Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. august 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (SE: Laandsbankanum i Havn í Millers húsi í Gongini Ráðgevandi nevndin vitjar fi Ráðgevandi nevndin hjá danska forsætismálaráðnum skal seinnapartin í dag vitja Búskaparráðið, ið heldur til i (Savnsmynd) Sunnudagin kom ráðgevandi nevndin hjá danska forsætismálaráðnum til Føroya á vitjan. Farið verður avstad aftur seinnapartin fríggjadagin Ráðgevandi nevndin hjá danska forsætismálaráðn- um við Erik Bonnerup á odda er í hesum døgum á síni årligu vitjan í Føroy- um. Nevndin kom til Føroya sunnudagin, og almenni parturin av vitjanini byrj- aði mánamorgunin, tá vitj- að varð fyrst kl. 9 í Føroya Banka og síðani kl. 11 í Føroya Sparikassa. Eftir døgurda varð hildið fram, og tá stóð Føroya Arbeiðs- gevarafelag á skránni kl. 14 og Arbeiðsloysisskip- anin kl. 15.30. Hildið varð fram við vitjanini í gjár, tá ráðgev- andi nevndin legði fyri við at fara á Fiskirannsóknar- stovuna kl. 9 og síðani á fiskivinnudeildina hjá landsstýrinum kl. 10.30. Seinnapartin varð fyrst farið sosial- og heilsu- máladeildina í Tinganesi kl. 14, áðrenn dagurin endaði við at hava fund við Føroya Havbúnaðar- felag á Hotel Hafnia. Í dag verður farið til Fuglafjarðar frá morgun- stundini av at vitja Havs- brún, og er hetta einasta stað, ráðgevandi nevndin skal vitja í dag. Nevndin er aftur í Havn í morgin, tá lagt verður fyri við Føroya Fiskavirk- ing í Havn — á gamla Ba- calao — kl. 10, og aftan á døgurda verður kl. 13 farið á fund við búskaparráðið í Landsbankanum. Dagurin í morgin endar við fundi við fíggjardeild landsstýr- isins og Gjaldstovuna kl. 15.30. Vitjanin hjå rådgevandi nevndini endar friggjadag- in vid, at farið verður kl. 10 å Føroya Fiskasølu, og kl. 15 fer nevndin aftur til Danmarkar Leggur dent å møguleikarnar Likt er til, at rådgevandi nevndin hesaferð leggur rættiliga stóran dent á at síggja, hvørjir møguleikar framyvir eru i Føroyum, tå hugt verdur at, hvar hon leggur sina leid. Fyri langari tíð síðani er staðfest, at allir spádómar frá hesi nevnd upp gjøgn- um 80-árini vóru nógv beinraknari, enn tey flestu tá trúðu, so tí er tað kanska heldur ikki so løgid, at tað á hesi vitjanini verður hugt meira at, hvussu Føroyar skulu sleppa burtur úr teirri stóðu, nevndin í síni tíð segði, at Føroyar fóru at koma í. Tá varð ikki lurtað ser- liga nógv eftir tí, ráðgev- andi nevndin hjá danska forsætismálaráðnum hevði upp á hjarta. Kanska ødrvisi er vorðið nú. Tað fæst kanska at síggja, tá nevndin einaferð um nakrar mánaðir kemur við frágreiðing síni frá ferðini hesaferð... Tær frágreiðingar, ráð- gevandi nevndin er komin við gjøgnum árini hava ikki altíð verið so mjúkt orðaðar, men í dag sæst, at saktans kundi havt verið talað við stórri bókstavum, enn gjørt varð. hj. Nr. 144 — 3. AUGUST 1994 Síða 5 Egil Olsen, stjóri á Fiskavirking í Suðuroy: Vil hvorki avsanna ella vátta Uuppsøgn Síðani leiðslan i Fiska- virking i Vági varð send ul hús fyri Glavsøku, hevur ljóðað, at stjórin fyri Fiskavirking í Suð- uroy, Egil Olsen, skal | hava sagt seg úr starvi. — Eg havi onga við- merking, var einasta viðmerking hansara, tá Sosialurin í gjár spurdi um hesi viðurskifti. Við øðrum orðum vil hann hvørki avsanna ella vátta, at hann hevur sagt seg úr starvi. Tá vit tosaðu við hann fyrra- partin í gjár, fingu vit tó fatur í honím á Fiska- virking á Tvøroyri, Rættiliga góðar keld- ur í Suðuroynni vilja tó | vera við, at Egil Olsen hevur sagt seg úr starvi, og at hetta skuldi vera av énøgd við viðurskift- ini í Føroya Fiskavirk- ing. Eitt nú tey viður- skifti, ið førdu ul, at virkisleiðarin og báðir formenninir á Fiskavirk- ing í Vági vórðu upp- sagdir. Tíðindini — id tíverri eru Óváttað — vilja eisini vera við, at Egil Olsen skal hava tíkið uppsøgn sína aftur, eftir áheitan frá leiðsluni í Føroya Fiskavirking. hj. Egil Olsen, stjóri í Fiskavirking í Suðuroy, vil hvórki avsanna ella vátta, at hann hevur sagt upp hjá Føroya Fiskavirking: — Eg havi onga viðmerk- ing, er hansara viðmerking Savnsmynd: Jan Miller Við HB til UEFA Cup-dystin móti skotska Motherwell At føroyingar eru fótbólts- áhugaðir sum fáur, man neyvan stórur ivi vera um. Tí er eisini vælskiljandi, at skipað verður fyri ferð við Smyrli til Skotlands í næstu viku, tá HB í UEFA Cup-dysti skal meta góða skotska felagnumMother- well, ið hevði eitt sera gott kappingarár í Skotlandi í fjør og kom við í UEFA Cup-kappingina. Motherwell hevur heim- stað beint uttan fyri Glas- gow, og í sambandi við dystin siglir Smyril sunnu- dagin kl. 19 av Havnini til Scrabster, hagani farið verður við bussi til Moth- erwell. Heimleiðin gongur sama veg, og tá verður far- ið við bussi úr Motherwell tyskvøldid eftir dystin, ið er kl. 19, og úr Scrabster við Smyrli mikunåttina kl. 3 ul Føroya. Pláss er fyri heilt fitt av áskoðarum og gðrum áhugaðum á ferðini, og ber til at tekna seg til HB-ferð- ina á Strandferðsluni á tlf. 14550. Ferðin ber heitið »HB — 90 ára útferð<. Kostnaðurin fyri ferðina liggur úr 950 krónum upp í 1.950 krónur, og íroknað er tá gisting umborð á Smyrli allan túrin og flutn- ingur millum Scrabster og Motherwell báðar vegir. Atgongumerki til dystin fáast fyri 80 krónur, og ferðafólk kunnu taka bilin við ókeypis. A ferðini verður eisini skipað fyri HB-undirhaldi, so alt bendir á eina skjóta og stuttliga HB-ferð. hj.