leygardagur 5. juli 2003síða 23
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 125 - 5. juli 2003
Nr. 125 - 5. juli 2003
45
Starv í Familju - og
heilsumálaráðnum
1 starv sum fulltrúi við tænastu á Starvsfólkadeildini verður við
hesum lýst leyst til setan 1. september 2003 ella eftir nærri avtalu
Uppgávurnar hjá fulltrúanum verða í høvuðsheitum:
•
Umsita Kommunulæknaøkið, harundir avgreiða setanir o.a.
•
Avgreiða lønar- og setanarmál , har aðalráðið er setanarmyndugleiki
•
Viðvirka í øðrum arbeiðsuppgávum á deildini, í mun til førleika og royndir
Av tí at talan er um eitt livandi arbeiðspláss har broytingar ofta koma fyri, má
tann,sum settur verður,duga at taka ta avbjóðing,at eisini aðrar uppgávur,sum
ikki beinleiðis eru starvsfólkauppgávur vera lagdar afturat, somuleiðis sum at
bygnaðarbroytingar annars kunnu ávirka starvið.
Vit kundu hugsa okkum umsøkjarar sum hava:
•
Viðkomandi útbúgving frá hægri læristovni - ella -
•
Aðra viðkomandi útbúgving, hollar royndir og áhuga innan arbeiði við
starvsfólkaviðurskiftum
•
Samstarvshuga
•
Hug framhaldandi at menna seg innan starvsfólkaviðurskifti
•
Evni at arbeiða sjálvstøðugt
•
Kunnleika til arbeiði í eini politiskari fyrisiting
•
Góðan málførleika
Vit bjóða:
Sjálvstøðugt starv, til tíðir strævið, men eisini áhugavert, við fjølbroyttum
uppgávum
Flextíð
Skeið og eftirútbúgvingarmøguleikar
Løn- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi
yrkisfelag.
Setanarøki er alt Familju - og heilsumálaráðið við tilhoyrandi stovnum, um-
framt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovan. Arbeiðsstað inntil víðari er
Starvsfólkadeildin við tilvísing til deildarstjóran.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mariu á Dul, starvsfólkastjóra,
tlf. 30 40 40, ella e-mail mad@hmr.fo, har starvslýsing eisini kann fáast.
Umsókn:
Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum og møguligum referensum skal
sendast til:
Familju - og heilsumálaráðið
Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Umsóknarfreist:
16. juli 2003 kl. 12.00
FAMILJU- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ
Almannastovan
Stuðulsfólk
Almannastovan søkir við hesum eftir stuðulsfólki.
Sum stuðul fært tú eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv.
Arbeiðið fevnir m.a. um:
Fylgjarauppgávur Stimbran Familjuráðgeving Umlætting
Størvini eru hesi:
í Eysturoy
1) At stuðla og stimbra einum skúlabarni og familjuni í síni heild.
Tímatalið er 30 tímar um vikuna.
Fólk, ið hava royndir innan hetta øki, hava fyrimun.
Vikuskiftisfamilja
2) Søkt verður eftir eini vikuskiftisfamilju til at vera um eina 11 ára gamla gentu
triðja hvørt vikuskifti, og annars tá tørvur er á tí.
Størvini skulu setast sum skjótast.
Setanarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarð-
andi yrkisfelag í mun til uppgávuna.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Barnaforsorgartoymið á tlf. 353510,
gerandisdagar millum klokkan 09.00 og 13.00, tó ikki mikudag.
Umsóknin saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum
viðmælum, skulu vera
Almannastovuni
J. Broncksgøta 27
Postboks 3096
110 Tórshavn
í hendi í seinasta lagi 15.07.2003.
Í umsóknini skal vera tilskilað uppgávunummar.
Á Toll- og Skattstovu Føroya,Streymoyar Øki,eru 2 størv
leys at søkja.
Hesi størv umfata:
1 fast starv sum grannskoðari til setan 1/9 2003 ella so
skjótt sum til ber
1 avloysari sum málsviðgeri frá 1/9 2003 til 15/4 2004
Høvuðsuppgávur - grannskoðari:
Grannskoðan av virkisroknskapum við atliti til skatta- og
MVG uppgerðir,umframt aðrar avgjaldslógir,sum stovn-
urin umsitur.
Førleikakrøv
Tann, sum settur verður,skal helst hava roknskaparligan
førleika, sum t.d. HD, merconom í roknskapi ella grann-
skoðan, aðra líknandi útbúgving ella royndir í rokn-
skapararbeiði.
Viðkomandi skal vera arbeiðssamur og fyrikomandi, og
skal kunna arbeiða sjálvstøðugt.
Málsviðgeri:
Viðgerð av MVG-uppgerðum, skrásetingum í vinnu-
skránni og ymiskt annað fyrifallandi.
Førleikakrøv
Umsøkjarar við HH-útbúgving, skrivstovuútbúgving
ella royndum innan skrivstovuarbeiði hava fyrimun.
Viðkomandi skal vera arbeiðsamur og fyrikomandi, og
skal kunna arbeiða sjálvstøðugt.
Vit kunnu bjóða
- spennandi størv við nógvum avbjóðingum, sum
samstundis eisini eru fakliga krevjandi
- klokkuskipan við flextíð
- sjálvstøðug størv í góðum arbeiðsumhvørvi.
Setanartreytir
Løn- og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvs-
royndum og útbúgving, eru eftir sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Núverandi setanarøkið er Streymoyar Øki, men fevnir
annars um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí, og
tann/tey, ið sett verða, skulu kunna røkja tænastu á
hesum støðum, um tað verður kravt.
Viðkomandi, ið settur verður, skal vera fúsur at luttaka í
teimum útbúgvingarmøguleikum, sum Toll- og Skatt-
stovan bjóðar bæði á stovninum og uttan fyri stovnin
eitt nú á handilsskúla v.m.og taka lut í teimum skeiðum,
sum stovnurin fyriskipar.
Nærri frágreiðingar um størvini fáast við at venda sær
til Hallbjørg Hansen, deildarleiðara, ella Eyðfinn Hansen,
økisstjóra, tlf. 310260.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum og upp-
lýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera Toll-
og Skattstovu Føroya, Streymoyar Øki, í hendi í seinasta
lagi: 15. august 2003
Toll- og Skattstova Føroya
Streymoyar øki
Postsmoga 3139
FO-110 Tórshavn
Toll- og
Skattstova
Føroya
Grannskoðari og
málsviðgeri
Toll- og Skattstova
Føroya er stovnur undir
Fíggjarmálaráðnum.
Uppgávur stovnsins eru
m.a. at fyrisita
• skattalógina
• tolllógina
• mvg-lógina
• kolvetnisskattalógina
• avgjaldslógirnar,
eins og alla skuldarinn-
krevjing hjá landinum.
Stovnurin hevur 150
starvsfólk og er skipaður
soleiðis, at planlegging
og menning fer fram í
Stýrinum á Argjum.Tær
seks økis-skrivstovurnar,
ið eru á Tvøroyri, í Skop-
un, Sørvági,Tórshavn,
Saltangará og Klaksvík
røkja raksturin.
Á Streymoyar Øki,
Smyrilsvegi har við-
komandi kemur at
starvast, eru 35
starvsfólk.
Lýsingin finst eisini á
heimasíðu okkara:
www.tollskatt.fo
E-mail:
Streymoy@tollskatt.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
45
44