mikudagur 3. august 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
oo
—- A
—
3
BER Á Lá &
VANS ISK
KRUPS mixari
frå
(3 mix 4000 electronic)
húsarhaldstólunum
handlinum við nógvu
Á
DULAMENN
St Sarógur -
Vinn títt egna í STÓRA FØROYSKA BOKASAVN
Stórt sæð alt tað nógva UNGANgONgU
tøkan innan føroyska bókautgávu
Gókagarður hevur givið út — harimill
um allar VARÐARNAR og mongu veru
bgu tøroysku stórverkini, t d. eftir Heðin
Brú. Martin Joensen, Wiliam Heinesen
og mangt, mangt annað — harimillum
frægar heimsbókmentir eins og stor
fingnu kstabøkurnar, eitt nú um Sámal
Joensen Mikines og Kirkjubo stólarnar
Tlf. 33344
Allan henda stora
bókagávupakka
Bókagarður ||
Bókbindarageta 8 - Torshavn - TM.11110 Í
Vetrar- ella summardekk
til personbil v/ áseting
DEKKSØLAN
' å SELATRAD
israels-
ferð
Faroe 2 pr =>
ELJAL =
7 Atlantic Airways
s
——
Ferðist í heilar 10 dagar :
í fótafari Meistarans í Heilaga landinum
og vitja og uppliv oll tey søguligu stødini.
LF WA
W
Faroe Travel på NV
Staravegur 7 - 100 Tórshavn - Tlf. 12600
2 Atlantic Airvays
380 Sørvågur - Tlf. 33344
DSN OM
Seriøsiteturin i almennu
figgjarstyringini
Stødan og gongdin í Føroyum
er vitnisburður um, at bæði tey
fólkavaldu og tey tilnevndu, ið
hava havt um hendi almennu
fíggjarstýringina her á landi,
ikki kunnu roknast sum serigs
fólk. Tey hava havt og hava
enn dyggiliga stuðul fólksins.
Føroya fólk verður ti vid góð-
ari grund av útlendingum ikki
roknað sum eitt serigst fólk í
peningamálum.
Havi júst lisið frágreiðing
frá einum donsk-féroyskum
arbeiðsbólki um føroysk kapi-
talmarknadar- og gjaldføris-
vidurskifti. Henda frågreiding
er dyggilig stadfesting av at
oman fyri standandi nidur-
stødu, men hetta duga okkara
tíðindafólk tíverri ikki at lofta.
Eitt dømi er ætlanin við
landsbankanum 1988-94
Bert eitt dómi:
Undirritaði sat í 1988-92 í
nevndini fyri landsbankan,
fyrra partin av hesum skeidi
sum formaður. Í 1992 varð
undirritaði ikki afturvaldur.
Ætlanin hjá føroyskum em-
bætismonnum og politikarum
við Landsbankanum var, at
Landsbankin beinleiðis skuldi
regulera gjaldførisvidurskift-
ini í øllum tí føroyska samfe-
lagnum. T.v.s. ætlanin var, at
Landsbankin skuldi ráða yvir
eini sera stórari upphædd í
gjaldføri, sum hann skuldi
flyta úr Føroyum, tå gjaldføri
var rikiligt i Føroyum, og sum
hann skuldi flyta til Føroya, tå
Føroyum tørvadi gjaldføri.
Grein 1 í lógini um Lands-
bankan er orðað í samsvari við
hesa fortreyt, og embætismenn
og politikarar greiddu frá hes-
um sínum ætlanum út í æsir.
Har var einki at taka feil av.
Undirritaði var ímóti hesi
ætlan. Undirritaði mælti í stað-
in til, at Landsbankin avmark-
aði sína uppgávu til at umsita
fíggjarognir og fíggjarskuldir
landskassan saman við tilhoyr-
andi uppgávum. Grundgev-
ingin hjá undirritaða var, at
ætlanin um slíka regulering av
føroyskum gjaldferisviður-
skiftum — við at flyta gjaldføri
aftur og fram — mátti byggja á
tørvandi innlit í figgjarligu
viðurskiftini hjá Føroyum.
