leygardagur 23. juli 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
67. ÁRGANGUR
NÝVALDA løgtingid hevur
nú hildið sínar fyrstu fundir.
Á tí fyrsta fundinum, sum var
mikudagin, fór fram val av
formansskapi og tingskrivar-
um, og val av figgjarnevnd,
fiskivinnunevnd og marknad-
tveimum valbólkum. Javnað-
arflokkurin, tjóðveldisflokk-
urin og sjálvstýrisflokkurin,
ið hava tilsamans 11 ting-
menn, gjørdu annan valbólk-
in, meðan restin av løgtingin-
um og tað vil siga sambands-
flokkurin, fólkaflokkurin,
verkamannafylkingin, kristi-
ligi fólkaflokkurin og mið-
flokkurin, sum hava tilsam-
ans 21 tingmenn, gjørdu hin
valbólkin.
ORSØK er ikki til at undrast
yvir, at teir flokkar, sum sótu í
samgongu undan valinum,
gingu saman í valbólk til val
av formansskapi og nevndum.
Men tað var ein margháttlig
hending, tá formaðurin í sam-
bandsflokkinum boðaði frá tí
stórra valbólkinum, sum
fevnir um alt frá ytsta høgra
um miðjuna til ytsta vinstra.
Og valbólkurin var eisini
kryddraður við fundamental-
istum. Verður hetta samgong-
an, spyr onkur. Um tað er til-
fellið verður tað í gllum fórum
eisini ein margháttlig sam-
gonga.
Á næsta tingfundinum var
skriv frá einum av tingmonn-
unum hjá verkamannafylk-
ingini. Hesin, sum er formað-
urin í Føroya Fiskimannafe-
lag, biður um farloyvi frá løg-
tingsarbeiðnum. Orsøkin til
farloyvisumséknina er ein
kongress burtur í heimi. Aðr-
ar vegir hava vit frætt, at
fiskimannafelagsformaðurin
eisini skal halda summarfrí,
og at hann ikki kemur aftur á
klettarnar fyrr enn um tríggj-
ar vikur. Hesar vikurnar
kann nógv henda. Møguliga
verður ein samgonga skipað.
Og samráðingarnar við
donsku stjórnina hava verið
tá tríggjar vikur eru liðnar.
ANNARS gav valstríðið hjá
verkamannafylkingini veljar-
unum ta fatan, at fylkingin —
eisini formaðurin i Føroya
Fiskimannafelag — skuldi
bróta upp um armar og fara til
verka, longu dagin eftir at val-
jori: Jan Millier Blaðfóik Randi Jacobsen - Dagny Útgevari: P/1 Søslalurin Bústaður: Argjavegl 26 | Postadr.: Postsmoga 76
Fyritaksstjóri. Krisjan Dahí Joensen - Tórfinn Smith - | Uposetng. P/T Søslalurin Argjum 110 Tórshavn
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov $lmar Prent: P/t Pressan 1981 | Telsion: 11820 Talefax- 14720
ið hevði verið. Týdningar-
mesti arbeiðssetningurin
skuldi vera at útvega nýggj
arbeiðspláss. Tey verða neyv-
an fingin til vega á eini altjóða
kongress úti í verðini.
SO nógv leikar á her heima, tá
hugsað verður um samgongu-
samráðingarnar, um fyrireik-
ingarnar til samráðingarnar
við donsku stjórnina og um
sjálvar samráðingarnar við
danir, at tað skuldi verið sera
umráðandi hjá tingmonnum
at verið heima í hesum døg-
um.
TÍ halda vit farloyvisumsókn-
ina frá Óla Jacobsen vera
margháttliga ella skulu vit
møguliga nýta ordatakid >so
roynast álitismenn<?
F
VJ
|
|] arnevnd.
TIL hesi valini vard bodad frå
L
Ingeborg og Oli hava
einki skapt á Tvøroyri
Nu fåa vit at siggja, hvussu verkamannafylkingin fer at roynast i
borgarliga leypinum, skrivar Sverre Midjord
Til løgtingsvalid 7. juli gav
verkamannafylkingin eitt
blað út, har tey skrásettu tær
ætlanir, tey vildu fremja,
um tey fingu umboðan. Nú
er greitt, at tey hava fingið
umboðan, og tey hava gjørt
vart við hvønn veg tey ætla
at ganga í føroyskum poli-
tikki. Her er tað serliga Óli
Jacobsen sum talsmaður hjá
fylkingini hevur ført orðið.
Um tað tá saman um kemur
fellur í tråd við tað, sum um-
boðið í Suðurstreymi stend-
ur fyri, tað fer tíðin at vísa.
