týsdagur 2. august 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Ein av okkara mætastu
målsnillingum, sum Før-
oyar hava fostrað, er
Christian Matras. Í Mál-
tingi, bind 1, sum mál-
stovnur Fróðskaparseturs
gevur út, skrivar Jóhan
Hendrik W. Poulsen,
professari, sera áhuga-
verd orð um målrøktar-
mannin Chr. Matras,
bæði sum týðara og yrkj-
ara. Ætlanin skal ikki
verða at tríva í tað, sum
Jóhan Hendrik skrivar, tí
tað verður ov drúgt. T.d.
kann nevnast, at Christi-
an — saman vid M. A.
Jacobsen — gjørdi tað
Føroysku-Donsku orda-
bókina, sum kom út al-
ment i 1928. Sjålvur tek-
ur Chr. Matras soleiðis til
orða um Mikkjal
Dánjalsson á Ryggi —
sambært nøkrum Menta-
fólkum: >Hetta, sum lagt
er á okkum, at búgva før-
oyskt mál út til at vera
eitt gott amboð, at gera
eitt talað mál eisini til eitt
lærdómsmál og til eitt
mål, sum ført er fyri at
nevna alt, sum nútíðin
ber inn á okkum, við før-
oyskum orðum“<.
Hetta hevur Mikkjal
hugsað um. Og eg festi
meg við orðini >hetta,
sum er lagt á okkum«.
Chr. Matras sjålvur var
framúr til at smíða
nýggjyrð, (Le. nýggj
orð).
Hann smæðist ikki við
at nýta útlendsk orð, ser-
liga frødi- og yrkaorð, tá
ið stílur og fatan krevja
tað. Er føroyskt orð ikki
fyri hendi, nýtir hann
fremmandaorðið. Vit
kunnu taka okkurt dómið
úr rúgvuni, sum Chr.
Matras hevur smíðað:
livfrødi fyri biologi; lív-
frødingur fyri biolog;
sålarfrødi fyri psykologi:
sålarfrødingur fyri psyko-
log, og so framvegis.
Havid ti í huga: at før-
oyskt er høvudsmålid i
landinum, og ikki danskt.
Hóast føroyskt og danskt
eru nær skyld mål, eru
føroyskt og islendskt ikki
minni. Vit, sum eru góð
við málið, eiga tí ikki at
lata okkum verða ør-
kymlað av donskum mál-
burði. Vandin lúrir alla-
staðni, tí tað eru mál-
menn í dag, sum hava
lyndi til at troka góð før-
oysk orð av elstaði, og í
staðin hýsa donskum-
týskum orðum. Danska
málið hevur til allar tíðir
havt lyndi til at troka
burtur føroysk orð. At
danskir lærarar í Føroy-
um geva frálæru á hægri
skúlastigi í føroyskum
skúlum, bøtir als ikki um
støðuna viðvíkjandi før-
oyska málinum. Heldur
áttu teir at tikið annað
skinn um bak og syrgt
fyri at tosa føroyskt. Ti-
verri venda teir føroysk-
um máli bakið, og nýta
Nr. 143 — 2. AUGUST 1994 |
ÉN [TOO TEDE EO
”
donsk ord, ístaðin fyri at
taka eftir góðum føroysk-
um málburði.
Til dømis helt eg tað
vera hugstoytt, tá ið eg
las sera áhugaverdu grein
hjá André Niclasen, stu-
dentaskúlalærara, sum
stendur í Måltingi, bind
4, har André tekur
kvørkratak um góð før-
oysk orð, sum Chr.
Matras so meistarliga
hevur evnað. Skulu vit
framvegis innihýsa
donskum orðum í okkara
føroyska målurtagardi, so
verður illa statt. Tad ræð-
ur um, at vit veruliga
tíma at varðveita føroyskt
mál. Vit gerast fáment, tí
alt fleiri flyta av landin-
um. Latið okkum tí held-
ur standa sum ein og
verja garð móðurmálin-
um at frama.
Hóast André og eg eru
ikki á einum máli í øll-
um, hann skrivar, so eri
eg samdur við honum. tá
hann sigur, at vit nærum
hava verið kvald í ís-
lendskum orðum. Og tað
hevur André sjálvsagt sín
fulla rætt í. Hann umboð-
ar meirilutan av teimum.
sum siga sína hugsan um
føroyskt mál.
Tað nýggjasta og
sjónskasta av øllum er, at
Fróðskaparsetrið — uttan
at hava vent sær til fjøld
ina — beinleidis hevur
stolið orð úr islendskum
máli. Til dømis eitt orð
sum glara. Hetta orðið er
beinleiðis stolið úr ís-
lendskum. Og kortini
upplýsir Orðafar, (eitt
blað, sum seturstovan á
Fróðskaparsetrinum
gevur út), at hetta snotu-
liga orðið glara hevur Jó-
han Hendrik W. Poulsen
smíðað.
Eg haldi, at Fróðskap-
arsetrið átti at verið so
mikið meira úti um seg
alment, at lesarin fær
høvi at siga sína hugsan.
Målid er fyri øll, og ikki
bert nakrar åvisar harrar å
Fróðskaparsetrinum, sum
skulu mynda mål okkara.
Blødini yðja í villum í
dag. Tað er mangan, tá tú
lesur í teimum, at tú
hevur fingið steinar fyri
breyð. Hóast blødini
royna at vanda sær um
málið, haldi eg, at
Dimmalætting hevur
vandað sær mest og best
um málið. Og tað er
gleðiligt.
Utvarið hevur eisini
vandað sær væl um mál-
ið: hóast tíðindamenn út-
varpsins javnan taka upp
í saman aftur orð og setn-
ingar, sum heldur kundi
verið ósagt.
