Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 146 — 5. AUGUST 1994 Sida9 Eríggjakveldið kl. 19.00: Pætur Kanin og vinir hansara Hesaferð hitta vit triggjar 6argaligar kett- lingar, og síðani frætta vit um, hvussu tað gekst gásini Emmu, tá hon vildi finna eitt gott stað til eggini hjá sær, so hon kundi bela í friði og náðum. Friggiakvøldid kl. 22.20: Philadelphia eksperimentið Am. science fiction-filmur frå 1984 Allison Hayes og Michael Pare f 1934 verda royndir gjørdar at finna ein hátt at gera skip ósjónlig á radara. Tólið verður sett til umborð á einum krigsskipid, sum so hvørvur sporleyst, og umborð eru matrósarnir David og Jim. Leygarkvøldid kl. 20.40: Tad snyr seg um nøring — Tann sterki kemur undan Nyggj rød av sendingum um ein tann sterkasta máttin í náttúruni: kynslívið. I tí fyrstu sendingini verður kannað, hvat kynslív er. Hjá bæði djórum og menniskj- um. Hvussu nógv hevur kynslívið at týða? Hevur sólin ávirkan á kynslívið hjá djór- unum? Hvussu ber tað til, at nøkur djór eru tvíkynd? Er teoriin hjá Darwin um, at tey sterkastu altíð vinna, eisini galdandi fyri menniskju? Leygarkvøldid kl. 21.25: War Party Am. filmur frå 1989. Í einum býi í Montana minnast tey 100 ára dagin fyri tað stóra slagið við Milk River við eini rekonstruk- tin av slagnum. Tey ungu hvítu í býnum eru ílatin sum kavaleristar — við leysum krúti í byrsunum — og ungir indianarar eru svartfóturnar. Tá ein hvítur drepur ein indianara kyknar tað gamla stríðið aftur. Fortíðin er knappliga blóðigur veruleiki. Filmurin er óhóskandi fyri smærri børn. Enskur sjónvarpsfilmur frá 1992. Tað hendi í Hollywood Alec Guinnes og Jeremy Írons Tann ungamski rithøvundurin Ødøn von Horvath doydi i 1938, men i hesum film- inum er hann i Hollywood undir Seinna Heimsbardaga sum so nógvir aðrir europe- arar. Hann kallar seg Ed og verður skjótt eins amerikanskur og ein súreplapie og kemur saman við kendum fólki sum Thomas og Heinrich Mann. Týskveldið kl. 19. Barnasendingin — »Eitt hundaliv« Vit skulu fylgja nøkrum heimleysum fólk- um og åtløguhundum teirra, sum búgva í eini vidarlund mitt í Tokyo. Tey livaeitt liv, sum ikki líkist okkara, men kortini hava tey sama tørv og somu ynski sum øll onnur. Men tað eru serliga hundanrir, sum síggj- ast aftur í viðarlundini, og sum vit skulu síggja og hoyra um. Týskveldið kl. 21.10: Tu og eg og vit bædi Ensk skemtirød um kærleikan millum tey bæði fimleikarlærarinnuna Zoe og sakfør- aran Alec, ið er dupult so gamal sum hon. Tyskvøldid kl. 21.40: En kærlig omstigning — Nyggjur, danskur filmur SR Lone Helmer og Frits Helmuth Edith er nidurundirkomin av sorg, tå madur hennara Helgi doyr. Men hon fer kortini í holt vid eitt nytt liv — við hjálp frá Helga- og varnast, at hon eigur nógv á, bæði upp- livingar og menn, hóast hon er hålvgomul og eitt sindur ov hyldlig. Høvudsleikarar eru Lone Helmer og Frits Helmuth. Handrit: Erling Jepsen. Leik- stjórn: Emmet Feigenberg. Tónleikur: Anders Koppel. Foto: Ole Schultz. Sceno- grafi: Svend Hangaard. Mikukvøldid kl. 20.35: Thatcher tosar bart ut Margareth