leygardagur 23. juli 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 139 — 23. JULI 1994
Breið semja um nýggja stýrisskipan
Stórt framstig
fyri politisku
skipanina
Líkt er til, at tað verður eitt samt løgting, sum fer
at samtykkja uppskotið til nýggja stýrisskipan
fyri Føroyar
Uppskotið til nýggja stýris-
skipan fyri Føroyar var til
fyrstu viðgerð á tingi í gjár.
Framsøgumenninir fyri
nærum allar flokkar høvdu
orðið og boðaðu frá, at teir
tóku undir við uppskotinum
sum var samtykt fyri løg-
tingsvalið. Tað er so við
hesum uppskoti, at skal tað
koma í gildi, skal tað
samtykkjast nú í sama líki
sum tað varð samtykt av
undanfarna løgtingi.
Vilhelm Johannesen úr
Javnaðarflokkinum, sum
hevur verið formaður í
serligu neyndini sum hevur
viðgjórt uppskotið, mælti
undir viðgerðini til, at sett
verður ein serlig nevnd at
viðgera uppskotið til mána-
dagin, tá tað helst fær aðru
og møguliga eisini tridju og
endaligu viðgerðina. Or-
søkin til, at enn ein nevnd
núskal setast er, at løgtings-
val hevur verið, og at tingið
hevur partvíst fingið nýggja
manning. Vilhelm Johann-
esen helt tað vera umráð-
andi, at tingmenn, ikki
minst teir nývaldu, fingu
møguleika at seta seg inn í
málið.
Sambandið tekur nú
undir við uppskotinum
Upprunaliga var Sam-
bandsflokkurin ikki so
fegin um uppskotið um
nýggja stýrisskipan, men
flokkurin hevur nú hálsað
um. Framsøgumadur Sam-
bandsfloksins, Bjórn á
Heygum segði, at Sam-
bandsflokkurin tók upp-
runaliga fyrivarni við upp-
skotinum, men tá sjónarmið
floksins ikki øll vunnu
frama gjørdist ikki við.
Nýggja uppskotið er í
hvussu er munandi betri enn
verandi skipan, og tí fer
Sambandsflokkurin at at-
kveða fyri uppskotinum nú,
segði framsøgumadurin.
Øll floksumboðini, sum
havdu orðið, søgdu seg taka
undir við uppskotinum og
Á tingfundinum hós-
dagin væntaðu tveir av
teimum tingmonnum,
sum hesaferð eru ný-
valdir. Jenis av Rana og
Óli Jacobsen. Stólurin
hjá Jenusi stóð tómur,
men tað gjørdi ikki
stórlurin hjá fiski-
mannafelagsformannin
Nývaldi tingmadurin,
Óli Jacobsen, er longu
farin av landinum, men
sagt verður, at hann
hevur fartelefon uppi á
sær, so til ber at fylgja
við kortini.
Mynd: Kalmar
Óli farin av
landinum
—og næsti maður er komin á
ting fyri Verkamannafylk-
ingina í Eysturoynni
søgdu tað vera stórt fram-
stig fyri politisku skipanina
í Føroyum.
Í nevndina, sum løgtingið
valdi í gjár at viðgera
uppskoytið um stýrisskipan
at leggja fyri tingid mána-
dagin, komu Bjørn á Heyg-
um fyri Sambandsflokkin,
Anfinn Kallsberg fyri
Fólkaflokkin, Marita Peter-
sen fyri Javnaðarflokkin,
Jógvan Durhuus fyri Tjóð-
Kristian
veldisflokkin,
um. Oli Jacobsen er far-
in á fund í altjóða flut-
ningssamgonguni, og
fyri hann møtti Karl
Robert Johansen.
Tingmenninir, sum
kannaðu vallistan hjá
Verkamannafylkingini í
Eysturoynni kundu
upplýsa, at eftir Óla
Jacobsen, sum fekk 447
atkvødur, kom Kari
Robert Johansen við 21
atkvødum. Eingin lá
teirramillum.
tór.-
Magnussen fyri Verka-
mannafylkingina, Helena
Dam á Neystabó fyri
Sjálvstýrisflokkin, Lasse
Klein fyri Kristiliga Fólka-
flokkin og Petur Jacobsnen
fyri Miðflokkin.
Næsti tingfundur er lýstur
at vera mánadagin klokkan
tvey seinrapartin, og tá
kemur uppskotið til aðru
viðgerð. Møguliga verður
eisini triðja og endaliga
viðgerðin hendan sama
dagin.
tór.-
Tidindabladid (71)
Vilhelm Johannesen hevur
verið formaður í serligu
nevndini, sum hevur
vidgjørt uppskotið um
nýggja stýrisskipan.
Mynd: Kalmar
Deyvafelag Foroya
Skrivstovan í Deyvahúsinum »Etfata«, Íslands-
vegur 10 B, Tórshavn, er opin hvenn dag kl. 9-11.
Teisfon/telefax 17597 og isisfax 41992, skrivitele-
fon tlf. 0123 og bið um 16929 ella 41792.