Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (SF fellum, men tað miseydn- aðist oftast, og í slíkum álopum og eftir horna- høvdu sand- oyingar møguleikar at fáa bædi tvey og try mål. Jåk- up var stinnur í málinum, og B71 var ikki nóg nær- lagt í royndunum. Béltførandi leikararnir vóru ov lítið sjálvsóknir. Í staðin fyri at smekka til, so var í brasilianskum stíli roynt at kela fyri bóltinum og at fáa eina sneiðing og eina sending eyka, og so tveittu verjuleikararnir seg og blokeraðu. Við undantaki av hend- inga KÍ snarálopi gekk tað soleiðis fyrra partin av fyrra umfarinum. Tá fór gassið av ballóninj, klaks- víkingar fingu um endan, og teir sleptu honum ong- antíð aftur. Teir vunnu partvís tí teir vóru hvassari í atsóknun- um, partvís tí tað eydnað- ist teimum meistarliga at halda tørn um ta mynding- ina av spælinum, sum teir høvdu ætlad, og so høvdu teir tað hepni, sum vinnar- ar skulu hava í so tøttum dysti. Serliga kom 1-0 málið fimm minuttir undan hvíldini væl við: Allan Mørkøre sendir diagonal- bólt úr høgru, Eyðun Klakkstein (fram úr evni ein móti einum) fær tam- arhald á, og Ib (hevði nógva av tíðini stórar trupulleikar av Eyðuni, og tað var ófatuligt, at teir í verjuni ikki býttu um) setur knæið fram, og Eyðun liggur flatur. Jákup Mikkelsen, liðskiparin, fór úr málinum og sendi meistarligt brotsspark dygst úti við stólpan. Takk fyri seinast KÍ hevur tapt báðar sínar landskappingardystir móti B71. Í báðum dystunum hevur KÍ havt bóltin nógv meiri, meðan sandoyingar við tolni hava ligið aftar- laga á vellinum og dyrgt eftir snarálopsmøguleik- um. Tað vildu klaksvík- ingar ikki hesa ferð. Tá KÍ fekk málini varð tað gloymt, men sannleik- in er, at seinni parturin av fyrra umfarinum var ikki serliga undirhaldandi, tå hugsað verður um fram- rættaðan leik. Men tað var meistarligt taktiskt, tá Sverri Jacobsen hevði prentað og prentað inn í sínar menn, at tað var al- neyðugt, at Jákup, Kurt, Sámal Eyðfinn, Jan Joen- sen og Allan Joensen hildu høvdid kalt og trillaðu og trillaðu á egnari hálvu fyri at lokka sandoyingar fram, meðan allir hinir - bæði gulir og bláir runnu og runnu á hinari hálvuni. Sandoyingar vildu ikki fram at trýsta, og aftan á eiga teir at teir iðra seg um tað. Høvdu teir lagt skipað trýst á bólthaldaran eitt sindur framman fyri mið- strikuna, so er ikki óhugs- andi, at tað hevði eydnast bæði eina og tvær ferðir at fáa bóltin, og so hevði KÍ verið um ein háls, tí tað var eingin djúp uppbakk- ing aftan fyri teir omanfyri nevndu. Ovandir við støðuna B71 plagar ikki at vera aftan fyri. Tí kom tað illa við hjá teimum, at KÍ kom á odda stutt undan steðg- inum. Fyri åskodaramar var tað frálíkt. Undirhaldið gjørdist so fantastiskt, ti B71 noyddist fram, og klaksvikingar t6ktust vera við uppá tað. Tað knipti hjá sandoy- ingum at spæla seg til upp- lagdar møguleikar síðstu løtuna. Stóru verjuleikar- arnir fóru fram, men høgu innleggini vóru lítið neyv, og so hjálpti tað væl hjá Kl, at høvdid á Kurt var aftur komið úr Norra! Spenningurin helt sær alla tíðina. Ikki minst eftir at Harley Bertholdsen hevði bjargað við hondini á stríkuni og Eli Hentze skoraði upp á brotssparkið. Tá var væntandi, at B71 týstið skuldi gerast upp aftur stórri, men Kl vid 10 monnum reið