Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. august 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Eftir at Erling Laksáfoss var deyður, tosaðu eg og Jústinus Eidesgaard, blaðmaður á Sosialinum, um, at okkurt átti at ver- ið sett á prent um Erling. Hóast nakað er fráliðið, eru her nakrar reglur til minnis um hann. Serstakir vinnulivsmenn hava altíð sett djúp merki eftir seg, har teir hava virkað. Teir góvu um- hvørvinum lív, og hava al- tíð verið við til at skapa landsmonnum okkara møguleikar at seta fótur undir egið borð. Ein teirra var Erling Laksáfoss. Eg havi ikki sæð nakað eftirmæli um Erling, síð- ani deyða hansara í fjør. — Tað hevur undrað meg. Foreldrini hjá Erlingi vóru Hannumia á Biskups- stød, dóttir Símun Jens, og Pól, ið ættaður var úr Oyndarfirði, vanliga nevndur Pól á Biskups- stød. Tey búsettust á Biskups- stød, í trødni hjá Símuni Jens. »Laksåfoss-systkini« vuksu upp unir góðum viðurskiftum, har stutt var bæði til fjals og fjøru, og tað sum annars hevði áhuga teirra. — Hetta var ikki langt frá, har hetja okkara, Nólsoyar Páll, skyldmaður Erlings, búði, meðan hann gjørdi síni størstu brøgd. Erling var elstur av sjey systkjum. Anna, ið giftist til Noregs, Trygvi og Hall- ur, ið búsettust í Klaksvík, Aina, ið giftist til Dan- markar og síðani tær báðar systrarnar, Ása og Apolo- nia, ið doyðu tíðliga. Hann kom sum ungur til persónliga trúgv á Harran. Kom sera væl fyri Eftir at hava verið í læru á Bedingini, sum tá var millum størstu arbeiðs- pláss í Klaksvík, fór hann á maskinskúla, har væl lá fyri. Mær er sagt frá monn- um, ið arbeiddu saman við Erlingi, tá hann var ungur, at longu tá sást, at hann var ikki bert ein vanligur Nr. 147 — 6. AUGUST 1994 Erling í góðum árum — helst umborð á føroyska flaggskipinum Skálaber gi Erling Laksáfoss - hevði stórt álit á før- oyska fiskimanninum Hesin undangongumaður ræddist — eins og frændi hansara, Nólsoyar Páll — einki og ongan, og var hendinga arbeiðssamur maður, men evni hansara stungu upp um tað van- liga. Eftir lokna prévtøku sum maskinistur slapp hann umborð á skipini hjá Kjølbro, og kom at sigla við helst mætasta skipara í Føroyum, Kaj hjá Mortani. Kaj segði mær einaferð, at ein betri 1. meistari enn Erling var valla at finna, hóast tað meira enn so kom fyri, at teir ikki vóru samdir. — Men Erling var eitt fund, segði hann. Samstarvið teirra millum hevur helst eisini havt ta ávirkan, at stavnhaldið hjá Erlingi gjørdist, at sjómað- urin hevur góð og tidar- hóskandi vinnutól fyri neyðini, og framleiðslu- fólkið skuldi hava tað got umborð á skipinum. — Er- ling hevði stórt álit á før- oyska fiskimanninum. Erling giftist við Mariu, dóttir kenda skiparan Dáva úr Gerðum. Tey fingu trý børn, Helgu, Ruth og Páll. Tá ein kom á tal við Er- ling, gekk leiðin altíð út í stóru verð. Hann fylgdi Góð og snotilig skip. — Har stóð ongantíð á at fáa dugnaligar skiparar og gott fólk væl við, var vælgerðin, og tað hann umgekst, fekk eina serliga eyma og hegn- isliga hond. Hann var hugsjónarmað- ur burturav, hevði altíð stórar ætlanir, og var sera spennandi maður at koma á tal við, var stuttligur og hendinga áhugaverður frå- søgumaður. Stovnaðu Stellu-felagid I 1960 stovnaðu teir triggir brødumir Erling, Trygvi og Hallur fyritøk- Sum håbærsligar drotningar sigldu Stellurnar á Nord una Stella Shipping & Commercial Co. Lid. - Teir hildu til úti í Gamla Klaksvíkshandlinum, har Norðoya Fornminnissavn er nú. Beinanvegin sást, at her var talan um hægri stevnu- mið. Á skrivstovuni vóru m.o. Maria hjá Erling, og tá var ikki talan um goldna yvir- tíð og annað >luxus<. - Talan var bert um at fáa arbeiðið frá hondini, tíma- talið varð ikki tosað um. Maria átók sær alt tað x > uratlantshøvum Tidindabladid (571) bókliga arbeiðið, sum hon gjørdi við lít, og tað skal eisini sigast, at tå Erling kom vid sinum ætlanum, har summar heilt náttúr- liga lógu oman fyri van- liga mannahugsan, tók hann altíð Mariu við í við- gerdimar. Fyrsti båturin, Stella Maria, kom á heysti 1961, síðani kom Stella Kristina á vári 1962, og í 1963 kom Stella Karina. Teir báðir fyrru vóru vanligir línubátar, meðan Stella Karina var frysti- línubátur, ið fiskaði eitt nú hemara við kanadisku strendurnar. Hetta vóru stórhendingar fyri Klaksvíkina, ikki bert tí vit fingu skip á vágna, men hetta vóru hendinga línubátar, væl fyriskipaðir, stórir og sera snotiligir. Skiparar sum mia. Levi Joensen, Hallur Laksáfoss, Andrass Skarðenni, Jógv- an Ísaksen, Símun Mikkel- sen (í Heimistovu) og Grímur Rasmussen mynstraðu, og væl gekst. Øll tey fyrstu árini seldu teir sjålvir fiskin. Hetta gav gylt. Brutu upp år um rr mag fiskiveiðu Væl gekst við fyritøk- uni, og ikki gekk long tíð, fyrr enn teir fóru undir ný- skapan innan førvyska trolarafiskivinnu. Um midjan sekstiårini helt Erling, at best var at umskipa veiðutólini. Held- ur enn at halda fram vid línuskipunum, varð farið undir at arbeiða við nýggj- um hekkutrolara-prosjekti. Fyrsti — trolarin, Stella Kristina, kom í 1969, og næsti í 1970, hetta var Stella Karina. Teir smærru línubátarnir vórðu seldir til Kanada, og Stella Karina varð seld N. J. Mortensen á Tvøroyri, hon fekk navnið Rasmus Effersøe. Vit, sum kendu Erling, vistu at hann gavst ongan- tíð á hondum, tað skuldi altíð henda nakað. — Ætl- anir hevði hann, tær vóru bæði nógvar og fjølláu-