mikudagur 20. juli 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 136 — 20. JULI 1994
Sida 10
Vinirnir eru tað
tydningarmesta
-Vinirnir eru kanska tað týdningarmesta, ið vit hava fingið øll
hesi 3 árini í studentaskúlanum, tí hvat nyttar lærdómur, um ein
ongan hevur at býta hann við? segði Sigri Mitra Gaaini m.a. í
pisurødu síni, tá hátíðarhald varð í Vidarlundini í Havn fyri
nýggju studentunum og HF-arunum. Hon segði
Gott kvøld og vælkomin
niðan í viðalundina øll som-
ul!
Tíðindablaðið (SHU
Vit studentar hava ná ligið
bundnir í reiðri í 3 ár, men í
dag eru veingir endiliga
handaðir okkum, og vit
hava frælsi sjálvi at velja
hvønn veg vit vilja flúgva
og hvat vit vilja nýta veing-
ir okkara til.
Eg vóni, at øll velja kós
eftir egnum áhuga og ynskj-
um, og at eingin letur samf-
elagið og støðuna í landin-
um ráða fyri vegnum hjá
sær. Hvís skulu vit vera
trælir undir samfelagnum?
Lat okkum heldur stýra
samfelagnum, og gera tað
betur at liva í.
Vit hoyra um arbeiðsl-
oysi, kreppur og skuld
hvønn dag, og vit skilja at
land okkara er sjúkt, men
vit mugu ikki lata okkum
snýta og trúgva at pengar
er einasti heilivágur, ið kann
lekja Føroyar. Nei, okkum
tørvar minst líka nógv eitt
betur samanhald millum
fólkini í landinum, og eina
ríkari mentar. tískil vóni eg,
at øll ikki fara at lesa bú
skap, men at onkur velur
ein meira kreativan veg, og
kanska seinni kann geva
okkum gllum inspiratión og
onnur virði enn pengar í lív-
inum
Flestu pisurnar fara Óiv-
að at leita sær burtur í onn-
ur lond, og eg vóni, at tær í
sínum frælsi, tó kenna seg
bundnar at Føroyum, og
einaferð um nøkur ella nógv
ár, venda afturávirkað av tí
sama, og við somu hugsjón-
um og upplivingum. Meira
spennandi verður tað óiv-
að, um vit, ið saman gingu
á studentaskúla, árini 1991-
1994, hittast aftur um nøkur
ár við ymiskum uppliving-
um og bakgrundum. Soleið-
is kunnu vit menna hvønn-
annan, og kanska beina
fleiri fordómum burtur.
Sosialurin — fimm ferðir um vikuna!
Ja, tí eg vóni at vit øll
hittast aftur, og at tey vin-
arbondini, ið vit í hesi 3 ár
hava knýtt, ikki verða kvett,
hóast vit ikki longur skulu
liva saman í reiðri
Vinirnir eru kanska tað
týdningarmiklasta ið vit
hava fingið øll hesi 3 árini í
studentaskúlanum, tí hvat
nytår lærdómur, um ein
ongan hevur at býta hann
við? Lat okkum tí halda
samband við hvgnnann og
lat okkum ikki ganga hver
sær í einsemi og longsli..
Eg vil tó ikki siga, at vit
ongan lærdóm hava fingið
í hesi 3 árini. Eina munandi
stórri vitan munnu vit hava,
nú vit hava fingið húgvurn-
ar upp á høvdid og prógv-
ini í hondina, enn vit høvdu,
tá vit sum 15-17 ára gamlir
„smelfar“ byrjaðu í Hoy-
dølum, fyri skjótt 3 árum
síðani
Vit hava eisini nógv
stuttlig minni og uppliving-
ar frá tíðini úr Hoydglum,
t.d. hava vit verið úti í verð-
ini og ferðast saman, og vit
hava upplivað at fingið ein
nýggjan skúlastjóra fyri
hvert árið. Minni stuttligar
løtur hava eisini verið. Her
kann nevnast ein dagur,
hvar vit øll stríddu okkum
niðan á í skúla í ringasta
ódnarveðri, meðan allir aðr-
ir skúlar í Føroyum høvdu
fri. Samanumtikid hevur
tíðin í Hoydølum tó bert
verið góð
Eg vil enda við at ynskja
øllum tillukku og góða
eydnu og biðja tykkum øll
minnast, at hóast tit miða
høgt, onkrastaðni langt
burturi, so gloymi ikki onk-
untíð at breiða veingirnar
út og venda aftur til Føro-
yar, ið leingjast eftir tykk-
um...
Takk fyri.
Sigri Mitra Gaaini