semi kann halda fram og út byggjast Lesarin stendur spyrjandi og væntar, at tú útgreinar gjøllari vinningin ella úrslitið av hes: almennu fløgu og stuðlan úr stødan skal verða, atendamálið var at skapa virksemi í tínum egna valdømi, og at tað er tann politikkur, javnaðarflokkurin framhaldandi ætlar at reka. Lopra, tann 29. juni 1994 Jåkup Joensen