hósdagur 11. august 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Nr. 150 — 11. AUGUST 1994
Søgan hevur lært
okkum at uppgåvan
skal takast í álvara
Venjarin hjá finska mótstóðuliðnum hjá B71 undirmetir einki
Mýrar, og als ikki lið, sum hevur umleið somu styrki sum GÍ
TáGÍ týskveldið leikti móti
Trelleborg vóru umboð fyri
HJK Helsinki til staðar.
Finska liðið kom til Føroya
týsdagin, og Jari-Pekka
Keurulainen og Tuomo
Saarnio, ið hava ábyrgdina
fyri liðnum, fóru beinan-
vegin inn á Svangaskarð.
Tuomo Saamio kom til
Føroyar fríggjadagin. Hann
sá GÍ vinna 7-0 móti B68,
og hann var á Sevmýri, tá
B71 tapti 3-2 móti TB.
Báðir hildu teir, at GI stóð
seg væl móti Trelleborg, og
teir vóru væl nøgdir vid
umstødurnar á Svangas-
karði. Ætlanin var, at finsku
leikararnir skuldu venja á
Svsangaskarði í gjårkvøld-
ið klokkan 17.30.
- Vøllurin tykist vera góð-
ur, og rómin á áskoðarunum
er frálíkur. Vit hava umleið
3000 áskoðarar til okkara
heimadystir, men tað hoyr-
ist langt í frå so nógv til
teirra, sum GÍ áskoðararnir
gera burturúr í kveld, hildu
teir báðr finnararnir, tá vit
hittu teir undir dystinum
tyskvøldid.
I skugganum
Finskur fótbóltur eigur ikki
fremsta plássið hjá ítróttar-
glaðu finnunum. Mótsatt
flestu ðrum londum í
Europa, har fótbólturin
spælir fyrstu violin, so
noyðist fótbólturin í Fin-
landi at finna seg í, at bæði
áskoðaramir og pressan
gera meiri burtur úr fræls-
um ítrótti, ishockey og ski-
ítróttini.
Í hesum døgum er kapp-
ingin um Europameistara-
kapping í frælsum ítrótti í
Helsingfors, og tí hevur tað
neyvan so stóran áhuga
millum finnar, at teir í kvøld
dystast móti B71 á Svanga-
skarði. Í hvussu so er hevur
eingin finskur blaðmaður
boðað frá, at hann kemur at
hyggja at dystinum í kveld.
- Pressan ger ikki so nógv
burtur úr, sum vit síggja
aðra staðni. Tó verða øll
málini í landskappingini
víst í sjónvarpinum, men
blødini gera ikki so nógv
burturúr, greiða teir báðir
finnararnir frá.
Finska landskappingin
byrjar í apríl, og teir spæla
til í oktober. Teir fara tíðliga
undir fyrireikingarnar til
kappingarárið, og tá spæla
teir á graslikisvøllum í stór-
um innandura hallum, sum
eisini verða nýttar til fræls-
an ítróu.
Teir hava ongan summar-
steðg. 18 umfør av 26 eru
avgreidd, og HJKHelsinki
liggur í løtuni á fjóðra
plássi. Í fjør endaðu teir á
tridja plássi, og í 1992
vunnu teir meistaraheitið.
Glæsiliga søgu
HIK Helsinki hevur tikið lut
í bestu deildini í SS ár. Teir
hava vunnið meistaraheitið
18 ferð, og fýra ferð hava
teir verið steypavinnarar. Í
ár vóru teir í steypafinaluni,
sum varð leikt 10. juni. TPS
úr Turku vann 2-1. Tað er ti,
at teir vunnu steypakapp-
ingina í fjør, at teir í kveld
spæla móti B71.
Mótsatt B71 so eru finn-
aramir eingir ársungar í
europeiskum samanhangi.
Hetta er 15. ferðin, at teir
eru við í Europa cup, og teir
kunnu erpa sær av, at hava
nakrar kendar skøltar í belt-
inum. T.d. komu teir í 1982
til annað umfar. Mótstøðu-
liðið var einki verri enn
Liverpool, sum HJK vann
Tíðindablaðið ET.
1-0 móti í Helsingfors. Tað
gekk verri á Anfield road,
har heimaliðið vann 5-0.
Í 1988 leiktu teir móti FC
Porto úr Portogal í fyrsta
umfarinum í kappingini fyri
meistarar. Finska liðið vann
3-2 á heimavelli, men tapu
3-0 á útivelli. Úrslit sum í
hvussu so er bera boð um, at
sandoyingar fáa nóg mikið
at takast við í kvold.
Lærupeningur
Men rokna tit við løttum
dysti í kveld, spyrja vit teir
báðar finnararnar:
- Nei avgjørt ikki. Undir
øllum umstødum taka vit
uppgåvuna í stórum álvara.
Tað hevur søgan lært okk-
um, at vit skulu gera. Í fjør
spældu vit móti Norma Tall-
inn í undanumfarinum.
Hetta varð mett at verða
lætt måtstødulid, men á
heimavelli greiddu vit bara
1-1 mót teimum.
Á útvelli vóru vit illa
sperdir. Um dysturin endaði
0-0, so vóru tað teir, ið
komu í fyrsta umfarið. Tað
eydnaðist okkum at fáa mál,
men tá vóru bara tveir
minuttir eftir at leika.