stormin av. Teir fingu snarålopsmøgu- leikar, og tað var eisini týðuligt, at teir hava tikið við læru úr sjónvarpinum, hvussu tíðin skal dragast út. Hvorki Allan ella Kurt Mørkøre hava enn ta styrki, sum teir kunnu fáa, men tað var ikki minst í endaspurtinum eyðsýnt, at teirra stóru royndir vóru kærkomin hjálp. Nemus N. Djurhuus (gott avrik) legði nakað aftur at, men tá hann bríkslaði fyri síðstu ferð, mundi ovfarakætið hjá klaksvíkingum ongan enda tikið. Um teir eru komnir fyri seg, fáa vit at síggja sunnudagin, tá teir á heimavglli skulu vísa áskoðarunum, at tað enn eru knotir í 90 ára gamla Klaksvíkar Ítróttarfelag. KÍ, hjartaliga tillukku við sigrinum í finaluni um Løgmanssteypid 1994! -hnn- KARMARNIR FASTIR Finalan um løgmanssteyp- ið er vorðin ein stórhend- ing í føroyska fótbóltsár- inum. Einki er at ivast í, at tað fyrst og fremst er møguleikin fyri altjóða luttøku og tær um 400.000 krónumar, sum fella steypavinnaranum í lut í tí sambandinum, sum eru týdningarmikið fyri feløg- ini, men tað er áhugavert, at ítróttarliga og fyrireik- ingarliga síðan tykist fáa alt stórri leiklut. Liðini taka uppgávuna í ramasta álvara, stórt fyri- reikingararbeiði = verður gjørt, flestu av teimum seks finalunum hava verið undirhaldandi, og hýrurin millum áskoðararnar, sum altíð eru nógvir, er góður. FSF hevur ábyrgdina av dystinum, og teir royna at leggja fastar karmar um verða bý- og bygdarráðs- limir úr kommununum, finalulidini koma úr, bodn- ir til dystin, umboð fyri Tórshavnar kommunu eru til staðar hverja ferð, og sjálvsagt er løgmaður eis- ini til staðar. Hesa ferð vóru nógvir klaksvíkingar at síggja millum tey fínu. Umframt býráðsformannin, Jógvan við Keldu, vóru í minsta lagi átta aðrir býráðslimir av teimum í alt ellivu. Ein teirra er Torleif Sigurðs- son, FSF formaðurin. Fyri Tórshavnar býráð møtti varabýráðsformaður- in, Kristianna Rein, ið er ættað úr Klaksvík, og fyri løgmann møti Finnbogi Ísakson, varaløgmadur, ið er ættaður úr Klaksvík. Bygdarráðsformaðurin á Sandi, Eyðun Viderg, var til staðar saman við gørum lokalpolitikkarum úr Sand- oynni. FSF eigur heiður uppi- bornan fyri góða fyriskip- an. Havnar Homorkestur setti dám á, m.a. spældu teir undan tjóðsanginum lagið til >Ver tú hjá mær<, sum vanliga verður spælt undan pokalfinaluni á Wembley. Synd at klaks- víksáskoðararnir ikki vóru komnir tá. Teir komu í síðstu løtu, tí Smyril var eitt sindur seinkaður av nógva fólkinum. -nn- Nr. 146 — 5. AUGUST 1994 Síða 13 Allan Simonsen ov- farin av leikferðini Nú er tað mest sum ger- andiskostur, at Allan Si- monsen vitjar i Føroyum. Hann så bådar semifinal- urnar í kappingini um løg- manssteypið, men hetta mundi vera besta fótbólts- veður og mesti áskoðara- rómun, hann hevur sæð í Føroyum. So er at vóna, at tað eisini verður at síggja á Svangaskarði, tá grikkar koma at vitja. Allan kom á miðdegi í fyrradagin, og gjáramorg- unin fór hann av aftur landinum niður ul Vejle, har hann seinnapartin í gjár skuldi royna at pumpa lív í aftur leikaramar, so teir í vikuskiftinum kunnu reisa seg, eftir at hava tapt 6-0 móti Esbjerg í steypa- kappingini tyskvøldid. Millum áskoðararnar var føroyski U 16 hópurin, sum luttekur í NM kapp- ingini har á leið. -Tað var ræðuligt. Vit komu aftur um 1-0 