Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juli 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 137 — 21. JULI 1994 Sida13 Rúsevnispolitikkur: Samskipan neyðug beinanvegin - Vit hava trý-fýra ymisk system, sum øll somul eru alment goldin. sami persónur kann saktans roknast sum frískur eitt stað og samstundis verða innlagdur eitt annað stað, skrivar August G. Wang, formaður í Rúsdrekka- og narkotika- ráðnum Tey seinastu trý árini havi eg sitið sum formaður í Rúsdrekka- og narkotika- ráðnum. Av tí at tað frá tíð til aðra, eisini nú í seinast- uni, tekur seg upp skriving og kjak um slík viðurskifti, kundi eg hugsað mær at komið við hugleiðingum, sum fyri so vítt eru mínar egnu. Tálming av brúki og mis- briki av rúsevnum kann liggja tvær staðni. Annað er hvussu atgongdin er, bæði reint fysiskt, sinnisliga og peningaliga. Hitt er >brúk- arin<. Her kann talan verða um upplýsing og viðgerð. Eg kundi hugsað mær fyrst at skriva um viðgerð. Serliga fyrst ein stubba um samskipan av viðgerð og ein stubba um viðgerðarúr- slit. Harafturat kundi eg hugsað mær ein stubba um fyribyrging og tálming í atgongdini til rúsevni (eis- ini rúsdrekka). Hesin stubbin kann so verða um samskipan av við- gerð. Rúsdrekka- og nar- kotikaráðið hevur tilmælt stórri samskipan. Hetta eri eg vísur í er neyðugt. Ser- liga nú í summar uppliva vit knappliga, at viðgerðar- stovnarnar Heilbrigdið og Vit hava gravsteinar úr granitti. Í NÓGVIR YMISKIR LITIR & SNIÐ Ringið tlf. 71230 og fáið tilfar og prísir sendandi. Blákross tosa so lítið sam- an, at teir uttan víðari hava afturlatið samstundis í summarfrí ein mánað. Tað vil siga, at frá einum stórum kapasiteti upp á 30 pláss til innleggjan til rúsevnisvið- gerð burturav, kunnu vit fara niður á null. Hetta hongur ikki saman sum tað skal. Hesir stovnar hava sína kraft frá júst at vera privatir, men tað almenna, sum skal gjalda rubb og stubb, má samskipa so mikið, at ein ikki fyrst upp- arbeiðir ein tørv og vana til innlegging til avrúsing og viðgerð, og so knappliga kann kasta frá sær sam- stundis. Í víðari merking er mín meting, at ein stórri sam- skipan átti at farið fram. Sum nú er, so eru, umframt kommunulæknar og heimasjúkrasystrar, eini 3— 4 ymisk >system<, har ein kann verða bæði innlagdur og partvís eisini ganga til ambulanta viðgerð. Hetta ger, at fleiri samstundis ella upp á skift kunnu »troyta« hesi systemini, mest fyri at fáa heilivág. Hetta ger eis- ini, at illa ber til at skilja í- millum hvat er avrúsing og hvat er meira langsiktað viðgerð. Harafturat er púra vónleyst at gera nakra met- ing um viðgerðarúrslit Sami persónur kann saktans roknast sum frískur eitt stað og samstundis verða inn- lagdur eitt annað stað. Kann samskipanin ikki vera fys- isk ella administrativ, so má í hvussu er gerast ein sam- skipað visitatión (ávísing- arskipan). Ein økt samskipan kundi eisini skilt uppgávurnar eitt sindur sundur. T.d. er ikki givið, at avrúsing og tann eftirfylgjandi = vidgerdin skulu vera saman. Tað er nógv sum talar fyri, at av- rúsing er so mikið medi- cinsk ålvarslig, at tað er løg- ið, at tað verður framt uttan medicinska