Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juli 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Men tjóðarhátíðin hevur sanniliga síni lýti Í DAG og í morgin halda vit føroyingar tjóðarhátíð okkara — ólavsskuna — og ein stórur partur av fólkinum, sum enn búleikast her, stevnir til Tórs- havnar at halda sær at gam- an. Fólk hugna sær, hitta vin- ir og kenningar, hyggja at í- trótti, syngja og dansa ella bara vála oman og niðan og heilsa upp á fólk. Og nógv seta eina æru í at vera til staðar, tá skrúðgongan við prestum, løgtingsmonnum, landsstýr- ismonnum og embætismonn- um kemur úr Havnar kirkju, áðrenn løgtingid verður sett 6lavsøkudag. NEYVAN nøkur onnur tj6d- arhåtid bindur eitt fólk so saman sum 6lavsøkan. Hetta er sonn føroysk mentan — tað at stevna saman í hátíðar- skrúð —ja, hvat er vakrari enn tey smáu og tey eldru í tjóð- búnanum? Einki! HETTA er ein siður, sum vit mugu varðveita og stimbra. Men tá tað er sagt, so skal eis- ini sigast, at ólavsskan hevur sini lyti. Samstundis sum summi halda sær at gaman, ganga onnur so drivandi full og eru ødrum til ampa. Har- afturat er tað skammiligt, at ein stórur partur av tjóðini skal taka so rívan til, at hann vinnur ikki upp hús. Mentan- arliga eru vit frammarlaga á nógvum gkjum. Men tað eru vit ikki, tá tað kemur til drykkjumentan. EITT annað lýti er, at pening- ur skal vinnast burtur úr øll- um og her ganga tíverri í- tréttarfeløgini á odda. Tórs- havnar Ítróttarráð, sum óivað avrikar mangt gott á ðrum økjum, hevur sokallað tivoli. Og tað er serliga ætlað børn- um. Men til stuttleika er einki — okkurt sum børn finna fragd í. NEI, tað ræður eina og aleina um at fáa sum mest av peningi úr børnunum — 21-spæl, tom- bola, bóltkast, skjóting og hvat tað nú kallast. Onkuntíð eru tey heppin og hjartans- glað. Tey hava vunnið. Og so fáa tey okkurt bíligt plastikk- fjant úr Hongkong. Ballónir, sum kanska kosta tvær krón- jóri- Jan Múller Biaðfóik. Randi Jacobsen - Dagny | Utevari P/1 Sostalurin FR | "sn Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov ur at keypa, verða seldar fyri 40 krónur. Hverjum líkist hetta? HØVDU vit ein brúkaraum- boðsmann ella eitt veruligt príseftirlit, so varð slíkt bíligt fupp steðgað. Vist er 6lavsøk- an høvudsinntøkukeldan hjá ftréttarfeløgunum, og tey gera eitt stórt arbeiði at fáa pening til vega til ítróttararbeiði, men máti skal vera við. Ó- nøgdin hevur eisini verið stór og í fjør ljóðaði, at nú skuldi ítróttarráðið royna at fáa eitt veruligt tivoli til landið, men tað hava vit ikki hoyrt meira um. UMFRAMT alt annað, so er ólavsskan, eins og hinar summarstevnurnar, ein í- tróttarstevna, og tá róðurin á ólavsgku er rógvin, verða bát- arnir drignir fyri summarið. Tað er at fevnast um, at ong- antíð áður hevur áhugin fyri tjédaritrétt okkara verið stórri enn júst í år og ikki fyrr hava so nógvir bátar róð. Tað er at fegnast um, tí tað eru ikki bara ítróttarfólk, sum menna likam og sál, nei, tað eru bygdir, sum kappast móti hvørji aðrari. Hetta skapar samanhald og tað skapar 67. ÁRGANGUR 110 Tórshavn Teletax: 14720 OG trivni er kanska tad, sum ikki eyðkennir føroysku tjóð- ina í hesum ári. Onkuntíð hevur hon verið betur fyri, men her býr eitt rakst og tolið fólk, og fáa tey, sum nýliga eru vald at stýra hesum landi, aft- ur lagt lunnar undir hetta samfelag, so skal tað helst aft- ur menna seg. TAÐ má og skal gerast livilig- ari í okkara kæra landi. Og tað gerst ikki við at mergsúgva fólk í skatti og avgjøldum, so rásarúmið verður lítið og einki. Vit mugu aftur menna hetta landið og læra av roynd- unum, og sanna, at tað er