Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ein skansi í ólóginum — ein viti á kósini - SLÁIÐ manngarð um vælferð- arsamfelagið - sigið nei til borg- arligu lenarlækkingina! FORMAÐURIN í Føroya Arbeið- arafelag skírir javnaðarflokkin fyri at reka félkaflokspolitikk. Sam- bandsflokkurin skírir javnaðar- flokkin fyri at vera loysingarflokk. Tjóðveldisfólk siga, at javnaðar- flokkurin er sambandsflokkur. Og heitið, sum fólkafloksmenn og sam- bandsmenn seta á javnaðarflokkin er, at hann er sosialistiskur. SO serigsur er føroyskur politikkur í nítiárunum. Vit vildu hildið, at tað hevði verið meira konstruktivt, at stungið út í kortið, hvenn politikk ymsu flokkarnir ætla at reka fyri at fáa føroyska samfelagið á føtur aft- ur. MEN her er sára lítið í heimtan. Flestu flokkarnir og fylkingarnar dúva eina og aleina á, at 17. august skulu danir loysa okkara trupul- leikar — bæði teir akuttu trupul- leikarnar og harafturat skulu fram- tíðar viðurskiftini leggjast í fastar karmar — eftir einum degi í bestu summartíð!!! SJÁLVANDI skulu vit tosa við danir, og kanska fer danska stjórnin betur at skilja støduna í føroyska samfelagnum, men tað verða vit — føroyska heimastyrid — sum skulu loysa trupulleikarnar og aftur fåa samfelagshjólini at mala við tí ferð, sum tilfeingið, virkisstig og markn- aðarprísir seta. Eftir hesum fyri- treytum mugu vit skipa okkara samfelag. OG okkara stevna er, at samfelagið skal skipast sum eitt samhaldsfast — solidariskt — samfelag, og vælferð- arsamfelagið skal styrkjast aftur. MEN hesir meguleikarnir eru skerdir. Javnaðarflokkurin stendur til at missa undirtøku. Teir borgar- ligu — fyrst og fremst sambands- flokkurin — stendur til at vinna valid saman við fólkaflokkinum. Atkveð- ur frá serliga javnaðarflokki og tjóð- veldisflokki verða spjaddar á serliga verkamannafylking og frælsisfylk- ing. Og mest sannlíka úrslitið er tí, at sambandsflokkurin og fólka- flokkurin skipa nýtt landsstýri. TÁer samhaldsfasta vælferðarsam- felagið av álvara í vanda. Og tá fær pípan hjá formanninum í F.A. eitt annað ljóð. FER hon eisini at áleggja javnaðar- flokkinum skyldina, tá sambandið og fólkaflokkur fara at lirka okkum upp í ES vid hålvari løn? OIVAD. Men hon — og ikki minst veljarin — skal gera sær greitt, at nýggju fylkingarnar og flokkarnir máa sundur tað bolverk, sum hevur verið um samhaldsfasta vælferðar- samfelagið. TANN kalda veruleika eigur før- oyski veljarin at gera sær greitt nú dagin fyri valið! TÍ, ein atkveða fyri teimum borgar- ligu og fylkingunum er at taka ikki bara klípi, men skorar undan væl- ferðarsamfelagnum, sum arbeið- ararørslan í felag legði lunnar undir síðst í fimtiárunum, í sekstiárunum og øll sjeytiárini við: — fólkapensión, einkjupensión og avlamispensión — betri skúla- og útbúgvingar- meguleikum, húsalánsgrunni og menningargrunni, — dagpeningaskipan undir sjúku og barnsburði og heimahjálpara- skipan, — arbeiðsverndarlóg, trygdar- grunni løntakaranna, longri f'ri- tíð o.s.fr. MEN FA-formaðurin gloymir tann veruleika, at eitt búskaparligt ólegi hevur lagt seg yvir oyggjarnar og at tað hevur verið neyðugt at repa segl- ini. HON skuldsetir javnaðarflokkin fyri at hava rikið fólkaflokspolitikk, tí neyðugt hevur verið at hækka samfelagsgjaldið, skattin, skipa meirvirðisgjald (sum er óheppið í fleiri fórum, men eitt gott amboð at reka fíggjarpolitikk við), lækka al- mennu lønirnar og frítíðargjaldið í eitt avmarkað tíðarskeið. VIT harmast um, at tað hevur verið neyðugt. Og vit harmast um, at nógv offur eru. Men tá tað er sagt, so skal leggjast afturat, at javnaðarflokk- urin— saman við hinum landsstýris- 110Térshavn Tøletax: 14720 flokkunum — hevur verið trygdin fyri, at vælferðarsamfelagið ikki er syndrað. OG somuleiðis skal sláast fast, at tað verður neyvan uttan javnaðar- flokkin, at vælferðarsamfelagið aft- ur verður ment við: — einum samhaldsføstum íbúðar- politikki, so fólk kunnu sita í egn- um húsum fyri