Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. august 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

a ———n——3—TÆE—— Tíðindablaðið [ sosialurin | Nr. 147 — 6. AUGUST 1994 Síða 15 Styrdi innfyri Fyrst vil eg ynskja Gongurólvi hjartaliga tillukku við føroya- meistaraskapinum. Tær hava væl uppiborið tað. Eg haldi tað er sera spell, at róður, tær hava róð. Eg vil eisini siga tað, at tað var sera ljótt av dómaranum ikki at bíða eftir okkum. Ogur vóru umleið 20—30 m. frá mál- inum. Ég havi hoyrt tað, at hann bíðaði eftir 8-mannafarinum Miðvingi. Hevði tað verið ein báður norðan eftir, so hevði hann bíð- að Ein partur av tí vit komu ov seint út á málið, var tað at vit fingu at vita frá manninum, sum gav bátunum tølini, at vit skuldu rógva aftan á 5-manna- før, gentur. Men annars tøkk til øll, sum hava stuðlað okkum. Róðurskvinnan á Snopprikki Rættleiding til Róðin Thomsen Vinarligast rætti hesa lítlu Í Sosialinum nr. 143, 2. aug. 1994, bls. 16 skrivar Róðin Thomsen, at Málting verður givið út av Málstovninum hjá Fróðskaparsetrinum. Hetta er ikki so. Málting er óheft av øll- um stovnum. Tað verður givið út av nøkrum einstaklingum, sum nevndir eru í kolofonini og hevur ikki sum endamál nakra málpolitiska linju. Blað- ið Málting hevur einki bein- leiðis samband við Málstovnin á Fróðskaparsetrinum og held- ur ikki við Målnevndina, sum gevur út Orðafar. Vegna ritstjórnina Hjalmar P. Petersen Fiskavirking avhovdar ella verður avhøvda6 So fór Føroya Fiskavirking undir at leita eftir syndabukk - um, í eini ússaligari roynd at »statuere et eksempel«. Ikki var annað at vænta! Fiskavirking hevur verið miseydnað, heilt frá teirri løtu, hon kom í eygað. Tað er eingin loyna. Atteir núroyna at pressa sitrónina í panikki, er eisini prógv fyri, hví leiðslan ikki vildi kunngera úrslitið hjá hesi gigant-fyritøku í okkara pinkulingalandi fyri Degi og viku 2. aug. 94. Nú eru teir farnir at sópa sær eina rás, so- leiðis at til ber at siga, at hini høvdu skyldina av skeivu Størsti trupulleikin hjá teim- um lokalu virkisleiðslunum í dag man vera, at tær onga á- virkan hava á nakað, og mugu dragast við eina gigant-leiðslu, sum heldur seg hava eit himmalskt (næstan kosmiskt) innlit í, hvussu fiskivinnan á landi skal stýrast. Fyritreytin fyri at starvast undir slíkari leiðslu er, at tú dugir at akta og marsjera í takt við pávalótunum hjá hesum stjórum, síðustjórum og undir- stjórum. Tú mást vera undir- brotligur og trælabundin. Tað er hugsandi, at feilurin við monnunum í Vági, sum júst fingu durafjórðingin, er at teir hava verið ov lýdnir, lurtaðu ov væl eftir teim himmalsku tónunum. Úrslitið í Vági var ov vånaligt. Skal hetta vera lagið, hvussu leingi kann leiðslan í Fiska- virking sleppa at sita. tá hon longu eftir lítlum hálvum ári hevði brúkt helvtina av egin- peninginum? Er orsøkin tann, nú onki má leka út um úrslitið hjá Fiskavirking, at tað er so stak vånaligt? So má nevndin, sum segðist at vera »hånd- plukket«, syrgja fyri at finna nýggjar og betri kreftir at stíla fyri, og senda hesa MEGA- leiðslu heim, áðrenn nýggj sanering kemur fyri. Rætt skal verarætt. Eyðnom. Tíðindaskriv: Grunnurin Nuuk-Tórshavn Býráðið lýsir annað hvert år við møguleika at søkja stuðul úr grunn- inum til frama fyri sam- starvi og fatan millum borgaramar og komm- unustyrini í Nuuk og Tórshavn og ber til at søkja ni. Endamálið við grunninum er at veita fíggjarligan styrk til til- tók ella starvsemi, ið kunnu menna sam- starvið millum komm- unurnar báðar. Býráðið heitir á ein- staklingar og feløg, ið halda seg koma undir fyritreytirnar fyri studningi, um at senda inn skrivliga umsókn í seinasta lagi 15. aug. Í umsóknini skal vera frágreiðing um tiltakið: nær tað verður og hvat tað kostar. Stuðul uppá uml. kr. 100.000,- kann verða latin annað hvert ár; kommunurnar báðar taka á felagsfundum av- gerðum, hvor skal hava studning, og verður fe- lagsfundur hesaferð í Havn tann 17. aug. Í 1992 vóru seks um- sóknir úr Føroyum og ein úr Gemlandi og fingu hesi stuðul úr grunninum: Kristian Holm Ja- cobsen