Føroyar vóru jú við sínum
heimastýri partur av danska
gjaldoyrisøkinum, og tí var
ætlanin um slíka regulering
høpisleys, ja, fór at gera storri
skaða enn gagn.
Teir óserigsu ætlaðu
at gera bart á vári 1992
Ávaringar mínar nyttaðu kort-
ini einki. Og á vári 1992 ætlaðu
teir sær at gera bart.
Peningastovnarnir vóru á
vári 1992 sera afturhaldandi
við útlánum. Tí kom Jógvan
Sundstein, táverandi fíggjar-
málaráðharri, saman við em-
bætisfólkum sínum til ta nið-
urstødu, at best var nú at fáa
Landsbankanum til vega eyka
gjaldføri at flyta til føroysku
bankarnar, soleiðis at fóroysku
bankarnir kundu økja um síni
útlán. Viðmerkjast skal, at júst
um somu tíð var ætlan frammi
um aftur at seta arbeiðið í
gongd við undirsjóvartunnlin-
um undir Vestmannasundi.
Táverandi fíggjarmálaráð-
harrin Jógvan Sundstein smíð-
aði tí saman við landsbanka-
stjóranum og figgjarstjøra
landsstýrisins eina lóg, sum á-
legði landsstýrinum at hava
innlán í Landsbankanum, sum
í minsta lagi svaraði til 15% av
bruttotjóðarúrtóku (BTÚ) Før-
oya í undanfarna ári. So nógv
av peningi átti landsstýrið
sjálvandi ikki. Tí var ætlanin at
senda Jógvan Sundstein út í
heimin til útlendskar bankar
við sínum »berømta« smíli fyri
atlæna 1 milliard krónur at seta
í Landsbankan.
Bert víðagitni 6. oktober
forðaði Jógvani Sundstein at
fara hesa sína klovnaferð út í
heimin!
Tað ber ikki til at halda
týdningarmestu
fíggjarstýringslógina!
Undirritadi var sum tann ein-
asti (!) í nevnd og umsjónar-
ráði Landsbankans ímóti hesi
ætlan.
Grundgevingin hjá undirit-
aða var sum omanfyri nevnt:
Tá Landsbankin av réttum átti
at avmarka sín leiklut til upp-
gávur í tilknýti til gjaldføris-
røkt landskassans, átti minsta-
kravið fyri innláni ikki at verið
knýtt at bruttotjóðarúrtskuni
(BTU), men heldur at støddin á
fíggjarlógini.
Næsta grundgevingin hjá
undirritaða var, at føroysku
bankarnir stóðu til at rapla
vegna ovurstór neyðlíðandi út-
lán. Eingin hjálp lá tí í at veita
bankunum eyka gjaldføri til at
lána uppaftur meira út. Hetta
var tverturímóti sera vanda-
mikið!
Undirritaði var tó hin ein-
asti, ið var ímóti, og 28. apríl
1992 samtykti løgtingi5 við
ovurstórum meiriluta ta 6-
broyttu smíðaðu lógina um
innlán í Landsbankan og lán úr
Landsbankanum.
Tað stuttliga við hesi lóg er.
at hon alla tíðina til denna dag
hevur verið brotin. Landsstýrið
hevur ongantíð megnað at hava
innlán, ið bara nær námind
koma upp á 15% av BTÚ frá
undanfarna ári. Hetta lógarbrot
hava fjølmiðlarnir syrgt fyri at
dylja sum mannsmorð.
Tíbetur sluppu hesi óseriðsu
fólk ikki atspæla matador við tí
milliardini, sum ætlanin var at
læna í útlondum til at seta í
Landsbankan. Hinvegin
sluppu tey at gera aðrar
óhugnaligar ólukkur í 1992 og
1993.
