leygardagur 23. juli 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Síða 4 Nr. 139 — 23. JULI 1994
Kristna trúgvin og politikkur
kunnu ikki skiljast sundur
- Men vit mugu ansa eftir, ikki at blanda hetta saman,
sigur Róland í Skorini, lærar!
Róland í Skorini, lærari í
religión:
- Lívið hongur saman
sum ein heild, og vit verða
ávirkað av politikki og
kristnu trúgv okkara hvønn
dag. Hvørgan partin kunnu
vitavskriva í tilveru okkara.
Ti ber ikki til at skilja poli-
tikk frá átrúna.
Tvær síður
av somu sek
- Trúgv og politikkur eru
tvær síður, sum fullfíggja
okkara dagliga lív, og sum
vit ikki kunnu liva fyri utt-
an, sigur Róland í Skorini.
- Kann Gud brúkast sum
jarnbrot í politikki?
- Tá vit hugsa álvarsliga
um tað, so ljóðar tað so und-
arligt, men vit kunnu royna:
- Um vit siga, at politik-
arar ætla at innføra deyða-
revsing i Føroyum. Tá fer
ein politikari upp å rødara-
pallin og sigur, at deyda-
revsing stríður ímóti einum
av teimum 10 boðunum.
- Trúgvin á Gud, og við at
brúka tey 10 boðini fær
politikararnar at semjast
um, at tað er skeivt at inn-
føra deydarevsing.
- Her kunnu vit siga, at
grundgevingin er átrúnalig,
men kortini er Gud ikki
brúktur sum jambrot. Og
hóast tað, so hevur politik-
arin brúkt Gud.
Hann brúkar okkum
- vit Hann
- Tað skuldi tó heldur verið
sum okkara Harra og Faðir
- Kunnu vit gera kristnu
trúgvina til ávísa politisku
stevnuskrá?
- Kristna trúgvin er so
umfatandi og djúp, at hon
spreingir allar flokspoli-
tískar skráir. Eingin flokkur
kanr. taka sær patent upp á
trúnna. Tað er eisini tí, at
kristna túgvin er so um-
fatandi, og eisini nógv djúp-
ari enn tær flokspolitisku
skråirnar
Tann knstna trúgv:
viðgerð nøkur vidurskit
tilveru okkara, sum poli
tikkur ikki megnar at vid
gerða, sigur Roland í Skor
ni og gevur politikarunum
hesi ráðin!
- Ein og hver politikari
má royna alt hann er mentu
at vera ærligur og lata alla
sínar avgerðir vera í
ljóð við sína kristnu ig
Dagny
san
Tað var á politiskum fundi
í Læraraskilahøllini fyri
valið, at átrúni og
politikkur vóru tvinnað
saman. Síðani hevur verið
ávíst orðaskifti um hetta
fyribrigdi
soleiðis, at Gud brúkti okk-
um sum sínar tænarar, men
eisini at vit brúktu Hann
Gudstrúgvin er
ikki ein vera
- Tú kanst ikki leggja tína persónligu
gudstrugv í ein sýnisglugga, til onnur at
eygleiða. Hetta er ein persónlig innar!
megi, sum tú kanst nýta í tínum
gerandisdegi, sigur Jógvan Sundstein
Jógvan Sundstein er í
summarfrí í Danmark fløtu-
ni. Tá Sosialurin ringir til
hansara, heldur hann, at tað
er fyri at fáa hann ac vedda í
fótbólti. Kortini drálar hann
ikki, tá vit ístaðin seta hon-
um spurningar um politikk
og átrúna.
- Er tað rætt at blanda
politik og átrúna saman?
- Tað ber - ið hvussu so er
- ikki til at greina sundur. Í
øllum arbeiði, tað veri seg í
politikki ella gðrum arbeiði,
hevur tú kristnu læru tína
við tær. Tað er greitt, at tú
ikki bert soleiðis leggur
gudstrúnna frá tær, um tað
tú gert, ikki situr til kristnu
sannføring, sigur Jógvan
Sundstein.
Tú ber trúgvini inn í tær
- Guðstrúgvin er nakað,
sum tú ber inni í tær, men eg
haldi ikki, at eg geri arbeiði
betur enn onnur fyri tað, at
eg eri trúgvandi persónur.
- Tað er torført at greiða
frá, men hetta er ein innari
kraft, sum gevur styrki og
megi. Hetta er ikki nakað,
sum tú lyftir upp fyri ødr-
um, sum ein vera í sýnis-
glugganum.
- Eg havi tó einki ímóti at
tosa um tað, men eg kenni
meg ikki betur enn aðrir,
sum ikki hava mína guds-
trúgv, sigur Jógvan Sund-
stem.“
- Hevur tú ongantíð tikið
avgerðir, sum stríða ímóti
tíni kristnu sannføring
- Nei, tað haldi eg ikki
Sjálvandi havi eg verið
noyddur til at taka avgerðir,
sum ávirka nógv fólk, men
eg havi altíð havt í huga, at
avgerðir mínar ikki stríða í-
móti kristnu trúgv mínari.
- Hvat heldur tú um polit-
ikarar, sum vilja nýta Gud
sum jarnbrot?
-Taðdámar mær lítið. Við
at lesa Bíbliuna, ognar tú
tær tað, sum er Guds læra
og vilji við menniskjunum,
men um tú nýtir Bíbliuna
sum jarnbrot ella kastibólt,
so er tað skeivt í øllum lívs-
ins fórum.
- Bíblian er kristna læran,
sum tín persónliga trúgv
byggir á. Hon er eitt persón-
ligt amboð. Tú lærir av ti,
sum tú lesur og kanst nýta Jógvan Sundstein hevur
tað í tínum gerandisdegi, verið við í føroyskum
sigur Jógvan Sundstein. politikki til fyri stuttum
Dagny