týsdagur 9. august 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 148 — 9. AUGUST 1994
Toll- og Skattstovan:
Sjálvandi er harmiligt at gjalda meira í skatti
orsaka av rentulækkingini, men betri man vera at
gjalda skattin so hvert, heldur enn at fáa eina
eykarokning næsta summar, heldur Kurt Madsen á
Toll- og Skattstovuni. Mynd: Kalmar
So fáar eyka-
rokningar
sum gjørligt
Tað er betri at gjalda eitt
sindur meira skatt hvørja
ferð enn at fáa eina eyka-
rokning næsta summar
Toll- og Skattstovan
sendi fólki herfyri bræv,
har sagt varð frá, at tey
fóru at lækka rentufrá-
dráttin nakað av tí at
rentan sjálv er lækkað.
Men tað er sera trupult
hjá Toll- og Skattstov-
uni at meta um rentu-
frádráttin hjá hvørkjum
einstøkum skattgjald-
ara, og tí er umráðandi,
at fólk sjålvi tryggja sær,
at at tey rinda tann skatt,
tey skulu, sigur Kurt
Madsen á Toll- og Skatt-
stovuni.
-Tað er sjálvandi
harmiligaat skula gjalda
meira í skatti orsaka av
rentulækkingini, men
tað má hóast alt vera
betri at rinda rætta skatt-
in so hvert, heldur enn at
fáa eina eykarokning
næsta summar, sigur
hann.
Í fjór lækkaði Toll- og
Skattstovan rentufrá-
dráttin nakrar ferðir,
men rentan lækkaði
aftur í januar í ár, og
hendan lækkingin er
ikki komin við enn uttan
so, at fólk sjálvi hava
givið boð um tað.
Kurt Madsen sigur, at
nógv fólk hava vent sær
til skattamyndugleikar-
nar í hesum grindum, og
tað gera tey beint, heldur
Kurt Madsen sum legg-
ur aftrat, tey á Toll- og
Skattstovuni hava ong-
an annan møguleika enn
at meta um rentufrádrátt
hjá hvørjum einstøkum,
og tá kann altíð hendan,
at skeivt verður mett, tí
tað eru so ymisk sum
lánini eru hjá fólki.
tór.-
Tíðindablaðið
Hans Birgir Hansen, konsulentur:
Undir stóra arbeiðs-
skapandi verkætlan
Gongur alt sum ætlað, kemur verkætlanin at geva fleiri føroyingum arbeiði,
og Føroyar kunnu gerast ein altjóða miðdepil fyri sølu av náttúruúrdrátt-
um, kosmetikk og damu- og harraundirklæðum
Meðan mong arbeiðsleys
gevast á hondum og annað-
hvert sláa seg til tols við, at
tað verður ikki ødrvisi ella
velja at flyta av landinum
fyri at finna aðrar møgu-
leikar, er Hans Birgir Han-
sen ein av teimum, ið roynir
at fáa sett nakað í gongd.
— Eg havi eitt firma, Faroe
INN Import, ið varð skrå-
sett í september 1993, og
gjøgnum hetta firma ætli eg
asfáa sett eina stóra arbeiðs-
skapandi verkætlan í
gongd, sum arbeitt verður
við nú, sigur hann við Sos-
ialin.
— Sjålvur havi eg framm-
anundan verid konsulentur
hjá einari altjóða fyritøku í
USA, ið selur náttúruúr-
dráttir, umframt at eg eri
vorðin konsulentur hjá ein-
ari tyskari fyritøku, ið selur
kosmetikk og damu- og
harraundirklæði, og konsu-
lentur hjá einari bretskari
fyritøku, ið eisini selur nátt-
úruúrdráttir.
Verkætlanin, ið arbeitt
verður við, hevur til enda-
máls at útvega einum fittum
tali av føroyingum arbeiði,
og tað skal gerast gjøgnum
Faroe INN Import, ið skal
virkasum ein postordrafyri-
tøka. Gjøgnum hesa fyri-
tøku skulu fólk so hava
møguleika at keypa tað, ið
nevnt er omanfyri.
I
Hans Birgir Hansen sigur,
o.m.a.
3.125,-.
Íbúð til solu
í Dagmarsgade, Kbh. N
2 verilsis íbúð við stórum baðirúmi við
baðikari og vaskimaskinu, køki við
uppvaskimaskinu og stovu í einum og
stórari altan — til sølu.