Thatcher var forsætisráðharri í Bretlandi í 11 år. »Jarn-lady'ina« kallaðu tey hana. Sendingin er ein altjóða saman- dráttur av eini 4 tíma langari sending í BBC, har hon fortaldi um árini í Downing Street 10. Um tá hon hitti Gorbatjov, um viður- skiftini við Ronald Reagan, um avgerðir- nar, hon tók at fáa enda á kalda krignum og um stríðið í tí konservativa flokkinum, sum førdi til, at hon mátti fara frá Mikukvøldid kl. 21.35: Drongurin vid teim- um blåu eygunum Italskur filmur í tveimum pørtum frå 1990. Nøkur børn verða smuglað ólógliga inn í Italia. Teirra millum er lítli Felipe av Filips- oyggjunum. Hann kemur á eitt barnaheim at búgva, men flýggjar og kemur upp í ein banda av gøtubørnum, sum Turi stendur á odda fyri. Tá løgreglan kemur eftir teimum, flýggja nøkur teirra til Rom, teirra millum Felipe. ikukvøldid kl. 23.10: Twist Sending um twist-dansin, sum fyri 30 årum sidani broytti hugtakid dans fullkomiliga. Henda amerikanska dokumentarsendingin er bygd upp sum undirvising i 7 stigum og greidir frå dansinum bædi undan og eftir at twist-dansurin kom fram, og vit hoyra nógvan tónleik bæði frá 50-unum og 60- unum. Bolama — skipið, ið hvarv Tann 4. desember í 1991 hvarv danskt bygdi trolarin Bolama við Portugal. Í langa tíð visti ongin, hvat var hent skipinum ella ferðafólkunum umborð, teirra millum Niels Johnstad-Møller úr Nyborg. Skipið sendi ikki út neyðarkall, hvorki vrak ella lík av teimum umborð vórðu funnin. Og tó at skipið sakk á havleiðum við nógvari ferðslu, vóru ongi vitni. Ikki fyrr enn eftir árslok vóru vrakið av Bolama og likini av nøkrum av ferða- fólkunum funnin. Men pápi Niels John- stad-Møller vil ikki trúgva, at sonurin er burturgingin. Hann roynir staðiliga at fáa greiðu á, hví skipið gekk burtur, og hann er sannførdur um, at hetta var ikki bara eitt 6- happ, sum teir portugisisku myndugleik- arnir vilja vera við. Framleiðsla. TV2/Fyn. 91 SK. Kvinnur handan rimar Am. drama frå 1991, ið vísir triggjar ymiskar søgur um, hvørja åvirkan fong- sulsrevsing hevur å fongsladar kvinnur og teirra avvarðandi. Triggjar ærligar, rørandi og sterkar søgur, sum tríggir kvinnuligir leikstjórar hava leikstjórnað og við nøkrum av teimum bestu sjónleikarinnunum í dag í høvudsleiklutunum. Leikarar: Rachel Ticotin, Talisa Soto, Francesca Roberts o.a. Leikstjórn: Donna Deitch, Penelope Spheeris og Joan Micklin Silver. 8.-13. august Armgarð Arge í Havn lesur Sálmar og skriftstød: Mánadagur 8. august nr. 402 Guð, títt er ríkið Ják. 5,13 nr. 391 Minst til at biðja Faðirvár Týsdagur 9. august nr.49 Á knæ fyri Guði í Jesu navn Róm. 3,23 nr. 400 Javnt vit treingja til at biðja Mikudagur 10. august nr. 234 Sannleikans andi Jóhs. 8,45 og 51 nr. 62 Tú, Harri Krist Hésdagur 11. august nr. 336 Kom, sannleikans andi, vitni ber Jóhs. 8,31&32 nr. 305 Leið meg, Guð, á livsins veg Friggjadagur 12. august nr. 28 Guð, tu id tendraði mána og sól Ják. 4,14 nr. 469 Vilt tú, sál mín, hava ró Leygardagur 13. august nr. 544 Tíðin rennur sum streymur í 8 Orðt. 27,1 nr. 470 Kom, friður av himni, í hjørtuni inn