mikudagur 10. august 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin ]
Her í Miðbýnum hevur Tordis Jensen sínar handlar, og hon er alt annað enn fegin um leiklutin hjá Miðbýarfelagnum
Tordis Jensen i JOTO:
Tað ræður um at
vera frekur og
skylda nokk
—tader treytin fyri at klára seg, sigur Tordis, sum, saman við fleiri
ødrum handlum, hevur meldað seg úr Miðbýarfelagnum, ti
formaður felagsins er forlongdi armurin hjá SMS í miðbýnum
-Einki problem hjá SMS at
fáa strikad útvið 200
milliónir av skuldini. Men
so er ikki hjá øllum. Fara vit
í Miðbýnum ein einasta dag
yvir tað kassakreditturin
loyvir, kemur renturevsing-
in frá bankanum beinan-
vegin. Tað er fantastiskt,
men tað ræður helst um at
vera nóg frekur og skylda
nokk.
Hettasigur Tordis Jensen,
sum eigur báðar JOTO-
Á GILJANESI
FERDAMANNAHEIM
Tlf. 32900/Tf. 87199
handlarnar i Miðbýnum. Og
hon er alt annad enn nøgd
vid skuldarsaneringina hjå
SMS i mun til ta vidferd,
aðrir handlar fáa.
SMS fremur avlagandi
kapping mótvegis ødrum
handlum. Tey selja verur
fyri minni enn innkeyps-
prís. Men hvat ger tað, tá
SMS ikki skal rinda hvørj-
um sítt, spyr Tordis Jensen
og leggur aftrat,- hvussu
skulu vit so klára okkum,
sum noyðast at gjalda
hverjum sitt? Tordis Jensen
heldur tað vera logið, at ein
banki, sum skal eitast at
vera fólksins ogn, kann
fremja tílíkan mismun. Eftir
tí hon nú hevur verið vitni
til, heldur hon íkki annað
um samfelagið enn at tað er
klinkandi rotið.
-Eg havi báðar handlarnar
enn. Men tað er ikki ti at eg
tími. Vildi nakar keypt teir,
so seldi eg beinanvegin,
men hver skal keypa ein
handil í dag, spyr Tordis
Jensen.
mis S unum
em í miðbýnum eru
allir limir í sokallaða Mið-
býarfelagnum. Ella rætari
sagt,- vóru limir. Tí nú hava
fleiri tíkið seg úr felagnum.
Tað hevur Tordis Jensen
eisini gjørt.
-Tá formaður felagsins
kann standa og siga, at
skuldarsaneringin hjá SMS
er í lagi, og at vit hava onga
neyð, er ovboðið. Eg havi
alla orsøk at halda, at for-
maðurin í Miðbýarfelag-
num er forlongdi armurin
hjá SMS í miðbýnum, og
einum tilikum felagsskapi
vil eg ikki standa i, sigur
Tordis Jensen, sum leggur
aftrat, at onkur í Miðbýar-
felagnum hevur heitt á
formannin um at leggja frá
sær, men tað hevur formað-
urin so enn ikki gjørt.
Tordis Jensen sigur, at
arbeitt verður nú við at
stovna eitt nýtt miðbýar-
felag.
tór.-
————>—"
Nr. 149 — 10. AUGUST 1994
Síða 3
Formaðurin í
Miðbýarfelagnum:
Eg arheiði
fyri handlarnar
Í midbynum
— og eg kenni enki til, at
nakar vil hava meg frá sum
formann, sigur Siri Eystur-
oy
Siri Eysturoy er enn
formaður í Miðbýar-
felagnum. Hon kennir
als einki til, at nakar vil
hava seg frá sum for-
mann, og tað hevur hon
heldur ongar ætlanir um
sjálv.
Siri Eysturoy váttar, at
Tordis Jensen hevur
tikid seg úr Miðbýar-
felagnum, men at nakar
annar handil hevur gjørt
tað, kennir formaðurin
einki til. Siri Eysturoy
sigur, at fyri at gerast
limur ella taka seg úr
felagnum skal boðast frá
skrivliga.
-Eg eri greið yvir hvat
Tordis Jensen er ørg um.
Tað var tá eg segði mína
persónligu hugsan um
skuldarsaneringina hjá
SMS, sum eg ikki haldi
hava nakað við handlar-
nar í miðbýðnum ella
Miðbýarfelagið at gera,
sigur Siri Eysturoy og
leggur aftrat, at hon fer
framyvir at arbeiða fyri
Miðbýarfelagið og har-
við eisini handlarnar í
miðbýnum.
Siri Eysturoy er
formaður í
Miðbýarfelagnum
Tilboð til listafólk:
Innivist í I Rom
Føroysk listafólk hava
eins og onnur norður-
lendsk listafólk møgu-
leikan at søkja um inni-
vist í listafólkabústað-
unum, ið nevnist
Skandinavisk Foren-
ings Kunstnerkollegi-
um í Rom.
Higartil hevur bara
onkur hendinga føroy-
ingur gjørt námsferð til
Rom og fingið innivist í
hesum listafólkahúsin-
um. Tey, sum hava ver-
ið, hava søkt gjøgnum
aðrar nordurlendskar
listafólkafelagsskapir,
men nú hevur Lista-
fólkasamband Føroya
fingið avtalu í lag, so-
leiðis at umsóknir úr
Føroyum verða sendar
gjøgnum LISA, og Før-
oyar hava fingið kvotu,
soleiðis at ein føroying-
ur um árið kann fáa
uppihald har í ein mán-
Så sOknatfskin fyri
tíðarskeiðið 1. febr. 31.
juli 1995 er 1. oktober.
Adressa: Skandinav-
isk Forenings Kunstn-
erkollegium, Via Gar-
baldi 83,-00153 Roma.
Telefax: 00939-39-6-
37 51 60 71.
Upplysingar og um-
sóknarblað fær ein vid at
venda sær til Lista-
følkasamband Føroya
— LISA — Postboks 324,
110 Tórshavn.
Tlf. 16546, Jérun i
Dali, forkvinna.
Listafólkabústaðurin
er eitt gamalt kleystur í
gamla býarpartinum
Trastavera í Rom. Har
eru trý dupultrúm, eitt
einkultrúm, stór stova,
køkur og try baðirúm.
Har býr eisini eitt lista-
fólk, sum hevur umsjón
við húsaognini.