Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 154 — 17. AUGUST 1994 Sida9 1. deild kvinnur: Judith fekk fýra mál HB staðfesti oddastødu sína í Klaksvík. B36 vann stórsigur á ÍF í endurtøku av finaluni og Skála vann sín fyrsta dyst í fóðingardagi hjá Eiðis Kommunu KÍ-HB 2-5 (1-3): HB strykti um oddastødu sina vid at vinna ein tryggan sigur á KÍ í Klaksvík. Eftir eina javna byrjan, so fekk HB meir og meir yvirvág í spæli og tá góðir 20 minuttir vóru farnir gjørðu tær eitt gott hál og fingu uy mál í tryggjar minuttir. Fyrst var tað Eyðvgr úr Dímun, síðan Kirstin Nesá og at enda Ása Jacobsen, ið gjørdu málini. Til 2-0 fangaði Kirstin bóltin á midvøllinum í vinstru síðu og rak allan vegin inn í brotsteigin, har hon sendi bóltin framvið málverjanum í málið. Stutta løtu eftir málini hjá HB minkaði Margit Joensen um munin til 3-1. Og beint fyri hálvleik mundi KÍ fingið enn eitt mál, tá tær misnýttu eitt brotsspark. Aftanfyri 3-1 tá seinni hálvleikur byrjaði, so royndi KÍ at pressað og tá seks minuttir vóru leiktir, fekk Malan Klakkstein mál til 3-2. Nú kom aftur spenningur í dystin, men tá Oda Andreasen skallaði eitt hornaspark í kassan, so kom HB eitt fet nærri sigrinum. og seinni í dystinum misti KÍ málverjin bóltin millum beinini í málið tá hon skuldi taka eitt spakuligt skot frá Gunrid Hansen upp í hendurnar. Tá var sigurin sligin fastur til 5-2. HB best í fyrra hálvleiki og KÍ betur í seinna, men HB nógv betur at gera mál. B36-ÍF 7-1 (4-1): Dysturin millum B36 og ÍF var endurtøka av steypa- finaluni. Men hvat viðvíkir Malan Klakkstein fekk eitt mál í sínum fyrsta dysti í ár. (Savnsmynd) spenningi og undirhaldi, so var ikki nøkur endurtøka. B36 fekk eina ynski byrjan. Tá tveir minuttir vóru farnir sendi Brynhild Klein eitt fríspark uttanfyri brotsteigin í vinstru síðu beinleiðis í netið. Lítla løtu seinni var tað Eydis Reinert, ið økti til 2-0. Nú var leiðin løgd. Tann í steypafinaluni trygga miðverjan hjá ÍF, varð ikki til at kenna aftur. Judith Joensen, B36 fekk fýra mál móti Tordis Christiansen i ÍF-málinum. Miðframherjin hjá B36, Judith Joensen, hevði stillað kanónina og fekk fýra mál í dystinum. Hon er sera skjót og hevur eitt gott skot. ÍF fekk sítt mál í fyrra hálvleiki. Tað var Kristina Lervig, sum setti båltin í netið til 1-3. Men áðrenn ÍF fekk tamarhald á sínum spæli, so hevði B36 økt til 4-1 sum eisini var hålvleiksstødan. f seinna hålvleiki var næstan spælt uppå eitt mål og 7-1 sigurin var ikki i stórra lagið. Hevdi Tordis Christiansen i IF målinum ikki enn einaferð staðið ein góðan dyst, so vóru fleiri mál komin. Tað kann tykjast løgið, at munurin bert eina viku seinni kann verða so stórur millum somu lið, men Linda Toftegaard og Durita Eliasen vóru ikki við hjá IF. EB-Skála 0-3 (0-1): So vann