Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juli 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 138—22. JULI 1994 Tíðindablaðið Fsosíalurin } Føroyar ikki soslal- olitiskt u-land Men rætt er tad, at føroyskur sosialpolitikkur so at siga ongan góðan hevur havt. Vit eiga heldur at byggja upp egna sosiala skipan, heldur enn treytaleyst at taka við teirri donsku. Høvuds- yvirskriftin eigur at verða, at brúkarin skal sleppa út úr skipanini so skjótt til ber, skrivar Finnur Helmsdal, sosialráðgevari Umboð fyri lesandi føroy- ingar í Danmark ringdi her- fyri til mín og spurði um eg kundi siga nøkur orð á eini ráðstevnu fríggjadagin 22. juli í Havn. Veit ikki hvat ráðstevnan skuldi snúgva seg um, men eg varð biðin um at tosa um Føroyar sum sosialpolitiskt u-land. Vegna burturferð kundi eg ikki játta umbønini, men tað var kanska eins gott. Tí hóast eg eri samdur í, at okkara sosialpolitisku við- urskifti so at siga ongan góðan hava havt, vil eg tó ikki fara so langt sum at kallaokkum eitt sosialpolit- iskt u-land. Í hvussu so er vil eg fyrst vita í mun til hvønn. Danmark fyrimyndin Loyvi mær í hesi grein at ganga út frá, at tann, sum ringdi til min rådstevnuni viðvíkjandi heldur, at Før- oyar eru eitt tílíkt u-land, og at vit eru tað í mun til Dan- Í einum orðaskifti kundi viðkomandi uttan iva eisini lagt fram nógv sum prógv- ar, at Danmark er meira framkomið á hesum øki. Demi um 90% til arbeiðs- leys (til teirra, sum ikki fåa bistandshjålp), íbúðar- trygdin, hjálp til stakar uppihaldarar 0.s.fr. Men vidkomandi hevdi ikki komið so væl frá einum slíkum orðaskifti, um Dan- mark samstundis skuldi máltíð stoði oynna Leygardag ce - ån — vuUunM4Gag mv standandi Ferðast tygum i Kalsoynni um vikuskiftiå, ber til at stokka inn á gólvið í Innistovu i Mikladali og keypa ein drekkamunn við onkrum afturvið Er talan um størri ferðalag, kann í góðari tíð frammanundan verða gjørd avtala um størri Eisini er møguleiki fyri gisting á vallaraheims- Skipanin er á rusfrium grundarlagi og gald- andi til tann 21. august. Um nóg mong tekna seg, verður í sama tíð- arskeiði skipað fyri hesum útferðum Av Leirvík TEE tai, fl MAanKSVIK OG av LEIVIK Nærri fæst at vita við at venda sær til niðanfyri Kunningarstovan tlf. 56939 Innistova Kals- Medicus ella tif. 56175 mmm) verið lyst sosialpolitiskt úr enda i annan. Um stødan hjå børnum, ungum, støkum uppihaldarum, arbeidsleys- um, familjum, pensionist- um, eldri, misnýtarm, kriminellum o.s.fr. varð lýst sakliga í mun til ta peninga- nøgd, ið verður útgoldin sum yvirførd inntaka í Dan- mark. Tá hevði neyvan ver- ið nógv at víst á og sum prógvaði, at Danmark er eitt sosialpolitiskt i-land. Nú kenni eg — og havi kent sosialpolitisku síðuna av Danmark hampuliga væl. Og eg viðgangi fegin, at har verður nógv gott ar- beiði gjørt av dugnaligum fólki. Nógvar spennandi og læruríkar verkætlanir hava verið settar í verk. Men samlaða úrslitið er, hóast stóran áhuga og hegni, ikki so nógv at reypa av. Havi arbeitt á Kofoed skúlanum, Svarta ferhyrn- inginum á Nørrebro (í báð- um førum eisini nógv við Christiania), havi fingið innlit í íbúðarviðurskifti í Keypmannahavn, arbeitt við hóttum familjum í Es- bjerg, verið við í skeidvirk- semi um barnaforsorgarar- beiði í Danmar, kenni nak- að til arbeiði við ungum við atferðartrupulleikum í Miðjútlandi o.s.