og Magnus Hansen fingu kr. 49.000,- til kanningar- ferð í sambandi við býarskipanararbeiði og íbúðabygging í Nuuk. Óli Rubeksen fekk kr. 15.000,- til kanning- arferð í Nuuk í sam- bandi við dagstovnar, fritidartiltøk og grøn- lendsku mentanina. Astrid Andreasen fekk kr. 10.000,- til listaframsyning f Nuuk saman við Titu Vinther og Gudrid Poulsen, sum ådur hava fingid kr. 25.000,- til sama. Hegni Joensen og Elis Poulsen fingu kr. 30.000,- til ferð í Nuuk í sambandi við barna- sendingar í útvarpinum. Alan Brockie fekk kr. 40.000,- til at gera eina myndaframsýning um fólkalív í Nuuk. SERTILBOÐ minn mom DILLUTIR MOTORUR Ford Fiesta 995 cc 4.300,- MOTORUR Ford 2888 i 8.400,- 1.4 GEAKASSI 5 trin Ford Escort/Fiesta GEARKASSI 5 trin Ford Escort SPOILARASETT kompl. RS Orion/Escort (årg. 90 og yngri) 4.550,- ALU. SPORTSFELGUR 4 stk. 7x16 RS Cosworth 990 Fyri hverja ” — og mangt annað... MVG er íroknað allar prísir Fa. BILLUTIR Box 1 - 410 Kollafjørður Tlf. 21605 - Fax. 21666 Haldið Sosialin Nýggj myndabók: Skrímsl er eitt stuttligt orð. Tú dettur næstan um tað. Men skrímslið í hesari bókini er bara ein gomul havtaska, sum eina ferðina kom efti; skrøggaranum Rógvi gongur inni í neystinum hjá Dapur- kvisti. Tað er spennandi. og tað angar av neysti. Har inni sær hann mangt og hvat, og alt hetta letur Mati Lepp lesaran uppliva við hugtakandi = tekningum, sum fáa stór og smá at undrast. Her á landi kenna børn hann eisini frá tekn- ingunum í bókunum um Viggo: Drýlurin hjá Viggoog Viggo sigur nei! Dapurkvistur = ávarar Rógva ímóti øllum vanda á sjónum. Hvalspýggjum, krabbum, hummarum, skeljum, hávum... Men tá ið mamman hev- ur funnið Rógva, fara tey oman á sandin at stuttleika sær og svimja. Har niðri var ein skreiðibreyt, sum vam rann eftir. Bernini stóðu á rað og bíðaðu at sleppa upp. So óku tey við fullari ferð og fóru send- andi á sjógv... Úti í sjó- num stóðu foreldur og hildu í børn síni og lærdu tey at svimja. Men eingin rópti, at tey vóru brend av hvalspýggjum. Eingin hevði krabbar ella humm- arar kliptar um tærnar, sum Dapurkvistur hevði kráað um... — Mamman, eru hávar her? — Langt til havs. Teir eru smáir og ræðast fólk. — Krabbar, meðni? — Teir rædast lika illa. —Ponugålski hermadur- in, ella reyðar hvalspýggj- um? — Eg havi bara sæð ein einasta í lívinum. — Skeldýr, meðni? Og hummarar? — Áhaa, segði mamm- an. Tú hevur lurtað eftir = Dapurkvisti. Sást tú hav- taskuna hjá honum? Hann . var vanur at ræða meg við henni, táiðeg var lítil. Pápi hansara fekk hana langt til havs... Menfarnúogspæl * við børnini. Og tað gjørdi Rógvi, tí nú ræddist hann ikki long- ur. Hann fór at spæla við Honnu, sum fiskaði smá- krabbar, sum hon slepti niður í eina balju við vatni í. Mamman fær Rógva útí við sær. Sjógvurin er heit- ur og sandurin bleytur undir fótunum... Men Dapurkvistur hev- ur loypt ræðslu á Rógvaog nógv onnur børn eisini. — Eg haldi eg veit, hvussu vit skulu stødga býttisskapi hansara, segði mamman. Í kveld skulu vit ræða aftur ímóti! Far og skreið við Honnu, Rógvi! Eg skal taka ímóti tykkum her á sjónum! Hvussu Rógvi og mamma hansara loypa ræðslu á Dapurkvist, skulu vit ikki avdúka her. Lesið sjálv hesa nýggjastu bók- ina hjá viðurkendu svensku barnabókafólkun- um Birgittu Stenberg og Mati Lepp. Ein løta saman við børn- unum og hesum báðum listafólkunum ríkar hugan hjá stórum og smáum! Rógvi og skrímslið er innbundin við stívari kápu, sett á E. O. Prenti, sam- prentað í Danmark á fleiri málum í senn, og fæst í øll- um bókabúðum fyri 65 krónur. Jákup í Skemm- uni hevur týtt bókina úr svenskum, og útgevari er forlagið Nýlendi. Norður- lendski týðingargrunnurin hevur stuðlað útgávuni. NB: Bókin kemur ikki í barnabókaklubban. 231 færri fingu frá ALS Í gjár fingu 2668 fólk útgjald frá Arbeiðsloys- isskipanini umframt tey 502 á fiskavirkjum Tilsamans rindaði skip- anin í gjár góðar 48 milliónir. Tey vóru í gjár 237 færri í tali sum fingu útgjald frá Arbeiðsloys- isskipanini í mun til fyri fjúrtan døgum síðani, og av fólki sum arbeiða á | flakavirkjum vóru tey | 204 færri. |