Í fyrsta umfarinum, tá
spælt varð fyri at koma í
Champions leauge, var
Anderlecht úr Belgia mót-
stødulidid. Teir vunnu báð-
ar dystirnar 3-0.
Eitt sindur
av pengum
Í Finlandi er tað, sum verður
rópt — semiprofessionellur
fótbóltur. Tað vil siga, at
leikararnir fáa eitt sindur av
løn fyri at spæla, men tað er
ikki nóg mikið at liva av.
Leikararnir arbeiða einar
fýra tímar um dagin við síð-
una av at spæla fótbólt, og
so eru tað nógvir, sum
ganga í skúla og fíggja
skúlagongdina við fótbólt-
inum.
Teir venja ikki nógv meiri
enn føroysku feløgini gera.
Helsinki hevur bæði spælt
4-4-2 og 3-5-2, men teir
hava skift eitt sindur í
millum, og teri báðir vóru
einki fyri at tosa um, hvussu
spælast skuldi í kvold.
Leikararnir eru í miðal 26
ára gamlir. Fýra eru oman
fyri 30, og tann yngsti er 17
ára gamal, men hann verður
ikki við í kveld.
Teir hava nakrar leikarar í
landsliðshópinum, sum skal
í EM kappingina, har Fin-
land er í bólki við Føroyum.
Málverjin Antti Niemi er
eykamålverji, og so eru tað
teir báðir miðverjarnir
Markku Kanerva og Aki
Hyrylainen.
-nn-
Sandoyingar
móti finskum
stórfelag
Men sandoyingar sita ikki og rista í brókunum.
Teir ætlað at visa finnumføroyskan fótbólt tå
hann er best
Tá teir ellivu gulu og bláu
sandoyingarnir kl. 19.00 í
kveld renna inn á grasvøllin
á Svangaskarði, er sand-
oyggin eisini komin á
altjóða fótbóltskortið.
Tað lítlað felagið úr
Sandoynni, sum bara í
fimm ár hevur verið í 1.
deild, skal meta finsku
steypavinnarunum, sum
umframt at hava vunnið
steypakappingina fýra ferð,
hevur eisini verið meistari
18 ferð.
Hóast Sandoyggin er lítið
og B71 ikki hevur nógv fólk
til 1. lið, og munnu teir
verða eit tað best
samanspælda liðið vit hava
í Føroyum og kunnu teir við
sínum góða béltførleika á
einum góðum degi, sjálvt
ræða onkran finnlending.
B71 hevur ikki gjørt
nakað eyka við venjingin í
samband við Europa Cup
luttøkuna, sigur Eli Hentze,
ið er ein av teim fáa vit
altjóða royndum. Vit hava
ikki lagt nakað um, vit hava
fyrireika okkum á vanliga
hátt og landskappingin og
steypakappingin hava havt
eins stóran týdning fyri
okkum, sum Euroa Cup.
- Vit venja tríggjar ferð
um vikuna. Umstødurnar
loyva ikki meira. Fleiri av
leikarunum búgva í Havn
og tað letur seg ikki gera at
venja meira. Vegna arbeiði
og familju, so er torført at
fáa menn oftari suður at
venja. Serstakliga teir sum
eru familjumenn hava givið
seg nógv, sigur Eli.
p ra
Ikki vant á grasi
B71 hevur ikki fyrireika seg
eyka at spæla á grasi. Vit
hava verið eitt kveld inni á
Svangaskarði og leikt ein
dyst móti HB. Tað er alt.
Flestu leikarnir hava kortini
roynt at spæla á grasi, við
tað at vit undanfarnu ár
hava verið tríggjar ferð í
Póllandi á venjingarlegu.
Onkur hevur somuleiðis
verið á landslidinum, men
royndir at leika á grasi hava
vit ikki.
så
lítið til
mn
finnamar
B71 kennir so at síga einki
til finsku mótstóðumenni-
nar. Vit hava sæd ein dyst
við teimum á video.
- Har sást, at teir eru
munandi betri enn vit. Men
korini ikki so góðir, at vit
sita og rista í brókunum. Í
mun til okkum eru teir
skjótir, sterkir og væl fyri
teknist.
Allir tøkir
B71 hevur allar menn tøkar
til dystin. Einasta ivvmål
hevur verið Torbjørn
Jensen, sum hevur havt
skaða í fótinum. Hann var
ikki við móti TB um
vikuskifti og hevur verið til
viðgerð hvønn dag í vikuni,
og sandoyingar rokna við at
hann verður klárur.
Roknast kann við at B71
byrjar við vanligu start-
uppstillingini, tó verður
kanska onkur av álopsleik-
arunum nærri midvøllinum
og Torbjórn Jensen
einsamallur á toppinum.
Okkara boð uppá B71
liðið er ú Valdemar
Novisci - Ib Mohr Olsen,
Niclas Joensen, Bjarki
Mohr - Rúni í Soylu, Jóan
Petur Clementsen, Pjotr
Krakowski, Sofus
Clementsen - Eli Hentze -
Páll á Reynatúgvu
Torbjørn Jensen.
Finnur B71 rætta spælið
fram og liðið virkar sum ein
eind, so fáa vit ein góðan
dyst og føroyskan
álopsfótbólt fyri allan
peningin - tað stendur B71
fyri.
áh