ír. Um- framt at eg av náttúrligum orsøkum kenni rættiliga væl til arbeiðið við brekaðum í Norðurlondum. Gjalda seg frá øllum Men tad er, sum verdur alt hetta hugbirtandi arbeiði køvt og til einkisgjørt av yvirordnadu politisku hugs- anini í Danmark, at sosial- pedagogiskir trupulleikar viðkoma ikki tær og mær. Tað ræður tí um at fáa hesar av vegnum úr fólkaeygum. Til tess verður hópur av al- mennum peningi nýttur. Urslitid er sjálvsagt. Trupulleikarnir verða ikki loystir. Eyðkennini hvørva vidhvørt eina tíð, men rótin veksur alsamt og loksins er einki at gera. Felags fyri fólk, sum hava sosialpedagogiskan stuðul fyri neyðini er, at tey á ein ella annan hátt eru við at detta burtur úr pørtum av — ella úr samfelagnum sum so. Høvudsendamålid við ti- likari hjålp må ti vera at hjålpa teimum inn aftur f ta skipan, tey eru dottin — ella um at detta burturúr. Um tey ynskja tað sjálvi. Og tað gera vit sjálvsagt ikki bert við at gjalda teimum ávísa upphædd regluliga. Ert tú t.d. uttan arbeiði av eini ella aðrari orsøk (mist arbeiðið, sjúkur, brekaður, misnýtari e.a.), so stendur tú ødrvisi enn tey, sum hava arbeiði. Og fært tú 90% av eini arbeidsmannaløn, pen- sión e.a., so stendur tú fram- vegis ødrvisi. Í hesum føri ert tú ikki hjálptur, fyrr enn tú (aftur) hevur fingið til- boð um mansømiligt ar- beiði. Og má sami hugburð- ur vera galdandi á øllum sosialpolitiska økinum. Fa- miljupleyga kann vera ein góð loysn, men fyrst og fremst eiga vit at arbeiða fyri, at barnið verður heima. Tann brekaði eigur at fáa til- boðini í tí umhvørvi, hann sjálvur ynskir at fáa tey 0.s.fr. Burtur år sosialu skipanini Sosialpolitisku vidurskift- ini hava sum sagt ikki rætti- liga havt nakran góðan her á landi, og er høvudsorsøkin eftir mínum tykki, at allar flestu av okkara politikarum hava sýnt hesum gki eina sera væl menta líkasælu. Myndin er broytt nakað, og finnast í dag føroyskir po- litikarar, sum vitkunnu rópa sosialpolitikarar. Men enn er tó langt eftir á mál. Tó er tað rættiliga ræð- andi, at tey, sum ætla at fáa sosialpoliuska ávirkan so at siga treytaleyst nýta donsku skipanina sum fyrimynd. At alt bert skal snúgva seg um, at fólk fáa so og so nógv út- goldið og der med. Viður- skiftini síni annars má hvor einstakur soklárasum fræg- ast. Hetta rópa tey manna- virðing. Eg rópi tað egin samvitskureinsan. Sjálvsagt skulu eisini tey arbeiðsleysu hava eitt hald- gott privatøkonomiskt grundarlag at virka å. Hetta kunnu vit tó ikki útvega við at útgjalda peninganøgdir, sum ikki finnast. Grundar- lagið verður tí partvís tryggjað við veitingum og partvís við eini normaliser- ing av útreiðslustóðinum. Annars eru flestu føroysku familjur í sama báti hesum viðvíkjandi. Men størsta tydning hev- ur tað, at vit seta gll segl fyri at tryggja arbeiðsleysum 0.g. eina mansømiliga til- veru í egnum umhvørvi, so- leiðis at tey hvønn dag kunnu liva sama lív sum teirra medmenniskju. Ar- beiðsleys mugu og skulu ikki gerast óvirkin. Vælsignaði, dettið ikki í ta grøvina at innføra donsku sosialu skipanina her. Ein skipan, sum danir sjålvir hava spýggjandi vaml fyri, men sum teir eru bundnir å hond og fót av. Eitt sera gott dómi um hvussu avlagað danska so- siala skipanin kann vera er nyggjasta dagpeningare- formin hjå sosialdemokrat- isku stjórnini. Sambært reglunum í hesum kanst tú, frá tí degi tú fyllir 41 ár og til tú fært úrtíðarpensión sum 60 ára gamal, fáa í medal 10.000,- kr. um mánaðin. Helst fyri einki at gera. Ein hevur varhugan av, at grundleggjandi hugburður- in undir donskum sosial- politikki er at reingera sam- vitskuna hjá ávísum og at varðveita eina ávísa keypi- orku. Brúkaran og tilveru hansara verður so at siga ikki hugsað. Nei, vit skulu gera okkara egnu skipan. Har mansømi- ligheit, solidaritetur og trygdarnet standa ovast á breddanum. Yvirskriftin yvir føroysku sosialu skip- aninaskal verða: At brúk- arin sleppur skjótast til ber út aftur úr henni. Finnur Helmsdal Hús til leigu Húsini eru í Suðurrás í Havn. 2 stovu, 4 sovikømur, køkur, baðirúm, vaski- og kjallararúm v.m. Kostnaður 3.500 kr. um mánaðin uttan ljós og hita. Tlf. 11820 y