fríggjadagur 1. juli 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 123 — 1. JULI1994
Andrias Petersen, valevni Javnaðarfloksins í Eysturoy
Javnaðarkósin er
trygd fyri framburði
- Valið stendur ímillum, um vit skulu seta eina liberala kós,
sum í Bretlandi og í USA vid øktum møguleikum hjá nøkrum
og versnandi møguleikum hjá nógvum ella eina norðurlendska
sosialdemokratika kós, har samfelagið kennir sær ábyrgd av
øllum medborgarum, heldur Andrias Petersen, valevni
Javnaðarfloksins í Eysturoy.
Nú tað stundar til val 7. julí í
úrtíð, hevur blaðkjakið ver-
ið rúgvusmikið og høvuds-
nidurstødan er, at landið er í
svárari kreppu bæði so og
so og nógvar ymiskar
loysnir verða havdar á lofti.
Tíverri, sum oftast patent-
loysnir, sum kunnu loysa
trupulleikarnar eftir stuttari
tíð, sum td. lønamidur-
skurður, samráðingar við
danir, oljuvinna og annað,
men eftir mínari meting er
tað ikki so einfalt at loysa
kreppuna.
Høvudstrupulleikarnir í
samfelagnum eru:
1. tilfeingiskreppa
2. sjálvstýriskreppa bæði
lands- og kommunalt
3. trúvirðiskreppa
ad. 1. Høvudsfiskastovnar-
nir eru á einum so
lágum stødi, sum vit
ikki hava sæð í
nýggjari tíð, helst av
ovurfisking. Tískil
eitt stórt arbeiðsloysi
og allir teir sosialu
trupulleikar, ið harav
standast, td. fólka-
flytingin og vantandi
tnigv uppá framtíð-
ina.
Vit verða noydd til at
fiskastovnarnar upp aftur
við neyvari stýring av
fiskiskapinum í samráð
við fiskifrødingar og er
hetta klárt ein løgtings-
uppgáva, har ópopulerar
avgerðir mugu takast.
Vit verða eisini noydd
til at biðja um fíggjarliga
hjálp, meðan fiskastovn-
arnir koma fyri seg. Í hesi
tillagingartíð må so gerast
alt fyri at fáa sum mest
burtur úr tí lítla, sum
verður møguligt at fiska.
Sama tíðarskeið má ar-
beiðsloysisskipanin og
tað sosiala trygarnetið út-
byggjast, so livast kann
her, meðan bíðað verður
eftir øktum fiskiskapi og
virdisøking.
ad. 2. Tað er alneyðugt, at
nyggja styrisskipan-
arlógin verður við-
tíkin, soleiðis at á-
byrgdin fyri umsit-
ingini klárt kann
staðfestast.
Somuleiðis er neyðugt, at
skilnaður millum lands-
stýri og løgting verður
gjørdur púra greiður, so-
leiðis at løgtingid er lóg-
gevandi — og bert tað — og
landsstýrið hevur tað út-
innandi valdið.
Somuleiðis má nýggj
kommunal skipan setast á
stovn við stórri eindum,
soleiðis at hesar eindir
kunnu uppbyggja eina
kompetenta fyrisiting,
sum kann taka sær av
teimum målsøkjum, sum
liggja hjá kommununum
og har tað politiskt valda
kommunustýrið bert
hevur ta politisku við-
gerðina av málinum.
Harafturat má býtið
millum land og kommun-
ur takast upp til nýggja
viðgerð og greinast má
sundur, hvat er lands- og
kommunalt målsøki.
Fíggingin av hesum
målsøkjum má fylgjast
at, soleiðis at tað, ið er
kommunalt, verður gold-
ið yvir landsskattin. Hetta
fyri at fáa ábyrgdina stað-
festa.