beinan- vegin, so varð ein av okk- ara rikin av vølli, og so fór alt í upploysn. Vit noyðast at gloyma hatta, og so fylgja góðu byrjanini í landskappingini upp. Vejle vann sunnudagin 4-0 móti Horsens. Saman við hjálparvenj- aranum, Peturi Simonsen, fylgdi Allan Simonsen væl við í Gundadali: -Eg var serliga ovfarin av, at leikferðin var so høg alla tíðina. Tað hevði er ikki roknað við, tí tú skalt minnast til, at liðini hava havt dystarsteðg síðani síðst í juni. — Dysturin var annars merktur av at vera steypa- dystur, har alt skal gerast av. Urslitinum var eg ikki so kløkkur av, soleiðis sum dysturin myndaðist. B71 legði harðliga fyri, men tá teir ikki skoraðu undir stóra trýstinum fyrstu løtuna, og dysturin myndaðist upp á treytirnar hjá KÍ, so var tað vænt- andi, at tað fór at ganga soleiðis. Landsliðsevnini Fimm leikarar, sum vóru við Allani Simonsen á venjingarlegu í Eysturríki, vóru á vellinum miku- kveldið: Jákup Mikkelsen, Allan Mørkøre, Jan Joen- sen og Amhold Joensen úr KI og Torbjørn Jensen úr B71. Jan Andreassen hev- ur eisini verið í lands- liðshópinum, men hann var leikbannaður miku- kvøldid. Landsliðsleikarar stóðu seg væl. Í mun til tað, vit hava sæð fyrr í ár, stóð Amhold Joensen sterkur í myndini, serliga 2. hálv- leik, tá hann leikti tað besta, hann hevur víst síð- ani KÍ vann FM heitið í 1991. Jan Joensen var við í nógvum hjá KI undan steðginum. mikið, at landsliðið fær ein dyst síðst í hesum mánað- inum, har teir fáa roynt liðið, sum skal spæla móti Grikkalandi. Tað verður arbeitt við spurninginum, men einki er avgjørt. Skulu vit gita, so kann hugsast, at mótstøðuliðið verður Vejle, um ikki ann- að hóskandi lid fæst til Føroyar. -nn- Allan Simonsen segði einki um einstakar leikar- ar, men vit gita, at hann umframt oman fyri nevndu hevur havt vakid eyga vid John Hansen og Kurt Mørkøre. Felags fyri teir bådar er, at teir ikki eru i fullgóðari venjing, men teir hava møguleikar í sær til meiri. Friðar- ligt í steypa- býnum Framtíðin ; ; Hóast rómurin á klaks- Oman Vikar er víkingum var øgiligur, landsliðsvenjarin at hyggja ele | f ku lið í E fekk alt friðarliga fyri at 1øroysku Kóunum í Ey- seg norðuri í Klaksvík ropa Cup. : mikukvøldid. Nógv fólk var í byn- um, tá ið Smyril var komin aftur úr Havn- ini, og hornorkestrið spældi til langt út á kvøldid. elj At liðini eru so nógv upphongd ber við sær, at tað ber ikki til at samlað landsliðið til venjingar komandi vikurnar. Bæði FSF og Allan Simonsen halda tað vera týdningar- Finalan um »Løgmans- steypið: 94 Spæld mikukvøldid 3. august 1994 kl. 19.00 å ov- ara vølli i Gundadali KÍ-B71 2-1 (1-0) 1-0: Jåkup Mikkelsen (br.) 2-0: Amhold Joensen 2-1: Eli Hentze (br.) Dómari: Nemus N. Djurhuus Linjuverjar: Andreas Poulsen, Oddmar Andreasen Fjórði dómari: Niklas á Líðarenda 1.800 gjaldandi áskoðarar KÍ: Jákup Mikkelsen - Harley Bertholdsen, Sámal Eyðfinn Poulsen, Kurt Mørkøre, Allan Joensen, Pål Juul Vilhelmsen - Allan Mørkøre, Jan Joensen, John Hansen - Arnhold Joensen (Aksel Johanne- sen, 86.), Eyðun Klakkstein Venjari: Sverri Jacobsen B71: Valdemar Novisci - Rúni í Soylu (Jógvan Jón Petersen, 68.), Ib Mohr Olsen, Niclas Joensen, Bjarki Mohr - Jéan Petur Clementsen, Páll á Eli Hentze, Torbjørn Jensen Venjari: Pjotr Krakowski