kunnan, t.d. um náttina. Mín meting er, al tað átti at verið ein serdeild á sjúkrahúsi, sum hevði: hetta øki saman við eitran- um av ymiskum slagi. Tað er heldur ikki givið, at tað er so gott, at øll slóg av mis- brúki verða vidgjørd saman. Serliga hugsi eg her um tann sokallaða >tunga< endan (morfin 0.1). Hugsast kundi, at ein stovnur fekk sær serkunnleika innan hetta øki. Ein sundurskiljan av uppgåvunum skuldi eis- ini soavgjørtminkad um tað samlaða talið av seingjar- plássum og flutt pening til td. ambulanta viðgerð. Familjuráðgeving osfr. Tað tykist løgid, at kvøld- og náttarvaktir skulu ganga 3— 4 staðir í Havn og hava vakt innan hetta sama øki, men á ymiskum plássum. Alt í alt er alt ov nógv satsað upp á stationer seingjarpláss. Grundleggjarin av tí so- nevndu Minnesotaviðgerð- ini gjørdi sær eisini stóran ómak at undirstrika, at fólk mugu ikki verða innløgd ov leingi, tað kann í sjálvum sær geva bakkast. Skal eg taka saman um, vil eg siga, at samskipan kann vera á ymsum stigum. Frá umsitingini á samskip- ast, hvusu t.d. kapaciteturin skal fordeilast yvir árið, so ikki øll halda fri í senn. Ein samskipan á hægri stigi enn hetta kann serliga ganga upp á eina visitatión (ávísingar- skipan) fyri at rationalisera viðgerðina. Á enn hægri stigi má viðgerðin — sum gll somul er alment goldin — sundurgreinast gðrvísi, so- leiðis at peningurin ikki sum heild fer í seingjarláss, nátt- arvaktir osfr., men verður nýttur til økta spesialisering og til fleiri viðgerðarformar (ambulant, familjuráðgev- ing 0.s.fr.). Við heilsan August G. Wang Eitt lítið og lætt kamera , + Någreiniligt objektiv við autofocus (stillar sjålvt klárt) + Automatiskt flash * Mótljósflash * Vigar bara 200 gr. + Við tasku, battarium og filmi TLF. 19820 Yvirlýsing frá Frælsisfylkingini Í meira enn ein mánaða hevur Føroya Landsstýri dult donsku krøvini ímóti Føroyum. Nú eftir valið eru tey komin undan kavi, og alt bendir á. at løg- tingsvalið 7. juli var hildið undir følskum fyritreyt- um. Longu fyrst í juni mánaði varð Føroya Landsstýri kunnað um danska samráðingargrundarlagið til fundin tann 17. august. Sambært Degi og viku friggjakvøldid 15. juli eru donsku krøvini móti føroyingum heilt greið: — undirgrundin skal aftur á danskar hendur — kvoturnar skulu gerast meira umsetiligar fyri at danir, bretar, spaniólar (ES-borgarar) skulu kunna keypa burturav okkara fiskatilfeingi — almanna- og heilsuverkið skal skerjast — Atlantsflog skal avtakas og — inntøkutrygd fiskimanna skal burtur. A DS OOS Alt bendir á, at politisku flokkarnir á tingi vóru vitandi um hesar treytir langt undan valinum, men teir tagdu tær fyri veljarunum. ; Í valstríðnum førdi Frælsisfylkingin fram, at ein- asta gongda leið burtur úr okkara umfatandi trupul- leikum og vandastødu, var at taka fult tjóðarfrælsi. Og longu viku eftir valið kann Føroya fólk ásanna, at so er. Veljarin er villleiddur, og tí krevur Frælsisfylk- ingin, at nýtval verður útskrivað straks. Frælsisfylkingin Alt innan hita, vatn, sanitet og ventilatión verður gjørt biliga. í Fa. Hars Dare Rør & Blikksmidur Kristiansgøta 40 - 188 Hoyvik - Tlf. 18534 - Mobil 8953+