Skála sín fyrst dyst. Eiðs Kommuna hevði fødingardag og allir fótbóltsdystirnir á Eiði um vikuskifti vóru ti eisini steypadystir. Tað vóru Skálagentur, ið vóru bestar í fyrra hálvleiki. Tær høvdu fleiri góðar målmøguleikar, men Óluva í EB-málinum vardi væl. Kortini megnaði hon ikki at halda heilt tætt tá Borglis Fagradal legði Skála fram um 1-0. Í seinna hálvleiki, vóru tað Eiðisgentur, ið vóru bestar. Tær vóru ágrýtnar og stríddu seg til fleiri målmøguleikar. Tað sá út til at tær ætlaðu sær at vinna steypið. Serliga horna- spørkini vóru vandamikil. Men tær vóru ikki nóg neyvar við seinasta skot- inum. Skála fekk fleiri skjótálop í seinna hálvleiki og við eitt av hesum fór Borglis Fagradal einsamøll igjøgn- um, men beint framman fyri málið spælir hon til Signhild Petersen, ið smekkar bóltin í málið. Eiðiskvinnur vildu hava dómaran at dóma Signhild rangstadda, men tað vildu hann og linjuverjin ikki. Spell at tað var eitt ivasamt mål, sum søkti EB. Tær vóru ikki nóg vandamilar frammanfyri málið, meðan Skála var meir vandamikið serliga í fyrra hálvleiki, tá teir høvdu greiða yvirvág og í seinna tá tær fingu fleir skjótálop. Skála fekk stutt fyri leiklok eitt mál afturat, tá Hanna Jacobsen sendi bóltin upp í hornið. Steyp frá Eiðis Kommunu og tvey stig til Skála. áh Hagtøl 1.deild kvinnur Úrslit frá 8. umfar: KÍ-HB 2-5 (1-3): 0-3: Hanna Jacobsen 0-1: Ey8vør úr Dímun 0-2: Kirstin Nesá 0-3: Asa Jacobsen 1-3: Margit Joensen 2-3: Malan Klakkstein 2-4: Oda Andreasen 2-5: Gunrid Hansen B36-ÍF 7-1 (4-1): 1-0: Brynhild Klein 2-0: Eyðdis Reinert 3-0: Judith Joensen 3-1: Kristina Lervig 4-1: Judith Joensen 5-1: Judith Joensen 6-1: Sólvá Joensen 7-1: Judith Joensen EB-Skåla 0-3 (0-1): 0-1: Borglis Fagradal 0-2: Signhild Petersen 27- 8 31- 9 12 -19 11 -13 6-18 3-9 6 -20 01 1 1 1 3 23 25 1 4 15 VB hevur tikið liðið úr kappingini og ti flytir ongin niður. Kí og Sumba (26/6-94) verður leiktur 19. august Málskjúttar: Helga Ellingsgaard HB 10 Brynhild Klein B36 9 Eyðdis Reinert B36 8 Judith Joensen B36 7 Sigrid Andreassen Kl 5 Eydvør úr Dímun HB 4 Sólvá Joensen B36 3 Ása Jacobsen HB 3 Kirstin Nesá HB 3 Oda Andreasen HB 3 Eileen Jacobsen IF 3 Annika Jacobsen IF 3 Hildur Sørensen B36 2 Ingun Mørkøre EB 2 Anna Vesturdal EB 2 Gunrid Hansen HB 2 Borglis Fagradal Skåla 2 Daimy Kjærbo Sumba 2 Maibritt Joensen B36 1 AnjaRein B36 1 Marit Joensen EB 1 Sigga Vesturdal EB 1 Rannvá Hansen HB 1 Durita Eliasen IF 1 Kristina Lervig IF 1 Maibritt Lervig ÍF 1 Linda Toftegaard ÍF 1 Sigrid Svartá IF 1 Vivian Andreassen KÍ 1 Malena Josephsen KÍ 1 Margit Joensen Kl 1 Malan Klakkstein KÍ 1 Birgit Ryan KÍ 1 Bára Skaale KÍ 1 Hanna Jacobsen Skála 1 Evi Mikkelsen Skála 1 Marjun Mikkelsen Skála 1 Signhild Petersen Skála 1 Elinborg Nygaard Sumba 1 Sjálvmál 2