rímuligari leigu, — eini betri arbeidsloysisskipan, — eini samhaldsfastari eftirlønar- skipan, — og fyrst og fremst við einum vinnupolitikki, sum aftur ger tað liviligt og arbeidsligt í teimum pørt- unum í landinum, har tað í dag er vinnuloysi. Tí hetta letur seg bara gera við einum solidariskum poli- tikki. Tann kalda liberalisman hjá teimum borgarligu rekkur ikki so langt. NEI, javnaðarflokkurin hevur ikki ført fólkaflokspolitikk og slitið kom m.a. av ætlanini hjá fólkaflokkinum at lækka lenirnar við lóg. Men tað gloymir FA-formaðurin. Og hon gloymir eisini, at hóast alt er tað eydnastjavnaðarflokkinum at varð- veita tað grundleggjandi í arbeið- arasamfelagnum. OG tað eigur veljarin ikki at gloyma!!! Sosialurin Viðmerking til Óla Jacohsen og Ingeborg Vinther Lat tað verða sagt beinan- vegin: Orsøkin til, at eg skrivaði ta seinastu heilsan- ina til álitið >Karmar fyri føroyskari vinnu« var ikki bestilt arbeiði frá ávísum flokki, men ein áheitan frá fakfelagsleiðarum, sum eg ikki veit, hvønn tey velja ella ætla sær at velja. Eg skal viðurkenna, at tað var í so arrogant at siga, at álitið nú er farið í brenni- ovnin á Sandvíkahjalla, men til tykkara upplýsing, skal eg siga, at eg broytti stóðu og tað liggur heitt og fjálgt undir pappírsdungun- um. Eg havi ongastaðni sagt, at tit hava mælt til at koyra lønimar enn longur niður, men eg havi tulkað orða- ljóðið soleiðis, tí orðarætt stendur, at tað åliggur pørt- unum á arbeiðsmarknaðin- um og innan tað almenna at skipa fyri, at lønarsåtimål- arnir verða soleiðis lagað- ir, at teir stuðla uppundir føroyskt kappingarføri. Og seinni verður sagt, at tað neyvan er realistiskt at rokna við, at t.d. grundtíma- lønin á landi verður lækkað. Í hvussu er ikki uppá styttri sikt o.s.fr. Spurningur min var ti, hvat lá í tydninginum, at tað áliggur pørtunum á arbeiðs- armarknaðinum og innan tað almenna at skipa so fyri, at lønarsåttmålamir verða soleiðis lagadir, at teir stuðla uppundir føroyskt kappingarføri? Lønarsåumåli í okkara verð eru lønimar og onki annað. Tá tað so verður sagt, at eg við vilja siga ósatt, so veit eg ikki hvat verður sip- að til, tí í greinini seti eg fram spurningar, sum eg fegin vildi vóru svaraðir. Tá so Ingeborg sigur, at eg havi stungið hini fakfe- løgini í ryggin við at skriva undir sáttmála um lægri løn, við at verða fyrstur, skal sigast, at Starvsmannafe- lagið ikki var tað fyrsta fe- lagið, sum skrivaði undir semju um lægri lønir, tað vóru feløg undan okkum. Men rætt er tað, at vit skriv- aðu undir semju við lands- stýrið undir leiðslu av javn- aðarflokkinum og fólka- flokkinum, eftir at teir høvdu verið í Danmark og bjargað Sjóvinnubankan- um og eftir hesa bjarging sambært avtaluni løgdu nýggja fíggjarlóg fyri løg- tingid. Tá løgtingid hevdi sam- tykt hesa lóg, var valið hjá almennu fakfeløgunum, at 400-500 fólk mistu starvið ella, at lønin varð lækkað. Í samráð við okkara álitis- fólk valdu vit so at lækka lønimar. So at síga, at vit ikki vardu arbeiðsplássini er beinleiðis ósatt. Men nú stendur so í álitinum frá ar- beiðsbólkinum, at almenn- ar tænastur skulu útlisiterast og privatiserast. Tá so reynt verður at blanda valstríðið inn í hesa skriving, so meldi eg pass, men eitt skulu tit vita, at eg als ikki eri nøgdur við alt tað, sum javnaðarflokkurin ger og skuldi eg stovna nýggjan flokk hverja ferð eg ikki var nøgdur, so vóru í minsta lagi 100 nýggir flokkar. Lat tað eisini verða sagt, at limirnir í Starvsmanna- felagnum ikki fáa boð ei heldur nakra uppringing frá mær, um at velja nakran á- vísan flokk. Tað stendur í teirra makt, eina og aleina at avgera. Velja tey verkamanna- fylkingina, sambands- flokkin, fólkaflokkin, javn- aðarflokkin ella ein av hin- um, so verda tad tey sjålvi, sum avgera tad. Eg ynski verkamanna- fylkingini eitt gott val og vóni, at tit verða við til at gera samfelag okkara betri at liva i. Jåkup Danielsen Ringið! - og vit skriva (C11820 Tlf. 32900. 87199