leygardagur 13. august 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hvussu nú...
SUM afturlatnar ostrur.
Hetta er skoðsmálið, Dimma
hósdagin gav teimum báðum
samráðingarleiðarunum Ed-
mundi og Anfinni, sum hon
helt okkum frætta ov lítið frá
um landsstýrissamráðingar-
nar. Um ostrurnar í líknilsin-
um sipaðu til tær á Oyri ella
tær úr fjarari høvum, sum
halda so fast um dyrmætu
perlurnar, er eitt sindur 6-
greitt. Tá hevði tó eydnast
Dimmu at fáa onkra av ostr-
unum at avdúka, at samráð-
ingarnar vóru komnar á glið
av álvara.
VIT, sum troðkaðust eftir
samgonguni, hildu, at tað var
fyri neyðini. Seinni er so frætt,
at tær gingu ikki so væl kort-
ini — so illa at tær slitnaðu.
HVUSSU samdir fólka- og
sambandsflokkurin vóru um
at lækka allar sáttmálabund-
nar lønir — og bara tær sått-
målabundnu, ikki allar
stjóralgnir t.d. — við heilum 20
prosentum eftir minni enn
hálvum gðrum ári, hava vit
meira fólkafloksins — enn
sambandsins orð fyri, men at
semjan um hetta var fest á
blað, vátta báðir.
IKKI logið tó, at ivi spøkti í
onkrum sambandshjarta um
avleiðingarnar av slíkum til-
taki — um ikki annað, so eitt
nú vegna pensjónirnar og
blokkin úr Danmørk.
EINGIN skal ivast i, at danir,
um lønarnidurskurdurin varð
framdur, og tad vid fullum
rætti, vóru setstir at rokna
eftir, hvussu stérur partur av
blokkinum, tann mesti, varð
nýttur til lønir innan okkara
almanna-, skúla- og heilsu-
verk, og samsvarandi lóg-
ásetta lønarnidurskurdinum í
Føroyum, skert blokkin.
KANSKA hevði hetta verið
ein sigur og partur av tí prísi,
onkrir flokkar fegnir guldu
fyri at minka um sambandið
við Danmørk, men fyri sam-
bandið, sum minni dent legg-
ur á tjóðarfrælsi ella sjálv-
bjargni við egnar hjálp aleina,
rímaði hetta kanska ikki, tá
samanum kom.
SPURNINGARNIR og iva-
málini í sambandi við lógá-
settan lønarnidurskurd eru
eisini ótald. Skuldu lenir, id
beinleiðis vórðu goldnar úr
Danmørk, eisini lækka,
skuldu arbeidsloysisgjøld, al-
menn studulsgjøld til kreppu-
rakt lækka, skuldi t.d. fólka-
pensjónin lækka, hóast semju
um, at hon skuldi vera skatta-
frí og soleiðis ikki kundi bet-
ast um við at lætta um skatt-
in, skuldi lønarnidurskurdur-
in vera fult og heilt treytaleys-
ur. Skuldu ongar bindingar
leggjast á »minni« útgoldnu
lønina — til dømis fáa hana
oyramerkta til skilagóða virk-
ismenning og fjølgan av ar-
beiðsplássum.
SO ógreinilig ivamál sum hesi
og fleiri vóru kanska sam-
bandinum, hóast prinsipp-
semju við fólkaflokkin um løn-
arniðurskurðin, ov órógvandi
fyri haldgóðum samstarvs-
grundarlagi við fólkaflokkin.
HVUSSU leikur so fer í um-
fari sambandsins við hinar
fýra >smáu flokkarnar<— allar
uttan javnaðar- og tjóðveldis-
flokkin — kann bert gitast um.
So ídnir, teir allir eru eftir at
koma sær í Tinganes, verður
størsti trupulleikin neyvan at
fáa eitthvert á pappírið,
kanska heldur í longdini at
: - | PA Sosialurin Bústaður. Argjavegi 26 | Postadr: Postsmoga 76
— Åbyrgdarbladstri: Jan Miller gad Randi Jacobsen - Dagny“ um; PA Satan a, Mm „sea, iðTórshavn
Eyrtakseir. Hlslen De Hilmar Jan Hansen - Prant P/ Pressan 1981 | Tøeion: 11820 slelax: 14720
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
binda onkrar teirra til álít-
andi samstarv.
»FYLKINGINI« hava vit
ongar royndir av, men ivast
ikki í, at hon vil draga rætta
vegin politiskt. Líknandi sam-
gonguhvøkki, fyrrverandi
partur av sjálvstýrisflokkin-
um — nú kristiligur — var at-
voldin til fyri valið, kann helst
síggjast burtur frá, hóast
einki er givið. Hinvegin hava
bæði miðflokkur og hann við
nógvu k'unum og f unum áður
hvøkkad við løgnum opport-
unum stødum til mål og vidur-
skifti, sum annars illa loystu
seg at órógva nakað sam-
gongusamstarv við.