Tað, sum nú gongur fram,
ertað at sambandsflokkurin
hevur boðað frá, at teir hava
møguleika at mynda stjórn,
tí tað verði eingir trupul-
leikar við verkamannafylk-
ingini, og sjón gongur fyri
søgn, nú vit fingu at vita,
hverjir flokkar vóru gingnir
saman í nývalda løgtingin-
um til val av formansskapi
og nevndum. Tí har liggur
verkamannafylkingin nið-
ast í borgarliga leypinum,
væl tyngd av Edmundi og
Anfinni.
So eru vit komin so langt,
og so vita tey, sum valt hava
fylkingina, at har er svik í
tíðliga, ja, dekans týðiliga
kom tað til sjóndar, men
hesum var roknandi við, um
vit geva orðum Óla Jacob-
sens gætur, tá hann uppi í
útvarpshúsinum segði, at
teirra uppgáva var at knasa
javnaðarflokkin. Byrjanin
er sjónlig, men ta) verður
upp til javnaðarflokkin at
avgera, um orðini hjá for-
manninum í Føroya Fiski-
mannafelag verða veru-
leiki.
Tað verða avleiðingarnar
av tí politikki, sum tey fara
at standa fyri og taka lut í,
sum fara at avdúka gerðir
teirra. Arbeiðsfólkið hevur
ikki valt tey til tað endamál-
ið, sum her er ført fram.
Men hyggja vit at Tvøroyri,
so må ein undrast yvir,
hvussu leikur fór fram her,
tí har fóru arbeiðsfólk og
fiskimenn, sum hava verið í
arbeiði hvønn einasta dag,
orsakað teimum tiltøkum,
sum eru framd her hjá okk-
um igjøgnum árini. Tað var
ikki Fiskimannafelagið við
Óla Jacobsen ella Føroya
Arbeiðarafelag við Inge-
borg Vinther, sum hava ver-
ið við at skapa nakað, tey
hava ikki og fara heldur ikki
at leggja nakran grundar-
stein undir nakað arbeiðs-
pláss á Tvøroyri. Tað, sum
er framt bæði á sjógvi og
landi, er framt við dyggum
stuðli frá FYLKING og frá
FISKEPIGERNES FAG-
FORENING og við ti í-
gjøgnum tey nógvu árini
stýrda javnaðarmeiriluta í
TVØROYRAR BYRÅD
og vid dyggum studli yvir
skattin frå hvørjum einasta
borgara å TVØROYRI.
Allir borgarar í sókn okk-
ara tóku hendur saman, og
sjálvt um virkið í dag er
Føroya Fiskavirking, so er
har enn arbeidi til allar
hendur bæði á sjógvi og
landi. Men tað verður ein
spurningur, hvussu leingi
hetta verður so, tí undir val-
stríðnum varð ført fram á
veljarafundi í Vági av sam-
bandsflokkinum og ongum
minni enn valda umboði
teirra, at flakavirkið á Tvør-
Oyri >var eitt rottureiður<.
Hvussu leingi eitt virki
fær loyvi at halda fram aftan
á eina slíka umrødu, tað
verður ein spurningur. Tað
var bert eg, sum harðliga
mótmælti hesum, men fær
hetta avleiðingar, so verður
bert eitt virki í Suðuroy. At
tað ikki er so enn, taki eg
mær æruna av, við tað at vit
kravdu, at tað blivu tvey, og
enn hevur tað hildið. Men
hvussu leingi, tað veit ong-
in, tí nú er stødan tann, at við
atkvødum av Tvøroyri er
Ingeborg vald, og saman
við Jákupi Joensen í sam-
gongu og við sterkum stuðli
frá hinum tingliminum í
sunnara parti, verður ikki
torført at gita, hvussu leikur
fer fram, og leggja vit aftur-
at, at tær ætlanir, sum eru
við tí fiskiskapi, sum skip á
Tveroyri er farið undir, og
virkingin skal fara fram í
sunnara parti, so verður ikki
tann arbeiðsgongdin, sum
hevur verið á Tvøroyri.
Og táein samstundis veit,
at bæði í orð og talu hevur
kristiligi = fólkaflokkurin
ført fram, atalt skal sentrali-
serast til sunnara part, teir
siggja ikki Suduroy sum
eina heild, og hjálp til hetta.
sum tykist blíva ein veru-
leiki, ta politisku hjálpina
fingu tey frá veljarunum á
Tveroyri. og tá verkið er
framt, tá kann við góðari
samvitsku sigast: sjålvgjørt
er væl gjørt.
Sverre Midjord
Summarfri
Skrivstovan er stongd vegna summar-
frí frá 25. juli til 5. august.
Advokatfirma
EYÐFINNUR JACOBSEN
Eyðfinnur Jacobsen, advokatur
Hans T. Henriksen, advokatur
Vágsbotnur - Boks 1218 - 110 Tórshavn
Telefon 19526 - Telefaks 19536
Deild í Trongisvågi teleton 72336