Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 1994síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lágtrýstið, 1010 hpa, ávegis av leiðunum í útnyrðing úr Írlandi, rekur í landnyrðing skamt sunnan fyri Føroyar. Tað verður regn ella ælingur eitt skifti, men hátrýstið, sum rekur av útsynn- ingi móti Feroyum, elvir frá fríggjadeg- num seinnapartin til turt og støðugt veður. Bert lítið lot upp í gul, 3-8 m/s, av norði, å- drigið, regn og bert toluligt sýni at byrja við, út á seinnapartin lækkandi niður í vest- an, men mestsum turt og toluligt ella gott sýni. Hitin millum 10 og 15 stig. Leygardagin Bert lítið lot upp í gul, 3-8 m/s, av vestri, lut- víst ádrigið, men turt, toluligt ella gott sýni og sólarglottar. Hitin um dagin upp í 15 stig, um náttina uml. 10 stig. Einamest millum lítið lot og gul, av útsynn- ingi at byrja við, seinni av suðri, lutvíst ádrigið og nakað skiftandi sýni, men turt og eisini sólar- glottar. Hitin um dag- in upp í 15 stig, um náttina uml. 10 stig. Uttast vinstrumegin síggja vit Kára Petersen, sakføraran, sum er giftur við løgmanni, sum hann her situr og studerar valúr slitið saman vid. Og hógrumegin síggja við Kára Petersen, sum er fíggjarstjóri í Tinganesi ' Tað er vist, at navnið spillir I ongan. Hinvegin kann tað vera eitt sindur ørkymlandi, tá fleiri meira ella minni kendir persónar bera sama navn. Eitt av nøvnunum er Kári Petersen, sum mangan verður havt á munni, og ikki minst í hesum døgum. Øll kenna vit fræga vísu- sangaran, orð og tónasmið- in Kára Petersen, og mong kenna eisini ein annan Kára Petersen, sum bæði syngur og spælir sjónleik í sínum frílótum. Hesin er eisini fotografur. Men so koma eisini í minsta lagi tveir aftrat. Tað er Kári Petersen, sum er sakførari og hevur løgmann til konu og sum nú av mongum verður hildin eisini at vera hin nógv umstríddi fíggjarstjórin í Tinganesi. Men hetta seinasta er hann ikki. Tað er ein annar Kári Petersen. Men skiljandi er, at hetta er ikki lætt at finna út av hóast teir lítið annað hava felags enn at ein spælir guitar, ein violin, ein sjónleik og ein á fíggjarligu streingirnar í Tinganesi. tór.- Sjålvstyrisflokkurin og Verkamannafylkingin: Broytið ALS Uppskot verður lagt fram um broyting í Arbeiðsloysisskipanina. Sjálvstýrisflokkurin og Verkamannafylkingin fara nú at leggja uppskot fyri tingið um at broyta arbeiðs- loysisskipanina. Flokkarnir vísa á, at tey fyrstu arbeiðsleysu longu eru farin úr skipanini, av tí attey nú hava verið arbeiðs- leys í meiri enn 504 dagar, og harafturat detta millum 900 og 1000 fólka afturat úr skipanini nú í august. Eisini er bíðitíðin hjá teimum, ið mugu søkja um for- sorgarhjålp, millum tveir og tríggjar mánaðar, og Sjálv- stýrisflokkurin og Verka- mannafylkingin vilja nú skunda upp undir, at nývalda løgtingið beinan- Vestfalskyrrindi 30. juli: Seinna kvarter / Mánin longst frá jørdini 7. august: Tendring vegin tekur stig móti hesum. Flokkarnir vísa á, at hetta fer at verða borið upp á mál, tá ið tingingamar millum Verkamannafylkingin hevur nú lagt sitt fyrsta uppskot á ting. Her Kristian Magnussen valkvøldid. 0550 1813 0636 1859 0740 2013 0836 0405 1628 2059 0451 1714 0605 1828 0651 1914 0450 1713 0536 Prógv David Nordendal, Argjum, hevur fingið sveinabræv sum bilmekanikari. Hann lærði hjá Ivan Johansen og MCM Ser- vice í Tórshavn. Lærimeistari var Johan Árnastein. Bjarni Arge, Tórshavn, hevur fingið sveinabræv sum elek- trikari. Hann lærdi hjá Kára av Reyni, Tórshavn. Lærimeistari var Kári av Reyni sjálvur. Bogi Slættanes, Tórshavn, hevur fingið sveinabræv sum elektrikari. Hann lærdi hjá Kára av Reyni, Tórshavn. Lærimeistari var Kári av Reyni sjálvur. Jan Anfinn Djurhuus, Sela- trað, hevur fingið sveinabræv sum elektrikari. Hann lærdi hjá El-Service á Skála. Lærimeist- ari var John Eli Olsen. Jóhan P.M.F.V. Mortensen, Argjum, hevur fingið sveina- bræv sum maskinsmiður. Hann lærdi á Tórshavnar Skipasmiðju. Lærimeistari var Mouritz Mohr. Jens Kristian Hol Petersen, Tórshavn, hevur fingið sveina- bræv sum maskinsmiður. Hann lærdi á Tórshavnar Skipasmiðju. Lærimeistari var Mouritz Mohr. Terje B. Vestergaard, Glyvr- um, hevur fingið lærubræv í kv ambúðaryrkinum. Hann lærdi hjá Marstein í Tórshavn. Lærimeistari var Mads Andre- as Winther. landsstýrið og donsku stjórnina byrja 17. august, og tískil meta teir, at okkurt má gerast við málið nú. Sum eina bráðfeingisloysn meta teir báðir flokkarnir, at ein kann avtaka rullandi avgjaldið og leggja tað fast í mun til inntøkuna, áðrenn arbeiðsloysið varð staðfest. Hevuðsendamálið við uppskotinum er at tryggja livikor teirra arbeiðsleysu og at minka um fólka- flytingina av landinum. elj 0505 1728 1759 0551 1814