HVUSSU verður ella ikki, so
kann »initiativid« framvegis
verða í hondum sambandsins,
skuldi fimmflokkaroyndin
verið av ongum. Um sam-
bandið tá leggur túrin um til
tjóðveldisflokkin, javnaðar-
flokkin og ein ella tveir av hin-
um smærru, áðrenn teir geva
bóltin upp til fólkaflokkin, vil
bert tíðin vísa.
Sosialurin
Helst aðalverkfall í kjalar-
vørrinum á eini nýggjari
borgarligari samgongu
Kverkratakið, ið fólka-
flokkurin hevur havt á sam-
bandsflokkinum síðani
byrjað varð at samráðast um
skipan av samgongu, tykist
nú at hava givið tað úrslit, ið
fólkaflokkurin ætlaði.
Sum stærsti flokkur, ið
harvið skuldi stinga út í
kortið og leiða samráðing-
arnar frá byrjan av, so hevur
tað helst verið neyðugt hjá
sambandsflokkinum at
slaka kanska meira enn
neyðugt var skuldi samráð-
ingarrættur teirra — ikki
gleppa teimum av hondum.
Men at fara so langt sum
at ganga ideologiska ynski-
dreymi fólkafloksins á meti
um at skerja lønir við lóg,
tað hevði ein ikki væntað,
og tá serliga ikki sambands-
veljararnir, tí undir valstríð-
num gjørdi sambands-
flokkurin heilt greitt yvir-
fyri veljaranum, at hann
ikki undir nøkrum umstød-
um fór at skerja lønirnar við
lóg.
Harafturat er tað ikki sørt
margháttligt aftan á at báðir
teir borgarligu flokkarnir
sambært fjølmiðlunum eru
vorðnir samdir um at lækka
allar lønir við lóg, so er ætl-
an teirra at kalla inn verka-
mannaflokkin til framhald-
andi samrådingar um skip-
an av samgongu.
Bædi ådrenn og aftan å
løgtingsvalid hevur verka-
mannafylkingin gjørt øll-
um pørtum púra greitt, at
teir ikki undir nøkrum um-
stóðum ganga við til at seta
lønimar niður og so als ikki
vid lóg, tí eru samråding-
arboðini til verkamanna-
fylkingina eitt spæl fyri
gallarínum, eingin ivi um
tað.
Er tað harafturat soleiðis,
at fólkaflokkurin, honum so
líkt, nú er farin at spæla
hund í og við at hann setir
nýggj krøv fram, sum sam- ja, so kann føroyski veljar-
bandsflokkurin metir aðrir in enn eina ferð staðfesta
eitt politiskt fyribrigdi, ið
ar ikki kunnu takaundir við, = ikki bert umfatar borgarligu
møguligir samgonguflokk-
flokkamar i Føroyum, men
eisini teir borgarligu flokk-
arnar í grannalondum okk-
ara.
Hetta fyribrigdi er, at
hóast meiriluta, so eru borg-
arligu flokkarnir so ósamd-
ir, at ikki er hugsingur um at
skipa samgongu saman.
Sum stødan er í løtuni er
helst óhugsandi at borgarlig
samgonga verður skipað,
men um tað verður veru-
leiki, so verður politiskt
kaos, eins og aðalverkfall.
Um sambandsflokkurin
spælir sær samráðingar-
rættin av hondum, so er tað
ikki sannlíkt, at fólkaflokk-
urin, ið hevur næsta sam-
ráðingartørn, fær sam-
bandsflokkin við sær undir
somu treytum sum flokk-
arnir skiltust uppá.
Kemur tað har til, at javn-
aðarflokkurin fær samráð-
ingarrættin, aftan á at báðir
teir stóru borgarligu flokk-
arnir hava kastað frá sær, so
má tað verða ein heilt av-
gerandi treyt sett frá frá
javnaðarfloksins síðu: fyri
tað fyrsta so eigur javnaðar-
flokkurin at gera upp við
seg sjálvan, um flokkurin í
heila tíkið enn einaferð skal
taka avleiðingarnar av at
borgarligu flokkarnir ikki
tora at taka við ábyrgd.
Men um so er, at javnað-
arflokkurin sær tað neyðuga
fyri samfelagið at skipa eina
samgongu, so er tað ein heilt
avgerandi treyt, at flokkurin
skal hava løgmannin í eini
møguligari samgongu. Um
ikki, so eigur nýval at verða
útskrivað skjótast gjørligt, tí
politiskar undanstøkkingar
eigur veljarin at sleppa sær
av við ongantíð ov skjótt.
Frank Davidsen
ILLA Or 0 0505