Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. august 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 149 — 10. AUGUST 1994 Havnarliðini eru aftur á uppflytingarplåssunum B36 vann óvæntað í Fuglafirði, og GÍ syfti oddaliðunum við tryggum sigri vesturi í Vágum Tey bæði havnafelggini, HB og B36, eru aftur á teim- um báðum plássunum oman fyri uppflytingarstrikuna. At HB á heimavelli fór at vinna móti botnliðnum úr Leirvík var væntandi, men sigurin gjørdist langt frá so sannførandi, sum úrslitini hjá LIF í undanfarnum dyst- um høvdu lagt upp til. Har aftur í móti var tað ikki upplagt, at B36 skuldi vinna tryggan sigur í Fugla- firði, og tað var avgjørt ikki sambært gongdina undan summarsteðginum, at GÍ skuldi vinna trygt á FS Vág- ar, sum hevur hildið summ- arfrí á ovasta plåssinum. Vágamenn eru framvegis á uppflytingarplássi, so- leiðis at skilia, at um teir eru å tridja plåssi, tå kappingin er lokin, og HB er undan teimum, so flyta vågamenn upp, um 2. deild hjå HB ikki flytur nidur, og um 2. deild hjå FS Vågar flytir upp. Men enn eru 14 stig at spæla um, og nógv kann broytast, áðrenn endaliga uppgerðin verður gjørd. HB-LIF 3-1 (1-0) Hóast leirvíkingar royndu at bíta frá sær, so var tað heimaliðið, ið hevði mesta takið á dystinum. Bæði fe- løgini standa fyri skilagóð- um spælistíli, og tí var fót- bóltsspælið eftir umstødun- um gott, hóast ferðin ikki var nakað at reypa av. Eið- isdémarin mótti ikki, men lukku tíð, so gekk Karl Arne Egholm uttan fyri vøllin, og hann var skilagóður dómari við einum linjuverja úr hvørjum liðnum at hjálpa sær. Veteranurin á HB liðnum, Oddbjørn Joensen, sum ikki er ókendur í Leirvík, kom sær fyri fyrstu ferð í ár á málskjúttaralistan. Undan steðginum trillaði hann inn- legg eftir jørd úr høgru í kassan, og eftir hvíldina skoraði hann upp á brots- spark eftir at málverjin hevði tikið beinini undan Suna Reinert. Oddbjørn var eisini uppi í, tá Hans á Lag økti til 3-0. Veteranurin tók bóltin av skjøtisleysum verjuleikara og spældi Lagamannin blankan. 17 minuttir fyri leiklok minkaði LÍF. Málskjútti var Mamer Olsen, sum stóð púra leysur, tá skotroynd frá ødrum leirvíkingi rakti í verjuleikara og støkk til toppskjúttan hjá LÍF í 3. deild. IF-B36 2-4 (0-2) Fuglfirðingar komu ikki úr summarfrí fyrr enn fimm minuttir vóru leiktir, men tá var ov seint, tí havnarmenn- inir vóru vaknir frá fyrsta briksli og høvdu lagt seg avgerandi á odda, áðrenn IF kom við. Regin Arge var í hopla. Fyrstu fimm minuttimar skoraði hann tvær ferðir, og báðu ferðirnar var tað við at renna frá verjuni og skjóta góð skot, tá hann kom í brotsteigin. Fyrstu løtunaeftir stedgin avspåkadi IF verjan. Magni Jåkupsson, unglingaleikari, sum fyri fyrstu ferð var í 3. deild hjá B36, tók av, fór millum triggjar verjuleik- arar og skoraði hjá Ova, sum er komin aftur í ÍF málið, nú Jákup Helgi Eg- holm er farin í 1. deild. Odd Eliasen hevði havt fleiri stútroyndir móti mål- inum, og eftir innlegg úr vinstru frá Eyðálvi Petersen eydnaðist at minka. Men í staðin fyri væntaða trýstið frá heimaliðnum fyri at minka meiri, tók Regin Arge gassið úr ballónini, tá hann eina ferð enn streyk avstað. Jákup Baldvinsson pynt- Skálamenn fingu javnleik á Tvøroyri. aði um stutt fyri leiklok. Hann lyfti úr 18 metra fjar- stóðu í høgru upp í handara horn. Merkisvert var hjá B36, at John Thomsen á aftasta manni og Johan Klein á miðvellinum vóru við aftur. Teir hava ikki verið við, síðani teir fingu skaða móti IF í Gundadali 1. maí. KI-EB/Streymur 1-1 (0-0) Ferðin var lítil og neyvleik- in í nógvum sendingum einki at reypa av. Målmøgu- leikarnir vóru heldur ikki nógvir, og mál kom einki fyrr enn sjey minuttir vóru eftir. Mourits Jacobsen, ung- lingaleikari, skoradi til 1-0, eftir at Olgar Danielsen var lopin upp um innlegg og har vid snytti målverjan. Olgar kom inn tå 25 minuttir vóru eftir. Jógvan Linklett stóð i KÍ málinum fyri fyrstu ferð í ár. Hann bjargaði væl nakr- ar ferðir, tá EB/Streymur gjørdist leysir í snarálopum, Tíðindablaðið men fimm minuttir undan leikloki var hann prísgivin, tá Kaj Joensen smekkaði flatt og verjuleikari tók út- sýni frá Linklettinum. Onkur eldri lesari spyr kanska, um málskjúttin hjá KÍ eitur eftir kenda KÍ leik- aranum, Mourits Jacobsen, sála, ella Mourits hjá Oyra Kristoffuri, sum hann varð nevndur har norðuri. Mål- skjúttin er abbasonur hin Mourits, og sagt verður, at spælihåtturin er åtøkur: um- hugsin, sáttligur við góðari bøltføring. Málskjúttin, sum annars ikki er offensiv- ur spælari, hevdi tvær aðrar royndir, m.a. stútaði hann tíðliga í dystinum horna- sparksinnlegg á tvørtræið. TB-Skála 0-0 Aftur eitt ógvuliga óvæntað úrslit. Tvøråmenn síggja á stødutalvuni út til at sigla í 4. deild saman við LÍF, men javnleikurin móti bestu skálamonnunum er kanska ábending um, at teir ætla at gera nakað við tað. Í fyrstu atløgu minkaði munurin ti EB/Streym å tridjnidasta plåssinum ikki, ti teir Sundalagnum greiddu javn leik í Klaksvík. TB kann framvegis knýta vónirnar í, at klaksvíkingar missa sessin í 2. deild og har við trýsta triðja lið longur niður Skálamenn fingu einki mál, hóast onkran góðan møguleika. Teir hava onk- untíð verið við í stríðnum um uppflyting, men í ár eru tykjast teir nøgdir vid at halda tørn um sessin. FS Vágar-GI 1-4 (1-1) Hetta var kanska mest Ó- væntaða úrslitið, men tá hugt verður at GÍ mann- ingini, so var tað ikki so undarligt, at teir vunnu: Heini Heinason, Magni Ja- cobsen og Petur Páll Mikk- elsen vóru eykamenn á Svangaskarði leygardagin, men teir komu ikki inn, og teir vóru berandi kreftir saman við Erlandi Tvørfoss, útiseti í góðari venjing, og Jan Skoradal, ið stóran part av dystinum ansaði Albert Ara Thomassen, sum eisini er útiseti, og eisini var í góð- ari venjing og stóð fyri nógva av frami ættaða spæl- inum hjá vágamonnum. Albert Ari Thomassen legði heimaliðið á odda við brotssparki, sum varð dømt, tá hann var feldur eftir at hava sneitt tveir av í brots teiginum. Tá vóru sjey mi- nuttir leikur, og Heini Heinason javnaði 20 mi nuttir seinni, tá hann rann verjuna av eftir sending frá Erlandi Tvørfoss 12 minuttir eftir stedgin skoradi Heini Heinason eft ir uppspæl frå Magna Ja- cobsen f vinstru, 10 minuttir seinni økti Jóhannes Peter sen eftir målverjukiks langt úti á vellinum, og sami leikari staðfesti sigurin sek minuttir undan leikloki Talan var um rímuliga góðan dyst, har tað varð staðfest, at nógvir leikarar vóru í góðari venjing. Hjá FS Vágar var toppskjúttin, Rodmund Rasmussen, ikki við. Hann hevur loyst bróð- irin, Jens Erik Rasmussen, av á besta liðnum. -hh- fr Urslit: HB-LÍF 3-1 (1-0) 1-0: Oddbjørn Joensen | 3-0: Hans á Lag 3-1: Mamer Olsen IF-B36 2-4 (0-2) 0-1: Regin Arge 0-2: Regin Arge 0-3: Magni Jåkupsson 1-3: Odd Eliasen 1-4: Regin Arge 1-0: Mourits Jacobsen 1-1: Kaj Joensen TB-Skåla 0-0 1-1: Heini Heinason 1-2: Heini Heinason 1-3: Jóhannes Petersen 1-4: Jóhannes Petersen 2-0: Oddbjørn Joensen (br.) 2-4: Jákup Baldvinsson KÍ-EB/Streymur 1-1 (0-0) FS Vágar-GÍ 1-4 (1-1) 1-0: Albert Ari Thomassen (br.)