A baksíðuni í Tíðinda-
blaðnum Sosialinum hin
22. juli stóð skrivað, at
nýggjur súkkluverkstaður
Hugstoytt er at síggja
útlendsku skeltini
skrivar Róðin Thomsen
var latin upp í Havn, við
stórum skelti oman fyri
hurðina: Bike Service við
Bjarna Poulsen. Her
síggja vit enskt og før-
oyskt tvinnað saman
Hetta er einki annað uttan
dráp fyri føroyskt mál.
Orðið bike merkir súkkla.
og service tænasta. Mítt
uppskot til hetta heitið
kundi verið: Súkkluverk-
staðið við Bjarna Poul-
sen. Man kanska hevur
onkur annar eitt betri
uppskot.
Á somu gongugøtu er
eitt skelti komið at standa
fyri heiti á matstovu: Rio
Bravo. Hygg at mjólkar-
bilinum, vid rædandi,
skelkandi stavum á báð-
um síðunum, har tað
stendur: Kløver Mælk.
Í lýsingum í bløðunum
havi eg givið mær far um
orðið: pædagogur. Orðið
er ófaroyskt. Og nú í
seinastu bløðunum hevur
sama orð staðið skriva
petagogur; æ vorðið e og
d vorðið t. Hetta er sum
at sópa dustið undir gólv-
teppið. Minnist meg ræti.
hevur sendingin Orða-
Í bókin í útvarpinum., sun
jóhan Hendrik, síðan á
Í heysti í 1969, hevur skip-
að fyri, skotið upp orðið
handlærari fyri petagog
men tað hevur valla fing-
ið ta góðu undirtøku mill-
um manna, tí hava fólk
heldur valt at tíkið við tí
vánaliga málburði.
Hvussu við orðum sum
Faroe Seafood, Faroe
Travel, Atlantic Airways,
Faroe Stone, Faroe
Waters, City Restaurant,
ella Dekk Service, Super
Hetta bert fyri at nevna
nøkur dómi úr rågvuni
I Hvalba hoyrði eg
einaferð ein Óvita, sum
spældi uttanfyri, siga:
>Hygga tyrlan<. Tá mælti
maður fyri munni: >Ja, nú
sært tú helikoptaran«.
Hetta er einki eindómi í
Føroyum, tí mangan so
verða børn villleidd av
teim vaksnu, sum tosa
sum best ber til. Tað
sjónskasta dómið er, at
børn saman við foreldrum
sínum, sita og hyggja at
sjónvarpi við donskum
tekstum, og einki er so
ræðandi sum teknifilmar-
nir, at hetta er eins og at
geva børnunum steinar
fyri breyð.
Gevið børnum tykkara
bøkur vid føroyskum
tekstum. Lærid børn
tykkara kvædini uttanat.
Tad er mettandi fyri sål-
ina. At børn verða havd í
barnagørdum, er alt
annað enn gott. Ein
mamma, sum ikki er góð
við málið, gevur barn sítt
í fangi á petagogunum.
Fyrr luttóku børn í øllum
dagsins arbeiði saman
við foreldrum sínum.
Meðan børnini lýddu á.
lærdu foreldrini tey,
hvussu hvort einstaki
hugtak æt, sum varð nýtt
Tíðindablaðið
UA OO: >> LOS:
ti dagiiga arbeiðinum
Og spyrt tå barnid i dag
stendur tað sum Kånus
Mong orð tykjast hava
fest rót í føroyskum máli
Hetta er at fegnast yvir
Til dømis kann eg nevna,
at orðið tyrla, eins og
orðið telda, hevur fingið
fótin fyri seg í fóroyskum
máli, enn heldur orðið
helikoptan. Orðið ha,
sum fólk hava lyndi til at
taka upp í saman aftur, er
ein málspilla. Ikki er tað
vakurt at siga ha. Vána-
ligasta mál, tú lýðir á, er
mál politikaranna. Við at
lýða á mál teirri, er tá
nógv betri at sita
svangur.
Í Hvalba, har eg gekk
barnaskúlan, gav lær-
dómurin mær einki
Barnaskúlin hevði — satt
at siga — ongan týdning
fyri meg málsliga, tí um-
stødurar hjá mær vóru so
vánaligar, at eg í barna-
skúlanum kundi sammeta
meg við tann misháttað
dunnuungan, ið varð
sparkaður og sligin alla-
stadni, hann kom; sum
mæti danski rithøvundin,
Hans Christian Andersen,
feldi á blað.
Hóast tungan andróður
og onga cggjan målsliga í
barnaskúlanum, í Hvalba,
so náddu teir ongantíð at
beina fyri mær. Tí sum
eg havi sagt: Føroyskum
mál havi eg tó altíð havt
alsk fyri. Vandamálið er:
tíma vit at varðveita før-
oyskt mál. verða vit oll at
taka saman hendur og
standa sum ein og verja
garð okkara móðurmáli
at frama.
Blíðar heilsanir,
Róðin Thomsen,
Tórshavn
Auktionsleder
Efter Justitsministeriets bestemmelse
opslás herved hvervet som auktions-
leder ved Suderø syssel ledigt.
Beskikkelsen som auktionsleder kan
kun meddeles personer, der har dansk
indfødsret, er fyldt 25 år, men ikke 70
år, og er vederhæftige.
Auktionslederen er pligtig at stille
sikkerhed, hvis art og størrelse senere
vil blive fastlagt.
Ansøgninger, der stiles til Justits-
ministeriet, skal indsendes til Domm-
erkontoret, C. Pløyensgøta 1, Postbox
28, FR 110 Tórshavn, senest den 25.
august 1994.
Sorenskriveren (Dommeren)
på Færøerne
den 26. juli 1994