mikudagur 6. juli 1994síða 30
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hetta valskeiðið eru nógv
tung politisk tok tíkin. Einki
annað føroyskt landsstýri
hevur verið noytt at framt so
kollveltandi broytingar.
Javnaðarflokkurin fór eftir
valið í 1990 í samgongu, við tí
fyri eyga at bjarga foroyska
samfelagnum. Fyrstu tvey ár-
ini gingu væl politiskt - og vit
høvdu nú aftur stabil politisk
vidurskifti.
- Men tá neyðugu stigini
skuldu takast, hoknadi fyrsti
samstarvsfelagi okkara.
Ein hugsjónarflokkur
gevst ikki so. Dagin eftir var
nyggj samgonga klår, sum
kundi halda fram vid kósini,
sum Javnaðarflokkurin hevði
lagt, til tess at bjarga foroyska
samfelagnum, men hesir
hoknaðu eisini undir tungu
politisku åbyrgdini.
Tad er sera umrådandi,
at vit í Føroyum hava trygg
politisk vidurskifti. Fyri at
leggja framtidar politikkin til
rættis, krevst at politikarar
syna åbyrgd og tora at taka
avgerðir.
Javnaðarflokkurin hevur
sýnt ábyrgd. Javnaðarflokkur-
in fer at sýna ábyrgd. Javnað-
arflokkurin fer til val upp á aft-
ur at taka ábyrgd og fer at
gera alt fyri at koma í lands-
stýri, fyri at vera við til at end-
urreisa foroyska samfelagið á
solidariskum grundarlag.