1.3. Tad er altavgerandi í
einum demokratisk-
um landi, at størsti
parturin av fólkinum
tryr og hevur kenslu
av, at øll eru lika fyri
lógini, og at tann po-
litiski og umsitingar-
ligi = myndugleikin
viðger øll og alt eins
Somuleiðis er tað neyð-
ugt við óavmarkaðum al-
mennum innliti, burtur-
sæd frá persónssakum
Í ødrum londum er tað
vanligt í lóggávutingun-
um, at åvis samfelagsøki
verda vidgjørd og funnid
verdur fram til avgerdir
av einum stórum meiri-
luta í únginum bæði sam-
gongu og andstøðu, sam-
anber verjupolitikkin,
ST-politikkin og Føroy-
ar/Grønland-politikkin í
danska fólkatinginum, og
verju/uttanríkispolitikkin
og EF-politkkin í
svenska ríkisdegnum.
Tíverri hevur ov lítið av
hesum verið at sæð á Før-
oya løgtingi, serliga nú í
hesum krepputíðum.
Tíðindablaðið (ST),
Valið stendur ímillum,
um vit skulu seta eina libe-
ralakós, sum í Bretlandi og í
USA við øktum møguleik-
um hjå nøkrum og versn-
andi møguleikum hjá nógv-
um ella eina norðurlendska
sosialdemokratiska kós, har
samfelagið kennir sær á-
byrgd av øllum medborg-
arum.
Norðurlond hava síðan
1920'ini — bert undantikið
stutt tíðarskeið — verið stýrd
av sosialdemokratum, og
verða tey mett sum mest
vælskipaðu og tryggastu
samfelgg í heiminum.
Tey eru eisini millum tey
fremstu idnadarlond í heim-
inum, hetta tí at samfelagið
uttan undantak hevur átikið
sær at geva børnunum og
ungdóminum eina holla út-
búgving, sum kemur fram-
leiðsluni úl góðar.
- Vit eiga at velja
sosialdemokratisku
kósina, sum uttan
undantak hevur átikið sær
at geva børnunum og
ungdóminum eina holla
útbúgving, sum kemur
framleiðsluni til
4 jðar.
Eftir mínum tykki skulu
føroyingar eisini halda hesa
leið.
Andrias Petersen,
valevni javnaðarfloksins
í Eysturoy
Lønarskerjingin hjá teimum borgarligu:
- Otruligur stættamunur
- Vit kunnu skjótt koma í ta stóðu, at fáa ein ótrúligan stætta-
mun í okkara samfelag. Tey håløntu í oljuvinnuni og tey, sum
við lóg skulu setast niður i løn, sigur Poul Andrias Joensen,
valevni hjá Javnaðarflokkinum í Eysturoy:
Høgrakreftimar í føroysk-
um politikki gremja seg 6-
ført nå uppundir valid, at
| Poul Andrias Joensen: -
Heldur enn at lækka lønir,
eiga vil at lata partarnar
å arbeidsmarknadinum
um at samráðast um
okkara framtíðar lønarlag
ikki ber til at seta nøkur ar-
beiði í gongd her heima, tí at
kostnadarstødid er ov høgt,
serliga er tað lønarlagnum,
teir leggja eftir. At byrja við
í valstríðnum lovaðu teir, at
allar lønir skuldu setast nið-
ur við lóg, samstundis sum
tann almenni sektorurin
skuldi skerjast munandi.
Aftan á lønarnidurskurdin
og skerjingarnar innan tann
almenna sektorin, skuldu
tey fáu, sum vóru eftir á ar-
beiðsmarknaðinum, fáa
eina reallønarhækking.
Umrådandi er at vit før-
oyingar standa saman, nú
vit er á gáttini til eitt meira
internationalt: umhvørvi.
Kemur rættulig gongd á
oljuvinnuna, koma vænt-
andi fleiri av okkum í ar-
beiði innan hesa. Hóast hesi
fólk koma at búgva í Føroy-
um, fara tey helst at verða
lønt av onkrari útlendskari
størfyritøku, og koma so-
statt at fáa eina, á norður-
Framhald á síðu 20