Íbúðin er á 4. hædd við frålikum útsýni
yvir vakurt grønt fritidarøki við svimji-
hyli og tennisvølli. I húsinum er parker-
ingskjallari, elevator, sauna, solarium
Kontantprísur kr. 365.000,-. Brutto/
mánaðin kr. 4.222,-. Netto/mánaðin kr.
Ejendomsfirmaet Finn Iversen
Tlf. 042 42 13 33
at arbeitt verður nú við at
fåa eina figgjarætlan setta
upp og kostnadarmeting
gjørda, so farast kann i
gongd sum skjótast.
— Sjálvur havi eg fingið
okkurt heim av tí, ið ætlanin
er at royna. Eitt nú fekk eg
herfyri heim triggjar úr-
dråttir, ið ganga undir slag-
orðinum »Look Good -—
Feel Great<. Tveir havi eg
selt, og tann triðja havi eg
nú í fjúrtan dagar roynt
sjálvur — við góðum úrsliti,
sigur hann.
— Øll ganga við dreym-
inum um at kenna seg væl
og síggja gott út, og tað er
júst tað, hetta gongur út
uppá. Vakurleiki kemur
innanífrá, og tað bera hesar
vørurnar besta prógv um.
Hetta eru drykkir, ið tú
kanst drekka, og harvið fáa
alla ta neyðugu nøringina
igjøgnum. Við ødrum orð-
um kanst tú drekka teg
vakran.
Miðjað verður ímóti, at
vørurnar skulu kunna selj-
ast fyri somu prísir í Føroy-
um, sum tær kunnu keypast
aðrastaðni, og fyri at
tryggja, at fólk kunnu fáa
vørurnar innan fyri eina
viku, frá tí tær eru umbidn-
ar, fer Faroe INN Import at
samstarva við Flogfrakt, ið
flytir fólki vørurnar til
dyrnar.
Fáa a
upplæring
— Sjálvandi er umrådandi,
at tey, ið koma at arbeiða
við hesum, hava neyðugu
royndirnar, og tí verður eis-
ini skipað fyri marknaðar-
skeiði og >workshop<, har
hjálp fæst úr londunum utt-
an um okkum — fyrst og
fremst Danmark — at geva
neyðugu upplæringina, sig-
ur Hans Birgir Hansen.
— Alt hetta verður gjørt í
samstarvi við Arbeiðsloys-
isskipanina og Endurbúgv-
ingarstovuna, so fólk kunnu
lærast upp til — eins og eg
sjálvur eri tað — at gerast
konsulentar. Høli standa
mær eisini í boði, so longu
nú er komið væl áleiðis við
verkætlanini, ið vónandi
fær neyðugu undirtøkuna.
Stórar sparingar fyri eitt
nú tað almenna kunnu
liggja í hesi verkætlan, um
hon kemur igjøgnum. Ur-
dráttirnir kunnu eitt nú føra
við sær, at ein heilur hópur
av peningi verður spardur,
við tað at fólk á hendan hátt
kunnu fáa eina væl bíligari
hjálp, enn eitt nú við
heilivági.
Eisini aðrar
marknaðir
Ætlanin er at fáa keypt
vørurnar inn í stórum nøgd-
um i samstarvi við aðrar
líknandi felagsskapir í Eu-
ropa, og harvið fáa lægri
prísir.
Sum skilist á Hans Birgiri
Hansen, er ikki óhugsandi,
at Faroe INN Import eisini
fer at fáa fótin inn á aðrar
norðurlendskar marknaðir,
so uppaftur stórri grundar-
lag verður fyri at skapa arb-
eiðspláss gjøgnum verkæti-
anina.
— Tað tekur sjálvandi tíð at
fáa alt upp á pláss, men sum
sagt verður arbeitt við
hesum nú, og tá tað nú eru so
mong, ið hava áhuga fyri tí,
vit koma at selja, vóni eg
eisini, at verkætlanin fær
alla ta neyðugu undirtøk-
una, endar Hans Birgir Han-
sen, ið leggur aftrat, at hann
eisini arbeiðir vid ødrum
ungum, meðan hetta arbeið-
ið fer fram
hj.
GOTT BINGO
verður í
Pálsstovu
sunnudagin 14. aug.
Nógvir góðir vinningar.
Eykaspæl er.
Koyring heim aftaná.
GJÁAR SAMKOMUHÚS