Danskir figgjarfrødingar
seta nøkur einføld
viðurskifti upp á pláss
Uppaftur stuttligari er, at frá-
greidingin frá dansk-føroyska
arbeiðsbólkinum um føroysk
kapitalmarknadar- og gjald-
førisvidurskifti gevur undirrit-
aða 100% rætt i øllum sínum
sjónarmiðum frá árunum 1988
-92!!
M.a. verður skrivað í frá-
greiðingini:
»Deter således ikke muligt f.
eks. at opsuge »færøsk« lik-
viditet og lade pengene depo-
nere i det danske marked. De
færøske pengeinstitutter har
adgang til det danske penge-
marked og vil udføre modsat
rettede transaktioner her,
hvilket vil neutralisere en
eventuel effekt af sådanne
foranstaltninger«. (s. 60).
»Fokusering på likviditet til
regulering af aktiviteten vil
endvidere introdusere en u-
sund mekanisme i det finan-
sielle system... For så vidt
rentabiliteten er í orden, vil
finansieringen næppe være
noget problem i et marked-
orienteret finansielt system«.
(s. 62).
Undir yvirskriftini »Færøer-
nes Landsbanks rolle« verður
skrivad: »Der ses ikke at være
grundlag for en egentlig selv-
stændig færøsk penge- og
likviditetspolitik«. (s. 64).
Alt hetta royndi undirritaði
at greiða frá árini 1988-92.
men tá uttan úrslit! Nú hava
danskir serfrødingar givið før-
oyskum politikarum og em-
bætisfólkum alt hetta inn við
skeið! At slíkt yvirhevur
skuldi vera neyðugt vísir.
hvussu lítil serigsiteturin hevur
verið og framvegis er.
Dømini um tørvandi
seriøsitet eru óteljandi
Á vári 1992 var undirsjóvar-
Tíðindablaðið mæ Nr. 144 — 3. AUGUST 1994 Síða 13
BH
tunnilin roknaður sum tann
mest lønandi iløgan, sum Før-
oyar tå kundu gera. Hugflog:ð
um, hvussu peningur kundi
verða nýttur til at skapa v arandi
arbeiðspláss í útflutningsvinn-
uni, var ikki til staðar.
Flestøll hava eisini hoyrt um
roknistykkið hjá Jógvani
Sundstein, fyrrv. løgmanni og
fíggjarmálaráðharra, um,
hvussutað fer at bera til at loysa
trupulleikamar við at lækka
allar lønir við 40% móti tilsvar-
andi skattalætta í krónum.
Royndin við dansk-fgroyska
arbeiðsbólkinum um kapital-
marknaðarviðurskifti hevur
eydnast so mikið væl, at sama
roynd átti at verið gjørd við
uppskoti fólkafloksins um løn-
arlækking upp á 40% móti til-
svarandi skattalætta í krónum.
Ein dansk-føroyskur arbeiðs-
bólkur um hetta mál átti at verið
settur 17. august. Bólkurin
kundi fingið freist til 31.12.94
at komið við áliti.
Føroysk fjølmiðlafólk
arbeiða ikki nóg serigst
At fjølmiðlafólk (íroknað tey á
Dimmalætting) ikki greiða
fólki frá rætta samanhangin-
um, sigur okkum eisini, at hesi
fólk ikki hava arbeitt og ikki ar-
beiða nóg seriøst. Høvdu tey
havt arbeitt serigst, so vóru
Føroyar ikki komnar í hesa
støðuna. Men tað hevði kostað
ómetaliga nógv persónliga hjá
hesum tíðindafólkum at arbeitt
senøst. Hugsjónarfólk finnast
ikki í hesum harkaliði. >Falkar
og ømir flúgva ei nógv, mest
havhestur flýgur í Føroyum«.
Tórshavn 27.7.94
Ólavur Christiansen
an OD VA