Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. august 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 143 —2. AUGUST 1994 Síða 3 Tíðindablaðið ES í Er Es ILLS I Antinis Iversen, formaður í Róðrersambandinum: Hatta var skammiligt } Antinis Iversen varð sera vónbrotin tá hann sá, at Bergur Jacobsen var dýrandi fullur, tá hann handaði steypini eftir 6lavsøkur6durin. >Hatta var undir alt lágmark. Og tað var tekin A um ótrúliga lítla virðing fyri r6drarfølkinum«, sigur hann Tað er gamal síður i Før- oyum, at tað er landsstýris- maðurin í mentamálum, sum handar steypini, tá 6lavsøkur68urin er rógvin, og teir ymisku føroyameist- ararnir eru funnir. Vanligt er, at ein lítil tala verður hildin, og at menta- málaráðharrin annars ger sítt til at geva hesi løtu ein hátíðarligan dám. Men soleiðis var íkki í Skít fullur Tað var Bergur Jacobsen, sum handaði steypini í ár - men tað var lítið hátíðarligt á at líta. Bergur var nevni- liga týðuliga ávirkaður av rúsdrekka. Ella skít fullur, sagt á vanligum máli. Kappróðrarfólkið fekk onga talu, illa gekst hjá Bergi at halda skil á steypahandingini - og hann stóð enntá og drakk á talarastólinum. Vit tosaðu í gjár við Berg Jacobsen, og spur- du hann hvat hann sigur til tað, Antinis Iversen sigur í blaðnum í dag. Men tað hevur Bergur onga viðmerking til. Spurdur hvat hann sígur til at landsstýrið møguliga fær eina klagu um harsara atburð, sigur hann: Bergur: Eg havi | onga við- merking Skammiligt Antinis Iversen er for- maður í Róðrarsambandi Føroya. Og hann er skel- kadur av atburdinum hjå landsstyrismanninum. Í - Senda teir eina klagu, | so taka vit sjálvsagt ímóti henni. Meira vil hann íkki siga um tað. - Tú vilt heldur íkki nýta hetta høvi at geva róðrarfólki eina um- bering? - Nei. Eg havi onga viðmerking til hatta. S-S- - Eg havi ikki orð fyri tí. Hatta var undir alt lágmark, sigur hann. Antinis heldur, at ein átti at kunnað kravt av einum landsstýrismanni, at hann vísir sømiligan atburð, tå hann alment umboðar landsstýrið. - Í mini tid í róðrarsam- bandinum hava fýra lands- stýrisfólk handað steypini. Tey trý - Signar á Brúnni, Lasse Klein og Marita Petersen - hava øll dugað sera væl. Tey hava við sidiligum atburði og há- tíðarligum orðum víst róð- rarfólkinum tann heiður, tey hava uppiborðið. Eisini í fjør Fyrstu ferð, Antinis hevur upplivað trupulleikar undir handingini, var í fjør. Tá var tað Bergur Jacobsen sum handaði, og tað var týðuligt, at hann hevði kenning. - Hetta vóru vit sera har- mir um. Men eingin hevði droymt um, at tað kundi henda einaferð afturat. Tá vit heittu á hana í ár, vóru vit vísir i, at hann fór at bera seg hampuliga at. Men gjørdi Bergur altso ikki. Tað var tvørturim6ti verri í ár. - Eg kendi meg illa at Mong hildu lítið um atburðin hjá mentamála- ráðharranum á ólavsóku. Her stendur hann og drekkur á talarastólinum ímillum tvær steypa- handingar Mynd: Álvur Hansen standa har og hyggja at. Og tað vóru tað fleiri onnur. sum eisini gjørdu, sigur Antinis Lítil virðing Antinis heldur tað vera tekin um ótrúliga lítla virðing fyri fólki, at ein landsstýrismaður kann standa soleiðis Men serliga stóra heldur hann vanvirðingina vera fyri = róðrarfólkinum og kappróðrarítróttinum sum heild. - Tey, sum rógva, hava lagt alla orku i gjøgnum eitt heilt summar. Bæði tey sum vinna og tey sum tapa eru við ul at halda lív í okkara tjóðarítrótti. At alt skal enda á hendan hátt, haldi eg vera sera 6sømiligt, sigur hann S-S- Antinis Iversen hevur nú tvær ferðir verið við til at heita á Berg Jacobsen um at handa steyp og medaljur á ólavsóku - og báðu ferð er Bergur møttur upp vid góðari kenning. Næstu ferð verður tað onkur annar. sum fær medaljurnar at handa - uttan mun til, um Bergur verður landsstýrismaður Mynd: Álvur Hansen Klaga | til lands- stýrið Leiðslan í RSF fer í næstum at hava fund um tað, sum hendi á Ólavsóku. Endin verður kanska, at landsstýrið fær eina klagu um atburðin hjá Bergi Jacobsen Sambært Antinisi Iver- sen er øll leidslan i Róðrarsambandinum samd um, at atburðurin hjá Bergi Jacobsen íkki kann góðtakast. Men teir hava ikki av- gjørt, um teir gera meira við málið. - Enn hava vit bara tosað leyst um tað, men ætlanin er at hava ein veruligan fund, har hetta verður tikið upp, sigur hann. Spurdur hvør avgerð verður tíkin á ú fundinum sigur Antinis, at tað kann hann sjálvsagt einki siga um enn. - Men tað er hugsandi at vit fara at senda lands- stýrinum eitt mótmæli, har vit klaga um atburð landsstýrismansins, sigur hann. Ikki bidin aftur Nú hevur Róðrarsam- bandið tvær ferðir heitt á Berg Jacobsen um at handa steypini á ólav- søku. Gera teir tað einaferð afturat? - Nei! svarar Antinis Iversen. Tað hugsi eg, eg kann siga vegna alla nevndina, at hasin maðurin verður íkki afturbiðin - uttan mun til, um hann er lands- stýrismaður ella ikki. S-S-