eitt veiðimannasamfelag. Eftir tí sannroynd má landið byggj- ast. Í felag mugu vit fara undir byrðuna og javnt skulu bæði byrða og ágóði býtast. UM vit megna tað, so fáa Før- oya Løgting og tann føroyska tjóðin aftur ta virðing, sum ing og tjóð hevur uppibor- ið. GÓÐA 6lavsøku! Sosialurin Birgir Waag Høgnesen skrivar Javnaðarfólk, hold kjeften... Gamlir gubbar í flokkinum eru nú byrjaðir at harta Ingeborg og Óla fyri teirra leiklut í samgongusamráð- ingunum. Hetta er skomm og ikki sért vandaleyst fyri flokkin í framtíðini. Ikki er valósigur okkara 7. juli meira enn farin aftur um bak, so byrja teir gomlu gubbarnir at svansa í blað- skriving hvørt tad er rætt hjá Verkamannafylkingini at vera uppi í samgongusam- ráðingunum hjá sambands- flokkinum ella ikki. Eingin skal vera í iva um, at Óli og Ingeborg hava skapt eina fylking, sum fekk eina und- inøku, sum valla nakar hevði droymt um, ja, vit í javnaðarflokkinum nærum tileinkisgjørdu hesa fylk- ing, tí hon fór ikki at fáa so stóra undirtøku. Einki er at taka seg aftur í at fleiri av valevnum okkara nýttu nógvar kreftir at verja javnaðarflokkinum móti verkamannafylkingini, men eitt er í valstríði, annað er í tí dagliga degnum, tá partarnir skulu liva saman og fáa tað besta burtur úr til gagns fyri samfelagið. Eg fari ikki at góðtaka, at >herferðin<, sum seinastu dagarnar er farin fram móti Óla og Ingeborg, heldur fram, slíkt kann bert skapa enn stórri trupulleikar mill- um okkum og verkafjøld- ina. Tað kann ikki verða flokki okkara til gagns, at Tummas Arabo, fiskimála- ráðharri, úttalar seg til So- sialin og hálvavegna hevur til ynskidreym, at Óli Ja- cobsen eigur at royna seg sum fiskimålar&Oharra, hver skal siga >roynt teg nú, hin rodni<. Nei, hetta er tokutala úr enda í annan, og kann skaða álvarsliga. Vilhelm Johannesen, floksformaður, skrivar í oddagrein 23. juli, at tað er margháttligt, at Óli Jacob- sen hevur biðið um farloyvi frá tinginum, nú samgongu- samráðingarnar standa í besta blóma. Hvat er tað, tú sigur Vilhelm Johannesen (eg spyrji bara), vilt tú nú knappliga hava Óla Jacob- sen at verða hjá okkum heima, vit sum ikki hava havt brúk fyri honum í flokkinum. Hví skal hann standa skúlarætt fyri okkum nú, møguliga at verja fyri at „teir smærru< koma framat ella? Sverre Midjord skrivar í grein 22. juli, at flokkurin ikki eigur at spæla fornerm- aður og fara í andstøðu, tí har fáa vit einki av skafti. Vit í javnaðarflokkinum mugu og skulu duga fólka- skikk, tað nyttar einki at Sverre geylar um at fara í samgongu fyri at fáa ávirk- an. Nei, vit sleppa ikki upp í nakra samgongu við slíkari skriving, hetta skapar bara misálit, harra Sverre Mid- jord. Eingin, sum lesur blødini, kann umgangast at lesa vøkru orð tíni um sam- starv við verkamannafylk- ingina, fyri ikki at spjaða arbeiðara- og fiskimanna- fjøldina. Tað kann eisini vendast 180 stig upp á 2 dagar hjá okkara fólki eis- ini, tí tann 24. juli leggur tå eftir verkamannafylking- ini, sum um einki var sagt tveir dagar frammanundan. Hetta er ikki grundarlag at fara at samstarva uppá, nei, so langt frá tí. Til seinast vil eg heita á øll javnaðarfólk um ikki at nýta skitin vápn móti verka- mannafylkingini, men heldur positivt nýta allar møguleikar til at saman- sjóða hesar flokkar, so ar- beiðast kann til frama fyri verkafjøldina. Marita Pet- ersen eigur nå at verja flokkin, so ikki veljarin fer gjøgnum úthurðina, nokk av veljarum er farið gjøgn- um bakdyrnar. Hetta skal iljast soleiðis, at slík skriving kann fáa fólk at fara, eisini kend fólk í flokkinum, góðu javnaðar- fólk, hold kjeften — det giver resultat. BWH